hósdagur 21. desember 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 149
17
NY Í
SUMMA SEG
leiðarin fyri at gera sendingar, er
leiðarin fyri sendingini, í hesum
føri er tað tíðindaleiðarin.
Sigmund Poulsen vísir á, at
í samsvari við hetta frítekur
fjølmiðlaábyrgdarlógin eisini stjór
an fyri persónliga fjølmiðlaetiska
ábyrgd tí eftir lógini kunnu bara
teksthøvundur, tann, ið úttalar seg,
redaktørur og stovnurin sjálvur,
ábyrgdast fyri eina útvarps- ella
sjónvarpssending.
Stjórin blandaði seg upp í
Sigmund Poulsen sigur, at hóast
Liljan hevur verið illoyal, skal talan
vera um grovan illoyalitet fyri at
tað kann vera uppsagnargrund.
Tað, stjórin í Kringvarpinum
heldur verið so illoyalt av Liljuni
Weihe, at hon skal sigast upp, er
fyrst og fremst eitt skriv hon hev
ur sent formanninum fyri kring
varpsstýrinum, og so eisini ein
útsøgn í Sosialinum.
Í skrivinum til formannin fyri
kringvarpsstýri, vísir Liljan Weihe
á, at Johnny í Grótinum hevur
lagt seg út í tíðindaflutningin í
sambandi við skattafrádráttin hjá
Eik.
– Tilfarið eg havi sæð, vísir
faktiskt púra greitt, at tú í stóran
mun hevur blandað teg upp í tíð
indaflutningin um skattamálið hjá
Eik Banka, enntá upp í smálulutir,
sigur sakførarin hjá Liljuni Weihe.
– Heldur enn at siga Liljuna Weihe upp sum tíðindaleiðara í Kringvarpinum, átti Johnny í Grótinum at verið errin, heldur sakførarin hjá Liljuni Weihe
Tað er ikki
rætt, at hesin
spurningur ikki
er viðgjørdur
við teg
persónliga
Framhald á síðu 18