týsdagur 2. november 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 209 - 2. november 2004
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Mánadagin 1. nov-
ember var minning-
ardagur teirra sjó-
látnu hildin kring
landið. Minningar-
hald var eisini á
Sjómansheiminum í
Havn og løgmaður
legði krans við
minnisvarðan í
viðalundini
MINNINGARHALD
Alla halganna dag, 1. nov-
ember, vóru minningarhald
hildin við teir ymisku
minnisvarðarnar og í kirkj-
um og samkomuhúsum
kring landið.
Eins og undanfarin ár var
samkoma á Sjómansheim-
inum í Havn, har Jóannes
Eidesgaard, løgmaður, og
Jóannes Fonsdal, prestur,
hildu minningarrøður.
Kl. 20 var mánakvøldið
varð minningargudstænasta
í Havnar Kirkju.
Vit prenta her røðuna hjá
Jóannesi Eidesgaard, løg-
manni:
Tað eru tveir dagar í
menniskjalívinum,
sum
fram um aðrar hava verið
mintir. Tann fyrri er navna-
dagurin – í kristnari tíð
dópsdagurin.
Ikki fyrr enn eitt menn-
iskja hevði fingið navn, var
tað satt menniskja á tann
hátt, at tað var vorðið eitt
EG, sum livdi andlit til
andlits við onnur menn-
iskju – eitt TÚ.
Og tann seinni er deyða-
dagurin. So langt aftur í tíð-
ina, vit kunnu koma, hevur
deyðin verið umgyrdur av
ymiskum siðum. Tað er
helst ongastaðni, at deyðin
ikki hevur havt sínar siðir.
Leita vit aftur í ta elstu
kristnu tíðina, so vita vit, at
fólk savnaðist við grøvina
og til dømis tendraðu ljós
ella á onkran hátt marker-
aðu deyðadagin.
Á Karla Magnusar tíð var
vanligt at halda 1. novemb-
er sum allahalgannadag.
Frá ár 1169 hevur dagurin
verið hildin sum ein av
teimum stóru halgidøgun-
um, tá so at siga allir minn-
ingardagar um tey deyðu,
vóru savnaðir í ein stóran
dag.
Eftir trúbótina datt dag-
urin so við og við burtur
sum halgidagur, men hann
livdi framvegis í manna-
minni. Og júst mannaminn-
ið hevur eyðkent føroying-
in. Mentan okkara í gleði
og sorg er munnborin ætt
eftir ætt, øld eftir øld.
Tey, ið minnast krígsárini
og fylgjurnar av teimum,
minnast skip og manningar,
ið ongantíð komu aftur.
Tey yngru hava ikki upp-
livað kríggið, men tey hava
hoyrt lagnusøgur. Hetta tíð-
arskeið og onnur við eru
fest á blað fyri eftirtíðina
júst við hesum endamáli –
at minnast – eins og vit
gera í dag á minningardegi
teirra sjólátnu.
Krígsárini settu so mikið
djúp spor í føroysku fólka-
sálina, at eftir krígslok varð
avgjørt at minnast teir, sum
fórust í yrki sínum á sjón-
um. Tá varð avgjørt at taka
uppaftur tann gamla minn-
ingardagin fyri teimum
deyðu, og tað var so gjørt,
er mær sagt, í 1949.
Tjóð okkara hevur tveir
almennar flaggdagar, har
flaggað verður á hálvari
stong, langa fríggjadag og
allahalgannadag.
Annar
syrgir Drottin Mikla og hin
syrgir fólk okkara, ið fórst
so bráddliga.
Runt um landið bera
minnisvarðarnir sítt tigandi
vitni um lagnu á sjónum,
um skip, sum fórust og
menn, sum ikki komu aftur.
Hesi súmbolsku tjóðar-
virði, flaggið, minnisvarð-
arnir og allahalgannadag-
urin savnar tjóðina í tignar-
ligari samkenslu við øll tey,
ið hava mist.
Hesi 55 árini hevur bert
eitt ár skarað framúr, at
eingin maður er farin.
Heldur hava vanlukkurnar
myndað henda dag, og av
teimum stóru kunnu her
nevnast Stella Argus, sum
fórst í 1957 og Sjóborgin,
sum fórst so nýliga sum í
1998.
Tó at ein vanlukka kann
fevna um fleiri ella færri
mans, so kennist hon altíð
hørð, har hon rakar. Tí sorg
er altíð persónlig, hon sker
djúpt í merg og bein og
setur merki eftir seg fyri
lívið hjá teimum avvarð-
andi.
Tað er í hesum skifti
millum gleði og sorg at
Jákup Dahl hevur týtt sálm-
in hjá Kingo: »Onga tíð er
frá mær váði«, har hann í
seinastu ørindunum sigur:
Nú í kúri, nú í kæti,
nú á grúgvu, nú í sæti,
oftast stór mín óró er,
altíð trúgvin ugga ber.
Sorg og gleði saman
fylgjast,
Søtt og beiskt er bland mær
lutast,
blandað mær í lívsins skál,
slíkt er alt mítt ævimál.
Gráti eg á nátt og degi,
hjálp mær Jesus, at tín
gleði
yvir synd og sorgum má
altíð yvirlutan fá.
Tað er hetta beiska blandið,
ið er felags lagna okkara og
samanhald okkara.
Aftur í ár hevur sorgin
rakt. Aftur í ár hava vit mist
á sjónum. Aftur í ár sita
avvarðandi eftir í sorg og
sakni um teir, ið ikki vunnu
upp land.
Nærleikin við ætt og
vinir og nærumhvørvið í
Føroyum skapa grundarlag
undir eini fólkasál, ið ber
byrðar hvør hjá øðrum, ið
samkennir og syrgir saman
við teim syrgjandi.
Vit kunnu ikki syrgja fyri
tykkum, sum hava mist;
men Føroya fólk vil standa
saman við tykkum og vísa
sín stuðul við at geva
okkum í løtuni saman við
tykkum.
Við hesum orðum vil eg
vegna Føroya landsstýri og
alt fólk okkara vísa tykk-
um, ið mist hava, djúpastu
samkenslu í stóra sakni og
sorg tykkara.
Í virðing reisa vit okkum
og minnast í tøgn teir farnu:
Friður veri við minni teirra.
Dagurin
2. oktober.Alla sálna dagur. Umleið ár 1000 kemur
í tann siður at halda minningardag fyri øll, sum farin
vóru, og als ikki bara fyri halgimennini
Minningarhald teirra sjólátnu:
Sorg er altíð persónlig og sker djúpt
Gudmund Isfeld, Tórs-
havn, 65 ára gamal,
fórst við bátinum Hellu í
Nólsoyarfirði 7. januar
2004
Jens K. Justinussen,
Leirvík, 54 ár,
druknaði á Havnarvág 7.
februar 2004.
Hans Olaf Johannessen,
Klaksvík, 50 ár
doyði 1. mars 2004 um-
borð á »Kvikki«
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, leggur krans við minnisvarðan í viðarlundini
Mynd: Jonhard Hammer
Jóannes Fonsdal, prestur, við minnisvarðan
Mynd: Jonhard Hammer
Mynd: Jonhard Hammer
15
14
Nr. 209 - 2. november 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Sunnudagin 31.
oktober sigldi Sámal
Jákup Hansen, skipari
á strandfaraskipinum
Dúgvuni, fyri sein-
astu ferð um Leirvíks-
fjørð, eftir at hava
siglt sum skipari hjá
Strandfarskipum
Landsins í samfull 34
ár
Fríggjadagin var ein lítil
samkoma umborð á Dúgv-
uni, tá Kristian Davidsen,
stjóri á Strandfaraskipum
Landsins, saman við Regini
Vágadal, rakstrarleiðara, og
Páll Heinesen, starvsfólka-
leiðara, hildu røður og
takkaðu Sámal Jákupi fyri
tíðina.
Sunnudagin segði mann-
ingin farvæl við ein góðan
døgurða umborð á Dúgv-
uni.
Sámal Jákup er 67 ára
gamal og klaksvíkingur.
Hann tók stýrimansprógv í
1960 og skipsføraraprógv í
1967.
Hann sigldi við skipum
hjá Kosangass frá 1960, til
hann fekk fekk starv hjá
Strandferðsluni í 1970.
Fyrst sigldi hann við
»Pride« til 1972, tá hann
bleiv skipari á gomlu
»Ternuni« og frá 1980 við
nýggju »Ternuni«. Í 1982
bleiv hann skipari á »Teist-
anum«, har hann var í 14 ár.
Síðan 1996 hevur Sámal
Jákup fyri tað mesta siglt
um
Leirvíksfjørð
við
Dúgvuni.
Hesi árini hevur hann
eisini havt ymiskar aðrar
uppgávur, t.d. hevði hann
uppsýn við vaktarskipinum
»Tjaldur« ið varð bygt í
Svolvær í Lofoten, og var
hann við til at sigla skipið
heim í 1976.
Sámal Jákup sigur, um
hesi árini hann hevur siglt
sum skipari, at tað hevur
verið ein spennandi og
innihaldsrík tíð, serliga
árini við »Teistanum«, teir
sigldu t.d í Karibien og í
Álandi, og millum Åbenraa
og Echenførd í Týsklandi,
eisini avloystu teir á innan-
landsrutum í Danmark,
millum Ebeltoft og Sjæl-
lands Odde og millum
Grenå og Hundested.
Hóast honum hevur dámt
væl, gleðir Sámal Jákup
seg til at kunna taka sær av
løttum fyrstu tíðina. Hann
hevur annars nokk at takast
við, hús, neyst og bát, alt
skal haldast við lika.
Sámal Jákup er sonur
Linu, f. Johansen, vanliga
nevnd Lina í Ánunum, hið-
ani hon var ættað, og Thor-
vald
Hansen,
vanliga
nevndur Thorvald í Ídni, í
Klaksvík.
Hann
er
giftur
við
Hannu, f. Simonsen, úr
Klaksvík, dóttir Veru, f.
Petersen, úr Keypmanna-
havn, og Símun Simonsen,
vanliga nevndur Símun á
Gørðum, í Klaksvík.
Hanna og Sámal Jákup
eiga fýra børn, Thorvald,
sum býr í Klaksvík, Vivian,
Lina og Símun, búgva øll í
Danmark. Ommu- og abba-
børnini eru 8 í tali.
Hósdagin fara Hanna og
Sámal Jákup við Norrönu
til Danmarkar at vitja fam-
iljuna.
Sámal Jákup Hansen, skipari:
Havt sína seinastu vakt hjá Strandferðsluni
Leivur Andreassen
vanliga kallaður Leivur í Ullvøruhúsinum
andaðist í heiminum 30. oktober, 81 ára gamal.
Kistan fór úr heiminum og oman í Ebenezer
kl. 18 mánakvøldið 1. november.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer
týsdagin 2. november kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Kirstin, Maria og Jens
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum
gleddu meg á 90 ára degnum við gávum,
blómum, fjarritum, kortum og telefonupp-
ringingum.
Og ein hjartans tøkk til børn, svigarbørn,
abba- og langabbabørn, sum gjørdu alt so
hugnaligt fyri meg við sangi og talum.
Harrin signi tykkum øll.
Heilsan Jóhannes Miðberg, Vestmanna
Sunnudagin 31. oktober 2004 sigldi Sámal Jákup Hansen fyri seinastu ferð sum skipari við Dúgvuni um Leirvíksfjørð. Myndin er tikin á brúnni seinasta
arbeiðsdagin
Mynd: Magnus Gunnarsson
Manningin sigur farvæl við á skiparan á teirra vakt, aftara rað f.v. Pauli Magnussen,
yvirstýrimaður, Sámal Jákup Hansen, skipari, Debes Christiansen, dekkari, John Jacobsen,
maskinstjóri, fremra rað f.v. Regin Kunoy, 1.maskinmeistari, Durita Joensen, kioskdama, Jógvan
Joensen, 1. stýrimaður, og Símun Dam, dekkari
Mynd: MF Dúgvan
C
M
Y
K
14