Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. november 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 209 - 2. november 2004 Nr. 209 - 2. november 2004 17 Erna Háberg – Fólkaflokkurin 1) Fyrireikaði tú teg øðrvísi til hendan valfundin? Vit fingu eitt upplegg frá fyrireikarunum, og tað helt eg meg til. Evnini, ið fyri- reikararnir høvdu valt, eru øll øki, sum eg brenni fyri. 2) Væntar tú, at slíkir fundir verða framyvir? Tað dugi eg ikki at siga. Tað er helst rættast at spyrja áhoyrararnar tann spurningin. 3) Eiga vit at sameina trúgv og politikk? Eg haldi ikki, at kristindómur hevur brúk fyri poli- tikki, men politikkur hevur hinvegin brúk fyri krist- indómi. Tað er ómetaliga torført at skilja økini at. 4) Er kjakið øðrvísi á slíkum valfundum? Eg má siga, at eg havi verið til valfundir, ið ikki hava verið eins sakligir sum hesin. Tað ávirkar møguliga valevnini, at vit eru í einum samkomu- húsi, og politikararnir vanda sær møguliga meira um orðini Heðin Mortensen – Sambandsflokkurin 1) Fyrireikaði tú teg øðrvísi til hendan valfundin? Eg setti ikki so nógva tíð av til fyrireiking hesa ferð, tí eg visti nøkunlunda, hvørjar spurningar eg vænt- andi fór at fáa, og sum vænta vóru nógvar spurn- ingar innan sonevndu bleytu virðini. 2) Væntar tú, at slíkir fundir verða framyvir? Tað kann gott verða, tí hesar tríggjar samkomurnar hava latið dyrnar upp fyri øðrum at royna slíkar fundir. Slíkir fundir eru upplagt høvi hjá samkom- um at seta spurningar á røttum stað heldur enn eitt nú at samskifta gjøgnum teldur og brøv. 3) Eiga vit at sameina trúgv og politikk? Nei, tað haldi eg ikki. Eg haldi eisini, at fundurin prógvaði, at tað ber til at tosa um onnur øki enn júst tey, ið snúgva seg um politikk og átrúnað. 4) Er kjakið øðrvísi á slíkum valfundum? Ja, tað er eitt sindur øðrvísi. Tað er meira avslapp- að, og tú fekst tíð at svara upp á allar spurningar. Á øðrum fundum er tónin vanliga hvassari. Tórfinn Smith – Javnaðarflokkurin 1) Fyrireikaði tú teg øðrvísi til hendan valfundin? Nei, tað haldi eg ikki. Vit fingu eitt upplegg frá fyri- reikarunum um samband- ið millum samkomur og býráðspolitikk, og tað hil- du vit okkum til. 2) Væntar tú, at slíkir fundir verða framyvir? Tað rokni eg við, tí hví skulu samkomur ikki skipa fyri politiskum fundum? Tey eru jú ein partur av samfelagnum sum øll onnur. Eg haldi eisini, at fundurin í kvøld prógvaði, at hetta slagið av fund- um riggar væl. 3) Eiga vit at sameina trúgv og politikk? Nei, tað haldi eg ikki í prinsippinum. Hatta er ein ótrúliga persónligur spurningur, og tað veldst væl eisini um, hvussu tú definarar tað at blanda trúgv og politikk saman. 4) Er kjakið øðrvísi á slíkum valfundum? Nei, tað haldi eg ikki. Eg haldi ikki, at umhvørvið hevði við sær, at fundurin gjørdist øðrvísi. Carl August Arge – Sjálvstýrisflokkurin 1) Fyrireikaði tú teg øðrvísi til hendan valfundin? Ja, eitt sindur, tí talan var um eitt øðrvísi tiltak. Eg hevði sett mær fyri, at eg vildi ikki vera við til, at blandingin av politikki og trúgv gjørdist óheppin. 2) Væntar tú, at slíkir fundir verða framyvir? Tað trúgvi eg næstan, tí vit kenna úr søguni, at kirkjan hevur verið nýtt til meira verðslig tiltøk, og hví skulu samkomurnar so ikki tað? 3) Eiga vit at sameina trúgv og politikk? Tað er ringt at svara. Eg má siga bæði ja og nei. Eg haldi ikki tað er rætt, at politikarar ganga og missiónera við bíbliuni í hondini, men tað er hin- vegin ein sannroynd, at andaliga lívið og trúgvin er við okkum alla staðni. Okkara hugburður er bygd- ur á etikk og moral, og tann hátt sameinast poli- tikkur og trúgv. 4) Er kjakið øðrvísi á slíkum valfundum? Eg haldi ikki tað var so nógv øðrvísi, og eg gjørdist faktiskt eitt sindur bilsin av, at tað ikki var størri munur. Leivur Hansen – Tjóðveldisflokkurin 1) Fyrireikaði tú teg øðrvísi til hendan valfundin? Nei slettis ikki. Eg fyri- reikaði meg sum vanligt. 2) Væntar tú, at slíkir fundir verða framyvir? Ja, tað er tað líkt til. Vit fingu eina bita aftaná fund- in, og tað tóktist sum um fyrireikararnir vóru væl nøgdir. 3) Eiga vit at sameina trúgv og politikk? Nei, eg haldi ikki at politikkur og trúgv skulu blandast beinleiðis. Tú kanst kortini hinvegin siga, at alt í politikki er bygt á okkara kristnu uppaling, so á tann hátt eru politikkur og trúgv blanda sam- an. 4) Er kjakið øðrvísi á slíkum valfundum? Tað kanst tú siga, tí valevnini fóru ongantíð í kroppin á hvørjum øðrum. Høvdu vit verið í einum øðrvísi umhvørvi, kann hugsast, at tónin var hvass- ari Jenis av Rana – Miðflokkurin 1) Fyrireikaði tú teg øðrvísi til hendan valfundin? Nei, tað haldi eg ikki. Eg og Charlotta (á Vali, blðm.) vóru saman ein tím a áðr- enn og tóku uppleggið ígjøgnum. 2) Væntar tú, at slíkir fundir verða framyvir? Ja, tað bæði vóni og vænti eg. Tað er ein dreymur hjá okkum, at tey trúgvandi gerast so virkin, at vit eisini kunnu skipa fyri fleiri politiskum fundum. 3) Eiga vit at sameina trúgv og politikk? Eg má bara spyrja, hvør hevur skilt økini at? Økini hoyra náturliga saman, og tað vildi verið ein synd at skilt økini at. 4) Er kjakið øðrvísi á slíkum valfundum? Tað er ein himmalvíður munur, tí valevnini tykjast at leggja bond á seg. Kjakið var bæði sakligt og virðiligt, og tað ert tú ikki altíð vanur við á polit- iskum fundum. Tað var langt ímillum speisku álopini á val- fundinum í Filadelfia sunnukvøldið. Polit- ikararnir vóru óvan- liga spakir og sakligir. Heldur øðrvísi val- fundurin var bæði lættur og stuttligur POLITISKUR FUNDUR Í FILADELFIA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Eingin spældi upp á trummu- settið. Tað stóð bara har og blómaði. Tað var ikki eitt møti. Tað var kanska heldur ikki ein ordiligur valfundur. Hóast endaspurturin í valstríðnum til kommunu- valið er farin í gongd, so var alt tann reina hampulig- heit og fordragiligheit, tá ið veljarafundur varð í Fila- delfia sunnukvøldið. Politikararnir skikkaðu sær óvanliga væl, tá ið teir komu í samkomuhúsið. Eingin eiður fall, eingin rópti, orðaskiftið var sak- ligt og stuttligt til tíðir. Ikki kann sigast, at val- evni við tilknýti til sam- komulív stóðu aftast í kø- ini, tá flokkarnar í Havn høvdu valt síni umboð á veljarafundinum í Filadelf- ia sunnukvøldið. Tað ber heldur ikki til at siga, at valevnini fjaldu beinleiðis, at høvdu tilknýti ella høvdu havt tilknýti til eitt nú KFUK ella í sínari tíð vóru á dreingjafundum hjá Álv- hegg í KFUM. Um limirnir í Filadelfia, Evangeligihúsinum og Meinigheitini í Hoyvík høvdu avtalað framman- undan, at heitu etisku spurningarnir skuldu fáa frið hetta sunnukvøldið skal verða ósagt, men hvørki skrásett parlag ella fosturtøku vórðu tikin upp á tungu á fundinum. Hin- vegin varð røtt um ger- andisspurningar sum eldra- økið, barnagarðar, orku og musikkskúlan. Ósvaraðir spurningar Fyrireikararnir høvdu und- an fundinum givið flokk- unum eitt upplegg, sum flokkarnir vórðu bidnir um at svara. Tær tríggjar sam- komurnar vildu hava at vita frá politisku flokkunum í Havn, hvørja støðu teir høvdu til kristnar frískúlar, barnaansing í samkomum og um fíggjarligan stuðul til arbeiðið hjá samkomum. Hóast upplegg var rætti- liga ítøkiligt, valdu flestu flokkarnar at snúgva seg undan hesum spurningum. Endamálið við fundinum var at fáa eitt orðaskiftið í lag um sambandið millum býráðspolitikk og samkom- ur, og tí kom eitt sindur dátt við, at áhugaverda upplegg- ið hjá Filadelfia, Evangelii- húsinum og Meinigheitini í Hoyvík ikki fekk drúgvari viðgerð á fundinum. Kjakið sunnukvøldið var óvanliga sakligt og siðiligt. Um kristiliga umhvørvið var við til at dempa annars vanligu hvøssu tungurnar hjá politikarunum skal verða ósagt, men tað var langt var ímillum álopini sunnukvøldið. Gamaní royndu Sjálvstýrisflokkur- in og Tjóðveldisflokkurin at skjóta sitandi samgongu niður, men ákoyringarnar fingu ongantíð verulig vind í seglini í hugnaliga um- hvørvinum. Teddy í hopla Hýrurin í Filadelfia sunnu- kvøldið var bæði lættur og stuttligur. Politiskir fundir bera ofta dám av at vera í so álvarsamir og keðiligir, men bæði orðstýrari, sam- komulimir og politikarar- nir dugdu væl at taka til, so hýrurin gjørdist góður. Orðstýraran, Sam Jacob- sen, leiðarin í Evangelii- húsinum Dánjal á Dul Jacobsen og ikki minst Theodor ella Teddy Peter- sen gjørdu sítt til, at áhoyr- arnar hugnaðu sær óført. Serliga Teddy Petersen var í hopla, og hóast hann hevur búð nógv ár í Havn, so hev- ur hann ikki heilt slept svarta skemtinum úr Suðuroynni. Politikarar gjørdu eisini sítt til, at fundurin ikki gjørdist tungur á nakran hátt. Teir fullu væl inn í lætta stemningin í Fila- delfia sunnukvøldið. Eftir fundin tók onkur til, at samkomurnar væntaðu at síggja fleiri nýggj andlit komandi sunnukvøld, tí valfundurin var so væl- eydnaður. Dróg út Tey í alt 12 valevnini komu til eina stúgvandi fullan sal í Filadelfia sunnukvøldið. Lagt var til brots klokkan 18, og stutt eftir klokkan 21 vórðu seinastu orðini søgd. Hóast fyrireikararnir løgdu nógv fyri at hava ein lættan stemning á fundinum, so dróg fundurin kortini út og áhoyrararnir møddust. Hetta sást eisini aftur, tí tá fundurin var av, var góður helmingurin farin til hús. Hvør flokkur hevði fyrst 10 minuttir og seinni 5 minuttir at greiða frá sínum sjónarmiðum. Fyrstu hálvi annar tímin fór tí við upp- leggum frá flokkunum, og síðan var møguleiki hjá áhoyrarum at seta spurn- ingar. Ætla fyrireikararnir at skipa fyri slíkum fundi aftur, áttu teir at umhugsa at stytt tíðina til uppleggini frá flokkunum, og møgu- liga átti orðstýrarin at stýrt við eitt sindur harðari hond, tá politikarar svaraðu spurn- ingum frá áhoyrarum. Siðiligt skemt á politiskum fundi Tvey umboð vóru fyri hvønn flokk. Á myndini síggjast Heðin Mortensen og Jóan Petur Johannesen fyri Sambandsflokkin og Katrin Dahl Jakobsen og Tórfinn Smith fyri Javnaðarflokkin Fólk í øllum aldri vóru á valfundi í Filadelfia. Hesin jassurin hoyrdi ivaleyst millum yngstu luttakararnar. Nógv fólk høvdu leitað sær á politiskan fund í Filadelfia sunnukvøldið C M Y K 17 16