hósdagur 21. desember 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 149
26
TRÓNDUR ARGE
F
yrr
í
hesum
mánaðinum bleiv
Cristiano Ronaldo
kunngjørdur sum
vinnari av Ballon d’Or bólti
num. Hann vann heiðurin
frammanfyri Lionel Messi,
sum bleiv nummar tvey.
Hetta er fimtu ferð, at
Cristiano Ronaldo vinnur
gylta bóltin. Hann hevur
vunnið eins nógvar og kapp
ingarneytin úr Argentina og
FC Barcelona.
Seinastu tíggju árini hava
teir báðir vunnu gylta bóltin.
Leingi sá út til, at Lionel
Messi fór í søguna sum tann
meiri vinnandi av teimum,
men her hevur Cristiano
Ronaldo av álvara svarað
aftur seinastu tvey árini.
Hann hevur vunnið tvey
Champions League heiti,
tveir gyltar bóltar, La Liga,
World Club Cup og Super
Cup í bæði Spania og Evropa.
Hann setur persónlig met
fyri at kalla hvørt máli hann
skorar, men tað er eisini ein
sannleiki, at nú eru næstan
bara málini eftir hjá 32 ára
gamla portugisanum. Tí
er hann á øðrum plássi hjá
Sosialinum.
Ballon d’Or 2017
7. desembur kunngjørdi
France Football, franska
tíðarritið, ið rekur og skipar
fyri Ballon d’Or, at tað var
Cristiano Ronaldo, sum
vann heiðurin hesaferð. Av
myndaður við Eiffel torni
num í bakgrundini, sæst
liðskiparin hjá Portugal
halda gylta bóltinum í
aðrari hondini, meðan hann
við hinari hondini vísir á, at
hetta er tann fimti av sínum
slag.
Cristiano Ronaldo var
eisini favorittur at vin
na bóltin hesaferð. Real
Madrid vann La Liga,
Champions League og stór
steypadystirnar í bæði
Spania og Evropa. Cristiano
Roanldo er blivin ímyndin
av góðu gongdini hjá Real
Madrid seinnu árini, eins
og Lionel Messi var tað
fyri FC Barcelona í tíðini
undir millum annað Pep
Guardiola.
Tað passar nokk meiri um
Cristiano Ronaldo fyrr, enn
tað ger nú. Í dag er Cristi
ano Ronaldo meiri stjørnan
á jólatrænum, heldur enn
grundarlagið undir konga
felagnum. Tá tað er sagt,
so er jólastjørnan krúna á
verkinum, sum fær alt at
ganga upp í eina hægri eind.
Tað,
sum
Cristiano
Ronaldo avrikaði í avgerandi
umførunum í Champions
League farna kappingarár, er
einki minni enn fantastiskt.
Tí verður ongin, ið atkvøður
fyri honum bríkslaður fyri
tað, men restina av kapp
ingarárinum setti hann
ikki stórvegis dám á stóru
dystirnar. Tað bleiv sum so
heldur ikki kravt av honum,
tí Real Madrid vann tað, sum
vinnast skuldi.
Alíkavæl, so fær Lionel
Messi fyrsta plássið frá
Sosialinum, men her er
týdningarmikið at skilja, at
Cristiano Ronaldo fær eitt
greitt annað pláss, umframt
at hann fekk fyrsta plássið
frá Sosialinum, tá hann í
2016 somuleiðis vann Ballon
d’Or.
Lionel Messi er betri
Í ásetingunum til at atkvøða
fyri Ballon d’Or stendur, at
tað eru nøkur fyrilit, sum tey
í atkvøða skulu hava. Millum
annað skal vekt leggjast á
liðsigrar, avrik í stórum dyst
um, hava samlaðu yrkisleið
ina í huga, umframt atburð.
Hetta gav Cristiano Ronaldo
atkvøðurnar í fjør, men í ár
er øðrvísi, hóast mestingin
er tann sama.
Eins og í fjør, so er met
ingin at Lionel Messi í størri
mun setur sín dám á dystir
nar við sínum eginleikum.
Øll tøl innan hvítu linjurnar
siga eisini, at Lionel Messi er
meiri íblandaður spælinum.
Dribblingar, avlevering, upp
legg og mál.
Ein av størstu dystunum
í hesum árinum var El
Clasico í Madrid, tá Lionel
Messi totalt sat á øllum
dystinum. Uttan Neymar
Jr, sum tá hevði leikbann,
tók bóltsnillingurin sakina
í egnar hendur og vísti
øllum heiminum, at hann er
í serflokki, meðan Cristiano
Ronaldo ikki stóð sterkur í
myndini, tá liðið rundan um
hann ikki stóð sterkt.
Í árinum, sum atkvøðast
skal fyri, hevur Lionel Messi
skorað 48 mál í 54 dystum,
ellivu fleiri enn Cristiano
Ronaldo, lagt upp til fleiri
mál, og hevur mangan eitt
fót við í uppspælinum, tá
Barcelona fer í álop.
Lionel Messi hevur eisini
í hesum kappingarárinum
víst, at hann er væl fyri og
hevur nærmast bjargað
Barcelona úr kreppuni, sum
liðið kom í, eftir at Neymar
Jr bleiv seldur til PSG. Liðið
hevur 11 stig niður til Real
Madrid í La Liga undan
El Clasico í morgin. Tó at
Barcelona hevur spælt ein
dyst fleiri.
Atkvøðan til Lionel
Messi er ein atkvøða fyri tí
spælaranum, sum á størst
mun hevur sett sín dám á
altjóða fótbólt farna árið –
sæð yvir alt árið.
Heiður til Buffon
Lionel Messi og Cristiano
Ronaldo eru í einum flokki
fyri seg. Tað er langt niður til
triðja plássið, sum mangan
hevur verið brúkt til at
heiðra tann besta av restini,
ella at geva einum serligum
spælara viðurkenning.
Hesa ferð fellur triðja
plássið til legendariska mál
verjan hjá Italia og Juvent
us, Gianluigi Buffon. Hann
verður 40 ár í komandi mán
aði. Hetta hevur nokk ikki
v e r i ð
hansara
besta ár,
men hetta er
í ávísar mátar ein
lívtíðsheiður, at hann
fær triðja plássi. Tá er vert at
viðmerkja, at Juventus vann
Seria A og kom í Champions
League við millum annað
sterkum verjuspælið, har
Gianluigi Buffon stóð sterk
ur í myndini.
Hetta minnir kanska eitt
sindur um, tá Ryan Giggs
vann heitið sum ársins
spælari í Premier League í
2009. Tað var ikki hansara
besta ár og helst vóru onkrir,
sum vóru betri enn hann,
men her spældi átekningin
um, at írokna yrkisleiðina
við, inn.
Eisini stendur Gianluigi
Buffon ovarliga á listanum
yvir spælara, hvørs atburður
er fyrimyndarligur.
Neymar Jr
Tað var hørð kapping um
tey seinastu plássini. Her
kann argumenterast fyri teir
flestu, men valið fall á Neym
ar Jr úr Paris Saint-Germain,
og N’Golo Kanté úr Chelsea.
Tað er altíð eitt kjak um
hvat er ein góður fótbólts
spælari, um ein áleypari
hevur størri týdning enn ein
málverji, og so framvegis. Á
hesum listanum er tað blivið
pláss fyri eitt sindur av
hvørjum, so tú kundi sagt,
at atkvøðurnar hesa ferð
eru nakað fordeildar millum
bólkarnar.
Neymar Jr hevur í hesum
árinum sprongt øll met, sum
heimsins dýrasti fótbólts
spælari. Tað er væl ein orsøk
ÍTRÓTTUR
Cristiano Ronaldo er vinnari av gylta Ballon d’Or bóltinum fyri fimtu ferð. Hann
hevur nú fingið Lionel Messi aftur, og hevur staðfest, at hann ikki er liðugur sum
fótbóltsspælari á toppinum – men Lionel Messi fekk føroysku atkvøðurnar
REAL MADRID OG
RONALDO BEST
– MESSI BETRI
Ballon d’Or:
Cristiano
Ronaldo við gylta
bóltinum í hondini