Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-21, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 149 27 til, at eitt felag er sinn­að at gjald 1,6 milliardir krón­ur fyri brasilska bólt­ snill­ingin, sum í at kalla hvørjum dysti heldur upp til fleiri mótstøðuspælarum fyri gjøldur. Hann er ein komandi vinnari av Ballon d’Or, men spurningurin er um hann kann vinna tað fyri síni avrik í PSG - kanska um Brasil vinnur HM? Lítilátin Premier League vinnari Tað eru betri fótbólts­ spælar­ar enn N’Golo Kanté á Ballon d’Or 2017 listanum. Hann kostaði heldur ikki yvir milliardina, tá hann í summar 2016, skifti frá Leicester til Chelsea. Hann er fysti spælarin, at vinna Premier League tvey ár upp í slag, men við tveimum ymisk­um feløgum. Sterkast stendur avrikið at vinna Premier League við Leicester í 2016, men her aftur meiri talan um eina at­ kvøðu fyri javnt gott avrik í eina tíð. Bæði í Leicester og í Chelsea er hann væl lýddur og hevur gjørt stóran mun. Hann einasta spælarin úr Premier League á listanum hjá Sosialinum hesaferð. Hann hevur uppiborið pláss­ ið, men eins og við fleiri av hinum, so kann kjaskast um valið. Eg feri so langt sum at siga, at tú kundi givið fimta pláss­ið til allar á listainum, og argumentera fyri tí. N’Golo Kanté fær tað frá Sosiali­num, tí hann hevur havt so stóran týdning fyri Premier League vinnaran sein­astu tvey árini. El Clasico í morgin Tað er altíð eitt kjak um hvør er betri av Cristiano Ronaldo og Lionel Messi. Nú er einki millum teir, tá tað kemur til Ballon d’or bóltar. Tað er altíð eitt kjak um hvat lýsir ein góðan fótbóltsspælara, tað kjakið blívur ikki minni við tíðini. Í morgin bresta Real Madrid og FC Barcelona saman á Santiago Bernabéu í Madrid. Tað verður ein dystur millum Cristiano Ron­aldo og Lionel Messi. Tveir teir bestu spælararnar í heimi­num seinastu tíggjur árini – sambært Ballon d’Or! TRONDUR@SOSIALURIN.FO ÍTRÓTTUR Samlað yvirlit yvir Ballon d’Or 2017 1: Cristiano Ronaldo 946 (stig í Ballon d’Or atkvøðugreiðsluni) 2 Lionel Messi 670 3: Neymar 361 4: Gianluigi Buffon 221 5: Luka Modrić 84 6: Sergio Ramos 71 7: Kylian Mbappé 48 8: N'Golo Kanté 47 9: Robert Lewandowski 45 10: Harry Kane 36 11: Edinson Cavani 32 12: Isco 28 13: Luis Suárez 27 14: Kevin De Bruyne 25 15: Paulo Dybala 23 16: Marcelo 21 17: Toni Kroos 20 18: Antoine Griezmann 17 19: Eden Hazard 16 20: David de Gea 15 21: Pierre-Emerick Aubameyang 14 21: Leonardo Bonucci 14 23: Sadio Mané 10 24: Radamel Falcao 9 25: Karim Benzema 7 26: Jan Oblak 4 27: Mats Hummels 3 28: Edin Dzeko 2 30: Philippe Coutinho 0 30: Dries Mertens 0 Sosialurin, Tróndur Arge 1: Lionel Messi (FC Barcelona/Argentina) 2: Cristiano Ronaldo (Real Madrid/Portugal) 3: Gianluigi Buffon (Juventus/Italia) 4: Neymar Jr (FC Barcelona/PSG/Brasil) 5: N’Golo Kanté (Chelsea/Frakland) Ballon d’Or vinnara seinastu tíggju árini: 2008 1: Cristiano Ronaldo 2: Lionel Messi 3: Fernando Torres 2009 1: Lionel Messi 2:Cristiano Ronaldo 3: Xavi 2010 1: Lionel Messi 2: Andres Iniesta 3: Xavi 2011 1: Lionel Messi 2: Cristiano Ronaldo 3: Xavi 2012 1: Lionel Messi 2: Cristiano Ronaldo 3: Andres Iniesta 2013 1: Cristiano Ronaldo 2: Lionel Messi 3: Franck Ribery 2014 1: Cristiano Ronaldo 2: Lionel Messi 3: Manuel Neuer 2015 1:Lionel Messi 2: Cristiano Ronaldo 3: Neymar 2016 1: Cristiano Ronaldo 2: Lionel Messi 3: Antoine Griezmann 2017 1: Cristiano Ronaldo 2: Lionel Messi 3: Neymar Lionel Messi við gylta skógvinum fyri farna árið MYND: (POLFOTO) Cristiano Ronaldo við sínum fimm Ballon d’Or bóltum