hósdagur 21. desember 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 149
11
fimm metrar. Soleiðis er eisini
við tiltøkum. Tað er nógv betri at
gera tiltøkini í tryggum umhvørvi
saman við góðum fólki, og so gera
tey enn betri árið eftir, sigur hann.
Fyrsta Jólaskipið
Fyrsta jólaskipið var reyði og jóla
ligi AWI 27 báturin hjá pápa Niclas
Hera. Pápi Emil hjálpti at pynta
bátin, og pápi Niclas Hera var
skipari. Teir væntaðu ikki nógv
fólk fyrsta árið, men tá hann og
Emil sum jólamenn, og pápar teirra
sum manning, komu siglandi inn
eftir vágni, blivu teir bilsnir av, at
so nógv fólk vóru møtt upp.
–Tá vit høvdu hugsað um
hetta konseptið, so vóru vit eisini
bangnir fyri, um tað nú fór at eydn
ast, sigur hann.
Niclas Heri greiðir frá, at hann
minnist, at teir keyptu tvær
karamellueskjur, tí so kundu teir
geva børnunum karamellur, tá
teir komu í land í lítla bátinum.
Teir sigldu ikki út um Klaksvíkina,
men nakað út, tendraðu síðani tvey
neyðbluss og sigldu so inn aftur.
– Vit vórðu tiknir á bóli av mót
tøkuni, og skundaðu okkum inn
í Statoil, sum tað kallaðist tá, og
keyptu seks karamellueskjur aftur
at, sigur hann.
Hann minnist, at tey næstu árini
fingu teir fleiri vinmenn afturat
sær, og síðani eisini Klaksvíkar
hornorkestur og skótarnar, sum
tóku í móti skipinum við kyndlum.
Eftir tað var skrúðgonga niðan til
vøllin, har borgarstjórin bar fram
røðu. Tiltakið var tá nógv vaksið,
og tað var á tremur við fólki.
Ågot sum jólaskip
Tiltakið var so mikið væleydnað, at
tað bleiv ein fastur táttur í Klaks
vík - og tá eigararnir og manning
in á línuskipinum Ågot bjóðaðu
seg fram at vera ein partur av til
takinum, fekk tað bein at ganga á.
Tá komu einir 10 jólamenn afturat,
og knappliga pyntaðu teir bátin í
fleiri tímar, og tóku eisini fleiri
hundrað neyðbluss og flott fýrverk
við.
Nógvir eru jólamenninir, sum
hava hjálpt til øll hesi 28 árini, og
nógv hava hjálpt og stuðlað - bæði
privatpersónar og vinnulívið. Norð
lýsið og Klaksvíkar Hornorkestur
hava verið ein hollur stuðul øll
árini, eins og Klaksvíkar Kommuna
altíð hevur eggjað og stuðlað til
takinum, greiðir hann frá.
Ársins Rósa
Í 2004 kom Ársins Rósa inn í
tiltakið, sum setur fokus á per
sónar, sum í stillum hava gjørt
vælgerandi arbeiði. Hetta var við
íblástri frá Lægens Bord, sum í
sjónvarpssending deildi "Måned
ens buket" út.
– Vit gjørdu eina nevnd, sum
ár eftir ár fekk uppskot frá al
menninginum um, hvør skuldi fáa
heiðurin Ársins Rósa. Hetta er ein,
sum ger vælgerandi arbeiði uttan
at hugsa um vinning. Helst onkur,
sum ikki buldrar avstað og ger
nógv burturúr sær sjálvum, sigur
hann.
Í dag eru fleiri jólaskip runt
landið, og Niclas Heri heldur, at
tað er bara at gleðast yvir, at onnur
hava tikið táttin upp.
–Tað er fantastiskt. Eg havi
ongantíð havt nakað ímóti, at
nakar brúkar míni hugskot. Tey
kunnu eisini brúka tey, áðrenn eg
realiseri tey sjávur, sigur hann.
Sælari at geva
Fyri Niclas Hera er tað sælari at
geva enn at fáa, og hann er vísur í,
at tað er so fyri onnur eisini.
–Tað er eitt ómetaligt vælsignilsi,
ið mann fær, tá mann ger tiltøk,
sum gleða onnur. Er tiltakið væl
umhugsað og fyriskipað, og hevur
samleikin nakað við tað góða,
vakra og varandi at gera, so veit
man við vissu, at tað ger gott fyri
ein, sigur hann.
Hann heldur tí eisini, at tað
er lætt at gera ein gott tiltak um
jóltíðir, tí fólk eru í góðum lagi, og
tað er fjálgt og vakurt rundan um
ein.
Tá farið verður undir slík tiltøk
er umráðandi, at vinnulívið og
mentanarlívið hjálpast at. Tá til
takið Jólaskipið varð sett í verk,
var lætt at finna stuðul í vinnuni,
og tí bar til at vaksa um tiltakið á
hendan hátt.
–Man fær skjótt góða undirtøku
millum manna, um man setur nógv
í sving, og eru tiltøkini væl løgd til
rættis og samskipað, so er sannlíkt,
at nógv fólk taka tey til sín, sigur
hann av góðum royndum.
“Summi siga, at
samfelagið onki ger
fyri okkum, men
vit eru samfelagið
og hava eina felags
ábyrgd. Gávurnar,
sum eg havi fingið,
kunnu samanberast
við eitt klaver frá
BR, men eg spæli
altíð upp á allar
tangentarnar”
Jólaskipið kemur
til Klaksvíkar 19.
desember 2017
28. árið á rað