Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. november 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 209 - 2. november 2004 Nr. 209 - 2. november 2004 3 UTTAN ÚR HEIMI Bæði George W. Bush og John Kerry hava eggjað veljarunum til at fara at atkvøða, og líkt er til, at valluttøk- an hesaferð verður metstór. Júst tí torir eingin at siga, hvør fer at vinna VAL Í USA Árni Joensen fartekst@mail.dk George W. Bush og John Kerry hava gjørt alt fyri at fáa amerikanararnar at fara í valhølið í dag at greiða at- kvøðu. Ongantíð áður hava teir báðir flokkarnir brúkt so nógv fólk at reka fólk á val, og fyribils bendir alt á, at tað hevur rikist væl. Ongantíð áður hava so nógv fólk skrásett seg sum veljarar, og ongantíð áður hava so nógv fólk verið og atkvøtt undan sjálvum val- degnum sum hesaferð. Tað seinasta yvirlitið vís- ir, at meiri enn 143 millión- ir amerikanarar eru skrá- settir sum veljarar til hetta forsetavalið, og tað eru 20 milliónir fleiri enn til valið fyri fýra árum síðani. Van- liga verður sagt, at stór val- luttøka kemur demokrat- unum til góðar, men hesa- ferð torir eingin at siga, at hetta eisini er galdandi í dag. Valevnini bæði hava í hvussu er gjørt sítt til at reka fólk á val. Sunnudagin vóru bæði Bush og Kerry í Florida og Ohio, har stórur spenningur er um úrslitið, og harafturat gjørdi Kerry eitt rend til New Hamp- shire. Eisini í øðrum statum bleiv ein seinasta roynd gjørd at fáa fólk á val, men har vóru tað varaforseta- evnini, døtur hjá valevn- unum, rockstjørnur og filmsleikarar, sum eggjaðu fólki til at velja. Milliónir reka Bush og Kerry og teirra næstu medarbeiðarar hava verið á sjónvarpsskíggja- num um allan heim sein- astu tíðina, men samstundis arbeiðir ein herur av fólki aftan fyri tjaldið. Tey, sum skipa fyri val- stríðnum hjá Bush og Dick Cheney, vilja vera við, at tey hava 1,4 millión fólk, sum sjálvboðin ganga hús úr húsi ella ganga úti á gøt- unum og biðja fólk velja forsetan og varaforsetan fýra ár afturat. Í Kerry-leg- uni verður sagt, at hjá teim- um ganga fleiri hundraðtús- und somu ørindi, sam- stundis sum ein hópur av ymsum áhugafelagskapum og fakfeløgum hava sent limir sínar út á gøtur og stræti at biðja fólk velja Kerry og John Edwards. Einki verður spart. Teir seinastu dagarnar hava stuðlarnir hjá báðum flokk- um ferðast landið runt við bussum, tokum og flogfør- um, tí hvør einasta atkvøða kann fáa týdning. Gølan í 2000 ávirkar Gølan í Florida fyri fýra ár- um síðani, har fleiri túsund atkvøður ongantíð vórðu taldar við, hevur fingið nógvar veljarar at greiða at- kvøðu longu undan sjálv- um valdegnum, tí tá er størri vissa fyri, at atkvøð- urnar koma við í ta enda- ligu uppteljingina. Hetta hevur serliga gjørt seg galdandi í Florida. Har kundu tey fyrstu atkvøða tann 18. oktober, og hvønn einasta dag síðani hava fólk staðið í røð fyri at sleppa at atkvøða. Sambært val- myndugleikunum hava meiri enn tvær millónir fólk í Florida longu atkvøtt, og tað er hálva triðju ferðir fleiri enn í 2000, tá 537 at- kvøður har avgjørdu valið. Í Texas, heimstatinum hjá Bush, hava meiri enn 2,4 milliónir fólk longu verið og valt, og tað er 60 prosent fleiri enn fyri fýra árum síðani, sjálvt um tað langt síðani er greitt, hvør vinnur valið í Texas. Teir seinastu dagarnar hava bíðirøðir verið uttan fyri valhøli um alt USA. Tað kemst ikki minst av, at báðir flokkarnir hava eggj- að fólki til at velja í góðari tíð fyri at tryggja sær, at at- kvøðurnar verða taldar við. Ongum nýtist at sita við hús, tí tað er langt til val- staðið, tí allastaðni hava flokkarnir fingið sær fólk, sum sita klár til at koyra fólk á val. Aftur í hægstarætt? Í gjár vístu tær seinastu veljarakanningarnar, at mun- urin á Bush og Kerry er so lítil, at tað ber als ikki til at siga, hvør fer at vinna. Summar kanningar søgdu, at tað stendur á jøvnum 50- 50, onkur kanning gav Bush eitt prosentstig meiri, og onkur onnur kanning gav Kerry tvey prosentstig meiri. Tað avgerandi í kanning- unum var, at tað stendur so at siga á jøvnum í minst seks av teimum sokallaðu ivastatunum. Tað eru statir, har úrslitið kann fara báðar vegir. Tað var tí ikki so løg- ið at Bush og Kerry vóru í Florida og Ohio sunnudag- in, tí har er púra javnt. Nógvir amerikanskir eyg- leiðarar siga, at tað kann enda sum seinast, t.v.s. at annað valevni fær fleiri at- kvøður, men at hitt vinnur valið. Tí hava báðir flokkar- nir brynjað seg út við fleiri túsund sakførarum, hvørs uppgáva verður at finna mistøk og villur, ið kunnu kolldøma úrslitið. Og so endar alt kanska aftur í hægstarætti sum seinast. Valluttøkan avgerandi fyri úrslitið Ongantíð áður hava so nógvir amerikanarar skrásett seg sum veljarar sum hesaferð, og tað verður avgerandi fyri, hvørt tað verður George W. Bush ella John Kerry, sum vinnur valið í dag Mynd: Reuter’s Løgtingsmaður Sjálv- stýrisfloksins, Kári P. Højgaard, sigur, at er ætlanin at avtaka Postverk Føroya sum tænastuveitara á høg- um støði við útlisiter- ingum til eitt nú ben- sinsølur og bygda- handlar, fer Sjálv- stýrisflokkurin ikki at taka undir við lógar- uppskotinum POSTVERK FØROYA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Formaðurin í Sjálvstýris- flokkinum, Kári P. Høj- gaard, sum eisini hevur ver- ið postmaður í mong ár, heldur ikki nógv um úttal- ilsini hjá landsstýrismanni- num, Bjarna Djurholm og stjóranum á Postverki Før- oya, Bergi í Garði, sum her- fyri gjørdu viðmerkingar í Sosialinum um ætlaninar at skipa Postverk Føroya sum alment partafelag. Á fíggjarlógini í ár standa 30 miljónir krónur, sum ætlanin er at nýta til eginpening í almenna partafelagnum. Kári sigur, at seinasta samgonga var komin undir land við ætlanunum at ein- skilja Postverk Føroya, og í hesum sambandi vóru Fólkaflokkurin, Tjóðveldis- flokkurin, Miðflokkurin og Sjálvsstýrisflokkurin við í einum fylgibólki, sum hevði til endamáls at skapa karmar um eitt dynamiskt, effektiviserað og rationali- serað Postverk Føroya. – Alt var komið upp á pláss, og bæði samgongu- flokkarnir og Postfelagið høvdu sagt gott fyri upp- skotinum. Tað einasta, sum endaliga skuldi fáast upp á pláss, vóru starvsfólkarætt- indini, men landsstýris- maðurin, Bjarni Djurholm og Anfinn Kalsberg, táver- andi løgmaður, góvu trygd fyri hesum. Kári skelkaður Kári sigur, at uppskotið var klárt at bera í løgtingið, tá samgongan kollsigldi. – Eg hevði væntað, at friður nú valdaði um hetta mál, og at tað fór at verða samtykt einmælt. Men satt at siga fekk eg ein skelk, tá ið las Sosialin, 28. oktober. Í hesum blaðnum eru tríggjar greinar við mynd- um, ið snúgva seg um ætlaninar. Tann eina greinin er samrøða við landsstýris- mannin, Bjarna Djurholm, har hesin hugsunarsamur – á myndini – sigur positivt, at »Hetta er fyrsta stigið móti menning…«. Á somu síðu eru tvær aðrar greinar, har postverksstjórin sigur, at »Posthúsið í SMS verður stongt« – og síðan kemur hann við ársins tíðindum, sum Kári tekur til, nevni- liga, »Postavgreiðsla á bensinstøðini«. Kári sigur seg undrast yvir, hví postverkstjórin kemur við hesum útsagn- um. – Hví skal leiðslan á hes- um stovni almannakunn- gerða uppsagnir í tíð og ótíð. Eru felag og leiðslan kunnað, kundi eg hugsað mær at vitað, hví aftur- vendandi hóttanir um upp- sagnir javnan skulu berast fram í fjølmiðlunum. Løgtingsmaður Sjálv- stýrisfloksins vísir á, at einki starvsfólk kann í longdini liva við hóttanum av hesum slagi, tí hetta drepur bæði arbeiðshug og tryggleika. Aftrat hesum missa viðskiftafólkini álitið á stovnin og fara at hyggja aðrar vegir. – Tá ið eitt felag ella ein handil koyrir tungt, er ikki vanligt at almannakunn- gerða, hvussu vánalig støð- an er, men vanligt er at bíða, til seymurin verður negldur í hurðina, sigur Kári P. Højgaard. Fullkomiliga óveruligt Hann sigur, at tað kennist fullkomiliga óveruligt, tá ið leiðslan á postverkinum boðar frá, at tað fer at bera til at leggja partar av post- avgreiðsluvirkseminum á bensinstøðir ella bygda- handlar, tá ið nýggja parta- felagið er farið til verka. – At Alfred Olsen, løg- tingsmaður, í bløðunum eisini hevur sagt seg taka undir við hesum, hevði eg ikki væntað, sigur Kári. Hann sigur, at Sjálv- stýrisflokkurin vil hava trygd fyri, at Postverk Før- oya í framtíðini verður ein samanhangandi eind sum víðkar um inntøkumøgu- leikarnar við bretaðum út- boðum og tænastum, sam- stundis sum neyðugar spar- ingar, rationaliseringar og effektiviseringar betra kappingarstøðuna. – Verða uppgávur og tæn- astur uttanfyri handilsligar fyritreytir, álagdar stovni- num, er neyðugt, at tilsvar- andi peningaupphæddir fylgja almennu krøvunum. Løgtingsmaður Sjálv- stýrisfloksins sigur, at er ætlanin at avtaka Postverk Føroya sum tænastuveitara á høgum støði við teimum ætlaðu útlisiteringunum, ið nevndar eru í greinunum í Sosialinum, fer Sjálvstýris- flokkurin ikki at taka undir við lógaruppskotinum. Hóttanir um uppsagnir í tíð og ótíð – Sjálvstýrisflokkurin vil hava trygd fyri, at Postverk Føroya í framtíðini verður ein samanhangandi eind sum víðkar um inntøkumøguleikarnar við bretaðum útboðum og tænastum, samstundis sum neyðugar sparingar, rationaliseringar og effektiviseringar betra kappingarstøðuna, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður Mynd: Vilmund Jacobsen FERÐSLA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinasta fríggjadag tók løgreglan í Eysturoy ein bilførara, sum koyrdi við kenning og við ongum koyrikorti. Bilførarin varð ikki tik- in undir skipaðum kann- ingum hjá løgregluni, men løgreglan varnaðist, at alt ikki var, sum tað átti. – Tað vísti seg, at bilfør- arin bæði hevði kenning og koyrdi við ongum koyrikortið, sigur sýslu- maðurin í Eysturoy, Kristian Martin Joensen. Hann sigur annars, at friðarligt var í Eysturoy farna vikuskifti, bæði úti og heima. – Vit fingu fráboðan um onkra minni buglu, sum altíð hendir av og á, men einki av nøkrum serligum týdningi, sigur Kristian Martin Joensen. FERÐSLA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mikukvøldið, 27. okt., kannaði løgreglan í Eyst- uroy 12 bilar í Skálafirði. Sýslumaðurin í Eystur- oy, Kristian Martin Joen- sen, sigur, at allir bilarnir vóru í góðum standi – og tað vóru bilførararnir eis- ini. – Hetta kvøldið var eingin frágreiðing skriv- að, sigur sýslumaðurin. Við kenning og ongum koyrikorti 12 bilar og eingin frágreiðing C M Y K 3 2