hósdagur 21. desember 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 149
10
Jól
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
F
yri 28 árum síðani kom
fyrsta "jólaskipið" til
Klaksvíkar. Tað vóru
Niclas Heri Jákupsson
og Emil Gunnarstein, sum tá
sótu uppi á Brekku 41 í Klaksvík
og hugsaðu um, at tað manglaði
okkurt til børnini í Norðoyggjum
á jólum.
–Vit sótu og hugdu gjøgnum
vindeygað og hugsaðu, at vit
burdu tikið stig til eitt tiltak, og tað
skuldi vera okkurt, sum hevði við
føroyskan samleika at gera, sigur
Niclas Heri Jákupsson.
Hann greiðir frá, at teir vildu
fegnir gera eitt gott og gevandi
tiltak, har jólamenninir komu til
býin á ein festligan hátt. Fyrst
hugsaðu teir um, at jólamennirnir
skuldu koma við brandbilum og
síðani, at teir skuldi koma oman
úr fjøllunum. Men teir vildu gera
okkurt øðrvísi, sum eingin fyrr
hevði gjørt. Teir vórðu til endans
samdir um, at av tí at alt ríkidømið
í Føroyum kom úr havinum, so
skuldi jólamennirnir koma við báti
ella skipi.
Hevur altíð skapað
Tey, ið kenna Niclas Hera, vita, at
hann altíð hevur nógv hugskot,
og sum oftast arbeiðir hann við at
seta okkurt í verk. Tað hevur eisini
altíð verið umráðandi hjá honum,
at hugskotini, ið verða sett í verk,
hava okkurt við føroyskan upp
runa at gera. Tað síggja vit aftur í
øðrum verkætlanum hjá honum,
so sum Føroya Sjómannadegi,
Kópakonuni í Mikladali og í kon
septinum um Trølla Pætur.
–Tað hevur eisni okkurt at gera
við at leita eftir tí ektaða og spyrja,
hvat tað er, sum bindur okkum
saman, og tað er ongin ivi um, at
sjóvinna og fiskiskapur hevur havt
nógv virði í Klaksvík, sigur hann
um hugskotið handan bæði Jóla
skipið og Føroya Sjómannadag.
Ein av orsøkunum til, at tiltøkini,
ið hann hevur sett í verk, eru so væl
eydnað, er, at hann hevur verið
autentiskur og knýtt tey so tætt
at tí føroyska samleikanum og
virðunum, sum gjørligt.
Vit eru samfelagið
Ábyrgdina av at byggja samfelagið
eiga vit øll. Niclas Heri greiðir frá,
at hann minnist týðiliga eina bók,
sum hann las sum smádrongur. Í
henni vóru kendu orðini hjá John
F. Kennedy: “Spyr ikki, hvat landið
kann gera fyri teg, men hvat tú
kanst gera fyri landið”.
Hann heldur, at nøkur síggja
bara tey bæði brotini í putlispæli
num, ið mangla, meðan onnur
síggja tey 98, sum longu liggja á
borðinum.
–Summi siga, at samfelagið onki
ger fyri okkum, men vit eru sam
felagið, og hava eina felags ábyrgd.
Gávurnar, sum eg havi fingið,
kunnu samanberast við eitt klaver
frá BR, men eg spæli altíð á allar
tangentarnar. Tí verði eg bilsin av
at møta menniskjum, hvørs gávur
eru sum eitt Steiner klaver, men
tey spæla ikki á tangentarnar, tí
tey eru óttafull, sigur hann.
–Summi hava góð hugskot, men
tey hava ikki tað dirvið, ið skal til,
men tá er umráðandi at royna seg
í smáum og at blíva við, tí tingini
verða lættari, tá tú hevur roynt tey,
leggur hann afturat.
– Onkuntíð havi eg samanborið
tað við at leypa av fimmmetra
vippuni í svimjihøllini. Havi eg
ongantíð roynt tað, so fari eg at
siga, at eg ikki tori, tá eg verði
biðin. Sigur tú so, at tað onki hevur
upp á seg, men eg skal bara koyra
beinini saman, halda fyri nøsina
og hoppa, so hjálpir tað ikki upp
á óttan hjá mær. Sigur tú ístaðin,
at vit fara at leypa av kantinum
niður í hylin fyrst, og síðani royna
vit einmetur vippuna eftir eina tíð,
so er lættari at sannføra meg um,
at eg tori at taka stigið. Tá vit hava
roynt einmetur vippuna, so ber til
at royna at hoppa av tríggjarmetra
vippuni, áðrenn vit royna at leypa
–Summi siga, at samfelagið onki ger fyri okkum, men vit eru
samfelagið og hava eina felags ábyrgd, sigur Niclas Heri Jákupsson,
sum fyri 28 árum síðani sigldi fyrsta jólaskipið til Klaksvíkar, tí hann
helt, at tað manglaði okkurt til børnini í Norðoyggjum um jólini
SAMFELAGIÐ
ER EIN FELAGS
ÁBYRGD
TEMA: Jól
“Tað er eitt
ómetaligt
vælsignilsi, ið mann
fær, tá mann ger
tiltøk, sum gleða
onnur. Er tiltakið
væl umhugsað og
fyriskipað, og hevur
samleikin nakað við
tað góða, vakra og
varandi at gera, so
veit mann við vissu,
at tað ger gott fyri
ein”