týsdagur 2. november 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 209 - 2. november 2004
Nr. 209 - 2. november 2004
5
Í kvøld verður al-
mennur fundur fyri
kvinnur í Suðuroy,
har tær fara at tosa
um politikk. Fundur-
in er serliga ætlaður
kvinnuligu valevnun-
um til kommunu-
valið, men allar eru
vælkomnar
Kvinnur og politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í kvøld verður ein for-
vitnisligur fundur fyri allar
kvinnur í Suðuroy. Tað er
ein fundur, sum verður um
politikk í skúlanum í Hovi í
kvøld klokkan 19.00.
Hetta er serliga ein fund-
ur fyri tær kvinnur, sum
stilla upp til bygda- og bý-
ráðsvalið í komandu viku.
Men fyrireikararnir leggja
dent á, at allar kvinnur eru
meiri enn vælkomnar.
À fundinum fara Ásgerð
Stenberg, býráðslimur í
Vági,
Katrin
Joensen,
bygdaráðslimur í Hvalba,
og Karolina Enni fyrrv. bý-
ráðslimir á Tvøroyri, at
greiða frá teirra royndum í
býráðsarbeiði.
Samstundir fer Annika
Wardum
Joensen,
for-
kvinna í Javnstøðunevnd-
ini, at siga frá um javnstøðu
og kvinnuumboðan í polit-
ikki.
At enda verður bólkaar-
beiði, har tveir spurningar
verða viðgjørdir:
"Hvussu gerast meira
sjónligar í politiska ar-
beiðnum og hvussu er at
stíga fram?"
Orðstýrari verður Durita
Brattaberg. Ein drekka-
munnur verður at fáa á
fundinum, sum endar um-
leið kl 22.30, sigur Marjun
Olsen á Tvøroyri, sum er
ein av fyrireikarunum.
Kvinnubólkur
Annars hava fyrireikarnir
gjørt ein bólk, ið virkar fyri
javnari kynjaumboðan í
føroyskum politikki. Eitt nú
vóru limirnir í bólkinum á
ráðstevnu fyri kvinnuligum
parlamentarikarum í Út-
norðri,
sum
Løgtings-
skrivsstovan skipaði fyri
25. og 26. august 2004 í
Havn.
Seminarið er eitt ítøkiligt
úrslit av einum tilmæli hjá
Útnorðurráðnum.
Í bólkinum eru løgtings-
kvinnurnar Annita á Fríðr-
ikssmørk (E), Heidi Peter-
sen (E) og Lisbeth L. Peter-
sen (B). Býráðslimur Elin
Lindenskov (C), Rúna Siv-
ertsen (A), Marjun Olsen
(B), Charlotta á Váli Olsen
(H) og Malan Johansen,
(D), Annika W. Joensen,
forkvinna
í
Javnstøðu-
nevndini og Bjørt Samuel-
sen, Miðlan.
– Tað er mín greiða
fatan, at Tórbjørn
Jacobsen hevur tikið
seg úr Tjóðveldis-
flokkinum, sigur
Høgni Hoydal, floks-
formaður
FLOKSÓSEMJA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tórbjørn Jacobsen hevur
sett seg sjálvan úr tjóðveld-
isflokkinum.
Tað er tann greiða fatanin
hjá Høgna Hoydal, floks-
formanni.
Men hann vil ikki so so
nógv um málið í løtuni.
Tórbjørn Jacobsen kom í
rættiligt ódnarveður, tá ið
hann skrivaði tvey lesara-
brøv í Sosialinum, har hann
førdi fram rættiliga álvar-
samar ákærur ímóti sínum
egna floksformanni, Høgna
Hoydal.
Men tað eydnaðist at
grava stríðsøksina aftur og
tað endaði við eini semju
ímillum teir báðar hós-
kvøldið.
Men blekkið var ikki
meiri enn torna í semjuni
ímillum Tórbjørn Jacobsen
og Høgna Hoydal, so var
aftur eldur í.
Útvarpið legði semjuna
út sum eina umbering frá
Tórbjørn Jacobsen og at
hann hevði tikið allar
skuldsetingarnar aftur.
Hetta afturvísti Tórbjørn
Jacobsen fyrst í Rás 2
fríggjadagin og síðani í
Dimmalætting leygardagin.
Í Dimmalætting dróg hann
fram eitt nýtt dømi um,
hvussu
manipulerandi,
hann heldur Høgna Hoydal
vera og sipar til umstrídda
málið ímillum Team 85 og
Tjóðveldisflokkin.
Kann ikki liva við
hesum
Høgni Hoydal sigur, at nú
Tórbjørn Jacobsen aftur er
farin í bløðini, má tjóð-
veldisflokkurin taka málið
uppaftur og so má tað við-
gerð innanfloks, sum tað
skal hava.
Sostatt vísur hann eisini
aftur, at talan er um eitt
persónsmál.
– Hetta er eitt mál fyri
allan flokkin. Tá ið slíkt
hendir í einum politiskum
flokki, er tað ein trupulleiki
hjá øllum flokkinum. Og
flokkurin kann ikki liva við
støðuni, sum hon er.
Men hann endurtekur, at
tað er heilt burtur úr vón og
viti, at eitt mál sum hetta fær
loyvi til at vera uppi, tí tað
ávirkar øll tey mongu, sum
arbeiða fyri flokkinum.
– Og sjálvur kann eg
heldur ikki liva við at hava
slíkar skuldsetingar hang-
andi yvir høvdinum.
Tórbjørn Jacobsen hevur
skuldsett fyri at manipulera
og mangt annað, í einum
lesarabrævi. Hann hevur
sagt, at hann føldi seg
noyddan at skriva viðmerk-
ingina, tí hann helt, at tú av
órøttum hevði gjørt allan
flokkin til talirør fyri skrá-
settum parlagi, hóast mein-
ingarnar innanfloks eru
sera ymiskar um málið?
– Tað er ósatt. Tvørtur-
ímóti havi eg alla tíðina lagt
dent á, at tað, eg sigi um
skrásett parlag, er mín egna
hugsan. Tjóðveldisflokkurin
á tingi hevur viðgjørt málið
á nógvum fundum og har
eru vit samd um, at
flokkurin hevur onga felags
støðu til málið, men at tað
stendur hvørjum tinglimi
frítt at hava sína støðu.
Men Høgni Hoydal held-
ur, at tað avgerandi er, at
Tórbjørn Jacobsen hevur
ongantíð tosað við hann um
málið, áðrenn hann leggur
so hart eftir honum í bløð-
unum og tað er ikki til at
liva við.
Høgni Hoydal vísir eisini
á, at í semjuni hevur Tór-
bjørn Jacobsen skriva undir
uppá, at hann harmast um
skrivingina ímóti Høgna
Hoydal og so kann hvør
tulka tað sum eina umber-
ing ella ikki.
Hann vísur eisini á, at
fyri floksins skyld helt
hann, at málið endaði við
semjuni hóskvøldið og at
tey høvdu gjørt eina striku í
sandin
og
kundu
líta
frameftir.
– Men longu dagin eftir
rør
Tórbjørn
Jacobsen
longu aftur í pottinum og
tað kunnu vit ikki liva við.
Sigur meiri um
Tórbjørn
Í einum lesarabrævi í
blaðnum í dag sigur Tór-
bjørn Jacobsen, at tú varð
fyrstur at bróta semjuna við
at nokta fyri at hann varð
afturvaldur til næstformann
í flokkinum.
Semjan 28. oktober sigur
onki um næstformannin.
Tað var Tórbjørn Jacobsen,
sum sjálvur segði seg frá
sum næstformann og tá ið
nýggjur
formaður
skal
veljast, er tað sjálvsagt, at eg
sigi mína hugsan. Men tað
sigur meiri um Tórbjørn
Jacobsen sjálvan enn um
nakran annan, at hann, und-
ir slíkum umstøðum sum
hesum, vil vera næstfor-
maður aftur, beint eftir, at
hann sjálvur hevur sagt seg
frá.
Men í lesarabrævi í dag
biðjur Tórbjørn Jacobsen
teg um treytaleysa umber-
ing fyri partar av tí, hann er
endurgivin i Dimmalætting
fyri leygardagin.
– Tað má vera eitt mál
ímillum hann og blaðmann-
in á Dimmu er tað stutta
svari frá Høgna Hoydal.
Kvinnur í Suðuroy tosa um at stíga fram
Annika Wardum Joensen,
forkvinna í
Javnstøðunevndini, at siga
frá um javnstøðu og
kvinnuumboðan í politikki á
almennum fundi fyri
kvinnum í Suðuroy í Hovs
Skúla í kvøld klokkan 19
Tórbjørn Jacobsen
fer ikki góðvilliga úr
tjóðveldisflokkinum
FLOKSÓSEMJA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tórbjørn Jacobsen fer
ikki góðvilliga úr tjóð-
veldisflokkinum.
Tað ger hann púra
greitt.
Hann metir, at hann
framvegis hevur líka nógv
at arbeiða fyri í tjóð-
veldisflokkinum,
sum
hann altíð hevur havt og tí
fer hann ikki at siga seg úr
flokkinum.
– Men verðið er koyrd-
ur úr flokkinum, er tað
ikki nógv, eg kann gera
við tað, leggur hann aft-
urat
Hann vónar kortini ikki
at so er.
Hann góðtekur ikki, at
semjan, sum varð gjørd
hóskøldið verður tulkað
sum ein treytaleys umber-
ing og at hann tekur alt í
seg aftur.
Tað gjørdi hann vart við
í Rás 2 seinnapartin
fríggjadagin og í Dimma-
lætting leygardagin.
Men í Dimmalætting
verður hann eisini endur-
givin
fyri
at
draga
ósemjuna ímillum Team
85 og tjóðveldisflokkin
upp í málið.
– Tórbjørn Jacobsen
sigur í lesarabrævi aðra-
staðni í baðnum í dag, at
tað er ein misskiljing.
Hann uppfataði hendan
partin av samrøðuni við
Dimmalætting sum túna-
tos, sum als ikki skuldi í
blaðið.
Og í dag biðjur hann
Høgna Hoydal um treyta-
leysa umbering fyri tann
partin í greinini í Dimma-
lætting leygardagin, sum
hevur við Team 85 at
gera.
– Sostatt vóni eg, at
semjan, sum vit gjørdu
hóskvøldið, kann standa
við, so at vit koma burtur-
úr hesum, sigur Tórbjørn
Jacobsen sum ikki ætlar
sær at gera fleiri við-
merkingar til støðuna.
Tórbjørn Jacobsen:
Eg skal berast
út
– Tórbjørn biðjur um um-
bering og vónar at semjan
frá hóskvøldinum kann
standa við
Tórbjørn Jacobsen tikið
seg úr tjóðveldisflokkinum
– Eg helt at hendan ósemjan
endaði hóskvøldið. Men Tór-
bjørn Jacobsen blívur við og
tí hevur hann nú sett seg
sjálvan uttanfyri tjóðveldis-
flokkin á tingi, sigur Høgni
Hoydal
Høgni Hoydal heldur
fast um, at tað er
langt ífrá hugskot-
inum, sum hann
hevði til lýsing á val-
degnum til tað, sum
var at síggja í Sosial-
inum 30. apríl 2002
SAKARMÁL
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eitt av teimum heilt nógv
umtalaðu rættarmálunum
seinastu tíðina fekk ein
enda, tá Føroya Rættur her-
fyri dømdi Tjóðveldis-
flokkin at rinda so at siga
fullu upphæddina fyri lýs-
ingarherferðina, sum lýs-
ingarstovan, Team 85, gjør-
di fyri flokkin áðrenn løg-
tingsvalið 2002.
Í sentrum í trætumálinum
var ein lýsing, sum Team
85 hevði sett í Sosialin á
sjálvum valdegnum, men
sum Tjóðveldisflokkurin
als ikki vildi kennast við.
Lýsingarstovan átók sær
eisini alla ábyrgd av lýsing-
ini dagin eftir. Høgni Hoy-
dal staðfesti, at hann so
einki til lýsingina, áðrenn
hon var í blaðnum, men alt
var ikki liðugt av teirri or-
søk. Tjóðveldisflokkurin
noktaði nevnliga at rinda
fulla upphædd fyri lýsing-
arnar, sum Team 85 hevði
gjørt fyri flokkin, og tí varð
flokkurin seinni stevndur.
Einki við hugskotið
at gera
Eitt av argumentunum fyri,
at Tjóðveldisflokkurin ikki
vildi gjalda fyri lýsingina
var, at tey mettu umrøddu
lýsingina hava skatt val-
dystin fyri teirra viðkom-
andi. Hartil varð í rættinum
sagt, at samlaði kostnaður-
in av lýsingararbeiðinum
var væl omanfyri tað, sum
partarnir høvdu avrátt, og
hetta var flokkurin ikki
sinnaður at gjalda.
Í Dimmalætting í gjár
verður sagt, at Høgni Hoy-
dal kendi til lýsingina, sum
var í Sosialinum á valdeg-
num. Millum annað verður
víst til vitnisfrágreiðingina
í rættinum: »Det passer, at
han havde talt med Hannis
Egholm (táverandi kreativ-
ur leiðari á Team 85, blðm.)
om en karikaturtegning,
hvor statsministeren holdt
Lisbeth Petersen og Jóan-
nes Eidesgaard i hånden.
De var i tidsnød. Han fore-
slog, at der blev lavet noget
med nogle billeder, og det
skulle være humoristiskt.
Der blev intet sagt om nog-
et etnisk.«
Men sambært Høgna
Hoydal hevur hetta einki at
gera við lýsingina, soleiðis
sum hon sá út valdagin.
– Tað passar, sum tað
stendur, at vit tosaðu um at
gera eina keiputekning,
staðfestir Høgni Hoydal.
– Ætlanin var, at hendan
á skemtiligan hátt skuldi
koyra uppá, um politiska
valdið var í Danmark ella
Føroyum. Vit komu eisini í
tíðarneyð, og tí varð tosað
um at gera okkurt við
myndum, men talan var so
als ikki um at koyra upp á
nakran etniskan mun mill-
um føroyingar og danir. Tað
er ein trupulleiki, sum vit í
Tjóðveldisflokkinum hava
barst ímóti í fleiri ár. Hetta
at fólk siga, at okkum ikki
dámar danir, hvørja ferð vit
tosa um loysing kontra
samband. So eg kann bara
enn einaferð siga, at eg taki
frástøðu frá hasi lýsingini.
So tað var so ikki hatta
slagið av skemti, sum tit
høvdu í huganum?
– Handan lýsingin hevur
so einki við skemt at gera.
Og sum málið er framlagt í
rættinum, so undrar tað
meg bara enn meira, at hon
kom í blaðið. Sagt varð, at
lýsingin varð send aftur, tí
stavivillur vóru í henni, og
tað burdi so fingið onkran
at sagt okkum frá. Eg fekk
annars allar aðrar lýsingar
til góðkenningar, men hasa
sá eg ongantíð, sigur Tjóð-
veldisformaðurin.
Lýsingin var orsøkin
Spurdur, hvørt tað var
hendan lýsingin ella saml-
aða upphæddin fyri lýsing-
arherferðina, sum var orsøk
til sakarmálið, sigur Høgni
Hoydal, at fremsta orsøkin
var lýsingin.
– Hon er beinleiðis or-
søkin til, at vit ikki vildu
gjalda. Vit meta, at hetta
skaddi valdystin hjá okk-
um, men rætturin hevur so
staðfest, at slíkt er trupult at
máta, og tí eru vit dømdir at
gjalda fullu upphæddina.
Tað einasta, sum eg kann
fegnast um í hesum er, at
øll mannagongdin viðvíkj-
andi ger av hasi einu lýs-
ingini nú er lýst til fulnar.
Og at tað er staðfest, at tað
ikki vóru vit, sum vóru at-
voldin til hana, sigur Høgni
Hoydal at enda.
Einki við okkara hugskot at gera
– Ætlanin var, at hendan á skemtiligan hátt skuldi koyra uppá, um politiska valdið var í Danmark ella Føroyum. Men talan var
so als ikki um at koyra upp á nakran etniskan mun millum føroyingar og danir, sigur Høgni Hoydal millum annað
Savnsmynd
Stjórin á Team 85
hevur lítlan hug at
fara út í almenningin
at kjakast um, hvat
hendi við so nógv
umrøddu lýsingini til
valdagin
SAKARMÁL
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir drúgva sakarmálið
móti Tjóðveldisflokkinum
um gjald fyri lýsingarher-
ferðina til løgtingsvalið á
vári 2002, tykist Johnny
Gaard, stjóri á Team 85, at
hava lítlan hug at geva mál-
inum enn meira viðgerð í
fjølmiðlunum.
– Tað einasta, sum eg
kann siga, er, at tað fyri
okkum sum ein privat fyri-
tøka er øgiliga keðiligt at
verða drigin inn í eitt polit-
iskt sakarmál ímóti einum
politiskum flokki. Og har
flokkurin sjálvur ikki góð-
tekur dómin.
– Fyri okkara viðkom-
andi endaði málið í rætti-
num, og har fingu vit fult
viðhald, er einasta viðmerk-
ingin, sum Johnny Gaard
hevur til málið. Í aðrar mátar
vísur hann til dómsúrskurð-
in, sum kann lesast á heima-
síðuni: www.team85.fo.
Av hesum framgongur
eisini, hví Team 85 á val-
degnum valdi at taka
ábyrgd av lýsingini.
Sambært úrskurðinum,
so vóru tað so hvørki Jóan-
nes Eidesgaard ella Lisbeth
L. Petersen, sum kravdu
nakra umbering. Tað gjørdi
Tjóðveldisflokkurin hin-
vegin, men í fyrsta umfari
noktaði lýsingarfyritøkan
blankt fyri hesum.
Ikki fyrr enn Tjóðveldis-
flokkurin dagin eftir í Út-
varpinum boðaði frá, at tað
ikki vóru tey, men »lýsing-
arfyritøkan«, sum hevði
staðið fyri lýsingini, valdi
Johnny Gaard at traðka
fram og taka ábyrgd av lýs-
ingini. Hetta tí hann ikki
vildi hava, at allar lýsingar-
stovur í býnum kundu
leggjast undir hetta, og tí
hann óttaðist reaktiónirnar,
sum hesar fóru at hava til
málið, framgongur tað av
dómsúrskurðinum.
Dómurin
tala fyri seg
C
M
Y
K
5
4