Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 149 16 ORRUSTAN Í KRINGVARPINUM ÁKI BERTHOLDSEN – Hóast at kalla alt skuldi verið rætt og satt, sum verður ført fram í ætlanarskrivinum um at siga Liljuna Weihe úr starvi, er tað uttan fyri løgfrøðiligar proportiónir at revsa hana við at siga hana upp. Tað sigur Sigmund Poulsen, sum løgfrøðingur hjá Liljuni Weihe, tíð­ inda­leiðara í Kringvarpinum. Johnny í Grótinum, stjóri í Kring­varpinum hevur givið henni ætl­anarskriv um uppsøgn, tí hon skal hava verið so illoyal í síni fram­ ferð, at hon skaðar umdømið hjá Kring­varpinum og álitið á stjóran, bæði hjá starvsfólkunum, og hjá øðrum. Men í svarinum til kring­varps­ stjór­an, sum vit hava fingið innlit í, heldur sakførari hennara, at tað er ikki nakað sakligt grundarlag fyri at siga henni úr starvi, hóast at kalla alt í ætlanarskrivinum ann­ ars skuldi verið rætt. – Eg heiti tí á teg um ikki at gera tað, tí tað kemur eftir mínari mein­ ing bara afturum aftur og verður tá eitt nógv tyngri upptak hjá øllum pørtum, sigur Sigmund Poulsen. Sostatt verður lagt upp fyri, at talan kann verða um at kæra upp­ søgnin, ger stjórin álvara av ætl­ an­ini. Tvørtur ímóti heitir sakførarin beinleiðis á Johnny í Grótinum um at summa seg, og í hvussu so er ikki at siga tíðindaleiðaranum úr starvi. Kringvarpið er ikki sum aðrir stovnar Sigmund Poulsen staðfestir, at Kringvarp Føroya kann ikki sam­ met­ast við aðrar almennar stovnar, tí tann mest týðandi parturin av virkseminum er ikki fyrisiting men at gera sendingar. Og arbeiðið at gera sendingar skal vera í samsvari við kringvarpslógina og public- service sáttmálan. – Grundleggjandi skal arbeiðið at gera sendingar vera ein demo­ krat­iskur krumtappur, sigur hann. Hann vísir eisini til public- ser­vice sáttmálan, har tað stend­ur í inn­ganginum, at Kring­ varpið hev­ur stóran týdning fyri fólka­ræðið í land­inum, tí tað varp­ ar ljós á, og elvir til kjak, um sam­ felags­við­ur­skifti. Tað er eitt grundleggjandi krav, at arbeiðið at gera sendingar skal vera sakligt og óheft, og tey etisku reinføriskrøvini eru stór, sigur sak­ førarin. Hann sigur, at tískil er ein upp­ søgn, sum er grundað á illoyalitet, sera álvarslig og hon bæði má, og skal, eftirkannast í odd og egg fyri at tryggja óheftnið, og fyri at stovn­urin ikki skal skeiklast í sín­ um fólkaræðiliga grundvølli. Hann leggur afturat, at í kring­ varpslógini verður ásannað, at arbeiðið hjá Kringvarpinum at gera sendingar, hevur eina heilt serligu samfelagsligu støðu. Og tað ásannar kringvarpslógin við at taka sjálva leiðsluna fyri arbeiðið at gera sendingar, úr hondunum á stjóranum fyri Kringvarpið. Eftir lógini um Kringvarpið hev­ur stjórin nevniliga ta fyri­ sitingarligu leiðsluna av stovninum og ikki leiðsluna fyri arbeiðið at gera sendingarnar. Hinvegin er ábyrgdin hjá stjóranum yvirskipað, tí hon er at tryggja, at arbeiðið lýk­ ur treytirnar í public-service sátt­ málanum og í kringvarpslógini. Eftir hesum er ikki ivi um, at hvat ítøkiliga arbeiðnum at gera send­ingar, viðvíkur, er tað ikki stjór­in, sum er ovasti leiðari. Ovasti BIÐUR JOHNN GRÓTINUM S ORRUSTAN Í KRINGVARPINUM Hóast næstan alt skuldi passa, sum stjórin í Kringvarpinum sigur um Liljuna Weihe, tíðindaleiðara, er tað ikki nóg mikið til at siga hana úr starvi, sigur sakførarin hjá henni Tí er tað hvørki løgið ella illoyalt