Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 149 12 ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO E in sunnudag í juli ímeðan Arnhild Maria Poulsen úr Oyndarfirði koyrir ein biltúr, fer hon at hugsa um, at tað er torført hjá fleiri føroyskum familjum at fáa endarnar at røkka saman, og at lítið er eftir av peningi til mat, tá rokningarnar eru goldnar. Hon hugsar um allan tann matin, ið mat­vøru­handlarnir beina burtur, tí hann er um at ganga út. –Eg hugsaði um tað allan dag­ in, og eg fekk ikki sovið ta nátt­ina. Klokkan tvey fór eg upp aft­ur og stovnaði bólkin “Mat til barna­ familj­ur” á Facebook, tí eg fekk ongan frið á mær, sigur hon. Kennir tørvin Sjálv hevur Arnhild Maria Poulsen verið einsamøll við fýra børnum, so hon kennir tørvin og veit, hvussu trupult tað kann verða. – Tá eg var í tí støðuni, var tað ser­liga torført at hava nokk til mat, hóast eg ikki hevði bil. Tá barna­ ansing og aðrar rokningar vóru goldn­ar, var lítið og onki eftir til mat, tí leigan var høg, og aðrar út­ reiðsl­ur vóru eisini stórar, sigur hon frá. –Eg havi hoyrt um summi, sum hava verið verri fyri, enn eg havi verið, men eg haldi ikki, at tað verður tosað nóg mikið um hetta, og fólk ána ikki, hvussu okkara med­menniskju hava tað, leggur hon afturat. Byjanin Tá Arnhild Maria Poulsen stovnaði bólkin, visti hon ikki, hvussu tað fór at eydnast, men hon stovnaði hann bara, og dagin eftir fór hon í handlarnar og spurdi, hvørjir møgu­leikarnir vóru, og hvat hon kundi gera. Hon greiðir frá, at í fyrstu­ni fekk hon jaligt svar frá øll­ um handlunum, men síðani broytt­ ist støðan, tá ein stórur handil knapp­liga ikki vildi lata mat. – Tey søgdu, at tað var ongin matur at lata, ella at hann skal í skrell, sigur hon, og greiðir frá, at hon als ikki skilur, hví hon ikki kann fáa tann matin at geva fá­ tæk­um familjum, sum kortini skal burtur­beinast. – Nú eru tað nakrir handlar, ið geva og nakrir, ið ikki geva. Eg vóni, at hetta broytist, tí tað líkist ong­ um, staðfestir hon. – Tá ið eg komi eftir mati, stend­ ur alt klárt í eskjum, tí tey vita, at eg komi eftir tí. Starvsfólkið í handlunum, sum lata mat, eru altíð blíð, for­stand­ andi og fólkalig, sigur hon. Tað er ymiskt, hvat er í eskjunum við mati, og tann frysta vøran stend­ur í frystiboksini, til Arnhild Maria kemur eftir henni, og vøran fer síðani aftur í frystiboksina, tá hon er komin heim við henni. Fer við nógvari tíð Hon greiðir frá, at hon ikki ordiliga veit, hvussu nógva tíð tað tekur hjá henni at savna matin saman, flokka hann, býta hann upp, koyra hann út og samskifta við familjurnar, ið fáa matin. Hon metir tó, at tað í miðal tekur á leið fýra tímar um dagin, fjarstøðan er so stór, og hon býr langt frá høvuðsvegnum. Hóast hon brúkar nógva tíð til at lætta um hjá teimum, sum treingja, so fær hon ongan fíggjarligan vinn­ ing ella hjálp sjálv. – Tað, sum eg fái burturúr, er at síggja, hvussu glað tey verða, sum fáa matin. Tað gevur mær nokk, at tey taka í móti matinum og vísa takk­semi, sigur hon. Hon greiðir frá, at tað er ymiskt, hvussu ofta hon koyrir mat út. Fær hon til dømis nógvar mjólkavørur, so koyrir hon út við tað sama, men er meiri kjøt og annað, sum kann fryst­ast, so savnar hon saman, til tað er nóg mikið til øll. Hon veit heldur ikki, hvat verður at fáa hvørja ferð. –Ta einu vikuna var onki breyð. Tá fór eg til ein bakara og keypti seyðabreyð, so tað pakkaði eg niður og frysti tað. Vanliga fáa familj­urnar eini trý rugbreyð og trý ella fýra fransbreyð, viðskera, frika­dellur, fleskasteikir og annað, sigur hon. Er okkurt farið út um evstamark, so sigur hon familjunum frá, og biður tær lukta til og hyggja at – Tað, sum eg fái burturúr, er at síggja, hvussu glað tey verða, sum fáa matin. Tað gevur mær nokk, at tey taka í móti matinum og vísa takksemi, sigur Arnhild Maria Poulsen, sum stovnaði bólk á Facebook við tí endamáli at hjálpa familjum, sum ikki eiga nokk av peningi til mat KOYRA MAT ÚT TIL Jól TEMA: Jól Tær koyra mat út til á leið 30 familjur í Eysturoy og í Havn. Hetta er seinastu ferð, tær fara við mati fyri jól “Eg havi hoyrt um summi, sum hava verið verri fyri, enn eg havi verið, men eg haldi ikki, at tað verður tosað nóg mikið um hetta, og fólk ána ikki, hvussu okkara medmenniskju hava tað”