týsdagur 2. november 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 209 - 2. november 2004
Nr. 209 - 2. november 2004
9
Hósdagurin í síðstu
viku varð í Studenta-
skúlanum nýttur til
kunning um spenn-
andi forsetavalið í
USA, sum er á
skránni í dag
ALTJÓÐA POLITIKKUR
Í HOYDØLUM
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Í dag fara amerikanararnir
at gera av, hvør skal búgva í
Hvítu húsunum næstu fýra
árini. Sambært veljara-
kanningunum er talan um
sera tætta uppgerð millum
John Kerry og George W.
Bush. Sitandi forsetin hev-
ur í veljarakanningunum
verið eitt vet frammanfyri
avbjóðaran. Men munurin
hevur verið so mikið lítil, at
einki er avgjørt, nú ameri-
kanararnir fara at atkvøða.
Umframt at velja forseta
gera tey í USA í dag eisini
av, hvussu Kongressin skal
verða mannað næstu árini.
Allir 435 limirnir í Um-
boðsmannatinginum skulu
veljast fyri tvey tey næstu
árini, og ein triðingur av
teimum 100 limunum í
Senatinum skulu veljast
fyri næstu seks árini.
Amerikanska valið og
valstríðið og serliga spurn-
ingurin um, hvør skal verða
forseti, hevur seinastu vik-
urnar ikki bara upptikið tey
í USA. Kring allan heimin
hevur verið fylgt væl við í
valstríðnum og veljara-
kanningunum. Tað er ikki
so undarligt, tí einki er at
ivast í, at tann, sum situr í
Hvítu húsunum, situr í
valdmiklasta starvinum í
øllum heiminum. Viðhvørt
hevur tað verið tikið til, at
tað ikki bara áttu at verið
amerikanararnir, sum valdu
forseta í USA, men fólk
kring allan heimin. Tí
amerikanski forsetin hevur
á so mangan hátt møgu-
leika at ávirka alla staðni.
Ymsa staðni kring heim-
in hava skúlar gjørt burtur-
úr valinum í undirvísingini,
eitt nú við at skipa fyri
temadøgum. Soleiðis varð
eisini gjørt í Hoydølum
hósdagin í síðstu viku. Ein
av lærarunum, Karin Jó-
hanna Knudsen, sum undir-
vísir í samfelagsfrøði og
enskum, tók stig til tema-
tímar og vitjan í Havnar
Bio. Talan var um eitt til-
boð, sum lærarnir saman
við flokkunum høvdu møgu-
leika at melda seg til.
Áhugin var ovurhondsstór-
ur, mest sum allur skúlin
luttók. Tað er ikki rúmsátt í
Hoydølum, so felagstímar
vóru bæði í samkomuhøll-
ini og fimleikarahøllini.
Á skránni vóru trý tiltøk.
Jan Berg Jørgensen, sum
undirvísir í skúlanum í
filmsvísind, umframt at
hann arbeiðir í Sjónvarpi
Føroya, skipaði saman við
sínum
næmingum
fyri
framløgu, har evnið var
Dokumentarfilmar
sum
sjangra. Eitt nú varð víst á,
hvussu sjangran er tillagað
og broytt, síðani hon kom
fram fyri mongum árum
síðani. Serligt fokus var á
filminum
hjá
Michael
Moore, Fahrenheit Nine/-
Eleven, sum hevur verið so
nógv umrøddur, og sum
hesar seinastu vikurnar
hevur verið at sæð í Havnar
Bio.
At fokus serliga var á
hesum filminum, ið hevur
sum mál at seta George W.
Bush í ringt ljós og at fáa
veljararnar í USA at venda
sær frá honum, komst av, at
triði parturin av temadeg-
num var vitjan í Havnar
Bio. Eftir at tiltakið í Hoy-
dølum var liðugt, fóru
næmingarnir oman í býin at
hyggja at hesum filminum.
Annar tátturin á skránni
var kunning um, hvussu
valini, sum eru í USA í dag,
ganga fyri seg. Jóannes
Hansen, sum undirvísir í
Studentaskúlanum á Kambs-
dali og í HF skeiðnum í
Klaksvík, vitjaði í Hoydøl-
um saman við næmingum,
sum hann undirvísir í sam-
felagsfrøði. Jóannes Han-
sen lýsti út frá grundlógini
hjá USA bakgrundina fyri
amerikansku valskipanini,
hvørjar leiklutir Forsetin,
Kongressin og Hægsti rætt-
ur hava, hvørjar líkheitir og
hvørjir munir eru á forseta-
valevnunum, hvat veljara-
kanningar hava sagt síðstu
vikuna, og hvat tað verður
roknað við, at úrslitið fer at
verða í statunum runt um í
USA.
Sambært næmingum og
lærarum, sum vóru við í
Hoydølum henda dagin, var
tiltakið áhugavert og væl
eydnað. Ein øðrvísi skúla-
dagur sum næmingarnir
ivaleyst fara at minnast, og
eitt tiltak, sum ger, at næm-
ingarnir ivaleyst hava betri
hug og fyritreytir at fylgja
við í kvøld og í nátt, hvussu
tað fer at tørna út í USA.
Forsetavalið í Hoydølum
Frá temadegnum í Hoydølum í farnu viku
Mynd Jens K Vang
MARKNAÐARRÁK
Sera hendingarrík vika er
fyri framman, sum kann
føra við sær skiftandi
marknaðir. Mikudagin vita
vit, um USA fær nýggjan
forseta, men hetta fer sann-
líkt einans at ávirka markn-
aðirnar í eitt stutt tíðarbil.
Fríggjadagin verður týð-
andi arbeiðsmarknaðarfrá-
greiðingin úr USA kunn-
gjørd. Kaupthing metir at
frágreiðingin, sum kann
gerast bjørt, gera av, hvussu
fíggjarmarknaðirnir fara at
hátta sær næsta mánaðin.
Ein sannroynd er, at rentur-
nar framvegis eru ov lágar.
Í 3. ársfj. vaks búskapur-
in í USA bert 3,7% móti
teimum væntaðu 4,3%.
Onnur tøl vístu m.a., at
nýtsluhugurin hjá einstak-
lingum og íløguhugurin hjá
virkjum er góður. Saman-
umtikið er tí góður møgu-
leiki fyri framhaldandi
vøkstri í USA. Tí fer FED
aftur at hækka rentuna 10.
novembur í 2,0%.
Mikudagin vístu tøl, at
oljugoymslurnar í USA eru
hækkaðar. Somuleiðis varð
oljuverkfallið í Noreg av-
blást og Kina hækkaði rent-
una, orsakað av hitaðum
búskapi. Hetta kundi bent
á, at kinverski oljutørvurin
verður lækkandi. Av hesum
orsøkum lækkaði oljan
5,4% í vikuni, og hetta
legði trýst á oljupartabrøv.
Oljumarknaðurin er enn
følin, og lítið skal til fyri at
ávirka prísin.
Roknskapurin hjá Dan-
ske Bank varð góður. Ser-
liga tølini fyri tap og burt-
urleggingar vóru góð, sam-
stundis sum útlánini hækk-
aðu sløk 12%. Nordea
kunngjørdi
eisini
ein
hampuligan roknskap, men
Nordea missir marknaðar-
part. Báðir bankarnir eru
trýstir av lága rentumargi-
nalinum, men útlánsvøkst-
urin hjá Danske Bank fer at
stimbra, tá renturnar aftur
hækka. Danske Bank er
hækkað um 2,5% síðani
roknskapin og Nordea 4,2%.
Hesa vikuna kunngera m.a.
Deutsche Bank og GN
Store Nord Roknskap.
Líkt er til, at forsetavalið
í USA verður javnt. Trupult
er at siga, hvussu úrslitið
fer at ávirka fíggjarmarkn-
aðirnar. Næstu dagarnar
kann valið ávirka nógv,
men sum frálíður verður
ávirkanin væntandi lítil.
Ein orsøkin er, at hóast
Kerry vinnur, so er líkt til at
republikanararnir fáa meiri-
lutan í lóggávutinginum.
Av tí at arbeiðsmarknaðar-
frágreiðingin eisini kemur
hesa vikuna, kann staðfest-
ast, at ein spennandi og
væntandi óstøðug vika er
fyri framman.
Forsetavalið í USA ikki størsta týdning
Vika 45, 2004
www.kaupthing.fo
– Valstríðið er heilt
øðrvísi, enn vit kenna
tað her heima. Í
gøtunum í New York
sæst púrt einki til
valstríðið. Her er ikki
ein einasta plakat,
ongar lýsingar á buss-
unum ella nakað líkn-
andi. Valstemning-
urin er nærmast
óinteressantur, burt-
ursæð frá sjónvarp-
inum. Seinastu vik-
urnar hevur Andrias
Petersen, løgtings-
maður fyri Javnaðar-
flokkin, verið á ST
aðalfundi í New York,
har hann hevur upp-
livað endabrestin á
amerikanska val-
stríðnum
Tíðindaskriv
– Tað, sum vit í New York
uppliva av valstríði er alt
gjøgnum sjónvarpið. Vit
síggja Bush og Kerry
flúgva frá stati til stat og
halda
veljarafundir
og
lýsingar, har teir hvør í sín-
um lag royna at minka um
trúvirðið hjá mótpartinum.
Lýsingarnar snúgva seg
ikki um at greiða frá, hvat
kandidaturin sjálvur stend-
ur fyri, men heldur at spilla
mótpartin út, sigur Andrias
Petersen úr New York.
Andrias Petersen greiðir
frá, at hann hevur upplivað
valstríðið soleiðis, at tað
verða førd ymisk politisk
evni fram í ávísa tíð. Tað
verður ikki tosað so nógv
um heildarpolitikk allatíð-
ina.
– Fyrstu vikuna snúi val-
stríðið seg um, at tað vant-
aði vaccina fyri beinkrím í
USA. Næsta vikan snúi tað
seg um, at 380 tons av
spreingievni vóru blivin
burtur í Irak. Síðani kom
bandið frá Osama bin
Laden, um at amerikanarar
ikki skulu kenna seg trygg-
ar. Og tað hevur verið evnið
síðani, sigur Andrias Peter-
sen.
Stríð um heilsuverk
Kortini
heldur Andrias
Petersen, at okkurt av evn-
unum kortini er ketað sam-
an í ein heildarpolitiskan
samanhang. Serliga legði
hann merki til hetta, tá
tosað varð um vantandi
vaccinuna ímóti beinkrími.
Tá fór valstríðið eisini at
snúgva seg um heilsuverkið
og um sjúkratryggingarnar.
– Bush sigur, at tað al-
menna ikki skal blanda seg
uppí heilsuverkið. Hann
vísir á, at allur heimurin
misunnar USA heilsuverk-
ið, sum verður stýrt av
marknaðarkreftunum. Og
soleiðis vil hann hava tað at
verða verandi. Sama heldur
hann
um
amerikansku
sjúkratryggingina, sum er
ein góð forrætning; líka
góð forrætning, sum at
dríva bankavirksemi.
– Men Kerry vil hava, at
tað almenna eisini skal
hava sín leiklut innan
heilsuverkið. Og tað skilji
eg væl, tí nú ein dagin, eg
var og vitjaði í einum lítlum
býi, sá eg eina bingo lýsing,
har bingo skuldi haldast, so
ein vanligur arbeiðari í
býnum fekk møguleika at
fáa eina by pass skurðvið-
gerð.
So
amerikanska
sjúkratryggingin er ikki
betur enn so. Tryggingin er
dýr, og øll hava ikki ráð at
gjalda, tí eru umleið 40
milliónir amerikanarar utt-
an sjúkratrygging. Eg dugi
ikki at síggja nakran fyri-
mun
við
amerikanska
heilsuverkinum, sum Bush
heldur vera so gott, sigur
Andrias Petersen og vísir á,
at Kerry vil broyta heilsu-
verkið til at líkjast tí
skandinaviska.
Lívligt valstríð í
smáplássunum
Seinasta vikuskiftið vóru
Andrias Petersen og konan
Katrin í North Carolina og
vitjaðu sonin, Arna, og
verdótturina, Duritu. Tey
búgva í lítla býnum, More-
head City, sum er eitt sind-
ur størri enn Klaksvík. Har
upplivdu
tey
valstríðið
meira beinleiðis, enn tey
gjørdu í New York.
– Her vóru plakatir í
rúgvuvís allastaðni. Sjálvt í
havunum og á húsaveggj-
unum hjá privatfólki vóru
nógvar plakatir at síggja.
Her settu fólk plakatir av
teimum, sum tey ætlaðu
sær at velja, út í havan hjá
sær sjálvum. Tað var nokk
so stuttligt at síggja. Í einari
gøtu taldi eg plakatirnar.
Tær flestu átti Republikan-
ararnir og Bush, tíverri,
sigur Andrias Petersen,
men leggur afturat, at hetta
var eitt villaøki.
– Vit vóru eisini á einum
republikanskum
veljara-
fundi á Atlantic Beach, sum
er ein oyggj uttan fyri býin,
har sonurin býr. Tað vóru
vietnamveteranar
fyri
Bush, ið skipaðu fyri fund-
inum, sum varð hildin á
einum parkeringsplássi utt-
an fyri eina handilsmið-
støð. Tað vóru umleið 100
fólk á fundinum, har val-
evni og umboð fyri nøkur
valevni stóðu í farmabilum
og hildu røður. Hetta tóktist
rættiliga føroyskt.
Andrias Petersen greiðir
frá, at amerikanska valið
ikki bert snýr seg um at
velja forseta, men um at
velja senatorar, ella ting-
menn, og enntá dómarar.
– Á valfundinum legði eg
merki til ein, sum umboð-
aði eina konu, sum var upp-
stillað
til
dómaravalið.
Hesin gjørdi vart við, at
hon hevði røttu virðini at
verða vald, tí hon var gift,
hevði børn og var ein góður
konservativur amerikanari.
Hetta vóru tey sokallaðu
góðu virðini hjá hesum
republikanska valevninum,
sigur Andrias speiskliga.
Vitjaðu valevni
Andrias og Katrin fingu
eisini møguleika at heilsa
uppá eitt av valevnunum,
meðan tey vóru í Morehead
City. Tey hittu Malcolm
Fulcher, sum hevur sitið í
20 ár í the North Carolina
Senate og nú stillar upp-
aftur til N.C. Senate fyri
Demokratarnar í Carteret
County. Fulcher er útbúgv-
in studentaskúlalærari, og
hevur tí stóran áhuga fyri
útbúgvingarmálum. Eitt av
hansara aðalmálum er at
fáa samskipað tey ymisku
universitetini í valdømin-
um.
– Vit vóru og vitjaðu
hann í hølunum hjá demo-
kratunum, og eg fekk eisini
eitt sindur av valtilfari frá
honum. Hann greiddi mær
frá, at hann brúkti umleið 3
túsund dollarar til valið. So
tað má sigast at vera stórur
munur á, tá hugsað verður
um, at onnur brúka milli-
ardir. Men Fulcher segði
seg hava nógv fólk at ar-
beiða fyri seg. Hann var
uppstillaður í tveimum
amtum, og roknaði við at
hava góðan møguleika at
verða valdur. Ikki uppá
pengarnar, men tí at hann
hevur nógv fólk at arbeiða
fyri seg. Hetta minti meg
nógv á føroyska valstríðið,
greiðir Andrias Petersen
frá.
Norðurlond halda við
Kerry
Andrias Petersen er komin í
samband við nógv fólk á
ST aðalfundinum í New
York. Men kortini verður
ikki tosað nógv um valið á
sjálvum ST fundinum. Men
tá tey hava verið til døgurða
á ymiskum ambasadum, er
tosið oftani fallið inn á
valið.
– Sjálvandi vilja ambass-
adørarnir ikki siga, hvat
úrslit teir vóna. Men eg
havi tosað við nógv útsend
fólk, frá skandinavia og har
er tad greitt, at tey ynskja,
at Kerry vinnur valið. Og
tað geri eg eisini, sigur
Andrias Petersen. Tad snýr
seg um tveir konservativar
kandidatar, harav annar,
Buch er ultra konservativur
og Kerry er meira moderat
konservativur.
Seinastu
veljarakanningarnar nú kl.
10 sunnukvøld siga at tad
stendur á jøvnum ímillum
kandidatarnar.
Kring landið hava
fundir verið undir
heitinum Felags
ábyrgd, felags av-
gerðir. Kvinnubólk-
urin í Suðuroy skip-
ar týsdagin fyri
fundi undir sama
heitinum
KVINNUFUNDUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Týsdagin 2. november
klokkan 19 verður fund-
ur í skúlanum í Hovi.
Heitið er Felags ábyrgd,
felags avgerðir, og hava
hesir fundir verið hildnir
kring landið. Tað er
Kvinnubólkururin í Suð-
uroynni, ið skipar fyri, og
samskipari er Marjun
Olsen.
Fyrilestrarhaldarar
vera Marjun Olsen (sam-
skipari), Annika Ward-
um Joensen, Forkvinna í
javnstøðunevndini,
Karolina Enni og Àsgerð
Stenberg, og møguliga
onkur royndur kvinnu-
ligur politikari.
Endamáli er at seta
fokus á skeiva kynsbýtið
í bý- og bygdaráðum og
at eggja og stuðla kvinn-
um, sum stilla upp. Eis-
ini hava hesir fundir til
endamáls at gera kvinn-
ur, sum ikki stilla upp,
tilvitaðar um týdningin
av at velja kvinnur.
Allar kvinnur í Suð-
uroy eru vælkomnar, sig-
ur Marjun Olsen, sam-
skipari, í tíðindaskrivi frá
kvinnubólkinum.
Andrias Petersen í demokrat-
iskum valstríði
Kvinnufundur í
Suðuroynni
Trolarin Sancy fekk
minu í trolið, tá teir
royndu á
Íslandsrygginum,
visti heimasíðan
hjá Suðurrás at siga
hósdagin. Minan
varð sprongd í
grótbrotinumí
Porkeri hóskvøldið
MINA
Trolarin Sancy úr Vági lá
hósdagin við bryggju í
Vági og bíðaði eftir
spreingiserfrøðingum frá
Marinustøðini. Minnan
var illa farin og lá á báta-
dekkinum, visit heima-
síðan hjá Suðurrás -
www.sudurras.fo – at
siga hósdagin.
Sancy fekk minuna í
trolið, tá teir royndu á
Íslandsrygginum.
Minan varð sprongd í
grótbrotinum í Porkeri
hóskvøldið.
Sancy fekk minu í trolið
C
M
Y
K
9
8