týsdagur 2. november 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 209 - 2. november 2004
Nr. 209 - 2. november 2004
11
Í dag er forsetaval í USA. Hetta val viðkemur ikki
bert fólkinum, sum býr í USA, hetta viðkemur øllum
heimsins tjóðum. USA er vorðið heimsins sterkasta
land, og amerikanskur politikkur ávirkar allan heim-
in. Bush fyrisitingin er dømi um eina ta mest
konservativu stjórn, ið USA nakrantíð hevur havt.
Hetta sæst aftur í skattapoliitkkinum, í vinnupolitikk-
inum, uttanríkispolilitikkinum og ikki minst í
rættarpolitikkinum. Taka vit hetta síðsta økið fyrst, so
visti NRK mánamorgunin at siga, at Bush sum gu-
vernørur var tann guvernørur í amerikansku søguni,
ið hevur undirritað flestar deyðadómar, nevniliga
150! Eftirfylgjandi hevur tað víst seg, at nøkur ósek
fólk eru vorðin tikin av døgum. Bush ætlar at halda
fram við sínum harðrenda/víðgongda rættarpolitikki
eitt nú við at tilnevna fleiri nýggjar og sera
konservativar hægstarættardómarar. Hesir sita sum
kunnugt fyri lívið og hevur hægstirættur sera stóra
ávirkan á rættarpolitikkin. Tað er tí eitt stórt afturstig
fyri rættartrygdina, um Bush verður afturvaldur í dag.
Undir Bush eru tey ríku vorðin ríkari og tey minni
ríku vorðin fátækari. Skúlaverk, almanna- og heilsu-
verk og kollektiva undirstøðukervið eru sett ár aftur
í tíðina. Umhvørvis- og orkupolitikkuirn gagnar bert
big business og bústaðarpolitkkurin er vorðin ein
sonn vanlukka. Uttanríkispolitikkurin hevur ført til,
at USA hevur mist at kalla allar sínar vinir uttan
Bretland, har vinalagið nú er farið at rilla. Týskland,
sum í áratíggjur var trúgvasti sameindi USA, hevur
leingi verið sera atfinningarsamt. Europa er slept
upp á fjall og uttanríkispolitikkurin sum heild verður
undirlagdur innanríkispolitiskum seráhugamálum.
Bush umboðar ein "eyga fyri eyga og tonn fyri tonn"
hugburð, sum er púra fremmandur fyri tann annars so
framkomna og sivileraða vesturheimin. Harnæst um-
boðar hann einvíst trong og avmarkað vinnuáhuga-
mál og stórur ivi er sáddur um hansara moralska støði
eitt nú við, at tað alment er komið fram, at hann og
hansara umhvørvið fyri 11.september hava havt gott
samband við lond og bólkar, sum stuðla yvirgang, eitt
nú Osama bin Ladin og hansara harkalið.
Leiðararnir í vesturheiminum hava mist álitið á
Bush, og flestu teirra meta ikki, at hann er skikkaður
at standa á odda fyri vesturheiminum, sum stendur
fyir demokratii og humanismu. Hitt valevnið John
Kerry hevur alt tað, sum skal til fyri at gerast ein
góður forseti og leiðari av vesturheiminum. Hann er
vitandi og royndur, hann hevur sera greið poltisk
mál bæði á innanríkispolitiska og á uttanríkspolit-
iska økinum. Hann ætlar snøgt sagt at føra vælferð-
arpolitikkin hjá Clintonstjórnini víðari. Hetta ger
hann ikki bert tí hann er ein rætthugsandi humanist-
ur, men tí hann dugir at síggja, at USA tolir ikki fýra
ár afturat við tí víðgongdu konservatismu, sum Bush
umboðar. Uttanríkspolitiskt er hann sinnaður at lata
USA átaka sær tær skyldur, sum liggja á herðunum
á einum demokratiskum stórveldi. Tað er lítið at iv-
ast í, at USA og heimurin sum heild eru best farin
við Kerry sum forseta. Avgerðina eigur amerikanska
fólkið í dag. Livst so spyrst.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Forsetaval
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Sum sild í tunnu í svimjihøllini
Ein grønari dámur
Annika Olsen
Valevni Fólkafloksins til
Býráðsvalið
Svimjihøllin í Gundadali er
eitt frálíkt tænastutilboð til
borgararnar í Havn - ein
oasa, har borgararnir kunnu
taka sær av løttum, motion-
era, spæla sær, hugna sær
við børnunum osfr. Trupul-
leikin er, at íbúgvaratalið í
Tórshavnar kommunu al-
samt veksur og økir hetta
um trýstið á svimjihøllina,
so at fólk hvørki fáa hugna
sær ella svomi sær nakrar
longdir, tí tey føla seg sum
sild í tunnu.
Tá ið talan kemur til
kappsvimjing, sum eg per-
sónliga havi stóran áhuga í,
so letur tað seg næstan ikki
gera at venja í svimjihøllini
í Gundadali vegna pláss-
trot. Teir ungu svimjararnir
verða kroystir saman á ein
bana, tí pláss skal verða
fyri øllum hinum, ið leita
sær niðan í svimjihøllina.
Um vit skulu hava svimjar-
ar á altjóða støði, so er tað
neyðugt við fleiri venjing-
artíðum og pláss til svimj-
ararnir í Havn. Tað besta
hevði verið, um vit fingu
eitt rættuligt svimjistadion
tvs ein svimjihyl, sum er 50
metrar til longdar við góð-
um áskoðaraplássum, so at
vit í Havn í framtíðini
kunnu standa fyri altjóða
kappingum, eitt nú EM,
VM,
World
Cup
og
Oyggjaleikum. Vit hava
nógvar góðar svimjarar,
sum longu hava luttikið á
altjóða støði eitt nú EM, og
nógvir ungir svimjarar gera
seg alsamt meiri galdandi á
altjóða støði. Ein tann
kendasti føroyski svimjar-
in, ið hevur staðið seg væl í
altjóða høpi, er Heidi
Andreassen, ið hevur vunn-
ið fleiri EM, VM og OL
merki.
Eisini á Oyggjaleikum
hava føroyskir svimjarar
staðið seg ógvuliga væl
gjøgnum árini, har merkið
hevur verið á stong, og
tjóðsangurin hevur ljóðma í
høllini. Tað er tí ógvuliga
umráðandi, at vit stuðla
føroyskari svimjing, so at
hon kann gerast enn betur
og gera seg galdandi mill-
um aðrar aljóða svimjitjóð-
ir. Um vit vilja nakað við
føroyskari svimjing, er tað
neyðugt við einum svimji-
stadion, sum hevði verið til
stórt gagn fyri okkara
fremstu ítróttarfólk, svimj-
ararnir. Harumframt hevði
hetta eisini ført við sær, at
trýstið á svimjihøllina í
Gundadali hevði lækkað og
harvið hækkað tænastu-
støði fyri borgarnar í Havn,
bæði teimum, sum ynskja
at motionera, og teimum,
sum ynskja at taka sær av
løttum
Undir
fólkafloksins
leiðslu er fíggjarstøðan í
Tórshavnar
kommunu
vorðin sera góð, og komm-
unan er í dag so at siga
skuldarfrí. Við hesum atlit-
inum fyri eyga eigur rúm at
vera fyri, at peningur kann
leggjast til síðis til eitt
svimjistadion í nærmastu
framtíð. Hetta er í hvørt fall
eitt mál, sum liggur mær
tætt at hjarta, og vil eg ar-
beiða fyri, at hetta kann
gerast veruleiki.
Tórfinn Smith
Býráðslimur og valevni
Javnaðarfloksins
Á umhvørvisøkinum er
nógv hent hesi seinastu ár-
ini, og tað kann eg bert,
sum formaður í Heilsu- og
Umhvørvisnevndini sein-
astu trý árini, fegnast um.
Ikki minst tí, at alt býráðið,
hevur tikið so dyggiliga
undir við tí, sum hent er, og
tað haldi eg eisini, at fólk
flest gera.
Nú sleppa fólk, hvønn
dag, lætt og skjótt av við
sítt burturkast á snotiligu
endurnýtsluni
niðanfyri
brennistøðina, har fólk
samstundis skilja ruskið til
endurnýtslu av ymiskum
slag.
Í fjør fóru vit undir at
skilja pappír frá øðrum
húsarhaldsburturkasti. Eg
má viðganga, at enn eru
ávísir byrjunartrupulleikar,
men stórt sæð riggar skip-
anin væl.
Í løtuni fyrireika vit eina
nýggja roykreinsiskipan til
brennistøðina, sum verður
sett upp í 2006. Tá lúkar
brennistøðin øll altjóða
umhvørviskrøv.
Endamálið við hesum og
komandi tiltøkum á um-
hvørvisøkinum er, at lætta
um hjá fólki, og at skipa
okkum so umhvørvisvinar-
liga sum gjørligt. Um-
hvørvið hava vit bert til
láns, og skal tí varðveitast
sum best til komandi ættar-
lið.
Umhvørvisspurningar
eru raðfestir frammalaga.
Kommunan hevur fingið
ein grønari dám.
VAL04
VAL04
Gjald fyri valgreinar
Nú kommunuvalið er lýst, og fleiri vallistar eru
almannakunngjørdir, fara vit eins og til undanfarin
val at taka gjald fyri valgreinar. Gjaldið fyri
valgreinar er hálvur lýsingaprísur.
Sosialurin
Heini Magnussen
Valevnið Fólkafloksins til
Býráðsvalið í Havn
Havnin skal framhaldandi
verða lokomotivið í Føroy-
um, og ganga undan á øll-
um økjum. Vit skulu hava
góðar og fjølbroyttar bú-
staðarmøguleikar soleiðis
at flest øll kunnu fáa sín
tørv nøktaðan. Kommunan
skal tryggja at útboði av
bústaðartilboðum á markn-
aðinum altíð er nóg stórt.
Soleiðis kunnu vit tryggja
at góðska og príslega altíð
hanga saman.
Kommunalu myndugleik-
arnir at virka fyri, at ungfólk
betri og skjótari kunnu seta
føtur
undir
egi
borð.
Kommunan eigur at ávirka
landsmyndugleikarnar og
fíggjarstovnar soleiðis at
fíggingar- møguleikarnir til
ung støk og hjún eru so
rímulig, at til ber hjá øllum
sum vilja at útvega sær eina
íbúð ella eitt hús.
Bæði tann gamli býurin
og tann nýggji uppi í Hoy-
víkshaganum
eigur
at
mennast soleiðis at trivn-
aðurin er í hásæti.
Vit skulu hava nóg mikið
av fjølbroyttum barnaans-
ingarmøguleikum, frítíðar-
skúlar, barnaskúlar, fram-
heildsskúlar, fakskúlar og
hægri skúlar .
Mentunarkarmarnir eiga
at fáa rúmar ræsir. Frítíðar-
undirvísing, ítróttarfeløg,
ungdómsfeløg, áhugabólk-
ar innan mentan v.m.eiga at
fáa styrk frá kommununi –
sum hjálp til sjálvhjálp.
Vit eiga at virka fyri
einum reinum umhvørvi og
einari vakrari og reinari
náttúru. Náttúran kring
Havnina er sera vøkur og
eru tað nógv fólk sum hava
gleði av henni. Vit eiga tí
framhaldandi at gera smáar
gøtur inni á fríøkjum og
fram við áunum. Ì sam-
starvi við bóndirnar eiga vit
at tryggja at gangandi er í
haganum og at gomlu
varðagøtunar eru farbærar.
Hesum vil Fólkaflokk-
urin virka fyri !
VIÐMERKINGAR
Opinleiki og gjøgnumskygni aftur i
býráðsarbeiði
Jan Poulsen
Valevni Javnaðarfloksins
til Tórshavnar Býráð
Nú má tað verða greitt fyri
ein og hvønn, at vit mugu
hava meiri opinleika og
gjøgnumskygni í býráðsar-
beiðnum.
Trætan millum Starvs-
mannafalagið og Tórshavn-
ar Býráð er komin so langt,
at Starvsmannafelagið hótt-
ir við at teir ikk longur vilja
brúka orku at tosa við bý-
ráðið, tí tað nyttar onki.
Tórshavnar Býráð kann
ikki vera so arrogant, at tað
ikki vil tosa við Starvs-
mannafelagið og loysa teir
trupulleikar, sum eru. Trup-
ulleikar eru til fyri at loysa,
sigur eitt gott orðatak.
Teir valdu politikkarar
sum
umboða
fólkið
í
kommununi, hava skyldu at
takað sær av áhugamálun-
um hjá fólkinum, so væl
sum møguligt.
Sitandi borgarstjóri segði
fyri meira enn hálvum ári
síðani, at tað var fínt, um
Starvsmannfelagið fór í
rættin við øllum málunum,
so tey kundu verða loyst.
Hann skuldi heldur sett seg
niður og roynt at funnið
eina loysn.
Aftur í Sosialinum í hes-
ari vikuni sigur borgarstjór-
in, at tað er bara heilt fínt,
um
Starvsmannafelagið
leggur
ósemjurnar
fyri
rættin.
Haldi tað vera alt ov
barnsligt av borgarstjóran-
um at bera seg soleiðis at,
og bara at seta seg hendur í
favn og siga, "far bara í
rættin við øllum ósemjun-
um", ístaðin fyri at loysa
tær, sum hann átti at gjørt.
Eftir tí, sum formaðurin í
Starvsmannafelagnum
segði við Sosialin, so kom
hettar at kosta Tórshavnar
kommunu einar 500.000 kr
í
sakarmálskostnaði.
500.000 kr av skattaborgar-
ans peningi, sum Tórshavn-
ar kommuna ætlar at tveita
burtur til sakarmál, bara tí
teir ikki vilja seta seg niður
og viðgera ósemjurnar við
Starvsmannafelagið.
Tá Løgtingsins Umboðs-
maður skuldi flyta bústað,
var tað onkur sum tók til, at
hann allarhelst flutti inn hjá
Tórshavnar kommunu.
Tað eru eisini fleiri
spurningar, sum fólk hava
sett sær, um hvussu og til
hvønn Tórshavnar Býráð
gevur rætt til at byggja, eitt
nú íbúðir og annað her í
kommununi.
Øll hesi mál eru ókend
fyri borgararnar, men um
tað hevði verið meiri opin-
leiki og gjøgnumskygni í
Býráðnum, so hevði tað ikki
verið sum nú, har tað eru
fleiri spurningar enn svar.
Sum onkur tók til her
fyri: "Vit mugu koma burt-
ur frá Kondittarípolitikkin-
um og fara aftur til at føra
rættan kommunalpolitikk!"
Bæði Starvsmannafelag-
ið, onnur feløg og allir
borgarar
í
kommununi
kunnu verða vísir í, at
Javnaðarflokkurin og tey
fólk, sum koma at umboða
Javnaðarflokkin í býráðsar-
beiðnum eftir hetta valið,
fara at seta seg niður og fáa
greiðu á hesum viðurskift-
um til gagns fyri øll.
Vit vilja taka trupulleik-
arnar upp og konstruktivt
saman við feløgum og øðr-
um finna semjur og loysa
málini.
VAL04
VAL04
Úrslitini tala
fyri seg!
Heðin Mortensen,
býráðslimur
Tað er lætt at reypa undan
einum vali, men tað eru
bara úrslitini, ið telja.
Loystu málini hava verið
mong síðstu fýra árini, og
tí vil eg arbeiða fyri at
loysa eldraøkið líka so
skjótt og gott, sum vit
loystu barnaansingina.
Kunsturin við politikki
er ikki at rópa harðast og
reypa mest, men at vísa í
verki, hvør dugur er í. Tað
ræður um at standa aftan
fyri síni orð og fremja
loysnir - og ikki bara at
tosa um tær.
Í hesum døgum eru
bløðini á tremur, har pol-
itikarar taka æruna fyri
bæði hetta og hatta. Tað er
eisini í fínasta lagi, um
teir altso hava gjørt so
nógv til nyttu, sum teir
breggja sær av.
Onkur hevur sagt, at ein
góður politikari »heldur
meira, enn hann lovar«.
Hetta eru nokk sannleiks-
orð, ið verða so dyggiliga
staðfest í júst hesum
valstríðnum, tí verri enn
so altíð er samanhang
millum vallyftini og sjálvt
innihaldið í teimum.
Serliga
dúglig
eru
summi av valevnunum at
lova, at farast skal í gongd
við nógv, sum tó í veru-
leikanum longu langt síð-
ani er farið í gongd - og
okkurt mestsum longu
liðugt!
Sjón fyri søgn
Sum dømi kann eg nevna,
at vit longu hava:
• loyst barnaansingar-
tørvin
• gjørt kommununa
skuldarfría
• gjørt heildarætlan 25 ár
fram í tíðina
• givið ítróttinum betri
karmar
• gjørt fleiri parkerings-
pláss
• útbygt og betrað
vegakervið
• útvegað fleiri bátapláss
og nógv, nógv annað, ið
aðrir nú annaðhvørt taka
sær æruna av ella enntá
lova at gera, um teir verða
valdir.
Farnu fýra árini hava vit
fingið loyst so nógv stór-
mál sum kanska ongantíð
fyrr í einum valskeiði.
Men vit eru ikki komandi
sovandi til nakað av tí, tí
aftanfyri liggur stórt ar-
beiði og stórur innsatsur.
Tað tykist, sum flestøll
eru samd um, at nú standa
tey eldru fyri tørni, og tað
er eisini púrasta rætt. Eg
fegnist eisini um, at fleiri
nú taka undir við, at
eldraøkið eigur at vera
fyrsta prioritering hjá
komandi býráð.
Víst í verki
Vit hava longu víst í
verki, at vit meina hetta í
álvara, tí skjøtil er longu
settur á eldraøkið við:
• heimi til minnisveik
• keypi av húsi til
ellisheim og umlætting
• eldravitjan til allar
borgarar yvir 75 ár aldur
og so framvegis.
Men meira skal til, og eg
fari at gera alt fyri at fáa
sett eldraøkið ovast á
breddan - og tá meini eg
eftir kommunuvalið, tá
farast skal til verka. Eg
fari at seta alt inn uppá, at
eldraøkið fær líka skjóta
og góða loysn, sum barna-
ansingin fekk tað.
Hygg at teimum úrslit-
um, vit hava fingið hesi
fýra árini, so sigur tað seg
sjálvt, hvør eisini dugir at
fáa loyst ta næstu stóru
avbjóðingina hjá Tórs-
havnar kommunu.
VAL04
Framtíðar Havnin!
Jógvan Arge
býráðslimur fyri
Tjóðveldisflokkin
Tjóðveldisflokkurin heilsar
Kirkjubø, Velbastað, Nóls-
oy, Hesti og Koltri væl-
komnum upp í Tórshavnar
Kommunu.
Hesar
samanleggingar
gera Tórshavnar kommunu
til eitt sera fjølbroytt samfel-
ag. Tað setir stór krøv til tey,
sum stíla fyri kommununi.
Okkara stevnumið er, at
tey nýkomnu fáa somu
sømdir sum borgarnir í
kommununi annars við
virðing fyri teirra sereyð-
kennum og møguleikum.
Endamálið er at tryggja lív
og menning á øllum plássum
í Tórshavnar Kommunu.
Vit vilja, at kommunala
umsitingin leggur dentur á
at fylgja upp málum, sum
hava við oyggjar og útriðir
at gera, so tey ikki hvørva í
rúgvuni.
Royndirnar
við
t.d.
Kollafirði vísa, at tað
knípur hjá býráðnum at
hava nóg góða umsorgan
fyri teimum nýggju pørtun-
um av kommununi. Har eru
alt ov nógvir leysir endar.
Tí mæla vit til, at umsit-
ingin verður skipað soleið-
is, at øll mál, sum hava við
bygdir og útriðir at gera,
ganga um eina skrivstovu,
so kommunan hevur greitt
yvirlit yvir, hvat har krevst
og rørist.
Vit ætla at hava vakið
eyga við teimum møguleik-
um, sum eru fyri menning
og trivnaði á plássunum.
Vit miða eftir, at tær lok-
alu nevndirnar verða virdar
meir enn higartil og vilja
virka fyri, at tær fáa ávirkan.
Fólkið í allari kommun-
uni eigur at hava møguleika
fyri at nýta tey frítíðartil-
boð, sum eru í høvuðs-
staðnum, og til tess eigur
kommunan at skunda undir
betri ferðasamband á bæði
á landi og sjógvi.
X við E.
Býráðið og bygdirnar
VAL04
C
M
Y
K
11
10