Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. november 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 209 - 2. november 2004 25 Rosen- borg aftur meistari 13. árið á rað eydnaðist Rosenborg at tryggja sær meistaraheitið í norskum mansfótbólti. Hesaferð stóð tó heilt nógv á, og tað vóru bara talið av skotnum mál- um, sum skiltu Rosen- borg og Lyn. Undan seinasta umfarinum stóð nevnliga á jøvnum í málmuni, og tá liðini vunnu ávíkavist 4-1 og 3-0 á seinasta leikdegn- um, helt javnstøðan sær heilt fram til tað sein- asta. Rosenborg hevði tó flest skotin mál, og so kundu teir enn einaferð heingja gullmerkina um hálsin. -jm Klárt til Royal League Eftir at norska kapping- in endaði um viku- skiftið, er endaliga stað- fest, hvussu bólkarnir í nýggju Royal League koma at síggja út. Sam- ansetingin er soleiðis, at hvør bólkur telur ein eittara og tvey’ara úr ávíkavist Danmark, Svøríki og Noreg. Enn er endaliga dystar- skráin ikki løgd, men ymsu bólkarnir síggja soleiðis út: Í bólki 1 eru Rosenborg, Vålerenga, Esbjerg og Djurgården. Í bólki 2 eru FCK, Brøndby, IFK Gøteborg og Tromsø, og í bólki 3 eru so Malmö FF, Halm- stad, Brann Bergen og OB. -jm Stjørnan-Søljan 39-22 (17-12): Hol á spenningsballónina Annika Ljósstein fær ikki spælt hondbólt fyrstu mánaðirnar, men brotskøstini kann hon tó taka sær av BROTSKASTSKJÚTTI Jákup Mørk Hóast tað fyri fáum vikum síðani stóð á hesum síðum, at Annika Ljósstein vegna skaða ikki fór at verða á liðnum hjá Stjørnuni kom- andi mánaðirnar, so taldist hon millum málskjúttarnar sunnudagin. Ikki færri enn átta ferðir slapp navn hennara á listan, men tað merkir tó ikki, at skaðin er minni álvarsligur, enn roknað varð við. Øll átta malini vórðu nevnliga skotin við brotskasti, og hetta var so eisini tað ein- asta, sum Annika gjørdi á vøllinum. – Tað komst kanska eina- mest av tí, at eg havi gingið og argað hinar á liðnum við, at eg burdi bara tikið mær av brotskøstunum, so vit fingu sum mestu nytt- una úr hesum. Og tá vit so brendu 4 av 7 brotskøstun- um móti Neistanum, varð eg brádliga tikin upp á orðið. – Eg kundi nærum bitið tunguna av mær sjálvari, men tað gekk í øllum før- um væl, og sum dysturin lagaði seg, so gjørdi eg eisini tey fyrstu trý málini hjá okkum, sigur hon flenn- andi. Sjálv hevur Annika ann- ars ikki altíð verið nakar tryggur brotskaststkjútti, og átta av átta møguligum man vera at kalla eindømi fyri hennara viðkomandi. Hetta hevur tó eisini sína frá- greiðing, tí sjálv heldur hon, at tað er munandi lætt- ari at skjóta, tá hon ikki hevur annað at hugsa um. – Nú kann eg í friði og náðum fyrireika meg til, tá eg næstu ferð skal inn at skjóta. Ikki minst hjálpir tað eisini væl, at vit hava tveir góðar málverjar, og tí kann eg diskutera við tí, sum situr uttanfyri ta løt- una, hvussu eg skal skjóta hvørt skotið. Tað vísti seg í øllum førum at rigga heilt væl hesaferð, staðfestir. Um skaðan, sum hon altso framvegis dregist við, sigur Annika, at hon í løt- uni ikki veit, nær hon kann spæla aftur. – Tað er festið til aftara krossbandið, sum er rivið nakað. Enn vilja læknarnir ikki leggja tað undir skurð, so fyrstu mánaðirnar eru boðini, at eg skal gera ser- venjingar av ymsum slag, og so er vónin, at tað lagar seg aftur sjálvt. So tað verður nokk ikki fyrr enn einaferð eftir jól, at vit fáa at síggja, hvussu verður við hesum, staðfestir Annika at enda. Søljan var ongan tíð í nær námind at taka Stjørnuna, sum so ruddiliga staðfesti, at tær eru liðið, sum skal takast, um nakar annar skal gera sær vónir um gullið HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Soleiðis sum kvinnukapp- ingin hevur lagað seg fyrstu umførini, so hava greiðar ábendingar verið um, at tal- an kann gerast um eina heilt spennandi kapping. Eina kapping, har Stjørnan og VB eru stóru favorittar- nir, men har bæði Neistin og Søljan hava givið greið tekin um, at tey so sanniliga eisini vilja bíta frá sær. Ballónin brast Men sunnudagin mundi ein partur av hesum spenningi fara úr ballónini. Dysturin millum Stjørnuna og Sølj- una varð frá fleiri síðum sagdur at vera eitt slag av próvtøku. Ein próvtøka, har Søljan skuldi vísa, um tær veruliga skulu vera við í oddinum, og har Stjørnan skuldi vísa, at tær eiga stig- ini, tá leikt verður í Klaks- vík. Og tað kann helst róliga sigast, at tað var Stjørnan, sum stóð hesa próvtøkuna. Frá fyrsta bríksli vóru leik- ararnir tendraðar, og áskoð- ararnir mundu neyvan trúgva, at hetta vóru júst tær somu, sum fyri einari viku síðani vóru hepnar við at toga ein sigur á Neist- anum heim. Ferðin varð skrúvað í topp alt fyri eitt. Gjøgnum- brotsroyndirnar vóru bæði títtar og kraftmiklar, og alt fyri eitt kastaði hetta nøkur brotskøst av sær. Brotskøst, sum annars skadda Annika Ljósstein setti trygt í netið. Søljan royndi at fylgja við eftir førimuni, men tað stóð teimum skjótt greitt, at her var onkra staðni millum lítið og einki at gera. Sum dyst- urin leið, so bara vaks mun- urin, og senastu 20 minuttir- nar kundi Stjørnan veruliga seta trumf á. Kreftirnar hjá Søljuni vóru við at vera uppi, og tá Stjørnan so sam- stundis koyrdi í einum at kalla sálarligum rúsi, har alt bar til, skrædnaði av álvara. 39-22 er kanska ikki veru- liga mátingin fyri styrkis- munin millum liðini bæði, men júst hendan dagin var tað reglan. Mugu ressast Og so man fáur ivast í, at Stjørnan av álvara er um at koyra kanónirnar í skot- støðu. Ein vansi á liðnum kann tó kanska vera, um Joan M. Djordjevic ikki verður tøk til allar dystir- nar. Higartil hevur tó borið til at flogið hana heim til dyst, og tó at tey í Stjørnuni tykjast ivast í, hvussu ofta hetta er neyðugt, so hevur avgerðin hvørja ferð verið játtandi higartil. Hjá Søljuni man tað nú einamest vera avgerandi, at liðið fær lyft seg aftur sálar- liga. Tvey tap á rað kunnu vera tung at bera, men tá hesi eru ímóti teimum báð- um liðunum, sum á pappír- inum verða roknað sum tey sterkastu, so er tað eingin skomm í sjálvum sær. Í hin- um dystunum hevur liðið eisini víst, at tær vilja vera við í oddinum í vetur, og so ræður um at fáa hondbólts- lagið uppaftur. Næst av- bjóðingin eitur Kyndil á heimavølli, og tað er í øllum førum ein dystur, sum skal vinnast, um hald skal vera í tosinum um heiðursmerki. Inn til brotskøstini – Nú kann eg í friði og náðum fyrireika meg til, tá eg næstu ferð skal inn at skjóta, sigur Annika um nýggju støðu sína á liðnum Tað var bæði ferð og kraft í gjøgnumbrotsroyndunum hjá Stjørnuni, og millum annað kastaði hetta hópin av brotskøstum av sær Mynd: SáH Stjørnan-Søljan 39-22 (17-12) Málskjúttar Stjørnan: Bára S. Klakstein 11(1), Annika Ljósstein 8(8), Alina Olaru 5, Anna Kristina Samson 4, Una Olsen 4, Maria við Neyst 3, Katarina Stepanov 2, Louisa Andreasen 1(1), Joan M. Djordjevic 1 Søljan: Nicoleta Radu Hansen 8(1), Arnleyg Har- aldsen 5(1), Heidi Maria Akselsen 3, Hertha Simon- sen 2, Fía Selma Nielsen 2, Lina Andriulyte 1, Kristianna Petersen 1 Brotskøst: Stjørnan 11, Søljan 3 Útvísingar: Stjørnan 4, Søljan 6 Dómarar: Brandur Johannesen & Heri Petersen FAKTA UM DYSTIN 25 24 Nr. 209 - 2. november 2004 StÍF-H71 32-38 (15-17): Hoyvíkingar móti oddinum Triðja dystin á rað tóku hoyvíkingar alt. Hesa ferð á Skála, har tað ikki plagar at vera lætt at spæla HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er av álvara farið at lukta av metallið í Hoy- víkarhøllini. Eftir tepurt tap í fyrsta dystinum hev- ur H71 nú vunnið tríggjar ferðir upp í slag. Og at triði av hesum sigrinum kom í útidystinum móti StÍF, mundi ikki gera tað heila verri. Kraft og tempo Uppskriftin var tann sama, sum er nýtt við so hepnari hond higartil í árinum. Eina stóra verju, sum ger tað ógvuliga trupult hjá mótstøðuni at spæla tunt ella at skjóta seg ígjøgnum. Og so eina støðuga ferð á spælinum, sum snøgt sagt vindur mótstøðuna niður, soleið- is at tað í ár eru hoyvík- ingarnir, sum skora upp á kontra’ini, og ikki øvugt. Strandingar vóru tó leingi væl við. Fyri steðg- in tóktust gestirnir ananrs at hava takið, men StÍF vildi tó ikki geva seg. Iva- leyst sat stórtapið frá seinasta vikuskifti eisini í monnunum, og tað vildu teir so ikki síggja nakra endurtøku av. Tað eydnaðist eisini StÍF at økja um spenning- in eftir steðgin. Eftir at hoyvíkingar annars høvdu økt munin upp í fýra mál, komu strandingar brád- liga aftur í aftur, og tá Henrik Gerster eftir 40 minuttum valdi at taka time-out, var spenningur av álvara komin aftur í dystin. Tíðarbilið hjálpti tó væl. Piti Negru og Høgni Joensen fingu neyðugu kassarnar, soleiðis at friður aftur fekst á spælið, og eftir hetta kom sigurin ikki í vanda. Heldur tókt- ist tað hinvegin, sum fall StÍF fullkomuliga frá hvørjum øðrum, og við eitt sindur størri neyv- leika kundu hoyvíkingar- nir væl havt vunnið enn størri seinastu løtuna. Endurbygging Men tað munnu teir tó ikki iðra seg um. Heldur man liðið í løtuni fegnast um góðu gongdina, sum fyribils hevur sett teir javnar við Kyndil og VÍF í oddinum, og so er spurn- ingurin, hvussu tað fer at tørna út, tá júst Kyndil er mótstøðuliðið næstu ferð. Strandingar munnu hin- vegin ásanna, at endur- byggingarárið í ár illa fær endað við heiðursmerkj- um. Tað er kanska heldur ikki tað, sum telur mest í verandi støðu. Og tað man heldur ikki vera nak- ar ivi um, at tað í longdini er skilagott hjá liðnum at koyra egnar leikarar fram í fremstu røð. Við neyð- uga útlendska kryddinum er í øllum førum lítið at ivast í, at teir aftur kunnu hava eitt lið, sum fer at standa seg millum tey allarfremstu. Og so er tað jú eisini steypakappingin, sum StÍF av siðvenju plagar at standa seg væl í. Eitt heiðursmerki í hesari vildi í øllum førum havt við sær, at árið verður meira enn góðkent. StÍF-H71 32-38 (15-17) Málskjúttar StÍF: Leivur Justinussen 10(3), Alexandur Johansen 7(3), Sveinur Justinussen 5, Bárður Danielsen 5, André F. Danielsen 4, Artur Johansen 1 H71: Henrik Gerster 10, Sigtór Andreasen, Halgir Dahl Olsen 6(1), Piti Negru 6, Niels Viggo Niclas- sen 3, Høgni M. Joensen 2, Olaf Vestergaard 2, Birgir Kass 2, Kent Failstrup 1 Brotskøst: StÍF 6, H71 4 Útvísingar: StÍF 3, H71 5 Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum FAKTA UM DYSTIN Kyndil-VÍF 25-29 (13-13): Ioana basti Kyndli Rumenski stórskjútt- in tók mest sum einsamøll um endan, og tað var nóg mikið til at basa Kyndli HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hon hevur fyrr prógvað tað, og tað gjørdi hon eisini hesaferð. Ioana Rápa man seinni árini hava verið tann kvinnuligi leikarin, sum hevur havt størstu einstøku ávirkanina á lið sítt. Og tó at hon enn eigur heiðurin sum ársins leikari til góðar, so er helst eingin, sum ivast í, at úrslitini hjá Vestmanna kvinnunum í ovurstóran mun eru tengd at henni. Málverjar skaptu ójavnvág Og tað var eisini tørvur á skotstyrkini sunnudagin. Kyndil, sum í eini tvey ár hevur verið á oyðimarkar- ferð, har at kalla einki hev- ur vilja borið til, tóktist vera ressað heilt nógv eftir javnleikin móti StÍF seinasta vikuskifti. Fyri steðgin vóru tað eis- ini tær grønu, sum sýndu betra spælið, og bara ein røð av kanón-skotum frá Ioanu forðaðu fyri, at Kyndil av álvara hevði drigið frá undan steðginum. Tað var tó eitt sjónligt brek hjá Kyndli, at Guðrun á Lágabø ikki fekk vart málið hesaferð. Uttan at taka nakað frá Vivian Dahl og Kirstin Andreasen, so er ein orsøk til, at Guðrun í fleiri ár varð mett millum bestu føroysku málverjar- nar. Og tá VÍF so hevur so frægar málverjar sum Manuelu Stan og Tommu Petersen, so skapti tað eina ójavnvág í dystinum, sum Kyndil ikki megnaði at vinna á. Munurin stóð við Tað gekk tó fyri tað nógva heilt javnt fyri seg, men eftir at VÍF tíðliga í seinna hálvleiki togaði seg tvey mál framum, so megnaði Kyndil ongan tíð at koma aftur á javnt. Fleiri ferðir var nær við, men tað restaði alla tíðina tað seinasta pettið. Munurin stóð við, og tá hann so móti endan- um eisini vaks, var leyst og liðugt hjá VÍF, sum av álvara slapp sær úr botnin- um á stigatalvuni. Her er Kyndil framvegis á einum stigi, men skal metast eftir seinastu avrik- unum, so er einki at ivast í, at stigini verða fleiri í tali. Við eini verju, sum hesa- ferð eisini vildi stríðast, fer liðið í øllum førum at verða ein munandi størri biti, enn tær hava verið seinnu árini, og so er spurningurin, hvussu langt tað fer at røkka á talvuni. Stríðsmaðurin hjá hoyvíkingum tykist njóta nú’ið og góðu støðuna hjá liðnum HONDBÓLTSPRÁT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ein av teimum heilt royndu leikarunum á H71-liðnum er Olaf Vesturgarð. Sein- astu nógvu árini hevur hann verið ein av ímyndunum á liðnum, har hann ikki minst við einum ósvikaligum stríðsvilja hevur givið sítt íkast til avrikini. Fyri tað nógva hava hesi tó ikki verið til nógv meira enn støður í botninum av talvuni. Okkurt árið hevur H71 tó otað seg frameftir, og Olaf dylir ikki fyri, at tað er gott lag í hópinum, nú liðið aftur tykist hava fingið ein upptúr. – Nú eru sjálvandi bara fýra dystir farnir av árinum, men tað er einki at ivast í, at hetta er ein hugalig støða at vera í. Moralurin á monnunum er í øllum før- um í toppi, so hetta er eitt sindur betri, enn tað plagar at vera, heldur hann. – Ikki minst hava seinastu dystirnir oftanir verið tungir at koma ígjøgnum, tí seinnu árini hevur eingin niðurflyt- ing verið, og tí hevur talan í rættiliga nógvum førum verið um púrasta týdningar- leysar dystir, sum vit tá hava leikt. Eitt nú í fjør, tá kapp- ingin fyri okkara viðkom- andi var av, longu tá steypa- finalan var leikt. Ivaðist sjálvur Tað vóru annars greið boð, sum vórðu meldað út, tá Henrik Gerster kom til sum venjari hjá hoyíkingunum í fjør. Innan tvey ár skuldi liðið vera at finna í oddin- um av føroyskum hond- bólti, men at byrja við mundu mong yppa øksl at hesi útsøgnini. – Sjálvur haldi eg heldur ikki, at eg trúði so nógv upp á hetta at byrja við, sigur Olaf. – Men vit fingu kortini nakað burtur úr árinum í fjør, og í ár hava vit so eisini fingið góða tilgongd. Birgir Kass, Piti Negru og Sigtór Andreasen eru komnir til, og ikki minst hevur tað styrkt breiddina í hópinum. Soleiðis fáa einstøku leikar- arnir munandi meira hvíld ígjøgnum ein dyst. Vit skifta nógv út, og kunnu tí koyra við fullari ferð alla tíðina, og tí hava vit eisini fingið betri nyttur burtur úr stóru verjuni, heldur Olaf. Sum sagt, so er árið tó enn stutt. Og veteranurin hjá H71 ásannar eisini, at enn eru trøini so ikki vaksin inn í himmalin. – Nú fáa vit at síggja. Men higartil hevur talan í øllum førum verið um eina óvanda støðu, sum er óluksáliga stuttlig at vera í. Ikki minst, tá mann nú er vorðin so gamal sum eg, sigur tann 39 ára gamli Olaf Vesturgarð at enda. Hetta er stuttligt Kyndils-kvinnur er veruliga farið at stríðast fyri søkini, og sunnudagin var um reppið, at tað aftur rakk til stig Mynd: Álvur Haraldsen Kyndil-VÍF 25-29 (13-13) Málskjúttar Kyndil: Lotte Sørensen 13(4), Súsanna Petersen 6, Randi Wardum 3, Linda Weihe 1, Anja Midjord 1 VÍF: Ioana Rápa 18(5), Linda Johannesen 3, Annfríða Helgadóttir 2, Eyðritt Andreasen 2, Kirstin Helgadóttir 1, Alis Høghamar 1, Tórunn Jónálvsdóttir 1, Sára Jógvansdóttir 1 Brotskøst: Kyndil 4, VÍF 5 Útvísingar: Kyndil 3, VÍF 4 Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Hansen. Høvdu fult tamarhald á tí mesta FAKTA UM DYSTIN C M Y K 24