týsdagur 2. november 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 209 - 2. november 2004
Nr. 209 - 2. november 2004
7
Forsetavalið í USA er,
sum ein dystur mill-
um HB og B36. Tú
mást kenna søguna
fyri at síggja munin
millum liðini, og hava
gott innlit í taktikkin
fyri at skilja spenn-
ingin. Vit hava biðið
Hans Holm, lektara,
greiða okkum frá,
hvat býr aftanfyri
rakstrarrópini og
slagorðini, nú ameri-
kansku valhølini lata
upp um fáar tímar
VAL Í USA
Myndir: Jens Kr. Vang
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Amerikanska forsetavalið
er ikki av enn, og tí kann alt
framvegis henda, sum tey
siga í fótbóltinum. Alt uttan
eitt: Tá dagurin er av, kann
ongin amerikanari siga, at
hann ikki hevur atkvøtt, tí
hann ikki visti av, at tað var
val. Tað ber illa til at koma
í tankar um nakað lokki-
snildi, sum ikki hevur verið
brúkt, og útboðið av ókeypis
pizzaum, burgarum, teldu-
spølum, fløgum, t-shirts o.ø
til øll tey, sum kunnu erpa
sær av einum »I voted«
klisturmerki á jakkanum,
hevur neyvan nakrantíð
verið størri. Kortini er tað í
løtuni onki, sum bendir á,
at meir enn gott og væl
helvtin av amerikansku
veljarnum fara at leita sær í
atkvøðuhølini í dag.
Ikki valið hjá øllum
Vánaliga vallutøkan til am-
erikanska forsetavalið er
ikki nakað nýtt, og orsøkir-
nar stinga djúpri enn ókeyp-
is burgarar ella ikki. Hans
Holm greiðir frá, at burtur-
sæð frá at tað í grundini er
sera lítið at velja ímillum
reint politiskt, so er veru-
leikin, at í heimsins mest
framkomna fólkaræði eru
tey framvegis óvanliga
nógv, sum ikki eru von við
at vera eftirspurd og illa
duga at ímynda sær, at
teirra atkvøða kann gera
nakran mun
– Tað eru serliga teir
stóru etnisku minniluta-
bólkarnir í USA, sum antin
ikki eru vanir við, at teirra
meining hevur nakað at
siga, ella sum eitt nú
Latino-bólkarnir ofta koma
úr londum, sum ikki hava
nakra demokratiska sið-
venju. Hesir bólkarnir er
samstundis ofta so fátækir,
at teir hava meir enn nokk
at gera við at skaffa sær
mat tann dagin – tíansheld-
ur blanda seg uppí, hvat
annars gongur fyri seg í
samfelagnum ella politikki,
sigur Hans og leggur aftur-
at, at hesi sjálvandi eisini
eru greið yvir, at ongin,
sum ikki eigur pengar, er
nakrantíð vorðin forseti í
USA, og at politiska valdið
í síðsta enda er savnað, har
pengarnir í samfelagnum
eru frammanundan.
– Afturat tí kemur so, at í
einum tilflytaralandi, sum
USA, eru tey nógv, ið ikki
kenna seg sum veruligar
amerikanarar og tí ikki
kenna tað sum sína skyldu
at greiða atkvøðu. Forseta-
valið er stutt sagt ikki teirra
val, so tá Bush ella Kerry
tosa um siðbundin, góð og
gomul amerikansk virði,
ella hvat tað merkir at vera
amerikanari, so tosar hann
nógvastaðni fyri deyvum
oyrum, tí fólk kenna ikki
seg sjálvi aftur í tí, sum
verður sagt.
Hans vísir á, at ein aftur-
vendandi Jokari í forseta-
valinum er eisini, at at-
kvøðurnar verða taldar
statsvís – tað vil siga, at
vinnur eitt valevni ikki í
einum stati, fara allar tær
atkvøðurnar til spillis. Tí
tíma fólk ofta ikki á val, um
teirra maður stendur til at
tapa í meiningarkanning-
um.
»Endiliga
ein fíggindi!«
Tey, sum hava fylgt eitt
sindur við í valstríðnum,
hava óiva lagt til merkis, at
háfloygdar røður, slagorð
og rakstarróp doyva so gott
sum alt tos um sjúkratrygg-
ing, útbúgving og fátækra-
dømi, sum annars eru sera
átrokandi mál fyri stórar
partar av fólkinum. Hinveg-
in, hví tosa til tey veiku og
fátæku, um tey kortini ikki
lurta ella fara á val, kunnu
vit, ella Bush og Kerry væl
saktans spyrja. Men tað
kann eisini hugsast, at tá
málbólkurin telur einar 120
milliónir fólk av sera yms-
um uppruna, kann tað
verða freistandi at tríva í
einfaldar og ofta eitt vet ov
lættkeyptar
niðurstøður,
fyri at raka so breitt, sum til
ber. Í so máta er ræðslan hjá
fólki fyri yvirgangi stóri
felagsnevnarin hesuferð.
Her hevur serliga Bush og
hansara stjórn frítt spæl í
valstríðnum, tí slagorðini
um trygd og verju kunnu
fevna um alt frá tí upplagda
í at jagstra bin Laden og
aðrar yvirgangskroppar til
at herða revsingina fyri smá
brotsverk og verja rættin
hjá tí einstaka at bera vápn.
– Spenta støðan millum
USA og Irak byrjaði stutt
eftir at Bush var komin til
valdið, og tað var í grundini
ógvuliga beinrakið, tá eitt
blað í tí sambandinum
hevði yvirskriftina »Hurra
– endiliga ein fíggindi«.
Eftir at kalda kríggið var av,
var veruliga hóttanin móti
USA jú vorðin í so ring at
fáa eyga á, so tað er neyvan
nakar ivi um, at Bush hevði
brúk fyri eini fíggindamynd
til at rættvísgera sín harð-
renda verjupolitikk. Tí er
tað eisini so upplagt hjá
Bush at koyra uppá, at
Kerry hevur broytt meining
um kríggið móti Irak og tí-
skil er ein vingluskøltur,
sum ikki er førur fyri at
átaka sær uppgávuna sum
forseti í einum støðugt hótt-
um landi. Vit síggja eisini,
hvussu fortíðin hjá teimum
báðum sum krígshetjur ella
ikki, allatíðina verður drig-
in inn í valstríðið. Har er
tað aftur hetta við at hava
stríðst fyri sínum landi og
gjørt sína skyldu, sum hev-
ur so ómetaliga stóran
týdning fyri amerikanarar,
sigur Hans.
Bíbliubeltið
Í seinastuni hava vit hoyrt
rættiliga nógv um teir so-
kallaðu »swingstates« –
also statir, har endaliga úr-
slitið framvegis kann snara
sær so mikið, at onki er av-
gjørt frammanundan. At
hesir statir eru so ovur-
honds áhugaverdir, kemst
av, at eisini í USA eru velj-
arnir rættiliga siðbundnir,
tá saman um kemur og
svørja til sítt valevni, uttan
mun til, hvørjar nýggjar av-
dúkingar ella sannleikar
koma undan kavi. Kanning-
ar vísa, at meir enn helvtin
av Bush-stuðlunum fram-
vegis halda uppá, at Irak
hevði hópoyðingarvápn, tá
kríggið byrjaði, og meir
enn 70% eru framvegis
sannførd um, at tað var tætt
samband millum stjórnina
hjá Saddam Hussein og Al
Quaida.
– Stívrendar sannføring-
ar, sum ikki standa til at
vika, hava eisini serliga
góðan gróðrarbotn í bak-
landinum hjá Bush, tí so-
Rótføroyskt valstríð
á amerikonskum
– Fortíðin hjá teimum
báðum valevnunum er altíð
gott stoff – jú ivasamari, jú
betri. Í so máta føra Bush og
Kerry jú rótføroyskan
agitatiónspolitikk, sum fyri
tað mesta gongur út uppá at
spilla mótpartin út, sigur
Hans Holm, lektari
kallaða Bíbliubeltinum á
Texas leiðini, har sterkir
bólkar tulka og brúka
Gamla Testamenti bók-
staviliga. Her kunnu tey til
dømis vísa á methøg tøl í
deyðadómum og avrætting-
um, ofta við støði í gamla
testamentliga »eyga fyri
eyga« hugburðurin, sum
fyri tey ikki sáar nakran iva
um tað rættvísa í deyða-
revsing. At somu fólk aloft-
ast eru av argastu mót-
støðufólkum móti fostur-
tøku má sigast at vera ein
andsøgn, sum vil nakað.
Tað, sum kanska kann
undra uppaftur meir er,
hvussu tað ber til at tví-
halda um slíkar ævigar
svart/hvítar sannleikar í
Bíbliuni, samstundis sum
man hálovar fólkaræðinum,
sum jú treytar, at øll sjónar-
mið eiga at sleppa framat
og hava líka nógv gildi.
Hatta er nokk eitt av teim-
um tingunum, har tú mást
uppgeva at skilja og bara
taka til eftirtektar, at tað í
teirra hugaheimi gevur
fullkomna meining, sigur
Hans.
Jú minni, tú veist...
Blindar sannføringar uttan
atlit til veruleikan eru
neyvan eitt sereyðkenni
fyri
amerikanskan
hugsunarhátt.
Kortini
heldur Hans tað vera
freistandi at tríva í orðini hjá
bretska
heimspekinginum
Bertrand Russel, sum segði
at »Jú minni tú veist um
eitthvørt,
tess
meir
avgjørdar meiningar kanst
tú hava um tað.«
– Amerikanarar vera ofta
hildnir at vita rímiliga lítið
um heimin uttanfyri USA.
Eg skal ikki pástanda, at
tað er so, men í bakspegli-
num er tað onki minni enn
undrunarvert, at Bush og
hansara menn kundu vera
so sannførdir um, at irakar
fóru at taka ímóti teimum
við opnum ørmum í einum
gleðisrúsi. Tað gingu enntá
álítandi søgur um, at Bush
hevði í kvittanum at senda
tonsavís av amerikanskum
pappírsfløggum til Irak, so
hvør einasti iraki kundi
veitra við, og heilsa ameri-
kansku hermonnunum væl-
komnum, minnist Hans.
Er veruleikin ikki, júst
sum ein politikari kundi
hugsað tær, kann ein góður
spunasmiður altíð spinna
ein nýggjan enda. Bæði
Bush og Kerry hava sjálv-
sagt eina røð av ráðgevum,
sum bert hava eittans upp-
gávu: at grava øll hugsandi
og serliga óhugsandi lík út
úr skápinum hjá hinum
partinum. – Fortíðin hjá
teimum báðum valevn-
unum er altíð gott stoff - jú
ivasamari, jú betri. Í so
máta føra Bush og Kerry
rótføroyskan
agitatións-
politikk, sum fyri tað mesta
gongur út uppá at spilla
mótpartin út, sigur Hans og
leggur afturat, at í ameri-
kanskum forsetahøpi er
funnið fressurin nærum
altíð eitthvørt, ið hevur við
kynslívið og moral at gera.
– At moralskt sjálvsrætt-
vísi verður drívmegin í ein-
um orðaskifti ella valstríði
er jú heldur ikki heilt ókent
fyri okkum. Hvør minnist
ikki øsingina um Ginusøg-
ur á sinni? Fært tú skýrt
okkurt »syndafult« ella
»fúlt«, kann tað eftir øllum
at døma gera tað sama, um
tað hevur nakað við veru-
leikan at gera, ella um tú
hevur skil fyri, hvat tú tosar
um. Alt, sum kann pynta
eitt sindur um myndina út-
eftir, kann brúkast. So tá vit
ferð eftir ferð verða mint á,
at Bush hvønn dag biður
borðbøn og er avhaldsmað-
ur, er tað tí, hann á tann hátt
kann standa fram sum tann
meir trúverdugi, og harvið
sum tann, ið er best førur
fyri at verja landið og fólk-
ið móti moralskum forfalli.
Aftaná valið
Sjálvur dugir Hans illa at
meta um, hvør fer at vinna,
bæði tí veljarakanningarnar
geva eina nýggja mynd
næstan hvønn dag nú, men
serliga tí valskipanin kann
geva óvæntað úrslit í síðstu
løtu. Men tað er lítið at
ivast í, at verður Bush
afturvaldur, kann hann
stórt sæð gera, sum hann
vil, við tað at hetta so
verður annað valskeiðið hjá
honum, og hann sostatt ikki
kann stilla uppaftur. Hendir
tað, væntar Hans, at vit fara
at síggja ein uppaftur meir
stríðshugaðan Bush, bæði
tá tað snýr seg um stríðið
móti yvirgangi og í spurn-
inginum um Palestina. Sum
bíbliutrúgvur politikari er
tað eyðsæð fyri Bush, at
ísraelsfólk
hava
fingið
rættin til landið frá Gudi,
og hetta fer nokk at koma
enn týðiligari til sjóndar í
politikkinum í miðeystri.
– Harafturat hevur heim-
urin heldur ikki gloymt,
hvat Bush svaraði, tá hann
fekk at vita, at fór hann í
kríggj við Irak, fór hann at
fáa alt ST ímóti sær: »So
what? We are Americans!«,
var tað einasta hann hevði
at siga, og í løtuni bendir
alt á, at hann bara grevur
seg longur niður í somu
skotgrøv,
sum
hevur
avskorðið USA frá restini
av heiminum.
– Vinnur Kerry valið,
kunnu vit hinvegin vænta
okkum at síggja eina roynd
at bøta um viðurskiftini
millum USA øðrumegin og
Europa og ST hinumgin, so
at partarnir kunnu byrja at
tosa saman aftur. Innan-
ríkispolitiskt eru eisini
ábendingar um, at Kerry
fer at taka tráðin upp eftir
Clinton og millum annað
enn einaferð fer at royna at
seta okkurt slag av sjúkra-
trygging í verk og annars
føra
demokratiskan
politikk, sum ikki ókritiskt
góðtekur, at tú liggur, sum
tú sjálvur hevur reitt, sigur
Hans Holm.
Suðuroyar Gospel-
festivalur stóð á
breddanum í Suður-
oynni um vikuskiftið
og tiltakið eydnaðist
væl. Sunnudagin
endaði tiltakið við
stórfingnari
gallakonsert. Hesa-
ferð luttóku bert
suðuroyingar, hóast
tað, eins og áður
hevur verið gjørt, er
ætlanin at savnað
fólk úr øllum
Føroyum
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Hjá mongum suðuroyingi
snúði vikuskiftið seg um
gospel. Suðuroyar Gospel-
festivalur var um viku-
s
k
i
f
t
i
ð
.
Vikuskiftisdagarnar varð
vant dúgliga og tiltakið
endaði við gallakonsert
sunnudagin. Tað er Suður-
oyar Gospelkór og leiðari
tess, Jens Knudsen, ið
skipa fyri tiltakinum, sum
í ár fór av bakkastokki fyri
aðru ferð.
Eydnaðist væl
Ætlanin við tiltakinum er
at savna gospeláhugað úr
øllum Føroyum til eina
gospeluppliving.
Hetta
eydnaðist í fjør, men í ár
kom ongin norðaneftir til
Suðuroyar
á
gospelfestival.
– Hóast hetta, so eydn-
aðist tiltakið sera væl. Vit
høvdu frálíkan bólk at
spæla undir og solistar og
kór vóru framúr, sigur
Jens Knudsen, sum tó
eisini kundi hugsað sær
eina størri lurtarafjøld til
gallakonsertina.
– Tað er nakað við at fáa
respons frá áhoyrarafjøld-
ini, tá talan er um lívligan
gospelsang, sigur Jens
Knudsen.
Væl mannaði bólkurin,
ið spældi undir hesaferð,
var Strange Fruit, ið hevur
manning úr fleiri støðum í
landinum. Solistar vóru
Andreas Knudsen, Jonhild
Andreasen Nielsen og
Hjalmar Magnussen.
Tey
stórt
hundrað
fólkini, sum leitaðu sær á
gallakonsert í høllini í
Trongisvági
hoyrdu
vælupplagdar kórsangarar,
solistar, tónleikarar og
upplivdu eina fjølbroytta
skrá av góðum gospel-
løgum. Løgini hesaferð
vóru Just Come, God is
Good, Til we meet Again,
He’s the light of the World,
My life is in your hands,
Blessed Assurance, It’s
Me, Det ska bli er betre
plats, We thank you Jesus.
Gospelfestivalurin
eydnaðist væl
Suðuroyar Gospelfestivalur var í høllini í Trongisvági um vikuskiftið
Mynd: L. Nygaard
Børn uttan rættindini
á netinum
BUR – ella Børn Uttan Rættindi – er nú eisini komið á
alnetið, so fólk betri kunnu kunnast um virksemið hjá
felagsskapinum
Heimasíðan er ætlað at verða ein tænasta hjá teimum,
sum hava áhuga í at bøta um rættartrygdina hjá børn-
unum. Upplýsingar um almennar myndugleikar, løg-
frøðilig viðurskifti, vanligar mannagongdir, greinar frá
barnaserkønum o.a. verða lagdar út á síðuna so hvørt vit
hava tað klárt.
-jm
Hvønndagsútbering
í Eysturoynni
Frá í komandi viku fer blaðútberingin hjá Prentmiðstøð-
ini eisini at fevna um Fuglafjørð, Leirvík og Gøturnar
Føroysku bløðini hava nú tikið enn eitt stig, til tess at
koma nærri haldarunum úti á bygd. Í nøkur ár hava
haldarar í Havn fingið bløðini borin út, sama kvøld sum
tey eru prentað. Fyri stuttum kom Klaksvíkin eisini í
hendan bólkin, og nú sleppa so haldarar í Fuglafirði,
Leirvík og í Gøtu eisini upp í part.
Nýggja útberingin fer at virka frá mánakvøldinum, tá
týsdagsbløðini hjá Sosialinum og Dimmalætting altso
verða bornar haldarum á hesum støðum.
-jm
C
M
Y
K
7
6