Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. november 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 209 - 2. november 2004 27 27 26 Nr. 209 - 2. november 2004 Dráttur mundi skapt sensatiónina Tað var um reppið, at Mjølnir snávaði á heimavølli, tá Dráttur vitjaði sunnudagin FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Tey flestu mundu havt roknað við, at skuldi nakar spenningur vera í KÍ-høll- ini sunnudagin, so mátti hesin vera í mansdystinum, tá Fleyr vitjaði. Fáur mundi í øllum førum rokna við, at talan fór at gerast um gys- ara, tá Dráttur av Giljanesi vitjaði kvinnuliðið hjá Mjølni. Fyrstu tvey setttini tóktist heldur ikki, sum um tað fór at bila hjá Mjølni, men so kom Dráttur brádliga við í spælið. Tær vunnu triðja settið, tá heimaliðið helst helt sigurin vera vísan, og so hendi tað, sum so ofta hendir í slíkum støðum. Mjølnir megnaði ikki veru- liga at koma ígongd aftur í dystinum, og tá Dráttur so eisini tók sær av fjórða settinum, skuldi javnbrótari til. Her eydnaðist tó Mjølni at toga sær 15-11 sigur heim, soleiðis at stigini ikki fóru nakran veg, men Dráttur fekk í øllum førum givið eina kraftiga ávaring. Sigurin lyfti Mjølnir upp á eitt einsamalt oddapláss við seks stigum fyri tríggjar dystin. Dysturin millum TB og ÍF, sum skuldi verða leiktur sunnudagin, varð nevnliga útsettur. Leygardagin var tó dyst- ur í Sørvági millum SÍ og KÍF. Tað varð sagt undan hesum, at hetta kanska var besta høvið hjá SÍ at fáa stig, men hesum vóru tær ongantíð nær við. KÍF vann ein tryggan 3-0 sigur, só fyribils er nýggja liðið í deildini púrasta avbyrgt í botninum. Úrslit, meistaradeild kvinnur SÍ-KÍF 0-3 (17-25, 15-25, 22-25) Mjølnir-Dráttur 3-2 (25- 13, 25-19, 20-25, 21-25, 15-11) ÍF-TB, útsettur Tað var lítið at rafla um, tá oddadysturin var á skránni í Klaks- vík um vikuskiftið FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Tað vóru mong, sum við spenningi høvdu sæð fram til mansdystin í Klaksvík millum Mjølnir og Fleyr. Hetta skuldi ordiliga vera sum í gomlum døgum, har teir báðir risarnir hvørt ár stríddust um FM-heitið, og har mest sum hvør einasti bólturin var eitt úrslit av spennandi tvídystum mill- um tey bæði liðini. Soleiðis gjørdist støðan tó ongantíð sunnudagin. Mjølnir vóru snøgt sagt alt ov sterkir og royndir hjá Fleyr, sum ikki fekk mutað stórvegis ímóti tryggum 3- 0 sigri til heimaliðið. var eina løtu væl við í dystin- um, men tó at teir royndu at stríðast allan dystin á tamb, so var Mjølnir tað lítla pett- ið hvassari. Soleiðis eru Mjølnir nú einsamalt odda- lið í deildini, og í løtuni er ilt at ímynda sær, hvør skal nerta hesa støðuna. Um nakar, so skal tað kanska verða SÍ, sum í fyrsta umfarinum tapti 3-1 í Klaksvík. Teir høvdu um vikuskiftið vitjan av Fram, og tað nervaði ikki sørving- arnar stórvegis. Fram tykist í løtuni eisini vera klárt tað veikasta liðið í deildini, og tað er einki at ivast í, at soleiðis sum kappingin sær út í ár, so verður teirra leik- lutur ein roynd at vinna sær okkurt settið av og á. Úrslit, Meistaradeild menn SÍ-Fram 3-0 (25-22, 25-11, 25-18) Mjølnir-Fleyr 3-0 (25-18, 25-21, 25-21) Tað var um reppið, at Dráttur tók øll á bóli, men at enda máttu tær ásanna, at tær skuldu fara stigaleysar úr Klaksvík FM í talvi fyri ung Talvsamband Føroya skipar í vetur fyri Føroyameistarakapp ing fyri børn- og ung einstaklingar í talvi TALV tíðindaskriv Kappingin verður skipað í 5 ymiskum aldursbólk- um, og er samstundis út- tøkukapping til Norður- landameistaraheitið 2005. Kappingin um FM- heitið verður í somu ald- ursbólkum sum til NM- kappingina: A - bólkur: Telvarar føddir 1985-87 B - bólkur: Telvarar føddir 1988-89 C - bólkur: Telvarar føddir 1990-91 D - bólkur: Telvarar føddir 1992-93 og E - bólkur: Telvarar føddir 1994 og seinni. Skipað verður fyri 3 kappingum, har tvær tær fyrstu eru úttøkukapping- ar til endaligu finaluna: 1. Fyrsta kappingin verður 6. november 2004 í Vágunum (fyriskipari MT/ST). Telvað verða 8 umfør, har hvør telvari hevur 10. min. í part til hvørt talvið. Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í hvørjum aldursbólki. Byrjað verður kl. 12. 2. Onnur kappingin verður 20. november 2004 í Norðskála/Oyri, (fyriskipari Rókur). Telv- að verða 8 umfør, har hvør telvari hevur 10. min. til hvørt talvið. Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í hvørjum aldursbólki. Byrjað verð- ur kl. 12. 3. Triðja kappingin (finalan) verður 27. nov- ember 2004 í Tórshavn (fyriskipari TSF). Telvað verða 7 umfør, har allir møta øllum. Hvør telvari hevur 30 min. í part til hvørt talvið. Í finaluni luttaka teir 8 telvararnir, sum í tveimum teimum fyrstu kappingunum hava staðið seg best. Byrjað verður kl. 10. Í finaluni verður nr. 1 í hvørjum aldursbólki Før- oyameistari, nr. 2 gerst nr. 2, o.s.fr. Steyp verða latin til nr. 1, 2 og 3 í finaluni. Umframt føroyameist- araheitið, kvalifisera nr. 1 og 2 í hvørjum aldurs- bólki seg til árligu NM- kappingina fyri einstak- lingar, sum næstu ferð verður í Oslo í Noregi - í februar mánað 2005. Tá kappast føroysku umboð- ini ímóti hinum norður- londunum um NM heitið. Sì annars á heimasíðu TSF´s: www.faroe- chess.com. Talvsambandið fer aftur í vetur at skipa fyri FM-kapping fyri yngru telvararnar Taptu seinasta dystin Føroyska talvlandsliðið tapti 3-1 fyri Íslandi í seinasta umfarinum av talv-OL. 3-1 var nú eingi katastrofa fyri før- oyska liðið, tí Ísland varð styrkismett nakað væl omanfyri okkara. Hans Kristian Simon- sen og John Rødgaard fingu javnleikir í sínum talvum. Martin Poulsen og Olaf Berg taptu síni talv. Úrslitið ber við sær, at føroyska liðið endaði á einum 75. plássi, sum er 12 stig omanfyri styrk- ismetingina við 27,5 stigum. Danmark gjørd- ist besta norðanlandi. Teir vunnu 4-0 í seinasta umfarinum, og endaðu soleiðis við 31,5 stigum. Tað rakk til eitt 28. pláss. Í blaðnum í morgin verður tikið samanum føroyska avrikið á talv- OL. -jm Mjølnir ov sterkir Fleyr royndi allan dystin at stríðast, men Mjølnir var tað lítla pettið hvassari leygardagin Mynd: SáH C M Y K 26 Við greiðum sigri á StÍF sýndi VB enn einaferð, at tær ikki vilja lata Stjørnuna sleppa nakran veg HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir hvøkkin, sum VB fekk seinast vikuskifti á Gilja- nesi, skuldi liðið sunnudag- in prógvað, at tær meina tað í álvara, tá tær aftur í ár siga seg medda eftir toppin- um. Og tað eydnaðist eisini at sannføra bæði StÍF og vág- bingar um, at soleiðis fer tað aftur at verða. Hóast liðið var nakað skert, nú Rannvá Augustinussen hevði leikbann, so var sjáldan nakar veruligur slingur í valsinum. Tó at tað ikki gekk so lætt at renna frá StÍF, so var tað alla tíðina VB, sum hevði munin í fyrra hálvleiki. Spakuliga vaks leiðslan, og í seinna hálvleiki kom so av álvara ferð á. Verjan fekst veruliga at rigga eina løtu, og tá Daiva Toumaite samstundis hevði hitað skotarmin væl upp til brots- køst og virðiliga upp, fór ein bóltur fyri og annar eftir sendandi inn í StÍF-mesk- arnar. Sjey mál á rað beindu all- an spenning í dystinum burtur, og so kundu vág- bingar aftur staðfesta, at liðið hjá teimum aftur í ár ætlar sær at spæla við frammi í oddinum. Enn er munurin upp til Stjørnuna tvey stig, men liðini hava framvegis ein sínamillum dyst eftir í grundspælinum, og í enda- spælinum fara stigini av álvara at telja. So tað verð- ur helst aftur í ár talan um eina spennandi kapping millum tey fremstu. Eftir rættuliga trilv- andi fyrsta triðing av kappingini, tykist føroyska útisetafelag- ið at hava fótað sær, og nú eru teir á fjórða plássinum SUPERLIGAN Jóannes Hansen Tað gongur alt annað enn skjótt hjá Toda Jónsson at koma fyri seg. Føroyska íslettið í bestu donsku deildini er einki, og sam- bært heimasíðuni hjá Toda, so røkist einki fyri, at hann fer at verða tøkur aftur. Hjá FCK er tað farið at hilnast eitt sindur betri. Í vikuskiftinum var annað umfarið í øðrum triðingin- um á skránni. FCK var í Farum, og tað eydnaðist teimum at fáa fult. Tað iðrar FCN venjaran, Christian Andersen, ógvu- liga nógv. Hann bíðar fram- vegis eftir at fáa stig frá fel- agnum, sum hann er so illur inná, tí teir fyri nøkrum ár- um síðani góvu honum sekkin, tá ið hann bara hevði verið har í knappar tveir mánaðir. Hesa ferð var um reppið, at tað eydnaðist FCN at vinna. Tá ið seks minuttir vóru eftir, varð FCK álops- maðurin, Peter Møller, víst- ur av vøllinum, tí hann hevði havt ælbogan ov høgt, tá ið hann brast sam- an við mótstøðumanni. Tá var støðan 2-1 til FCK. Eina lítla løtu seinni javn- aði FCN, og so legði heimaliðið í Farum nógv fyri í royndini at fáa øll stigini. Men tað eydnaðist so dyggiliga. Í staðin var tað Zuma, sum í 93. minutti skoraði sigursmálið fyri FCK. FCN er næstniðast og harvið á niðurflytingar- plássi. Brøndby er framvegis nógv fremst. Hesa ferð vóru teir í Silkeborg. Á heimaliðnum vóru teir sera illa nøgdir við, at dómarin ikki í minst einum og kanska tveimum førum bríkslaði fyri brotssparki til teir. Brøndby vann 1-0, og Michael Laudrup heldur, at liðið nú spælir betri og við størri sjálvsáliti, enn tað nakrantíð hevur gjørt, með- an hann hevur verið venj- ari. FCK er tíggju stig aftan- fyri Brøndby. Men Michael Laudrup sigur, at hann hugsar fyrst og fremst um FCK sum kappingarneyta og avbjóðara í stríðnum um meistaraskapin, og tað heldur hann einki forgjørt vera í. Ætla at fella seg sjálvar Viborg er framvegis næst- fremst. Hesa ferð høvdu teir vitjan av OB, sum legði ógvuliga bragdliga fyri í summar, men sum tað hev- ur verið soltið hjá nógvu tær síðstu ferðirnar. Viborg vann 1-0, og hetta var sætta ferðin á rað, at teir fóru av vøllinum uttan at hava tapt. Nú eru teir í Viborg spentir uppá, um tað skal eydnast teimum at røkka sínum egna meti. Í 2000 spældu teir átta ferðir á rað uttan at tapa. Hjá bronsuvinnarunum í Esbjerg hevur tað ikki gingið meiri enn passaligt higartil í ár. Eftir vitjanina í Herfølge eru teir framvegis á 8. plássinum. Úrslitið var 1-1, og Herfølge er á 9. plássinum. Esbjerg hevði fleiri góðar málmøguleikar, sum teir misnýttu. Í Esbjerg eru teir ikki fegnir um støð- una. Í Herfølge siga teir seg vera í tí støðuni, sum teir høvdu roknað við. Liðið er nýtt, og tað skal meiri til at samanspæla tað. Heldur ikki hjá AaB hevur tað hilnast nakað ser- ligt higartil. Hesaferð vóru útlit fyri fullari úrtøku, tí AaB hevði vitjan av botn- liðnum Randers. Heima- liðið hevði eina rúgvu av møguleikum, men tað eydnaðist ikki at fáa meiri enn tað eina málið. Tað fingu teir, tá ið eitt korter var eftir. Í fimm minuttir tóktist tað sum um, at hetta málið skuldi vera nóg mik- ið til trý stig, men so javn- aði Randers til 1-1, sum gjørdist endaliga úrslitið. Í Århus hevði AGF frammanfyri 8.925 áskoð- arum vitjan av FCM, og talan var um sera undir- haldandi uppgerð. Heima- liðið hevði nógvar møgu- leikar, og teir løgdu seg á odda 1-0, men so fekk FCM tvey mál, og eina løtu sá tað út til, at teir skuldu fara aftur til Herning við øllum. Men AGF var sera ágangandi, og teimum eydnaðist at javna til 2-2. FCK framvegis fult móti FCN Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brøndby (S) 13 9 - 3 - 1 21 7 14 30 2 Viborg 13 7 - 3 - 3 15 10 5 24 3 FCM 13 6 - 3 - 4 19 18 1 21 4 FCK (M) 13 5 - 5 - 3 21 21 0 20 5 OB 13 6 - 1 - 6 24 18 6 19 6 AGF 13 5 - 4 - 4 22 18 4 19 7 AaB 13 5 - 3 - 5 21 15 6 18 8 Esbjerg 13 5 - 3 - 5 26 21 5 18 9 Herfølge 13 4 - 2 - 7 14 27 -13 14 10 Silkeborg 13 4 - 1 - 8 21 25 -4 13 11 FC Nordsj. 13 3 - 3 - 7 15 23 -8 12 12 Randers FC 13 2 - 3 - 8 11 27 -16 9 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK) Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 AC Horsens 13 9 - 2 - 2 27 11 16 29 2 Frem 13 8 - 3 - 2 30 9 21 27 3 Sønderjyske E 13 8 - 2 - 3 33 16 17 26 4 Vejle 13 8 - 0 - 5 35 27 8 24 5 Køge 13 6 - 5 - 2 30 17 13 23 6 HIK 13 7 - 2 - 4 23 19 4 23 7 Fremad Am. 13 6 - 4 - 3 25 14 11 22 8 Skjold 13 6 - 2 - 5 20 23 -3 20 9 Fredericia 13 5 - 4 - 4 20 15 5 19 10 AB 13 5 - 3 - 5 23 23 0 18 11 NFA 13 4 - 3 - 6 28 29 -1 15 12 Brønshøj 13 3 - 3 - 7 20 29 -9 12 13 B 93 13 2 - 5 - 6 23 34 -11 11 14 Næstved 13 2 - 2 - 9 12 31 -19 8 15 Ølstykke 13 2 - 2 - 9 18 41 -23 8 16 Dalum 13 2 - 0 - 11 19 48 -29 6 Føroyskir leikarar: Gunnar Nielsen Jón Rói Jacobsen (Frem), Jann Ingi Petersen, Andrew av Fløtum, Hjalgrím Elttør (Fremad Amager), Johan Byrial Hansen (AC Horsens) Danska 2. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brabrand 12 9 - 2 - 1 34 14 20 29 2 Jetsmark 13 8 - 2 - 3 36 23 13 26 3 Holbæk 14 8 - 2 - 4 27 17 10 26 4 Kolding FC 13 8 - 0 - 5 25 20 5 24 5 Glostrup 13 7 - 2 - 4 29 21 8 23 6 Lyngby 13 7 - 1 - 5 30 17 13 22 7 Slagelse 13 6 - 4 - 3 23 17 6 22 8 Næsby 13 6 - 3 - 4 24 17 7 21 9 Roskilde 13 6 - 0 - 7 15 22 -7 18 10 B 1909 14 4 - 4 - 6 12 20 -8 16 11 Aarhus Fr. 12 4 - 3 - 5 22 19 3 15 12 Hjørring 13 3 - 4 - 6 16 22 -6 13 13 B 1913 13 3 - 3 - 7 18 27 -9 12 14 Holstebro 13 3 - 2 - 8 16 26 -10 11 15 Kalundborg 13 2 - 3 - 8 21 35 -14 9 16 Værløse 13 2 - 1 - 10 12 43 -31 7 Føroyskir leikarar: Christian Holst Lamhauge (Lyngby) StÍF-VB 23-34 (13-19): VB heldur trýstinum StÍF-VB 23-34 (13-19) Málskjúttar StÍF: Poula D. Olsen 6, Sunfríð B. Jacobsen 5(4), Anna B. Danielsen 5, Rebekka Justinussen 3, Malan Petersen 2, Paula Høgnesen 2 VB: Daiva Toumaite 11(9), Sólrun Krosslá 4, Margreth Augustinussen 4, Aukse Vysniaskaite 4, Arnleyð Hjelm 4, Laila Jespersen 4, Christina Holm 2, Jóna Thorsteinsson 1 Brotskøst: StÍF 6, VB 9 Útvísingar: StÍF 5, VB 2 Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum FAKTA UM DYSTIN Pop.fo er ein fesk s p.fo er ein fesk íða við tónleiki og undirhaldi, sum hevur fleiri túsund vitjandi um mánaðin Fylg vi F ð hvat er heitt & feitt - vitja pop.fo Øll hava eina góð óða s a íðíðu - pop.fo hevur 100 hevur 100