Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 149 21 - Tey leggja ein masterplan við byrjan­ini av árinum yvir hvørjar viðgerðir skulu vera hvar og nær. So í staðin fyri at flyta sjúklingar til tey ymisku sjúkrahúsini, so flytur man viðgerðirnar runt til tey ymisku sjúkrahúsini ymiskar vikur. Ein slík skipan hevði nokk eisini virkað í Føroyum, sigur kom­ andi forstjórin. Tøknin gevur møguleikar Umframt at hava hollar royndir innan­fyri heilsuverkið, so hevur Jóanis Erik Køtlum eisini arbeitt nógv við talgildum verkætlanum. Hann stóð m.a. á odda fyri arbeiði­ num at menna Talgildu Heilsu­ skipan­ina, ið verður brúkt í før­ oyska heilsuverkinum í dag, og tá hann tekur við nýggja starvinum á nýggjárinum, fer hann úr einum starvi í Talgildu Føroyar. Hann sær eisini nógvar møgu­ leik­ar í tí talgilda, nú hann skal stan­da á odda fyri føroyska sjúkra­ hús­verkinum. - At gagnnýta teir møguleikarnir, ið tað talgilda gevur, er ein av partunum, ið eg ynski at hyggja nærri at. Tað kann vera innan alt møgu­ligt. Ein talgild heilsuskipan, ið ger tað lættari at tosa saman innan heilsuverkið, og ger tað lættari fyri sjúklingin. Tað ber til at savna alla vitan um sjúklingin á einum stað, og so fáa øll starvsfólk atgongd til tað, ið tey hava rætt til, sigur Jóanis Erik Køtlum. Millum teir møguleikarnar, ið Jóanis Erik Køtlum kundi hugsa sær at kanna nærri er telemedicin, ið hann kennir serliga væl úr síni tíð í Grønlandi. - Vit kunna loysa nógvar upp­ gávur við at gagnnýta telemedicin. Í Grønlandi hevur man eina skipan, har man kann hava ein sjúkling, ið er langt burtur. Nøkur standard data verða fylt út, og ein kanning verður gjørd av sjúklingunum, og so sendir man tað inn og fær svar upp á tað, sigur Jóanis Erik Køtlum, og leggur afturat. - Tað er ein upplagdur møguleiki. Tøknin er longu til staðar, men tað er organiseringin rundanum, ið manglar. Men soleiðis ber til at fáa heilsuverkið út í hvønn krók. Serliga fyri útoyggjarnar, ið hava vánaligt ferðasamband, er hetta ein góður møguleiki. Harumframt kann tað í ávísan mun avmarkast hvussu nógvir sjúklingar verða sendir av landinum. Í staðin ber til at sita í trygga heimliga um­ hvørvinum, og fáa fremstu ser­ frøðing­arnar inn í stovuna. »Í staðin ber til at sita í trygga heimliga umhvørvinum, og fáa fremstu serfrøðingarnar inn í stovuna«