týsdagur 2. november 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 209 • týsdagur • 2. november 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Seinastu
spurning-
arnir
avgreiddir
Seinasti dysturin um
upp- og niðurflyting
varð avgreiddur í farnu
viku.
Dysturin
stóð
millum
Skála,
sum
gjørdist næst aftust í
triðju deild og GÍ, sum
vann silvur í fjórðu
deild. Skála vann báðar
dystirnar, og halda teir
soleiðis fast um sessin í
triðju
deild,
meðan
gøtumenn mugu bíða í
øllum førum eitt ár, áðr-
enn hetta skal eydnast
teimum.
-jm
Skiftið hjá
Niclas
staðfest
Í farnu viku skrivðu vit,
at tað eftir øllum at
døma fór at eydnast B36
at knýta Niclas Niclasen
úr KÍ afturat besta hóp-
inum.
Fríggjadagin
kundi B36 so á heima-
síðu sínari staðfesta
skiftið. Soleiðis verður
tað helst hann, sum
saman við Pól Thor-
steinsson fer at manna
miðverjuna hjá B36
komandi kappingarár.
-jm
Útlending-
arnir hjá ÍF
verða
verandi
Tað hevur ikki verið
nøkur loyna, at fleiri av
føroysku fótbóltsfeløg-
unum hava ligið fram-
við eftir undirskriftun-
um hjá Ahmed Sylla og
Gunnar G. Nielsen, sum
í ár hava leikt fótbólt við
ÍF.
Soleiðis skrivaðu vit í
leygardagsblaðnum, at
B36 hevur sýnt leikar-
unum stóran áhuga. Og
sum skilst, so høvdu teir
báðir eisini hugt at um-
støðunum í B36.
Men tað skiftið verður
so av ongum nú. Úr
Fuglafirði eru boðini, at
leikararnir í dag hava
gjørt nýggjan sáttmála
við ÍF, har teir soleiðis
eisini fara at spæla fót-
bólt komandi kapping-
arár.
-jm
Føroyingar gott fótafesti í
toppinum
Horsens og Frem
fingu fult, meðan tað
eftir stinna kapping-
arbyrjan er gerandis-
dagur hjá Fremad
Amager og føroysku
spælarunum á Amag-
er, sum ikki eiga pláss
millum teir fyrstu
ellivu
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Tað gongur ógvuliga væl
hjá Horsens og Frem. Hesi
bæði feløgini eru á uppflyt-
ingar plássunum, og í viku-
skiftinum fingu tey bæði
fult. Johan Byrial Hansen
og Horsens vóru í Næstved,
har tað eydnaðist at vinna
sannførandi 3-1.
Mikukvøldið tapti Frem
2-0 á heimavølli móti
Skjold. Tað var í steypa-
kappingini. Leygardagin
hittust feløgini aftur. Tað
var í landskappingini og á
Eysturbrúgv, har Skjold
heldur til. Frem hevndi
tapið í steypakappingini so
dyggiliga. Teir vunnu ikki
minni enn 4-0. Jón Rói
Jacobsen var á vølllinum
allar 90 minuttirnar. Hann
taldist ikki millum mál-
skjúttarnar hesa ferð. Í 10.
minutti fekk hann gult kort.
Fremad Amager hevði
vitjan av Fredericia. Úrslit-
ið var málleysur javnleikur.
Eftir at teir eitt skifti vóru á
uppflytingarplássi,
er
Fremad Amager nú dottið
niður á sjeynda plássið,
men tað er ikki so langt
fram á triðja plássið. Hesa
ferð var eingin føroyingur
millum teir fyrstu ellivu.
Andrew av Fløtum varð
skiftur inn beinanvegin eftir
steðgin, og Hjalgrím Elttør
varð skiftur inn, tá ið tað
restaði eitt korter. Fram
ímóti dystarenda vildu teir
á heimaliðnum hava brots-
spark, tí Andrew av Fløtum
fór um koll, men tað var
dómarin ikki samdur við
teimum í.
SønderjyskE og Vejle eru
væl við í kappingini um
bestu plássini. Hesa ferð
vann Vejle 3-0 á heimavølli
móti HIK, sum í fyrstu
umførunum stóð seg óvan-
liga væl. Nú er HIK á sætta
plássinum — eitt pláss
frammanfyri
Fremad
Amager.
Fyrrverandi føroyski
landsliðsspælari ger
nógv um seg í Lyngby
DANMARK 2. DEILD
Jóannes Hansen
Tað gongst væl hjá Christi-
an Lamhauge Holst. Hann
er í álopinum hjá Lyngby,
sum spælir í triðju bestu
donsku deildini. Í fjør helt
Henrik Larsen, sum spælir
oldboys fótbólt í Lyngby,
har hann hevur sína dagligu
gongd, at Christian var ein
møguleiki
á
føroyska
landsliðnum, og hann varð
úttikin.
Í ár hevur Christian ikki
verið á landsliðnum. Men
hann hevur skorað nógv
mál fyri Lyngby, og aftur í
vikuskiftinum var hann í
brennideplinum. Lyngby
vann 4-1 á útivølli móti
Holsterbro, og Christian
Lamhauge Holst skoraði
tvey mál.
Ein
annar
gamal
kenningur
í
Føroyum
skoraði eisini í 2. deild í
Danmark.Karsten
From,
sum í fjør spældi bæði við
HB og NSÍ, spælir nú við
Kolding, og hann skoraði
einsamalla málið, tá ið
Kolding í vikuskiftinum
hevði vitjan av Glostrup
Tað er føroyskur dámur í toppinum av næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Johan Byrial er fastur maður á liðnum hjá Horsens,
sum er á odda í deildini. Nummar tvey er Frem, har Jón Rói verður mettur sum týðandi partur av stinnu verjuni
Kendir málskjúttar
21
20
Nr. 209 - 2. november 2004
Herfyri spældu átta
ára gamli Torstein og
nakrir av hansara
vinmonnum í einari
gamlari grund í Vest-
manna, tá Torstein
brádliga datt einari
fimm ella seks metrar
niður og lendi á sjógvi.
Torstein kom ótrúliga
væl frá óhappinum, og
fleiri eru tey, ið siga, at
mestur man ein
verndareingil hava
havt eyguni eftir
honum
ÓHAPP
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Torstein Paulason Bratta-
berg slapp við skrekkinum,
tá hann tann 21. oktober
kom út fyri einum óhappi,
sum kundi volt honum
stóra skaða. Meðan hann og
nakrir vinmenn spældu í
einari gamlari húsagrund,
datt hann brádliga út av og
lendi í sjónum einar seks
metrar niðriundir. Vanliga
er hella undir, men tíbetur
var flóð hendan dagin, so
sjógvurin tók tað mesta av
stoytinum, tá hann lendi.
Hann fekk nakað av skaða í
andlitið, men annars kom
hann væl frá fallinum.
– Júst hvat hendi, er ikki
heilt greitt, men har lá ein
planki, sum Torstein antin
hevur sett seg ella traðkað á,
og so fór hann sendandi út-
av, greiðir mamma Torstein,
Barbara Brattaberg, frá.
Í fallinum smekkaði Tor-
stein høvdið í sjálvan vegg-
in í grundini, og tá er hann
so svímaður. Sjálvur greiddi
hann frá, at hann svímaði, tá
hann datt, men vaknaði
aftur, tá hann lá í sjónum.
Hjálp var í nánd
Dreingirnir, sum vóru við
Torsteini, søgdu, at Torstein
sjálvur svam stutta teinin
inn á land, men hesum er
Torstein ikki samdur í.
Hann sigur, at tað kendist
um ein alda tók í hann og
flutti hann inn á land.
– Tað er sjálvandi torført
at siga, júst hvat og hvussu.
Hetta eru jú børn, sum vit
tosa um, og tey uppfata
uttan iva eina slíka støðu á
hvør sín hátt, heldur Bar-
bara fyri.
Men hvussu er og ikki, so
kom Torstein í øllum góð-
um upp á turt aftur.
Tað vildi so væl til, at
nakrir menn vóru til ar-
beiðis har í nánd, og vin-
menninir hjá Torsteini róptu
á teir og bóðu um hjálp.
Teir fingu fatur á drong-
inum, sum tá var illa skjøl-
aður, vátur, kaldur og
bløddi sera illa.
Við bili varð so farið úr
Vestmanna. Teir ringdu til
Paula, pápa Torstein, sum
arbeiðir í Havn. Avrátt varð,
at Pauli skuldi koyra ímóti
teimum. Við rundkoyring-
ina í Kollafirði hittust teir,
og Pauli tók sonin í sín bil
og koyrdi so beint á Lands-
sjúkrahúsið.
Ómetaliga heppin
Menninir í hinum bilinum
ringdu so til Barbaru og
boðaðu henni frá, at sonurin
og maðurin vóru á veg á
skaðastovuna. Barbara ar-
beiðir á Tjaldursapotekin-
um, og hon var ikki komin
út um Havnina, tá hon fekk
boðini. So hon koyrdi beint
á sjúkrahúsið og var har,
áðrenn Torstein og maðurin
komu.
– Eg bleiv ikki so bangin,
tí teir dugdu avbera væl at
siga mær, hvat var hent.
Teir løgdu mær eina við, at
tað sá nógv ógvusligari út,
enn tað í veruleikanum var,
greiðir Barbara frá.
Hon rósar bæði monnun-
um, sum komu Torsteini til
hjálpar og øllum á sjúkra-
húsinum upp um øll skýggj
fyri teirra fyrimyndarliga
góðu hjálp í sambandi við
óhappið hjá einasta sonin-
um hjá teimum.
Torstein varð liggjandi á
Landsjúkrahúsinum eina
nátt. Staðfest varð, at hann
ikki hevði fingið stóran
skaða.
Knoglin
undir
vinstra eygað hevði fingið
eitt knekk. Av tí sama var
hann sera hovin í andlitin-
um. Hann fekk eisini nakr-
ar pentir undir undirvørrini,
men tað var alt.
– Tá man hugsar um alt,
sum kundi havt hent, so
kunnu vit ikki siga annað
enn, at hann var ótrúliga
heppin, sigur Barbara.
Tað letur ikki til, at Tor-
stein fekk nakran ógvuslig-
an skelk av óhappinum. Ta
fyrstu náttina á sjúkrahúsin-
um droymdi hann eitt sind-
ur, men annars hevur hann
ikki havt órógv av fallinum.
Barbara heldur tó, at onkur
av vinmonnunum hjá Tor-
stein ikki høvdu tað so lætt
tær fyrstu næturnar aftaná.
– Tað hevur uttan iva ver-
ið ein ógvusligur skelkur
fyri teir at vera vitni til eitt
slíkt óhapp, sigur Barbara.
Torstein hevur ei heldur
trupulleikar við at fara aftur
á staðið, har óhappið hendi,
so har hevur hann longu
verið aftur fleiri ferðir.
Ótrúligur stuðul
Barbara sigur, at øll vita, at
óhappið er hent. Bygda-
fólkið í Vestmanna vísti ein
ótrúligan stuðul, sigur hon.
Flokkurin hevur verið á
vitjan, øll ringdu fyri at
spyrja, hvussu tað stóð til,
og sum sagt eru tað mong,
sum hava havt á tungu, at
ein Torstein hevur ein
verndareingil.
Talan var um eitt hendi-
ligt óhapp hendan dagin.
Børn spæla so nógv og
nógvastaðni, og her mundi
tað endað galið.
Barbara heldur ikki, at
tað veruliga er gingið upp
fyri henni enn, hvussu
heppin tey hava verið.
– Sjálvandi hugsar ein um
alt tað, sum kundi hent.
Hann kundi havt sligið seg í
á ein annan hátt og harvið
brotið seg nógv verri sund-
ur, heilaskjálvti og hvat veit
eg. Og um ongin flóð var, eg
tori næstan ikki at hugsa
tankan. Men tíbetur var
hansara tíð ikki komin, og
sigast má, at tá tað skuldi
vilja illa til, kundi tað hóast
alt ikki gingið betur. Tað eru
vit ómetaliga takksom fyri,
sigur Barbara Brattaberg.
Torstein hevur ein verndareingil
Knoglin undir vinstra eygað hjá Torsteini fekk eitt knekk, tá
hann smekkaði seg í. Hann var rættiliga hovin ta fyrstu tíð-
ina, men tað legði seg skjótt
Mynd: Jens K. Vang
Fallið hjá Torsteini var um
seks metrar ella so. Tíbetur
var flóð hendan dagin, og
tískil var stoyturin ikki so
harður
Mynd: Jens K. Vang
Pauli, Barbara og Torstein eru ómetaliga takksom fyri, at alt spældi so væl av við óhappinum
hjá Torsteini
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
20