Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. november 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 209 - 2. november 2004 23 Brakið í høllini á Hálsi sunnudagin vardi bara hálvan tíma. So setti Kyndil alt upp á pláss, og staðfestu við sannfør- andi avriki oddastøð- una í deildini HONDBÓLTUR Jákup Mørk Lagt var upp til stórdyst í Havn, tá fyrsta uppgerðin á árinum millum Kyndil og VÍF stóð á skránni. Um- framt at vera klassikarin í føroyskum manshondbólti, var hetta eisini oddadystur, og so skerst ikki burtur øll minnini, sum bæði leikarar og áskoðarar høvdu frá seinasta dystinum í farna kappingarárinum millum júst hesi bæði lið. Dejan og brotskøstini Fyrstu løtuna bendi eisini tann vegin, at talan skuldi gerast um eina undirhald- andi uppgerð. Kanska var spælið ikki so gott, sum tað vónandi verður seinni á árin- um. Óprovokeraðu mistøk- ini vóru nógv í tali, og yvir høvur tóktust liðini hava til við at finna eina leikferð, har leikararnir eisini megn- aðu at fylgja við sjálvir. Kanska var tað Kyndil, sum hevði leikligu yvirvág- ina, men tað var fyrst og fremst einum manni fyri at takka, at hendan ikki var umsett í mál. Dejan Lacok hevur verið mest sum flúgvandi í VÍF málinum hesu fyrstu umførini. Ikki minst hevur hann uppar- beitt ein mest sum ótrúligan statistikk í yvirlitinum yvir brotskøst, og hann sýndi enn einaferð, hví so er. Seks ferðir fingu Kynd- ils-menn møguleikan frá sjey metrum fyri steðgin, men bert í tí eina førinum eydnaðist at skora. Tríggjar ferðir megnaði Dejan við fótparadum at verja fyri, og tvær ferðir kendu leikarar- nir seg somikið kroystar, at teir sendu við síðuna av málinum. Í hinum endanum hevi Kyndil verið noytt at fremja útskifting. Johan Danielsen hevði verið sjúkur í vikuni, og tó at hann var í hópin- um, og eisini kom inn til okkurt brotskastið, so var ikki hildið ráðiligt at lata hann spæla. Í hansara stað høvdu venjararnir sett Zeljko Hornjak, sum í vetur er knýttur at Kyndli. Fyrst og fremst er ætlanin, at hann skal vera málmansvenjari, men hesaferð fekk hann so høvi at prógva, hvør dugur er í honum. Stinnir eykamenn Og illa ber til at siga annað enn, at hann tók av. Fyri steðgin tók hann ímóti tí, sum roknast kann við, at ein málverji ger, men eftir steðgin átti hann sín av- gjørda lut í, at munurin millum liðini tók at vaksa. Tað tóktist nærum líka- mikið, hvussu vestmenn- ingarnir royndu fyrsta kort- erið av seinna hálvleiki. Teir høvdu fyri tað fyrsta ómetaliga trupult við at sleppa inn um Kyndils- verjuna, og tá so loksins eydnaðist, so stóð Zeljko sum ein livandi múrur fyri teimum. Ikki endiliga við spektakulerum bjargingum, men aloftast stóð hann akk- urát har, sum hann skuldi standa, og so sær bjargingin ikki truplari út, enn tað sama. Tað man vera nakað í tráð við tað, sum Sorm P. sáli segði á sinni: »Kunst er at kunne – og når man kan, så er det ingen kunst«. Og so kann í øllum før- um staðfestast, at hóast onnur feløg – eitt nú VÍF – eisini hava sterkar málverj- ar, so man Kyndil í ár vera felagið, sum er best fyri í so máta. Johan Danielsen er uttan iva fremsti føroyski málverjin í løtuni. Zeljko, sum altso vardi málið hend- an dagin, stendur helst ikki minsta pettið aftanfyri hann, og so skal ikki gloymast, at triði málverjin í løtuni eitur Lars Black. Kyndil í fullari ferð Spakuliga fall spælið hjá VÍF soleiðis meira og meira sundir. Tað er sjónligt, at saknurin í Sámali Joensen er stórur, nú hann er úti við skaða. Ikki minst líður verj- an undir fráveru hansara, men eisini í álopinum verð- ur trýstið á hinar bakspælar- arnar alt ov stórt. Og tá Áki Olsen enn ikki er í nær námind dystarvenjing, megnar hann heldur ikki at skjóta mótstøðuverjuna sundur, soleiðis sum hann vanliga er maður fyri at gera. Og tá Finnur Hansson so fann útav, at brotskøst móti VÍF skulu skjótast uppi við, heldur enn niður móti beinunum á Dejan, dragnaði av álvara millum partarnar. So hevði tað minni at siga, at Finnur í fjórðu royndini var heldur fiksur, soleiðis at bólturin fór við síðuna av. Tá var sigurin vísur, og takt- fastu klappini frá grønu áskoðarunum rungaðu longu um høllina. Samanlagt gjørdist talan soleiðis um ein tryggan sig- ur til meistararnar, og sum dysturin tók skap, so er í løt- uni ilt at síggja, hvør veru- liga skal hótta teir. Besta boðið í so máta eru kanska hoyvíkingarnir. Teir vístu í øllum førum í fjør, at takið á júst Kyndli er sera gott, og nú teir eisini tykjast hava fingið tak á øðrum liðum, kann væl vera, at teir vera argastu kappingarneytarnir. Vestmenningar skulu tó ikki avskrivast. Teir plaga at vera fram við har, sum tað gongur fyri seg, og bara við hyggja eftir gongdini í fjør kann helst staðfestast, at teir vilja spæla til sein- asta bríkslið á kappingarár- inum hevur ljóðað. Kyndil-VÍF 28-22 (11-11): Meistararnir líkjast meistarum Ikki minst var tað í samspæl- inum millum verju og mál- verja, at Kyndil vann dystin. Her er tað Daniel Rápa, sum er hart kroystur av Janus Einar Sørensen og Finnur Hansson Mynd: Álvur Haraldsen Kyndil-VÍF 28-22 (11-11) Málskjúttar Kyndil: Finnur Hansson 8(3), Høgni Klein 6, Jacob Jónsson 5, Josef Abrahamsen 3, Hans Áki Dal Christiansen 3, Ragnar Stakksund 2 VÍF: Ingi Olsen 9(5), Agnar Joensen 4, Daniel Rápa 3, Harald Bjørgvin 2, Áki G. Olsen 2, Jákup S. Andreasen 2 Brotskøst: Kyndil 10, VÍF 5 Útvísingar: Kyndil 4, VÍF 2 Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Hansen. royndu frá byrjan at halda eina kontanta linju, og tó at tað var misjavnt, hvussu hendan eydnaðist, so varð endamálið rokkið, soleiðis at dysturin – hóast inten- sitetin – varð avgreiddur á ítróttarligu fortreytunum FAKTA UM DYSTIN 23 22 Nr. 209 - 2. november 2004 Jóannes skal venja AB AB hevur á heimasíðu sínari boðað frá, at Jó- annes Jakobsen kom- andi ár fer at verða venj- ari hjá besta mansliði felagsins. Jóannes var í fjør venj- ari hjá B36, har hann var við til at vinna silvur í bestu mansdeildini. Áður hevur hann verið venjari hjá VB, KÍ, HB og B68, og flesta staðni hava úrslitini verið heilt góð. Hetta er so fyrsta ferðin, at hann skal venja eitt lið í aðru deild, men stendur tað til argjamenn, so verður tann støðan helst bara galdandi í eitt ár. Símin Hansen aftur í B71 Í farnu viku kundi B71 staðfesta, at tað hevur eydnast felagnum at styrkja um hópin hjá besta liðnum. Símin Hansen hevur í hálvt annað ár leikt við AB, og í fýra dystum móti bar ndómsfelagnum eydnaðist honum at skora fýra mál móti B71. So tað er einki at ivast í, at sandoyingar fegnast um, at leikarin nú aftur í teirra parti. -jm NSÍ sett hjálpar venjara Á heimasíðu sínari hev- ur NSÍ boðað frá, at fel- agið hevur gjørt sátt- mála við Boga Lervig. Bogi skal vera í ar- beiðinum kring venjing- ar av fleiri liðum, men fyrst og fremst verður ábyrgdin at vera hjálpar- venjari hjá besta liðn- um. Bogi hevur áður havt ábyrgdina av besta liðnum hjá LÍF. -jm Neistin-KÍF 35-22 (16-11): Neistin tendraði Neistin-Tjaldur 39-17 (21-6): Einvegis ferðsla Bláa høvuðsstaðarfel- agið fekk fyrstu stig- ini á árinum, tá teir við stórsigri sendu KÍF avsatð við ongum HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Illa kann sigast annað enn, at tað hevur gingið av skriðjuni hjá besta mans- liðnum hjá Neistanum fyrstu umførini av hond- bóltslandskappingini. Hóast liðið tóktist hava fingið góðan styrk, so góvu fyrstu tríggir dystirnir eitt stórt null á stigatalvuni, og tað var nokk ikki, sum við- haldsfólkini høvdu vónað. Spenningurin hvarv Gamaní er grundspælið ikki heilt so avgerandi, tá stigini kortini verða hálbýtt eftir fyrstu tíggju dystirnar, men talan var kortini um eitt hampuligt trýst á Neista-monnum, tá teir fóru inn til dystin móti KÍF. Og í mun til undanfarnu tríggjar dystirnar, so megn- aðu teir hesaferð at liva við trýstinum. Og tað so ruddi- liga kann leggjast afturat. Teir bláu tóktust nevnliga óvanliga tendraðir, nú teir fóru inn á vøllin.Fyrstu tíggju minuttirnar tóktust teir longu vilja avgera dystin, og tað eydnaðist eisini at skapa eina seks mála stóra leiðslu. Tað var tó um reppið, at kollfirðingarnir veruliga fingu fatur aftur á teimum bláu. Eitt time-out hjálpti til at fáa skil á verjuna. Og tá Mirko Milenkvic eisini tóktist væl upplagdur í álopsspælinum, fór munur- in brádliga at minka. Sein- astu minuttirnar undan steðginum tóktist heldur ikki óhugsandi, at KÍF kundi koma heilt nær, men Neistin fekk tó svarað aftur, so munurin frá fyrstu minuttunum mest sum varð varveittur. Og í eftir steðgin skrædn- aði so av álvara. KÍF fylgdi við eina lítla løtu, men tá Neistin so økti úr 19-15 í 29-17, var allur spenningur horvin. Nú gjørdist talan ístaðin um ein spurning um stødd á sigrinum, og tó at ferðin hjá teimum bláu dal- aði, so var ikki minsti ivin um, at betra liðið hevði vunnið dystin. Hvat við KÍF Og tað man eisini vera í tøkum tíma, at lagið í Neista-hópinum varð togað nakað upp. Enn eru so bara fýra stig upp til oddaliðini, og við VÍF á skránni sum næsta mótstøðuliðið er møguleikin framvegis at toga seg longur upp. Tað fer tó at krevja, at innsatsurin á vøllinum ikki verður lakari, enn hann var leygardagin, og so er tað kanska heldur ikki nóg mikið, tí eingin ivi man vera um, at VÍF eisini ætlar sær at vinna dystin. Hjá KÍF tykist støðan hinvegin minni hugalig í løt- uni. Hóast sigurin á Kyndli í fyrsta umfarinum, so tykjast kollfirðingarnir standa við veikasta liðnum í kapping- ini. Og við ongari niðurflyt- ing at stríðast ímóti kann endin væl verða, at liðið í stórum parti av kappingini ikki fer at hava annað enn æruna at spæla fyri. Hana plaga kollfirðingarnir tó vanliga at seta høgt, so tað skal á ongan hátt útilokast, at teir ikki kunnu gera onkran vørrin afturat. Í fýra dystum hevur Tjaldur ikki givið nakra ábending um, at liðið hoyrir heima í bestu deildini HONDBÓLTUR Jákup Mørk Í Runavík løgdu tey nógv fyri í summar, tá tey vildu hava HSF at staðfesta, at kvinnuliðið hjá Tjaldri skuldi sleppa upp í bestu deildina. Ákærur um óregluliga framferð fuku gjøgnum luftina, og eftir at Tjaldur leingi hevði kravt at fáa dyst móti Kyndli um rættin til pláss í bestu deildini, endaði alt við, at besta kvinnudeildin varð víðkað í átta lið, so rúm eisini varð fyri Tjaldri. Men fyrstu fýra umførini hava ikki givið stórvegis ábendingar um, at liðið hevur nakað at gera millum tey fremstu. Leygardagin var tað so Neistin, sum átti tørn, og ikki óvæntað gjørdist talan um stórsigur. Fyrsta hálva tíman tókt- ust tær hjá Neistanum eisini at spíla seg út, soleiðis at sigurin skuldi gerast so stórur, sum tað yvir høvur var gjørligt, men ikki óvæntað, so var trupult hjá liðnum at halda motivati- ónini uppi. Talan var snøgt sagt um fleiri klassar á muni. Hjá Neistanum tóktist einamest, sum var hetta eitt høvið til at fáa málúrtøkuna so góða, sum tað nú eina- ferð er gjørligt. Partvíst eydnaðist hetta so eisini hjá liðnum, soleiðis at tær nú eru at finna á næstovasat plássinum. Tjaldur stendur hinvegin fast í botninum. Spurning- urin er so, hvørt tað fer at eydnast liðnum at styrkja um hópin undan endaspæl- inum. Tað verður í øllum førum neyðugt, skulu nøk- ur stig fáast til høldar. Neistin-Tjaldur 39-17 (21-6) Málskjúttar Neistin: Marjun Tróndarson 11, Simona Petersen 9(2), Lív Sørensen 5, Unn Kragesten 4, Mia Kára- dóttir 3(1), Ása Dam á Neystabø 3, Lív Reynheim 2, Kára á Dunga 2 Tjaldur: Vesna Tomajek 7(6), Mona Langgaard 4, Kristine Ellingsgaard 3, Julianna Rasmussen 1, Heidi Heinesen 1, Jacoba Langgaard 1 Brotskøst: Neistin 5, Tjaldur 6 Útvísingar: Neistin 3, Tjaldur 5 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Hannis Wardum. Høvdu tað lætt FAKTA UM DYSTIN Neistin-KÍF 35-22 (16-11) Málskjúttar Neistin: Damir Oros 9(1), Áki Mørk 6(1), Blagoje Buha 5(1), Helgi Michelsen 4, Ólavur Brimnes 3, Ræni Slættanes 3, Tróndur Kragesteen 3, Dann Thorleifsson 2 KÍF: Regin Petersen 7(2), Mirko Milenkvic 5, Petur Martin Poulsen 4, Kristian Madsen 2, Teitur Joensen 2, Rógvi Weihe 1 Brotskøst: Neistin 3, KÍF 2 Útvísingar: Neistin 6, KÍF 4 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Hannis Wardum. Tóktust heldur ikki fáa tann nógva sveittan fram í hesum dystinum FAKTA UM DYSTIN Simona Petersen og liðfelagarnir kundu taka sær av løttum, tá Neistin leygardagin hevði vitjan av Tjaldri Mynd: Álvur Haraldsen So eydnaðist loksins hjá Neistanum at vinna. Leikar- arnir tóktust hesaferð veru- liga tendraði, og so fekk KÍF ikki gjørt stórvegis Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 22