hósdagur 21. desember 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 149
15
TEMA: Jól
um kroppi. Men hóast at eg okk
urt stað VEIT, at tað hevur týdning,
so er altíð so torført at seta orð á
hví. Eg vevji meg vanliga inn í ein
vavgreyt av orðum um týdningin
av fyrimyndum, orðum um um
boðan og undirumboðan, sum oft
ast endar við at eg standi kroyst í
einum smølum hornið, eg sjálv havi
skapt.
Tí at kvinnur eru til, sigur Mari
ann. Vit fara at flenna øll trý. So
einkult kann tað sigast. Ja, tað
hevur týdning, tí at kvinnur eru til.
Kynsfiksering
Provokatørurin kemur í meg, og
eg klári ikki at lata vera við at
prika tey eitt sindur. Eg meini so
við, hendan kynsfokuseringin
kennist fyri meg onkuntíð løgin í
hesum queer tíðum. Men eg havi
kanska búð ov leingi í Svøríki. -
Eru tit so kynsfokuserað at tit ikki
klára at hoyra eina bíbliusøgu, og
identifisera tykkum við onkran,
sum t.d. eitur Martin og er ein
maður, spyrji eg Duritu og Mari
ann. - Eg helt ikki, at eg var so kyns
fokuserað, men tað skilji eg nú, at
eg eri. Tað ger í øllum førum eitt
heilt annað inntrykk at lesa bíbliu
søgur soleiðis, og tað var eg ikki
tilvitað um. - Somuleiðis við mær,
sigur Mariann. Eg síggi so væl kyn,
og tað tosar við meg øðrvísi. Fyri
mítt viðkomandi hevur hettar her
snarið givið mær atgongd til søg
urnar, til tað sum søgurnar siga, og
sum er boðskapurin í bíbliuni. Eg
skilji tað betur, eg hoyri tað betur,
sigur Mariann. Tí mín persónliga
støða við t.d. religión er, at eg føli
meg kvalda í henni; eg haldi ikki,
at eg havi lov at vera forvitin og
at vera listakvinna, um eg havi
religión í mínum lívi. Men hendan
upplivingin segði bara… paff… nå
for sørin. Tað ber til.
Er hetta provokatión?
Hví skulu tit provokera beint nú
upp undir jóla? sigi eg, allar helst
mest fyri sjálv at sleppa at provok
era eitt sindur.
- Eg veit, hvussu persónlig
trúgv er, og hvussu nógv kristna
grundarlagið hevur at siga fyri
nógv okkara. At provokera tað,
havi eg ongan áhuga í. Tað hevur
eingin okkara. Men at mín ótti
fyri at provokera onkran, skal
steðga mær í at leita, har eg havi
eina kenslu av at finna nakað
essensielt, er heldur ikki rætt. So
við allari virðing fyri bíbliuni og
trúnni hjá fólki, eri eg farin á hesa
heilt ótrúliga spennandi ferðina
inn í bíbliuna. Har Guda, Móðurin,
skapti kvinnuna fyrst, sigur Durita.
- Eg vildi næstan sagt, at hetta
er tað friðsælasta sum hendur nú í
jólamánaðanum. Tað er so lítið rúm
í desemburmánað at vera uttan
res, og øll merkja hetta jólaresið,
um tey vilja tað ella ei. Tað er ein
stemningur sum verður geilaður
upp, og hann er ógvuliga ringur at
róa niður. At sissa. Tað er torført
ikki at blíva partur av jólaresinum.
Og so handlar alt um at keypa, og
tað ger hetta ikki, sigur Mariann
at enda.
Eru í gongd við ein
annan leik - Hvørjar
eru kvinnurnar, sum
mangla í Føroyum?
GUT//Productions hevur síðan
byrjan arbeitt út frá spurninginum:
Hvørjar eru kvinnurnar, sum
mangla í Føroyum.
Hetta hevur leitt okkum víðari
til tankar um, hvat kvinnulig virði
eru, hvat tað kvinnuliga er í mær
ella í monnum, hvat tað femenina
er, og um tað er nakað? Tað er út
frá hesum sama spurninginum,
vit arbeiða víðari og leita víðari, og
tað næsta verkið hjá okkum byggir
eisini á tann spurningin. Tá er tað
ikki út frá bíbliuni, men heldur
sum ein leitan eftir, hvat fyri
avleiðingar tað hevur, at kvinnur
eru undirumboðarar.
Næsta verkætlanin hjá GUT//
Productions er ein leikur við
arbeiðsheitið Látur Medusu.
Frumsýning verður 24. februar
2017.
Bíbliulestur við einum snari
- 24. dagar. 24. partar.
Brotini verða løgd út á youtubesíðuna og facebooksíðuna hjá GUT//Productions.
1. desember. Jesua lærir lærumoyggjarnar. Durita Dahl Andreasen, Búi Dam og Mariann Hansen.
2. desember. Systrar. Astrid Andreasen og Gurðið Poulsen.
3. desember. Stúrið ikki, dømið ikki. Hanna Jensen.
4. desember. Orð Lemuels drotning. Sólva Vang og Mouritz Mohr.
5. desember. Hin góði hirðin. Tórður Mikkelsen.
6. desember. Sæl eru… Karin Kjølbro.
7. desember. Ríkið Gudu. Dánjal á Neystabø við familju.
8. desember. Føðing Jesuu Kristu. Trygvi Danielsen.
9. desember. Hin seinasta kvøldmáltíðin. Vígdis Bjarnadóttir við bindiklubba.
10. desember. Hin burturvilsta dótturin. Maria Jørðdal Niclasen og Theodor Eli Dam Olsen.
11. desember. Fyri einglanna skuld. Heini í Skorðuni.
12. desember. Lovið Henni. Juliett Nattestad.
13. desember. Jóhanna doyparin. Birita Mohr og Egi Dam.
14. desember. Bábeltornið. Andrias Høgenni.
15. desember. Maðurin, ið tikin var í hori. Margreth Jacobsen og Terji Rasmussen
16. desember. Varðveiti einleika Onduna. AI.
17. desember. Djevlan freistar Jesuu Kristu. Beinir Poulsen.
18. desember. Syndafallið. Jákup Weihe.
19. desember. Maðurin við blóðsótt. Sunneva og Knút Háberg Eystirstein
20. desember. Martin og Marius. Jóhann Hoffgaard við H71-liði.
21. desember. Gunnvør og Hilmar Joensen.
22. desember. Krossfestingin. Nicolaj Falck.
23. desember. Men størstur er kærleikin. Katrin Bærentsen og bembil.
24. desember. Jólaevangellið. Jákup Magnusen.
Yndispartar
Mariann Hansen
Eg haldi næstan at tað er
burturvilsta dótturin. Tí
at ivin og øvundsjúkan og
missforstáilsi, tað bara er har
- tað verður sagt so beinleiðis.
Tað verður sagt: Hví fekk
eg ikki ein seyð? Hví fekk
eg ikki eingongd eitt gimb
urlamb, so at eg kundi sleppa
at stuttleika mær saman við
mínum vinkonum. Mamm,a
hví kundi eg ikki sleppa tað?
Tað er so ræðuliga ‘hands
on’. Og tað verður møtt við
forstáilsi, men eini áminning
um at minnast til tað stóra
tingið: at systir tín var farin,
men nú er komin aftur.
(Parturin burturvilsta
dótturin var sendur 10.
desember. Maria Jørðdal
Niclasen og Theodor Eli Dam
Olsen lósu).
Búi Dam
Mær dámar væl, tá ið Jesua
er í oyðimørkini og hittur
djevluna. Mær dámar væl, at
djevlan eisini er feminin. Tað
er tað sum er interessant, at
tað ikki bara eru tær góðu
kreftirnar sum eru broyttar;
vit hava eisini broytt tær
óndu kreftirnar. Tað at Jesua
fer inn í oyðimørkina at leita
eftir vísdómi, og ikki etur
i 40 dagar, tað er bara ein
kvinna sum er hugvekjandi
og inspirerandi.
(Parturin Djevlan freistar
Jesuu Kristu var sendur 17.
desember. Beinir Poulsen
læs).
Durita Dahl Andreasen
- Eg veit ikki hvat yndisbrotið
í jólakalendaranum er,
men yndisbrotið hjá mær
av tí, vit hava lisið, haldi eg
vera ættartalvuna, hon er
so ræðuliga sigandi. Fyrst
í 1. Móseubók kemur man
til eina ættartalvu við 50
mannfólkanøvnum, sum nú
blíva til 50 konufólkanøvn.
Fyri hvør navn tú lesur, sært
tú eina kvinnu fyri tær, og
tú sært eina sterka kvinnu
fyri tær. Hon er vigtig, tí hon
er skrivað niður í bókina, og
tað er skrivað inn, hvør hon
var, og hvussu nógv børn
hon fekk, og hvussu gomul
hon bleiv. Eg síggi kvinnu
eftir kvinnu eftir kvinnu, og
fái uppá fá sekund ordiliga
nógvar myndir av ordiliga
sterkum kvinnum.
GUT//Jólakalendari
Sjálv skriva tey soleiðis um kalendaran:
GUT//Productions er ein listabólkur, sum bleiv stovnaður í ynskinum
um at arbeiða út frá magakensluni, og við hesi magakenslu hava
vit rannsaka kynsleiklutir og tey kynsmynstur, sum forma okkara
veruleika og okkara val. Hendan leitanin førdi okkum í fjør til sagnirnar
og ævintýrini. Hesa ferð leita vit í Bíbliuni. Vit leita eftir eini øðrvísi
Gudsmynd - eini Gudsmynd, sum (kanska) kennist meira nærverandi
fyri summi okkara.
Jólakalendarin hjá GUT//Productions gevur tær møguleika at
uppliva, hvussu bíblian ljóðar, um kynini eru býtt um. Kanska hesin
mátin at lesa Bíbliuna kann fáa summi at lurta, sum fyrr ikki hava lurta.
Kanska onkur gerst varug við onkur kynsmynstur, hon ikki fyrr hevur
verið varug við. Og kanska onkur gerst varugur við onkur kynsmynstur
hann ikki fyrr hevur verið varugur við. Kanska mynstur í málinum?
Kanska tey, ið eru von við Bíbliuna, finna nýggjar síður í henni, vinna
nýggjan áhuga og møguliga skilja onkra søgu øðrvísi. Ella kanska er
kynið als ikki avgerðandi fyri søgurnar og boðskapin.