Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. november 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 209 - 2. november 2004 Nr. 209 - 2. november 2004 13 VIÐMERKINGAR Táið Veðrurin lembdi! Tórbjørn Jacobsen Gjaranesprestur hevði eina skemtiliga grein í dystar- skránni hjá strandingum hetta vikuskiftið. Frá tíðini hann dvaldist í Ónagerði. Ein viðingur setti eitt gott veðurlamb inn á básin um heystið, tað handlaðist framúr, og hann ivaðist ikki í, at hetta fór at gerast ein frágerða brundseyður til heimaseyðin í gerðinum. Men táið várið kom lembdi ongin heimaær hjá honum. Várið eftir bragdaði tó, tá lembdi brundseyðurin ikki færri enn tvey lomb. Við- ingar hildu hetta vera tekin um heimsins enda, tí veðrur hevði ikki lembt í Norð- oyggjum áður, og als ikki tvey. Soleiðis kann sjálvt hin besti fara skeivur í sín- um metingum og ætlanum. Júst, sum øll hildu, at frið- ur aftur valdaði í Tjóð- veldisflokkinum, kyknaði eldur úr eimi av nýggjum. Orsøkin er ein grein, sum Georg hevur snikkað sam- an, eftir at hava tosa við undirritaða í telefonini fríggjamorgunin. Hann ringdi, fyri at fáa mínar við- merkingar til savnandi fráboðanina frá flokkinum, ið varð send út til fjølmiðl- arnar, sum tíðindaskriv hós- dagin, og eftir at útvarpið hevði tulkað skrivið, sum eina treytaleysa umbering frá mínari síðu. Eftir at hava tosað um hetta eina løtu, og eg kendi meg sannførdan um, at tann journalistiski parturin av prátinum var avgreiddur, fall prátið m.a. á Team85 dómin. Dimma- lætting er ígjøgnum lýsing- arfyritøkuna annar parturin í tí málinum, og hevði eisini skrivað so bragdliga um tað, at Høgni Hoydal skuldi eiga hugskotið til hina so van- lukkuligu lýsingina. Haðani spratt tosingarevnið. Sjálvur havi eg ongantíð havt nakað sumhelst við hetta lýsingar- málið at gera, kenni tað har- við ikki. Tí er tað órann- sakiligt, at hetta gjørdist ein partur av almennu samrøð- uni. Av ringum royndum átti ein at fingið samrøðuna lisnað, áðrenn hon varð prentað, Dimmalætting kann jú hava sjálvsagdar or- søkir fyri at vinna tjóð- veldismonnum neisir, men eitt áhugavert FAS-seminar úti á Sjómansskúlanum forðaði mær í hesum. Og blaðmaðurin undir- spælir ikki táið hann kókar hesi bæði málini upp í ein- um og sama potti. Men líkamikið hvat varð sagt frá mínari síðu, meira ella minni í spølni kanska, tí eg ivaðist ongantíð í, at tosað varð out of record, um tað málið, so var tað hvørki ætlað sum ískoyti til hitt nú so kenda málið, - tíansheld- ur til referat yvirhøvur. Tað hugsi eg at Georg man vita. Gjørdist tí líka so skakkur sum viðingurin, táið brund- seyður hansara lembdi tvey, tá ið eg fyrst hoyrdi um og síðani las Dimmalættingina til leygardagin. Helst hevði Georg onga framsíðu og tók tí kjansin, vælvitandi at hetta var spreingistoff, sum kundi selja eina avís. Never mind, hetta hevur nú staðið á prenti og hevur av góðum grundum skapt eina nýggja øsing, eftir at semja varð um, at málið hjá okkum báðum formanninum var lagt afturum og gloymt. Av tí at eg ongantíð hevði ætl- að at kynt undir nakað stríð aftur, kom hetta ógvuliga dátt við, og í sama viðfangi gevur undirritaði teimum, sum hava verið fyri órøttum tá ið Team85 málið, mani- pulatiónir í sama andadrátti og samankoblingar ímillum tvey mál, sum onki hava við hvørt annað at gera, eina treytaleysa umbering, fyri tann partin, sum undir- ritaði nú varðar av, av greinini hjá Georg í leygar- dagsdimmuni, og sum er samrøðuni um semjuna í tingbólkinum hósdagin fullkomuliga óviðkomandi. Men Dimmalætting og aðrir fjølmiðlar skula kanska fyrigevast, tá ið teir helst eru villeiddir av tend- ensiøsu tíðindunum í Út- varpi Føroya hóskvøldið um semjuna, sum vit høvdu viðgjørt og vóru blivin samd um á fundi sama seinrapartin, og sum varð send útvarpi, sjónvarpi og bløðum. Gunnar Skúvadal fýrdi ikki fyri at kalla frá- boðanina eina umbering frá mínari síðu. Hann samrøddi nýggja næstformannin, Karsten Hansen, og fólk fingu ta greiðu fatan, at undirritaði hevði ligið fram eftir rommum og sleikt ilj- arnar á einhvørjum tá ið semjan varð undirritað. Harrin má vita, hvørið hevði stungið hesa blóð- skeivu tulkingina upp ímill- um syllarnar á honum? Ringdi til tíðindamannin beinanvegin, men fekk ikki fatur á honum fyrrenn tíð- indasendingin var liðug. Hann var hvørki til at høgga ella at stinga í. Ætlaði sær ikki at koma við eini rætting. Morgunin eftir tosaði eg við tíðindaleið- aran í úf um hetta sama, hann tóktist meira meðgjør- ligur, men tað hoyrdist ongantíð nakað aftur frá almenna public-service stovninum, sum átti at við- gjørt allar samfelagsins borgarar javnbjóðis, men soleiðis skuldi ikki vera. So kunna teir njóra til dóma- dags um tað, at teir ikki fáa fatur á undirritaða, men hvat í Guðs garði skuldi eg tosa við útvarpið um, eftir at teir líka so nonsjalant lótu ósannindini standa frá hós- kvøldinum og frameftir? Harrin havi lov fyri, at hetta ikki er einasti fjølmiðilin í landinum. Og hendan søgan vísir okkum eisini, hvussu lívsneyðugt tað er, at tíðind- aredaktiónirnar verða hildn- ar atskildar og óheftar av hvørji aðrari í hinum sam- anlagda almenna fjølmiðla- mastodontinum, sum fer úr barkastokki um skamma stund. Hevði ikki sitið á fundi alla náttina til hóskvøldið, og stríðst fyri eini semju, fyri at almenningurin ígjøgnum útvarpið kvøldið eftir skuldi fáa eina so blóð- skeiva, tendensiøsa og sub- jektiva tulking av tí sum veruliga er skjalafast í hesi somu semju. Hon er prenta í fullum líki í Dimmu leygar- dagin, og soleiðis kann ein og hvør staðfesta, at um- beringar-fyribrigdi ikki er nevnt í fráboðanini. Heldur ikki er nakað tikið aftur tí- ansheldur avsannað, av tí sum skrivað var framman- undan semjuni. Ásannað verður, at okkurt kundi ver- ið øðrvísi og harmast verður um flokkur og formaður hava verið fyri trúvirðis- meini av hesum. Tú kanst harmast um, at tú koyrir 90 km/t við eini einum bili harið tað bert er loyvt at koyra 80 km/t, men harfyri fer tú ikki eina kanossa- gongd kring landið og biður um umbering fyri tað. Tú fært í ringasta føri eina bót, er tú so óheppin, at vera komin í kikarasiktið hjá danska løgregluvaldinum. Hevði vóna og vóni framvegis at hendan semj- an heldur. Formaðurin og næstformaðurin hava al- ment, eins og Risin á Leittrabergi og Nornagest- ur, herja á undirritaða, um hetta sum skrivað var í leygardagsdimmuni. Og tað er væl skiljandi. Tó kundu teir havt kunnað seg eitt lítið sindur meira um málið áðrenn teir í óðum verkum lótu seg draga uppá tráð av útvarpinum, sum longu hóskvøldið indiker- aði hvørið teirra ætlan var í hesum máli. Undirritaði ætlaði ongantíð at siga eitt einasta orð um hetta málið aftur, men soleiðis sum fólk høvdu skilt semjuna, sam- bært útvarpstíðindunum, so helt eg tað vera neyðugt at úttala meg til bæði Dimma- lætting, SVF og Rás2, bara fyri at javnvág skuldi koma í málið aftur. Hefti meg annars við, at formaðurin segði við út- varpið, at semjan skuldi skiljast soleiðis, at nú var ein strika sett í sandin og at støðan var nullstillað. Tvs. flutt aftur til útgangspunkt- ið áðrenn málið tók seg upp. Í sama andadrátti legði hann undirritaða undir at vera lopnan frá semjuni. Hetta er ikki eitt persóns- álop, men í mínum huga- heimi leyp Høgni Hoydal frá semjuni longu ein hálv- an tíma eftir at hann hevði skrivað undir semjuna. Hetta hendi táið næstfor- maður skuldi veljast í ting- bólkinum. Ein av hinum tingmonnunum skeyt und- irritaða upp sum valevnið. Segði onki. Nú skuldi semjan standa sína roynd. Stemningurin gjørdist ele- ktriskur. Formaðurin bað fólk um at fara út at roykja og at konspirera, sum hann tók til. Hvør skal siga? Støðan var onki broytt táið fundurin varð uppafturtik- in. Formaðurin høgdi hend- an gordiska knútin av í ein- um høggi, tá ið hann boð- aði frá, at hann undir ong- um umstøðum kundi liva við, at undirritaði aftur gjørdist næstformaður í tingbólkinum. Hendan sanktiónin frá hansara síðu mátti so týða tað, at støðan ikki var nullstillað, og at har fanst ongin strika í sandinum. Hann hevði tikið valbærið frá einum av demokratiskt valdu ting- monnunum í tingbólkinum. Tá ið tað ráddi um sessir innanflokka. Áðrenn eg fór av fundinum boðaði eg honum frá, at hetta helst var fyrsta ferðin, at ein semja sum eg hevði undirritað var brotin, og at ongin ivingur var um, at tað var hann, sum var lopin frá, áðrenn blekkið var tornað. Hetta kunna øll sum vóru á fund- inum vátta, um tey annars hava dirvið til tað. Tað kost- ar sum kunnugt at svimja ímóti streyminum. Lat meg til endans stað- festa, einaferð enn, at ein treytaleys umbering hervið verður veitt formanninum, fyri tann partin av greinini í leygardagsdimmuni, sum als onki hevur við sjálva semjuna og tulkingina av henni at gera. At leyst prát við ein tíðindamann, og sum als ikki relaterar til tað maðurin ringdi at frætta um, knappliga endar á framsíðini í landsins stórsta blaði, er ein sorgarsøga. Men sum Sigurð Joensen segði á sinni: "Journalistar eru eitt fólkaslag ein skal vara seg fyri." Vónandi eru allar misskiljingar við hes- um beindar av vegnum, í einum málið, sum má hava ørkimlað ein hóp av fólki, ikki minst veljararnar hjá Tjóðveldisflokkinum kring landið. Lati okkum nú umsíður leggja hetta málið afturum okkum og fara til verka á politiska vígvøllinum. Har nógmikið er fyri hendurnar. Annars endar tað sum hjá Jógvani Fríðrikssyni og Selmari Jacobsen tá ið ær teirra vóru brundgeldar norðuri á Viðareiði, og viðingar hildu, at skuldi man reka jarðarbrúk á tann hátt, so kravdust í minsta lagi tvær almennar lønir, skuldu endarnir fáast at røkka saman. Spøkilsilyftin á Býarbókasavninum Elin Lindenskov, býráðslimur valevni Javnaðarfloksins www.lindenskov.com Á býarbókasavninum er eingin lyft. Tey rørslutarn- aðu og illa gongdu sleppa ikki upp. Men Harry Pott- er og spøkilsir ferðast ótarnað upp og niður á bókasavninum hvønn dag, uttan at ganga trapp- urnar. Tí hugsaði eg, at har var kanska ein lyft hó- ast alt. Ein lyft fyri Harry Potter og spøkilsir. Tað hevði ikki verið so galið, um har var ein lyft. Hon skuldi bara eisini tikið rørslutarnað og illa gongd. Fleiri hava eisini gjørt vart við, at har átti ein lyft at verið. Í álitinum Ment- an og list, sum kom út í 2000 stendur um Býar- bókasavnið at "tað er beinleiðis skomm, at eldri og rørslutarnað eru úti- hýst frá hesi týðandi al- mennu tænastuni." Hóast Tórshavnar kommuna, er væl vitandi um, at rørslutarnað og illa gongd ikki sleppa inn á býarbókasavnið, so skrivar hon á heimasíðuni: "Býar- bókasavnið er fyri øll – børn og vaksin. Øllum stendur í boði at nýta savn- ið ókeypis, eisini fólki, sum býr ikki í Havn." Býarbókasavnið verður nógv brúkt. Eini 60.000 vitjanir eru um árið. Eitt so stórt vitjunartal sigur, hvussu stóran týdning bókasavnið hevur fyri borgaran. Um Tórshavnar kommuna skal gerast ein kommuna fyri øll, so er alneyðugt, at vit hugsa um tey rørslutarnaðu og illa gongdu. Vit eiga bein- anvegin at fáa eina lyft á býarbókasavnið. Eisini eiga vit at gera eina ætlan, sum greitt sigur, hvussu vit gera Havnina og alla kommununa til eina kommunu har rørslutarn- að kunnu ferðast ótarnað allastaðni. Tað kann vera, at Harry Potter og onnur ferðast við lyftini á Býarbókasavnin- um. Vit deyðiligu sum hava førleikan kunnu brúka trappurnar. Men tey rørslutarnaðu og illa gongdu eru dømd til at standa við langtandi eyg- um og síggja okkum ótarnaðu ganga trapp- urnar. VAL04 Johan Mortensen Valevni Tjóðveldisfloksins til Býráðið Hvønn dag spyrja foreldur til fánýtis um arbeiði fyri teirra ungu sum ikki ganga í skúla. Onki arbeiði er til hesi gloymdu ungu í Havn. Harmuligt, hvussu søt er ikki hin fyrsta vikulønin Komi eg í Býráðið skulu fleiri arbeiðspláss útvegast ungum Havnaborgarum. Gloymda ættarliðið og hin fyrsta vikulønin VIÐMERKINGAR Sum fanin lesur bíbliuna Hannis Egholm Í oddagrein hósdagin hevur blaðstjórin á Dimmalætting eina heldur enn ikki marg- háttliga útlegging av sakar- málinum millum Team 85, sum Dimmalætting eigur (!), og Tjóðveldisflokkin um m.a. tiltiknu lýsingina í Sosialinum undan næst- seinasta løgtingsvali. Greinin er ein løgin blanding av politikki, løg- frøði og privatum handils- áhugamálum. Hvussu blað- stjórin kemur til sínar nið- urstøður, má hann helst sjálvur vita - fyri onnur er tað púra óskiljandi, men til hendan partin kann onkur annar enn eg kanska gera meira nágreiniligar við- merkingar. Av tí, at Ingi Samuelsen dregur meg persónliga upp í hendan ellibitan, kenni eg meg noyddan til at koma við nøkrum viðmerkingum. Ingi skrivar, at "Í sakarmál- inum kemur greitt fram, at tað var táverandi kreativi leiðarin í Team 85 (eg!), sum hevði ábyrgdina av mistakinum." Hvussu Ingi kemur til hesa niðurstøðu skilji eg slett ikki, tí vitnifrágreið- ingarnar frá rættarmálin- um, tvs. bæði mín egna og aðrar, vísa greitt, at so er ikki. Mistakið er heilt ein- falt og bara, at lýsingin ikki varð send kundanum/flokk- inum til góðkenningar, áðr- enn hon varð send Sosialin- um. Varð hon tað, so hevði flokkurin antin vrakað hana, ella góðtikið hana og staðið við ábyrgdini. Eg eri fullvísur í, at flokkurin hevði vrakað hana og sett eina aðra í. Allar lýsingar eiga og skulu góðkennast av kund- anum, sum serkøna vitnið eisini sigur í rættarmálin- um, og tað varð hendan lýsingin ikki. Eg var sjúkur tann dagin lýsingin varð gjørd og send til Sosialin, og eri tískil ikki tann, sum setti lýsingina upp og for- sømdi góðkenningarskyld- una. Tað var onkur annar á Team 85, ið gjørdi mis- takið. Hetta verður eisini staðfest í sakarmálinum. Orsøkin til, at Team 85 kortini vann sakina er, at missur ella skaði av lýsing- ini ikki kundi staðfestast. Síðani fer hugflogsríki blaðstjórin í holt við eitt ordans bryggj um mín leik- lut sum "aktivur innan Tjóðveldisflokkin", og hvussu tað ávirkar alt málið og mína tilveru eftir, at eg segði upp á Team 85. Hvør ætlanin er við hesum hug- leiðingum, veit eg ikki, men eg kann bara staðfesta, at mistakið førdi til eitt álitisbrot millum Team 85 og kundan, og meðan leiðslan á Team 85 varð drigið í rættin, so varð eg afturbiðin. Onkursvegna má hetta siga nakað um, hvar kundin/flokkurin plas- erar ábyrgdina fyri mistak- inum. Eg eri ikki bangin fyri at viðganga mína støðu sum tjóðveldismaður, men má samstundis sláa fast, at endaliga viðmerkingin hjá blaðstjóranum á "óheftu og álítandi" Dimmalætting um, at "í politikki eins og í kærleika eru jú ongar regl- ur galdandi" fullkomiliga mugu standa fyri hansara egnu rokning. At hann ong- ar reglur hevur í sínum pol- itiska arbeiði, vísir hann greitt í oddagreinini. Hvat kærleikanum viðvíkir, kann eg ikki lata vera við at hugsa: "Stakkals kona!" Veganetið dagførast í Kollafirði Hans Jákup Simonsen Valevni fyri Javnaðar- flokkin til Tórshavnar Býráð Tað hevur leingi verið tørvur á grundstykkjum í Kollafirði, men synd er at siga, at tað hevur gingið skjótt hjá sitandi býráði at stykkja út í Kollafirði. Eg vil arbeiða fyri, at grund- stykkir til eina og hvørja tíð eru tøk til tey, ið vilja búseta seg í Kollafirði. Tó er umráðandi, at man fer soleiðis fram, at man í so stóran mun sum møguligt tekur atlit til, hvat er dyrk- að lendi og ikki, heldur enn at trumla fram uttan atlit til nakað ella nakran. Eisini má man stykkja út í sma- úm ymsa staðni í bygdini, soleiðis at tey, ið vilja byggja Norðuri í Sundum sleppa tað, og tey, ið vilja byggja á Signabø ella aðra- staðni sleppa tað. Eitt er grundstykkir, men veganetið má so sanniliga eisini dagførast, so tað passar til ferðsluna. Vega- netið í Kollafirði er sum er rættiliga niðurslitið og enntá beinleiðis hættisligt í støðum. Hetta má fá-ast í rætt lag, skal nakað skil vera í. Ikki minst nú nýggj- ar útstykkingar standa fyr framman. Gongubreytir mangla flestu staðni og er tað ikki sørt løgið, at longsta bygd í Føroyum bert hevur ein gonguteig tvørturum vegin. Her er ikki væl lagt til rættis. Eitt nýtt býráð eigur at leggja til brots beinavegin við dagføring av øllum veganetinum í Kollafirði, so tað passar til tann tørvin, ið longu er og ikki minst fer at koma við nýggju útstykkingunum. VAL04 VAL04 Sambandsflokkurin, sum oftast er stinnur á býráðsvalinum í høvuðsstaðnum, hev- ur sambært kanning- ini lítla undirtøku millum tey ungu í Havnini BÝRÁÐSVALIÐ Jan Müller Í dag stendur býráðsvalið í Føroyum í skugganum av amerikanska forsetavalin- um. Men tað er bara ein vika, inntil føroyingarnir skulu til valborðini. Týs- dagin 9. november eru bý- ráðsval á skránni. Einki hevur verið at hoyrt um veljarakanningar undan býráðsvalunum, og í nógv- um førum ber illa til at gera kanningar, tí uppstillingin er ikki flokspolitisk, og ofta er heldur talan um persóns- val enn floksval. Men í kvøld verður eitt blað borið í húsini í høv- uðsstaðnum, sum 2. ð í Hoydølum hevur gjørt í sambandi við býráðsvalið. Í tí blaðnum er ein kanning, har ein kanning er gjørd um, hvat tey ungu ætla sær at velja. Spurt verður eitt nú um, hvønn flokk tey ungu ætla sær at velja, og hvønn tey vilja hava at vera býráðs- formann. 215 næmingar, sum ganga í 2. HH á handilsskúlanum í Havnini, og sum ganga í 1. HF og 3. s í Hoydølum vórðu spurd- ir. Hetta er ein ikki so lítil partur av teimum, sum týs- dagin fyrstu ferð skulu velja. Samlaða talið av teimum, sum fyrstu ferð fara á býráðsval týsdagin, er 3000. Av hesum skulu 900 velja til býráðsvalið í høvuðsstaðnum. Bert tey, sum eru millum 18 og 21 ár, eru við í kanningini. Tjóðveldið størst Fleiri upplýsingar eru at finna í blaðnum, sum verð- ur borið út í kvøld. Sosial- urin hevur kortini fingið úrslitið av floksbýtinum. Tjóðveldisflokkurin eig- ur størstu undirtøkuna mill- um tey, sum í høvuðsstaðn- um skulu á býráðsval fyrstu ferð. 29 % ætla sær at velja Tjóðveldisflokkin. Fólka- flokkurin eigur 25 og Javn- aðarflokkurin 20 prosent av atkvøðunum hjá teimum ungu. Sambandsflokkurin eigur ikki serliga dygga undirtøku millum tey, sum skulu velja fyri fyrstu ferð. Sambært kanningini ætla bara 10 % av seta krossin fyri Sambandsflokkin. Miðflokkurin eigur 5 % og Sjálvstýrisflokkurin 2 % av atkvøðunum. Enn tykjast vera ungar atkvøður, sum ganga leys- ar. 14 prosent av teimum ungu høvdu ikki tikið støðu, hvønn tey skuldu velja, tá ið kanningin varð gjørd. Kanningin varð gjørd í fystu vikuni av oktober. Tá var valstríðið ikki rættuliga byrjað. Síð- ani hevur nógv verið skriv- að og rikið á annan hátt. Tí er væl hugsandi, at myndin kann vera broytt, men tað man neyvan vera nakar ivi um, at onkrar ábendingar eru í kanningini. Tjóðveldið størst millum tey ungu Blaðið við veljarakanningun- um í, sum verður borið í hvørt hús í høvuðsstaðnum C M Y K 13 12