hósdagur 21. desember 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 149
9
Tekniskur stjóri
Tórshavnar kommuna sóknast eftir stjóra at
ganga á odda fyri tekniska økinum. Stjórin
myndar saman við býráðspolitikarum, leiðar-
um og starvsfólkum menningina í okkara býi
og bygdum.
Tórshavnar kommuna vil vera ein virkin og
vakin vakstrardepil í Norðuratlantshavi.
Tekniskur stjóri hevur sín týðandi leiklut í
arbeið inum at røkka málinum. Í kommununi
eru stórar og spennandi avbjóðingar fyri
framman.
Tekniskur stjóri mannar stjórnarbólkin saman
við borgarstjóranum, kommunustjóranum,
trivnaðarstjóranum og miðfyrisitingarstjóran
um. Tekniskur stjóri hevur ábyrgdina av
Byggi og umhvørvisdeildini, Teknisku deild,
Býarskipanar deildini, Húsaumsitingini og
Verk ætlanardeildini. Bygnaðurin í kommun
uni sæst á torshavn.fo
HØVUÐSUPPGÁVUR
Í teknisku fyrisiting starvast 50 fólk. Tú skalt:
• tryggja, at tekniska fyrisiting og tekniska
økið veitir borgarum og vinnulívi í komm
ununi eina dygdargóða tænastu
• tryggja, at tekniska fyrisiting veitir poli
tikar unum holla ráðgeving
• saman við hinum stjórnarlimunum tryggja,
at kommunan hevur fullgóða fíggjarstýring
og fremur úrslit
• tryggja, at leiðslubólkurin á tekniska økin
um virkar sum ein savnað, samskipandi og
framlítandi eind
• menna tekniska økið sum eitt gott og
virkið arbeiðspláss við týðiligum virðum
og greiðum málum
• saman við hinum stjórnarlimunum fyri
reika og menna kommununa fakliga og
fíggjarliga, soleiðis at hon kann taka við
teimum avbjóðingum og uppgávum, sum
eru lagdar kommununum at umsita – undir
hesum eisini at taka við teimum møguleik
um og fyrimunum, ið talgilding hevur við
sær.
FØRLEIKAKRØV
Umsøkjarar til starvið verða mettir eftir fak
ligum, leiðsluligum og persónligum førleikum.
Umráðandi er, at tú:
• hevur útbúgving frá hægri lærustovni, ella
tilsamans hevur sambærligt útbúgvingar
stig og/ella royndir
• hevur grundleggjandi innlit í at reka og
menna kommunalu uppgávurnar innan
fakøkini bygging, býarskipan, umhvørvi,
infrakervi, lendisnýtsla og frílendi
• hevur kunnleika til og royndir frá fyrisit
ing, leiðslu og fíggjarstýring
• innlit í ella vilja til at seta teg skjótt inn í
lógir og reglur á kommunala økinum og
fakøkjum, sum hoyra til tekniska økið
• hevur góð leiðslu og samstarvsevni, um
framt mennandi leiðslustíl
• hevur gott strategiskt skil
• er framsíggin og framsøkin
• dugir at seta greið mál og skapa úrslit
• dugir væl at raðfesta, samskipa og geva
starvsfólkum ábyrgd
• hevur góðar førleikar at samskifta bæði
munnliga og skrivliga
• dugir væl føroyska málið í skrivt og talu
• megnar til tíðir at arbeiða undir stórum
trýsti
• torir at ganga nýggjar leiðir og bjóða
vanahugsan av
Tann, ið settur verður, skal hava kunnleika
og innlit í samfelagsviðurskiftini í Føroyum
í breiðum høpi. Politiskt tev og royndir frá
einum politiskum umhvørvi er ein fyrimunur.
LØN OG SETANARTREYTIR
Starvið sum tekniskur stjóri er flokkað
sambært tænastumannasáttmálanum í 38.
flokki uttan at vera tænastumannastarv.
Stjórasáttmáli verður gjørdur. Møguleiki er
fyri áramálssetan.
MEIRA AT VITA
Vilt tú hava fleiri upplýsingar um starvið, ert
tú vælkomin at seta teg í samband við Bjørg
fríð Ludvig, kommunustjóra, á tel 280909 ella
við tposti á bjorgfrid@torshavn.fo.
UMSÓKN
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving,
lívsgongdarlýsing og møguligar tilvísingar
verða at senda til: torshavn@torshavn.fo.
Viðmerk á umsóknina: „Tekniskur stjóri“.
Umsóknir til starvið skulu vera Tórshavnar
kommunu í hendi í seinasta lagi 4. januar
2018.