Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 149 14 FRÚAN GUDA. JESUA. EINGLUR­ NAR. OG DJEVLAN. TEMA: Jól TJÓÐHILD PATURSSON T ey trý handan listabólkin G U T/ / P r o d u c t i o n , Durita Dahl Andreasen, Mariann Hansen og Búi Dam, hava lisið Bíbliulestur við einum snari bæði á G!Festivalinum og á Ólavsøku. Bíblulestur har øll kynini vera býtt um. Gud er Guda, Jesus er Jesua og djevulin er djevlan. - Onkur helt tað vera ótrúliga keðiligt (millum annað eg og mamma, sum báðar sovnaðu), onnur hildu tað vera rørandi - Tað vóru ikki nógv sum blivu stoytt, men vit fingu nógvar positivar afturmeldingar frá fólki. Bæði frá fólki,, sum eru trúgvandi, og frá fólki sum ikki eru trúgvandi, sigur Búi Dam. Tey trý hava øll ymiskar til­ gongdir til trúgv og til Bíbliuna. Durita Dahl Andreasen og Búi Dam kalla seg trúgvandi. Tað ger Mariann Hansen ikki. Spurn­ing­ ur­in um, hvat tað merkir at vera trúgv­andi, er fleiri ferðir uppi at venda. - Ja, eg kalli meg trúgvandi, men veit eisini, at tá ið eg sigi, at eg eri trúgvandi, so skilja ikki øll tað, sum eg skilji við at vera trúgvandi, sigur Durita Dahl Andreasen. Búi tekur undir við hesum og sigur: - Eg eri trúgvandi, og havi leita nógv í Bíbliuni; havi verið fasineraður av tí vísdómi sum har liggur í. Men eg eri ikki kristin, sigur Búi og heldur fram: - Eg trúgvi, at allar religiónir og spirituellar praksisir føra til somu… Gudu. Gudu. Hetta síðsta ljóðar eitt sindur pátikið. Ella í øllum førum ógvuliga tilvitað orðað. Alt krevur tilvenjing. Kanska eru tað míni oyru, ið skulu venjast. Hvat um Jesus var ein kvinna? Tey kundu havt gjørt ein skemtileik um fiskivinnunýskipanina. Ein alvorligan barnaleik um at missa seg sjálva burtur. Ein sang um havsins dálkaðu høv, ella eina heila fløgu við upptøkum av einum starakóri (jú, eg veit, at tey eru nóg ør til at finna uppá slíkt)… Hví, ja hví fara tey trý, við so ymsum trúðartilgongdum, í holt við eina verkætlan, sum snarar um júst bíbliuna? Eg skilji tað ikki. - Hugskotið kom sum ein spurn­ ing­ur inni í okkara venjngarhøli: Hvat nú UM tað vóru fleiri kvinnu í skriftunum. Hvat nú um Gud var umtalað Guda, og hvat nú um Jesus kallaðis Jesua. Vit royndu at lesa Bíbluna við kyninum umbýttum, og tað upplivingina vit fingu, hava vit hug at deila, sigur Mariann. - Vit øll blivu yvirraskaði yvir, hvussu stóra uppliving vit høvdu av hesum. Eg meini, hetta er tað simplasta í allari verðini, vit býta bara um kynini, tað er tað einasta vit gera, men upplivingin var so ræðuliga stór, sigur Durita. Hví er hatta ein uppliving, sum tit hava tørv á at deila við onkran annan? Eitt er at uppliva nakað og eitt annað er at vilja miðla tað út til rest­ina av Føroyum, hvat er tað sum ger, at hetta er ein so týdn­ ing­armikil uppliving, at tey vilja deila hana við restina av Føroyum? Fyrst sigur Búi eina rúgvu av orðum um at gerast eitt heilari menniskja, tosar um spirituella leit­ing, koma í kontakt við sínar kensl­ur... sárbari og styrki… Eg spoli í upp­tøkuni. Tað er heilt øguligt mannfólk tosa nógv! Fylla nógv í eini samrøðu. Eg fái hug at telja upp: Hvussu nógvar minuttir av teirri 48 minutta longu samrøðuni tosar Búi - og hvussu nógv talutíð er so eftir til okkum tríggjar? Eg tosi heilt vist mest av okkum triðmum. Durita og Mariann fáa veru­liga ikki nógv pláss í hesi sam­ røð­uni. Búi tosar enn: Fyrst av øllum er tað tann sprudl­andi gleðin av at skapa, og at koma við onkrum, sum man sjálv­ ur uplivir sum spennandi og nýtt... á einum meira idealistiskum ella samfelagsligum lagi, so haldi eg, at hetta er ordiliga vigtugt fyri okkum sum menniskju og sum fólk, at onk­ursvegna koma í samband við tað innara feminina og tað innara maskulina. Tann javnvágin, sum eg haldi skapar eitt heilari menniskja. Eg eri av tí fatan, at broytingar í samfelagnum koma ígjøgnum tað innara arbeiðið hjá individinum. Og so er tað eisni bara fucked up at vit hava so fáar søgur í okkara sam­felag um kvinnur. Tað er full­ stend­iga langt úti, sigur Búi. Eg haldi, at hann merkir, hvussu nógv hann hevur tosa ígjøgnum hesa sam­røðuna, og leggur tí afturat - Hatta var mín síðsta viðmerking. Kvinnur eru til Eg spyrji hví tað hevur týdning at hava søgur um kvinnur? Eg kenni væl at spurningurin er eitt sindur býtt­isligur, tí sjálvsagt hevur tað týdning, tað merki eg í øllum mín­ - Hugskotið kom sum ein spurningur inni í okkara venjngarhøli: Hvat nú um tað vóru fleiri kvinnur í skriftunum. Hvat nú um Gud var umtalað Guda, og hvat nú um Jesus var ein kvinna, ið kallaðist Jesua? Bíbliulestur við einum snari: