Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 149 20 PERSÓNSSØGA JÓANIS ERIK SKAL SAMANSJÓÐA SJÚKRAHÚSVERKIÐ - Mín uppgáva verður at fáa fólk at hyggja eftir einum felagsmáli og fáa tey at kenna seg aftur í tí. Óansæð hvat starv tey hava, so eru øll týdningarmikil fyri at náa málunum. Tað er óansæð um man er lækni, maskinmeistari ella vaskikona. Fyri at náa aðalmálinum, so er hvørt einstakt starvsfólk týdningarmikið. Tað sigur Jóanis Erik Køtlum, ið 1. januar tekur við starvinum sum forstjóri í sjúkrahúsverkinum HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO E in av mest umstríddu nýskipanunum innan føroyska heilsuverkið seinastu árini verður lok­ sins sett í verk 1. januar, tá føroyska sjúkrahúsverkið á fyrsta sinni fær ein forstjóra, ið skal standa á odda fyri øllum trimum sjúkrahúsunum. Nógv hevur verið kjakast í miðlu­n­um um nýggja leiðarasessin í føroyska sjúkrahúsverkinum, og nýggi stjórin fær seg uttan iva royndan, tá hann skal saman­sjóða tey trý sjúkrahúsini, stóru starvs­ fólka­bólkarnar og øllum teim­um lokalu og politisku áhuga­mál­ unum, ið javnan koma til sjóndar, tá prátið fellur inn á tey trý sjúkra­ húsini. Í starvinum at samansjóða før­oyska sjúkrahúsverkið hevur lands­stýriskvinna í heilsumálum, Sirið Stenberg, sett ein av roynd­ astu monnunum í føroyska heilsu­ verkinum, 51 ára gamla Jóanis Erik Køtl­um, ið har við vendir aftur til sjúkra­húsverkið sjey ár eftir, at hann seinast sat í stjórasessinum á Landssjúkrahúsinum. Drúgvar royndir Tað er sostatt ikki ein heilt ókend verð, ið Jóanis Erik Køtlum nú stígur inn í. Eftir at hann í 1997 fekk prógv sum Cand.merc. við ser­grein innan fíggjarstýring frá Copenhagen Business School, fekk hann skjótt starv á Lands­sjúkra­ húsi­num, har hann bleiv settur sum verkætlanarleiðari fyri eina nýggja goymsluskipan. Tann skipanin bleiv tó ikki til nakað, men um sama mundi fór tá­verandi fíggjarleiðarin úr starvi, og tók Jóanis Erik Køtlum í staðin við sum fíggjarleiðari á Føroya størsta arbeiðsplássi. Líka síðan hevur yrkisleiðin hjá Jóanis Erik Køtlum í stóran mun verið innan heilsu­verkið. Í 2000 tók hann fyri fyrstu ferð við sum stjóri á Lands­sjúkra­ húsinum, tá hann gjørdist stjóri, og sat í sessinum í tvey ár. Eftir tvey ár í sessinum bar leiðin víðari, og hevur hann síðan verið deildarstjóri í Heilsu- og Innlendismálaráðnum, aðal­stjóri í Heilsumálaráðnum, verk­ ætlanar­leiðari fyri menningar­partin av Tal­gildu Heilsuskipanina, stjóri í grønlendska heilsuverkinum og í 2010 var hann eitt skifti aftur í stjóra­ sessinum á Lands­sjúkra­húsinum. Heitur stólur Nýggi forstjórin í føroyska sjúkra­ húsverkinum er eisini væl vitandi um, at sessurin sum forstjóri er ein, har nógv ábyrgd og trýst fylgir við. - Hetta er ein heitur stólur at sita í. Men eg kann ikki brúka sum um­bering, at eg ikki visti hvat eg bjóðaði meg fram til. Eg veit hvat hetta starvið inniber, og eg hugsaði meg eisini væl um, áðrenn eg søkti starv­ið, sigur Jóanis Erik Køtlum. Umframt at Jóanis Erik Køtlum frammanundan kennir væl til økið, ið hann nú skal leiða, so eru tað eisini nógv starvsfólk og leiðarar í føroyska sjúkrahúsverkinum, ið kenna Jóanis Erik Køtlum frá hansara tíð sum stjóri á Lands­ sjúkra­húsinum og aðalstjóri í Heilsu­málaráðnum. Men tað kann hava sínar vansar við sær, metir komandi forstjórin. - Tað sum eg eri mest bangin fyri er Messias syndromið. Hann sum koma skal. Tað er eingin fyri­munur, men lat okkum síggja hvussu tað fer at ganga, sigur nýggi forstjórin. Ein av orsøkunum til, at Jóanis Erik Køtlum tekur við enn einum starvi í føroyska heilsuverkinum, er tí hann sær nakrar nýggjar møgu­leikar í starvinum sum for­ stjóri í sjúkrahúsverkinum. - Eg havi altíð hildið, at tað at arbeiða innan heilsuverkið er eitt gevandi arbeiði og við 20 ára royndum passa mínir førleikar væl til økið. Sjúkrahúsverkið er nokk tað økið, har eg best fái gagn­nýtt mínar førleikar. Men um hetta einans var eitt stjórastarv á Lands­ sjúkrahúsinum, so veit eg ikki, um starvið hevði verið líka spenn­andi at søkt. Sessurin sum for­stjóri fyri øll trý sjúkrahúsini átti at givið fleiri møguleikar at gagn­ nýtt tilfeingið betri, nú tað ber til at samansjóða sjúkrahúsverkið, sigur Jóanis Erik Køtlum. Tað er ein stór uppgáva at skulu saman­sjóða tey trý sjúkrahúsini, og um tað skal eydnast, so er Jóanis Erik Køtlum sannførdur um, at hann má fáa øll starvsfólkini við upp á ætlanina. - Mín uppgáva verður at fáa fólk at hyggja eftir einum felagsmáli og fáa tey at kenna seg aftur í tí. Óansæð hvat starv tey hava, so eru øll týdningarmikil fyri at náa málunum. Tað er óansæð um man er lækni, maskinmeistari ella vaskikona. Fyri at náa aðal­máli­ num, so er hvørt einstakt starvs­ fólk týdningarmikið. Grønland sum fyrimynd Í 2014 tók Jóanis Erik Køtlum við sum heilsustjóri í grønlendska heilsu­verkinum. Tað merkti, at hann stóð á odda fyri 1400 starvs­ fólkum, og undir hansara leiðslu vóru sjúkrahúsini, kommunu­ lækn­ar­nir, tannlæknarnir, apotek og heimasjúkrasystrarnar. Undir samrøðuni gerst eisini skjótt greitt, at Jóanis Erik Køtlum er hugtikin av hvussu tað grønlendska heilsuverkið er skrúvað saman og teir møguleikar, ið tað gevur. Hann metir eisini, at før­oyingar hava nógv at læra frá grøn­lendingum hesum viðvíkjandi. - Grønlendska og føroyska heilsu­verkið eru rættuliga ymisk og tó er okkurt, ið vit kunna læra av tí grønlendska heilsuverkinum. Í mínum huga, so er tað grønlendska heilsu­verkið tað best skipaða, eg nakrantíð havi sæð, tí alt er skipað undir ein hatt. Tað gevur ein møguleika at menna heilsu­veit­ ingar­nar og leggja tænasturnar har tær gagna mest møguligt, sigur Jóanis Erik Køtlum. Harumframt eru tað eisini onnur viðurskiftir, ið hann heldur høvdu verið áhugaverd at hugd nærri at hjá føroyingum. - Tað at alt er ókeypis ger, at man fær meira fyri pengarnar. Tað ger m.a. tað, at tað ikki er neyðugt at hava eftirlit við rokningum millum almennar stovnar. Tað er jú heldur einki heilsuskapandi í tí. Pengarnar sum verða brúktir, verða brúktir til heilsu. Og tá heili­ vágur er ókeypis, so merkir tað, at man kann keypa tað bíligari inn, tí tað er eingin vinningur í tí. Í Grønlandi eru tólv sjúkrahús. Høvuðssjúkrahúsið er í Nuuk, meðan ellivu smærri sjúkrahús eru spjadd kring landið. Hóast talan er um fleiri sjúkrahús enn í Føroyum, so metir Jóanis Erik Køtlum, at tað hevur eydnast munandi betri, at saman­sjóða tey har. »Eg kann ikki brúka sum umbering, at eg ikki visti hvat eg bjóðaði meg fram til. Eg veit hvat hetta starvið inniber, og eg hugsaði meg eisini væl um, áðrenn eg søkti starvið« »Tað sum eg eri mest bangin fyri er Messias syndromið. Hann sum koma skal. Tað er eingin fyrimunur, men lat okkum síggja hvussu tað fer at ganga«