Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 149 8 Løgreglan á vitjan Dagin eftir kemur løgreglan á gott. Kamarið hjá Eivindi í Gongini hevur verið stongt síðani hann fór foldum frá, men nú skal løgreglan, inn og Bartal í Gongini skal við. -Har verður alt gjørt ordiliga – teir nevna alt sum er inni og skriva niður og síðani skal eg aftur skriva undir, sigur Bartal í Gongini. Tá ið hetta er yvirstaðið fara hann og mamman at fáa sær ein bita, meðan tey bíða eftir at nøkur fólk koma úr Føroyum. Systrarnar hjá Bartali, Barbara og Gyðja og tvey vinfólk hjá Eivindi í Gongini. Ein dagur verður brúktur til at vera saman og minnast Eivind í Gongini, sum júst er farin. Jarðarferðin Sunnudagin er jarðarferðin. Bartal í Gongini og Jayant fara til “One Stop Center”-líkhúsið eftir líkinum. Aftur eru tað skjøl, sum skulu skrivast undir, men so kunnu teir eisini fáa líkið við sær. Tað verður lagt í ein líkbil, sum skal koyra tað, meðan Bartal í Gongini koyrir aftaná við skutara. -Eitt sindur undarligt. Fyrst koyrir líkbilurin, sum ein slíkur plagar at koyra, men tá ið komið er eitt sindur á leið, setir hann ferðina upp og yvirhálar eina rúgvu av bilum, so skutarin hevur torført at fylgja við. -Men at enda koma vit til staðið, har lík verða brend. Mamma, systr­ ar­nar og vinfólkini hjá babba, sita har og bíða, tá ið vit koma fram, sig­ur Bartal í Gongini. Eisini familja og vinfólk hjá Eiv­ indi í Gongini í India eru komin til stað­ar. Líkið verður lagt á eina børu og so á eitt eldstað. -Vit leggja øll fyrst blómur og so greinar á likið og siga babba eitt seinasta farvæl. Síðani hendir tað, sum fyri okkum er heilt óvanligt , sigur Brtal í Gongini. Eitt sindur av bensini verður stoytt á líkið og so skal festast í. -Jayant og eg fáa ein fakkil og so eru tað vit, sum seta eld á babba og meðani vit sita rundan um verður babba til øsku, sigur Bartal í Gongini. Meðan tað brennur sita tey har eina løtu og práta og drekka gravøl, sum siður er á staðnum. Dagin eftir er aftur eitt slag av jarðarferð, tí tá skal øskan kastast í eina heilaga á, sum siður eisini er. Í Harwalem Water Fall skal øskan spreiðast. Jayant hevur ílatið við øskuni og so kasta øll eitt sindur av øskuni í ánna. Serligt upplivilsi Upplivingin í India hevur sjálvandi sett spor, tí hetta er ein óvanlig jarð­arferð í mun til tað, sum vit kenna. -Eg merkti tað ikki so ógvusligt, tá ið hendingarnar fóru fram. Tað var sum at tað hoyrdi til, tí soleiðis ger man har, so akkurát tað rørdi meg ikki so nógv, sigur Brtal í Gongini. -Tað er meira nú eg eri aftur­ kom­in at tað virkar eitt sindur ógvus­ligari. At hava sett eld á pápa sín, tá ið hann var borin úr, er sjálvandi ógvusligt, men soleiðis er siðurin har – har sum pápi mín valdi at búvga í heili 18 ár. Eftir at tey komu aftur til Før­ oyar valdi Bartal í Gongini sam­an við familjuni, at tað eisini skuldi haldast ein minnisløta fyri páp­an­ um í einari føroyskari kirkju. Minningarløtan var í fullari dóm­- ­kirkju í Havn seinasta leyg­ar­dag. Theodor E. Dam Olsen presstur stóð fyri minningarhaldinum. -Nú føli eg, at vit hava sagt ordi­ liga farvæl við babba, sigur Bartal í Gongini. Hátíðarhald var eisini tá ið øskan var spjadd í heilagu ánna. Øll sum vóru til jarðarferðina spjaddu eitt sindur av øsku í ánna Frá minningarhaldinum í dómkirkjuni í Havn BRENDU PÁPAN Á BÁLINUM