Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 149 22 MILDRIÐ JACOBSEN MILDRID@SOSIALURIN.FO N ógvar jólagávur, sum liggja undir jóla­træn­ um í ár, taka ikki nógv pláss og krevja heldur ikki nógv gávupappír. Vit hava spurt okkum fyri hjá handlum og fyritøkum í Føroyum, og niður­ støðan er púra greið. Alsamt fleiri gávu­kort verða keypt at lata sum jóla­gávur. Gávukort við fleiri møguleikum Hjá Visit Tórshavn, sum selur tað sonevna Havnarkortið, siga tey, støðugt fleiri gávukort verða seld. Har leggja tey væl til merkis, at nógv velja heldur at keypa eitt gávukort í jólagávu, heldur enn at fara út at keypa eina gávu, sum tey ikki kenna seg vís í fer at verða væl móttikin. Upphæddirnar á gávukortunum eru ójavnar, men hjá Vistit Tórs­ havn siga tey, at tey flestu gávu­ kortini eru á upphæddir, sum eru millum 200 krónur og einar 1.500 krónur. Nøkur fá gávukort eru á upphæddir, sum eru niðanfyri 200 krónur og omanfyri 1.500 krónur. Eisini í SMS, sum selur gávukort til handlarnar í sølumistøðini, er gongdin tann sama. Har hava tey selt SMS-kortið tey seinastu 10 árini, og sølan er støðugt vaksin øll árini. Gist & Vist samtakið selur eisini gávukortið Meira av tí góða til deildir og sølustøðir hjá Gist & Vist. Eisini hjá teimum er rákið, at fleiri og fleiri velja at keypa gávukort at leggja undir jólatræið. Hjá Atlantic Airways leggja tey eisini til merkis, at gávukort er ein vælumtókt jólagáva. Stórur áhugi er fyri gávukortunum hjá føroyska flogfelagnum, og tey verða keypt til bæði børn, kvinnur og menn í øllum aldri. Gávukort til konurnar Hjá vakurleika- og vælveru­stov­ un­um eru gávukortini eisini tann jólagávan, sum verður nógv mest seld. Bæði hjá Ergo Vælveru og Cosmeto verður sagt, at gávu­kort­ ini hjá teimum eru sera væl umtókt, tá jólagávur skulu keypast. Á báðum vakurleika- og væl­ veru­stovunum koma nógvir menn á gátt at keypa gávukort til kon­ ur­nar. Felags fyri teir flestu er, at teir keypa gávukortini beint upp und­ir jól. Tann 22. og 23. desember koma teir kropp á kroppi inn á væl­verustovurnar at keypa kon­ un­um gávukort. Nógvir velja eina upp­hædd, og so kann tann, sum fær gávukortið, gera av, hvat tað skal brúkast til. Aðrir velja eitt gávukort til eina ávísa viðgerð. Gávukort tryggasta gávan At alsamt fleiri føroyingar velja at geva gávukort í jólagávu er í sam­ svarið við gongdina aðrastaðni. Bæði í Danmark og í USA vísa kann­ingar, at tað er tann tryggasta jóla­gávan at geva bæði kvinnum og monn­um, um ein vil vera vísur í, at tey verða nøgd. Í Danmark vísir kanning hjá Price­runner, sum fimta árið á rað hevur kannað, hvat danir ynskja sær í jólagávu, at gávukort og peng­ar eru ovast á listanum yvir jóla­gávuynski hjá bæði monnum og kvinnum. Hetta er sama nið­ ur­støða, sum í kanningunum sum vórðu gjørdar í fjør og í fyrrárið. Víst verður á, at fleiri fyrimunir eru við gávukortinum. Í fyrsta lagi tryggjar gávukortið, at tann, ið fær gávuna, kann keypa sær okk­urt, sum viðkomandi vil hava. Og í øðrum lagi sleppur gávu­mót­ tak­arin undan at standa í longum bíðirøðum í handlunum beint eftir jól fyri at býta jólagávuna um. Gávukort til kvinnurnar Í kanningini hjá Pricerunner sæst, at kvinnur bæði í aldursbólkinum frá 18 til 39 ár og í aldursbólkinum frá 40 til 55 ár ynskja sær gávukort til klædnahandlar og ferðir. Longri niðri á ynskilistanum hjá donsku kvinnunum eru pengar, klæðir, ALSAMT FLEIRI GÁVUKORT UNDIR JÓLATRÆNUM Fleiri og fleiri velja eitt gávukort, tá jólagávan skal keypast. Og tað er helst eisini tann tryggasta loysnin. Kanningar úr øðrum londum vísa í øllum førum, at gávukort og pengar eru ovast á listanum yvir jólagávuynski hjá bæði kvinnum og monnum. LÍVSSTÍLUR