hósdagur 21. desember 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 149
13
BARNAFAMILJUR
matinum, áðrenn hann verður etin.
Er maturin spiltur, so verður hann
burturbeindur.
Einar 30 familjur fáa mat
Arnhild Maria Poulsen og vinkona
hennara Frida Meinertsdóttir
Reyná koyra mat út til familjur
í Eysturoynni og í Havn. Tað eru
millum 20 og 25 familjur í Havnini,
ið fáa hjálp, og millum fimm og
sjey familjur í Eysturoynni. Tær
flestu familjurnar hava vent sær
til hennara um hjálp gjøgnum
Facebook bólkin, og fólk spyrja
javnan, um tey kunnu søkja um
mat, ella um nakar matur er eftir,
og hon hevur eisini fingið at vita
um onkrar treingjandi familjur á
annan hátt.
–Tey flestu siga mær, at tað er
so lítið av peningi eftir til mat, tá
allar rokningarnar eru goldnar,
sigur hon.
Hon hevur eisini upplivað, at
fólk hava verið í bólkinum, men
eru síðani farin úr aftur, tí støða
teirra er broytt, og tey verða betri
fyri fíggjarliga.
Hon veit ikki, um tað eru fleiri
familjur í Havn, ið tørva hjálp enn
aðrastaðni í landinum, men hon
heldur tó, at tað eru fleiri, ið ikki
tora at biðja um hjálp.
–Fólk eru bangin fyri at koma
fram, og tey skammast, at tey ikki
eru væl fyri fíggjarliga. Eg kenni
sjálv hasa skommina frá egnum
royndum, sigur hon.
–Tað er ikki skomm at biðja um
hjálp, staðfestir hon tó.
–Vit vita, at Føroyar er eitt ríkt
land, og vit halda, at øll hava tað
gott, men tað er bara ikki so. Hetta
er eitt gott og trygt land, men øll
hava tað ikki gott her, sigur hon.
Størri tørvur til jóla
Arnhild Maria Poulsen hevur
merkt, at tørvurin á hjálp er størri
hesa tíðina fyri jól, men fólk vilja
eisini fegin hjálpa hesa tíðina.
–Tað er heilt víst munur á í
desember mánaði og hinum mán
aðunum í árinum. Seinastu dagar
nar hava fleiri fólk skrivað til mín, tí
tey vilja fegin lata dunnu, gás, ræst
kjøt, ræstan fisk og fleskasteik. Ein
familja hevur nógvan seyð. Tey
komu við øllum seyðarhøvdunum
og røstum kjøti. Eisini hevur ein av
mammunum, sum fær mat, bakað
smákøkur til hinar familjurnar. Eg
var slett ikki fyrireikað til, at tað
fór at verða meira at gera fyri jól,
og havi ikki tal á, hvussu nógv tað
er enn, sigur hon.
–Næsta ár tá jólini koma, havi eg
vónandi tvær eyka frystiboksir og
eri betri fyrireikað, sigur hon.
Eisini vónar hon, at hon
onkursvegna fær eitt høli at brúka
við høvuðsvegin, sum kann lætta
um innsavningina og útkoyringina
av mati.
– Eg búgvi í Oyndarfirði, og her
kann vera óhugnaligt veður, og
Frida Meinertsdóttir Reyná, sum
eisini hjálpir við arbeiðinum, býr
í Elduvík. Vit hava roynt at fingið
eitt hús, hjall ella seyðahús við
elektrisiteti fram við høvuðsveg
num, har vit kunnu savna mat
in saman. Tað skal ikki vera tætt
við onnur hús, tí fólk skammast
og dáma ikki, at mann sær at tey
koma eftir mati, sigur hon.
Hon greiðir frá, at umframt eitt
høli til matin, so hevði hon kunnað
hugsað sær ein betri vørubil, sum
hevði meira pláss til matin, sum
skal koyrast út. Sum nú er, brúkar
hon sín egna persónbil, sum er í
minna lagi.
Ongin ivi er tó um, at Arnhild
Maria Poulsen ætlar at halda áfram
við arbeiðinum, hóast tað fer við
nógvari tíð og orku. Hon greiðir frá,
at av tí at hon hevur nógva pínu, so
fær hon ikki tikið eitthvørt arbeiði,
og tað er umráðandi hjá henni, at
hon hevur okkurt at gera.
Hon gloymir ikki reaktiónirnar
hon fær, tá hon kemur við mati til
familjur, sum ikki vita sær ráð og
ikki hava nokk til dagin.
– Einaferð fingu vit eitt tipp um,
at ein mamma stóð illa í tí, og vit
fara framvið hjá henni, uttan at
hon hevði sett seg í samband við
okkum. Tá vit koma við matinum,
standa bæði vaksin og øll fýra
børnini á trappuni og gráta, tí tey
eru so fegin um matin, tey júst
hava fingið, sigur hon álvarsom.
Tær koyra mat út til á leið
30 familjur í Eysturoy og í
Havn. Hetta er seinastu ferð,
tær fara við mati fyri jól
“Tað, sum eg fái
burturúr, er at
síggja, hvussu glað
tey verða, sum fáa
matin. Tað gevur
mær nokk, at tey
taka í móti matinum
og vísa takksemi”