Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. november 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 209 - 2. november 2004 Nr. 209 - 2. november 2004 19 ligar ferðaseðlar, um tey ferðast víðari við Maersk Air úr Danmark. Finn Øelund vónaði, at einir 15.000 føroyingar ár- liga fóru at nýta hendan møguleikan, segði hann í røðu síni. Hann endaði røðu sína við at takk teimum kund- um, sum flogið hava við Maersk Air hesi árini. Hann takkaði føroyskum og donskum politikarum, sum hava gjørt tað møguligt hjá Maersk Air at flúgva hesi árini. At enda ynskti hann Føroyum og Atlantic Air- ways góða eydnu við nýggju møguleikunum og vónaði skjótt at síggjast aftur á ferð niður í Europa. Mafgni Arge, stjóri á Atlantic Airways, rósti Maersk Air fyri tað arbeið- ið, felagið hevur gjørt í samband við flúgving til Føroya. Hann fegnaðist eis- ini um samstarvið, nú er gjørt millum flogfeløgini bæði. Finnbogi Niclasen, flog- vallarovasti tók eisini orðið á samkomuni. Hann nam við søguna hjá flogvølli- num og flúgving til og úr Vágum hesi árini, Maersk Air hvur flogið higar. Tá flogfarið hjá Maerska Air lætti av flogvøllinum í Vágum beint eftir middag leygardagin, endaði eitt 33 ára langt tíðar- skeið í flogsøgu Før- oya FLOGFERÐSLA Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vágar: Føroyar eru strik- aðar av rutunetinum hjá Maersk Air, eftir at felagið hevur flogið fast millum Danmark og Føroyar í meira enn 33 ár. Við seinasta rutuflogfari- num hjá Maersk Air úr Vágum umleið klokkan hálvgum eitt leygardagin, endaði eitt tíðarskeið í før- oyskari flogsøgu. Skipað varð fyri sam- komu í hangarinum á flog- vøllinum fyrrapartin, har umboð fyri Maersk Air og Atlantic Airways, sum nú einsamalt fer at røkja alla flúgving til og úr Føroyum, vóru til staðar. Stjórin í Maersk Air, Finn Øelund, segði í røðu sini, at høvuðsorsøkin til, at Maersk Air nú gavst við flúgving síni upp á Føroyar, partvís er, at leiðin er ein koncessiónsleið. Tað vil siga, at ikki er loyvt at kappast um prísir á leiðini, ella at tillaga kapasitetin eftir ynski. Ein onnur grund er tann stutti vøllurin, sum er í Vágum, ella sum Finn Øe- lund málbar seg: »...dels fordi der mangler et par meter ekstra på land- ingsbanen, så ruten kunne betjenes med B737-700 fly, som er det fly, vi ønsker vor flåde skal bestå i de nærm- este år.« Triðja orsøkin til,at Maersk Air gevst nú, er sambært Finn Øelund, at felagið kláraði ikki kapp- ingina við Atlantic Air- ways. Atlantic Airways hevur verið dugnaligt og tikið nógvar kundar frá Maersk Air, segði Finn Øelund í røðu síni. So hann sannaði gamla orðafellið, sum segii, at um tú ikki klárar at vinna á mótstøðumanninum er best at samstarva við hann. Og tað hevur Maersk Air so valt at gera, segði hann. Atlantic Airways og Maersk Air hava gjørt eina samstarvsavtalu, sum í høvuðsheitinum ber í sær, at ferðafólk úr Føroyum, sum skulu víðari suður í Europa, sleppa at keypa bí- Eitt tíðarskeið er endað Brandbiarnir á flogvøllinum gjørdu heiðursportur, tá Maersk flogfarið lendi seinastu ferð í Vágum Mynd: Jens Kr. Vang Manningin á seinasta Maersk Air flogfarinum í Føroyum. Tvær av flogternunum eru føroyskar Mynd: Jens Kr. Vang Á ársdegnum eftir at hann tók við sum stjóri í Maersk Air, steðgaði Finn Øelund Føroyarutuni hjá felagnum Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 19 18 Tað er sjálvgjørt, at Maersk Air hevur mist so nógvar kund- ar á Føroyaleiðini, at felagið nú noyðist at gevast at flúgva higar, ásannar stjórin í danska flogfelagnum FLOGFERÐSLA Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vágar: Tað var ein brølari av Maersk Air at fara undir bonusskipanina, har ferða- fólk kundu savna stig og soleiðis møguliga vinna eina ferð til eitt nú Athen ella Paris. Tað ásannaði Finn Øe- lund, tá hann á tíðindafundi í Vágum leygardagin fekk spurningin. Hendan skipanin, sum Maersk Air tá setti í gildi, varð beinanveg svarað aft- ur av Atlantsflogi, sum setti sína Súluskipan í verk. Tað gjørdi so, at fólk vórðu noydd at velja felag. Og føroyingar valdu Atlantsflog. Í so stórum tali, at tað veruliga merkt- iskt hjá Maersk Air. Tá tú fyrst hevur fingið eitt stempul í bonuskortið, er tað rættiliga ótaktiskt at fara at keypa ferðaseðil við øðrum felag á somu flog- leið. Tað sigur seg sjálvt. Og eingin ivi er um, at fólk, ið fyrr hava valt flogfelag, sum best bar til, fóru at ferðast við Atlantsflog burturav, eftir at hendan skipanin varð sett í gildi. – Jú, tað var ein brølari, sum týðuliga sást aftur í minkandi ferðafókatali, ásannaði Finn Øelund, stjóri í Maersk Air, tá hann var i Vágum og segði farvæl leygardagin. Feðgarnir Niels og Lars Helmøe Larsen vóru ávikavist skipari og stýrimaður á sein- asta Maersk Air flog- farinum, sum var á rutuferð í Vágum FLOGFERÐA Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vágar: Tað var ein rættilig familjuferð, tann seinasta, sum Niels Helmøe Larsen, flogskipari hjá Maersk Air, gjørdi til Føroya leygardag- in. Sum stýrimann hevði hann sonin Lars. Og mill- um feðrafólkini var um- framt konur og børn hjá teimum báðum, eisini fyrr- verandi stjórin í Statens Luftfartsvæsen, Børge Helmøe Larsen, sum er faðir skiparan og abbi stýri- mannin. Á samkomuni, sum hild- in varð í hangarinum leyg- ardagin, heiðraði Uni Danielsen, stjóri á Flogfelg Føroya, sum í fleiri enn 30 ár var aðalumboð hjá Maer- sk Air í Føroyum og øll árini, til Maersk Air gavst at flúgva, hevur avgreitt flogførini hjá felagnum í Føroyum, gamla skiparan hjá Maersk Air, sum nú leggur frá sær fyri aldur. Hesin seinasti túrurin hjá Maersk Air í Føroyum var eisini seinasta flogtúrurin hjá tí royndasta flogskipar- anum á Føroyaleiðini yvir- høvur. Niels Helmøe Larsen var fyrstu feðr í Føroyum sum stýrimaður á einum Ster- ling flogfari í 1970. Áðrenn Maersk Air byrjaði at flúgva higar. Síðan hevur hann flogið góðar 1.800 tímar aftur og fram millum Danmark og Føroyar. Seinnu árini hevur hann av og á havt sonin, Lars, við sær sum stýri- mann. Soleiðis var eisini hendan dagin, teir vóru og søgdu farvæl. Uni Danielsen handaði Helmøe, sum hann vanliga verður nevndur í Vágum, eina gávu, sum myndaði innflúgvingina yvir Sør- vágsfirði. Ein mynd, sum Helmøe kennir rættiliga væl, segði hann. Samkoma varð hildin í hangarinum í samband við, at Maersk Air gavst at flúgva til Føroya Mynd: Jens Kr. Vang Faðir og sonur í stýrihúsinum. Niels og Lars Helmøe Larsen vóru skipari og stýrimaður á seinasta túrinum hjá Maersk Air í Føroyum. Helmøe, sum skiparin vanliga verður nevndur í Vágum, hevur flogið meira enn 1.800 tímar á Føroyaleiðini Mynd: Jens Kr. Vang Feðgar á ferð Flogskiparin hevði familjuna við á seinasta túri sínum sum flogskipari Mynd: Jens Kristian Vang Ein brølari