Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 149 23 Selja nógvan elektronikk Hóast gávukortini undir jólatrøunum verða fleiri og fleiri fyri hvørji jól, so keypa vit kortini eisini aðrar gávur. Eitt nú verða nógvar snildtelefonir og spælimaskinur keyptar í hesum døgum, siga handlarnir, sum Sosialurin hevur tosað við. MILDRIÐ JACOBSEN MILDRID@SOSIALURIN.FO T veir teir størstu handl­ arnir innan elektronikk, hvítvørur og køkstól siga, at góða gongdin í sam­felagnum sæst týðiliga aftur, tá jólagávurnar verða keyptar. Hugt verður ikki eins nógv eftir prís­inum og gjørt varð fyri fáum ár­um síðani. Nú verður størri dent­ ur lagdur á góðskuna á vøruni, siga handl­arnir. Tað er sjálvandi munur á, hvat verður keypt børnunum, konunum og monnunum í jólagávu, men nakrar gávur eru felags fyri flestu aldursbólkar og bæði kyn. Handl­ arnir siga, at tá talan er um snild­ tele­fonir, teldlar og teldur, so verða hesar gávurnar keyptar til bæði børn, tannáringar, konur og menn. Umframt snildtelefonir, teldl­ ar og teldur, so kunnu nógvir menn rokna við at fáa nýggja raki­maskinu, sum er fínari enn tann vanliga rakimaskinan. Nógv­ ar konur kunnu vænta sær nýtt slættijarn og hárturkara, og børn og tannáringar kunnu gleða seg til nýggjar spælimaskinur og eina rúgvu av útgerð til spæli­mask­in­ ur­nar. Sambært handlunum eru sera nógvar spælimaskinur keyptar hesi jólini. Tær mest keyptu spæli­ maskinurnar í ár kosta úr umleið 2.400 krónum upp í einar 3.000 krónur. Eisini verður sera nógv út­gerð til spælimaskinurnar keypt. Eitt nú serlig borð og stólar, sum kosta úr 1.300 krónum upp í 3.500 krón­ur. Nógv keyptar jólagávur til børn og tannáringar: Spælimaskinur – Playstation og Nintendo Switch Útgerð og spøl til spælimaskinur Bluetooth hátalarar Snildtelefonir Teldlar Teldur Sjónvørp Nógv keyptar jólagávur til menn: Rakimaskinur í tí dýra endanum Góðir hátalarar og annað innan ljóð Sjónvørp Snildtelefonir Teldlar Teldur Nógv keyptar jólagávur til konur: Slættijørn Hárturkarar Snildtelefonir Køkstól – serliga blendarar Teldlar Teldur fartelefonir, skógvar, smúkkur og gávukort til undirhald. Pengar til menninar Hendan sama kanningin vísir, at ein stórur partur av donsku monn­ unum vil helst hava pengar í jóla­ gávu. Fartelefonir og gávukort til klædnahandlar og ferðir eru eisini á ynskilistanum hjá monnunum. Menn í aldursbólkinum frá 18 til 39 ár hava eisini sjónvørp, oyra­tele­ fonir, hátalarar, stýristøðir og spøl á ynskilistanum. Teir eitt sindur eldri menninir í aldrinum frá 40 til 55 ár, hava eisini teldlar og teldur á listanum við jólagávuynskjum. Sama rák í USA Listarnir yvir jólagávuynskir hjá amerikonskum kvinnum og monnum líkjast nógv gávu­ynskj­ un­um, sum eru á teimum donsku ynski­listunum. Í USA vilja kvinnur og menn eisini helst hava gávukort ella pengar undir jólatræið. Á ynski­list­ un­um hjá teimum eru eisini teldur, far­telefonir, sjónvørp, stýristøðir og spøl. Amerikanarar hava eisini nøkur jólagávuynskir, sum vit ikki síggja her um okkara leiðir. Til dømis eru skotvápn nummar sjey á listanum yvir jólagávur, sum amerikanskir menn ynskja sær. Eisini kann nevn­ast, at bæði kvinnur og menn í USA ynskja sær bil í jólagávu.