Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 149 18 Hann sigur, at tað er heldur ong­ in ivi um, hvørjum parti, Johnny í Grótinum hevur verið í. – Sum eg havi víst á, er Liljan Weihe ovasti fakligi leiðari fyri tíð­indadeildina og ikki tú. Tað eru redaktørurin og hon, sum í hvørj­ um einstøkum føri gera av, hvørji, og hvussu tíðindi skulu berast, sig­ ur Sigmund Poulsen við stjóran fyri Kringvarpið. Hann sigur, at leikluturin hjá stjór­anum umfatar ikki leiðslu, ella avgerðarrætt, um ítøkilig tíðindi, og hann umfatar heldur ikki per­ són­liga pressuetiska ábyrgd. Tvørtur ímóti er tað leikluturin hjá stjóranum at hava tað dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina fyri at stovn­urin alla tíðina lýkur tey krøv, og heldur ta kós, sum kring­ varps­lógin og public-service sátt­ mál­in seta. Skipanin er gjørd soleiðis fyri at tryggja óheftni og sakligheit í send­ingunum. Fakpersónar taka sær av tí ítøkiliga tíðinda­flutn­ing­ in­um, men eftirlitið og ábyrgdin fyri at stovnurin heldur beina kós, er hjá stjóranum. –  Til samanberingar er tað rætti­liga óhugsandi, at ein sjúkra­ hús­stjóri fer at leggja seg útí, hvussu skurðlæknarnir skera eina blindgørn, ella skifta eitt knæ. Stjór­in fer ikki sjálvur í lækna­ kittul­in fyri tað um hann heldur at feilir verða gjørdir, leggur hann afturat. –  Tað er sjálvandi einki sum forð­ar stjóranum at finnast at og krevja at skeivleikar í tíðinda­flutn­ ing­inum verða rættaðir. Men hann kann ikki taka tíðindaleiðaran, ella redaktørin, av ræði í einstøkum førum ella einstøkum málum, sigur Sigmundur Poulsen. Hann vísir á, at nokk so fýra­ kantað heftir Johnny í Grótinum seg við, at Liljan Weihe leggur hann und­ir lógarbrot. – Tað ljóðar ógvusligt, men tað, hon eyðsýnt meinar við, er, at tín leiklutur í tíðindadekninginum av skattamálinum hjá Eik Banka, ikki er sambæriligur við ætlanina í kringvarpslógini. – So fýrakantað sagt, er tað ikki so langt av leið at siga at tú hevur framt lógarbrot, um tú endiliga vilt brúka hasa orðingina sigur sak­førarin. Men hann ger vart við, at sjálvur heldur hann ikki, at tað kann sigast so avgjørt. Upp aftur verri Sakførarin sigur, at tá ið hann førir fram, at stjórin ikki kann taka ein tíðindaleiðara, ella ein redaktør av ræði í eini sending, hevur tað einki við spurninginum um gegnis­ trupulleikar at gera. Er talan eisini um gegnis­trupul­ leikar í sambandi við at ávirka tíðindaflutningin, er støðan sjálv­ andi uppaftur verri, sigur hann. – Tað tilfar, eg havi sæð í hes­um máli, ber púra greið boð um, at tú longu frá fyrsta degi hevði per­ sónlig áhugamál í skatta­mál­inum hjá Eik Banka, sigur Sig­mund Poul­ sen við stjóran í Kring­varp­in­um. – Longu áðrenn tú gjørdist stjóri í Kringvarpi Føroya, vart tú persónliga uppi í málinum, og so er tað líka mikið um tað var av ber­um fakligum áhuga, ella øðrum, privat­ um áhuga, tí ongin ivi er um, hvørj­ um “parti” tú vart í. – Longu av hesari grund átti tú eisini at hildið teg burtur frá all­ari redaktionellari viðgerð av skatta­ mál­inum hjá Eik Banka, sigur Sig­ mund Poulsen við Johnny í Grót­ in­um. – At tað so seinni kemur fram, at tú hevði, ella hevur, persónligt vina­lag við táverandi forstjóran í TF-samtakinum, bøtir sjálvandi ikki um gegnisstøðuna. Eg skal við­ merkja, at eg havi eisini fingið at vita, at tú á starvsfólkafundi tann 24. oktober 2017 hevur viðurkent títt ógegni vegna vinastøðu við nevnda TF-stjóra. – Tað kann tí ikki vera annað enn ein veruleiki, at tú hevur munandi gegnis­trupulleikar í sambandi við skattamálið hjá Eik Banka. At Liljan Weihe hevur sæð tína uppí­ blanding, og tína gegnisstøðu, sum ein álvarsaman vanda fyri óheftum tíðindaflutningi, er rættiliga sjálv­ sagt, og eftir mínari meining abso­ lutt grundað, sigur sakførarin. – Eg skal eisini nevna, at tað er ikki rætt, at hesin spurningur ikki er viðgjørdur við teg persónliga, áðr­enn Liljan Weihe sendi kring­ varps­stýrinum omanfyri nevnda notat. Liljan hevði góðar grundir Sigmund Poulsen sigur, at tyngdin í hesum máli ímóti Liljuni Weihe liggur ivaleyst í, at hon skal hava víst grovan illoyalitet við at halda upp á ósannindi um at tú, uttan um ta redaktionellu leiðsluna, skalt hava gjørt eina avtalu við Eyðun Mørkøre, stjóra á TAKS um, at hann skuldi sleppa til mikrofonina at greiða frá sínari áskoðan um kanningina hjá Barði Larsen. – Til hetta er at siga, at Liljan Weihe hevði serstakliga góðar grundin til, í hvussu er at halda, at so var. Her hugsi eg sjálvandi um sendingina aftan á Dag og Viku týskvøldið 26.09.2017, tá Eyðun Mørkøre var gestur hjá Liljuni Weihe í sjónvarpsstovuni. – Eg havi fingið upplýsingar um, hvussu seint hon fekk boð um, at Eyðun Mørkøre fór at koma og ymsar aðrar upplýsingar við, men eg skal her fyribils halda meg til ta stuttu versjónina. Og hann sigur, at tann stutta ver­sjónin er, at tann 27. september, sum er dagin eftir hesa samrøðu, gjørdi Eyðun Mørkøre Johnny í Grótinum varugan við sína misnøgd við samrøðuna við Liljuna Weihe. Eyðun Mørkøre skrivar: “Eg eri einaferð enn skuffaður av arbeiðslagnum hjá KVF, og júst nú serliga av at man ikki kann líta á avtalur, sum man ger við stjóran á KVF og redaktørin í mun til for­ treyt­irnar fyri luttøku í einum kjaki sum var í gjárkvøldið”. – Hesi boð frá Eyðun Mørkøre til tín skapa í sær sjálvum grundarlag fyri at staðfesta, at tað er hvørki ósatt ella illoyalt av Liljuni Weihe, tá hon vísir á, og kritiserar, at tú sum stjóri gert avtalur við per­ són­ar, enntá um fortreytirnar fyri lut­tøku í einari sending av hesum slagi. –  Í ætlanarskrivinum vísir tú til, at redaktørurin, Ivan Niclasen, skal hava avvíst, at nøkur avtala varð gjørd ímillum teg og Eyðun Mørkøre, heldur Sigmund Poulsen fram. Men hann heldur ikki, at frá­ boð­anin frá Ivan Niclasen skal les­ ast soleiðis, tí eftir hansara tykki fyriheldur Ivan Niclasen seg bara til, hvussu sjálv samrøðan við Eyð­ un Mørkøre varð avgreidd, og upp á hvørjar fortreytir samrøðan skuldi gerast. Slett ikki viðkomadi Sigmund Poulsen sigur, at Johnny í Grótinum hevur heldur ikki rætt, tá ið hann finst at Liljuni Weihe fyri, at hon ikki fyrst kom til hans­ ara, men fór beint til stýrið við pá­ haldi um at hann gjørdi slíkar av­ talur við fólk. –  Longu hendan sama dagin, sum hon fekk boð um at Eyðun Mørkøre kom í studio, var hon inni hjá tær, nettupp í teimum ørindum, staðfestir Sigmund Poulsen. Hann staðfestir somuleiðis, at Liljan Weihe hevur hvørki latið Sosialinum skjøl, ella hevur havt vitan, ella ávirkan á, hvussu Sosial­ urin setti upp sína søgu um “ófrið­ in” í KVF. – Tí er tað ikki slettis ikki við­kom­ andi í ætlanarskrivinum at kasta henni fyri, hvussu málið gjørdist alment. Upp á fyrispurning, hevur hon bara váttað fyri Sosialinum, at spurningurin um títt gegni í skatta­ málinum hjá Eik Banka hevur verið til viðgerðar í KVF. – Upp á fyrispurning frá Sosial­ in­um um hon hevði álit á tær, svar­ aði hon bara sum rætt og rímiligt er, at tú hevur bara verið stjóri í nakr­ar krákumánaðir og ein part av tíðini hevur Liljan Weihe verið sjúkra­meldað. – Tí er tað hvørki løgið ella il­ loyalt, at hon sigur sum er, nevni­ liga, at tað kann hon ikki meta um enn – serliga ikki, tá hugsað verður um tað trýst, sum tú við tínari uppí­legging í skattamálið hjá Eik Banka, í longri tíð hevði lagt á hana og tíðindaredaktiónina. Fara so langt sum neyðugt Og at enda tekur Sigmund Poulsen samanum. – Eg dugi ikki at síggja, hvussu hendan ætlaða uppsøgnin kann fremjast á neyðugum sakligum grund­arlag. Verður hon framd hó­ ast hetta, fer málið sjálvandi víðari, so langt sum neyðugt er, ikki fyri at Liljan Weihe skal fáa møguliga samsýning ella endurgjald fyri ósak­liga uppsøgn, men fyri at hon skal sleppa aftur til arbeiðis í Kring­varpi Føroya. –  Tað er umráðandi at vísa á, at Liljan Weihe, eftir mínari mein­ing, hvørki hevur skapt ella upp­trappað hesa konfliktina, sum liggur til grund fyri ætl­an­ ar­skrivinum. Konkret hevur hon bert svarað tveimum spurn­ing­ um til Sosialin og annars gjørt sítt arbeiði og verið loyal mót­veg­is tíð­inda­flutn­inginum og Kring­ varp­inum. Hann heldur eisini, at heldur enn at siga Liljuna Weihe upp, átti Johnny í Grótinum at verið err­in av tíðindaflutninginum hjá Kring­ varp­inum tí hann hevur gjørt sítt til at Eik Banki ikki fekk ein frádrátt av órøttum. Hann hevur eis­ini gjørt sítt til, at ein kanning varð sett í verk av málsviðgerðini hjá TAKS, og at bakmanspolitiið nú kannar leiklutin hjá Eik Banka. Men kortini situr sakførarin eftir við eini kenslu av, at illoyalitetur ikki er tann veruliga orsøkin til upp­sagnarætlanina, men heldur sjálv­ur tíðindaflutningurin í sam­ bandi við skattamálið hjá Eik Banka. Sigmund Poulsen heldur somu­ leið­is, at eisini av grundleggjandi orsøk­um, hevur tað týdning, at Liljan Weihe ikki verður uppsøgd, tí verður hon tað, kann tað skapa ótryggleika og ivamál, og fer at seta stovnin í ringt ljós og eina veika støðu. –  Starvsfólk kunnu fara at kenna seg so ótrygg, at tað elvir til ein sjálvcensur, sum kann skaða óheftni og demokratiska javn­ vág í tíðindaflutninginum, um­ dømið hjá stovninum generelt og skaða álitið á leiðsluna millum starvsfólk á stovninum og onnur, sigur Sigmund Poulsen. Serliga fýra viðurskifti Sigmund Poulsen, sakførari hjá Liljuni Weihe, sigur við Johnny í Grótinum, at eftir ætlanarskrivinum um at siga Liljuna Weihe upp sum tíðindaleiðara, eru tað serliga hesi fýra viðurskiftini sum fáa hann at koma til ta niðurstøðu, at Liljan Weihe er so illoyal, at hon skal sigast úr starvi: 1. Hon hevur lagt teg undir at blanda seg nógv upp í tíðindaflutningin í sambandi ið skattamálið hjá Eik Banka, á ein hátt sum skaðar trúvirðið. 2. Hon hevur víst á gegnistrupulleikar hjá tær í sama máli 3. Hon hevur lagt teg undir at hava gjørt eina avtalu við Eyðun Mørkøre um at hann skuldi sleppa framat mikrofonini í sama máli – upp á hansara fortreytir, skilst. 4. Hon hevur verið illoyal við at siga við Sosialin, at hon hevði onga meining um teg sum stjóra, tí hon hevði arbeitt so stutt saman við tær. Longu av hesari grund átti tú eisini at hildið teg burtur Tað kemur eftir mínari meining bara afturum aftur