hósdagur 28. desember 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 150
4
Pakkar til russisk sjófólk
Í nógv ár hava føroyingar latið russum,
sum eru í Føroyum og sum sigla um
okkara leiðir, jólapakkar, og tað er Árni
Dam, sum trúliga hevur tikið sær av at
samskipa jólapakkarnar.
- Russar eru ógvuliga glaðir og
takksamir fyri pakkarnar, sum teir hava
fingið í Føroyum. Teir halda jól 6. januar,
og soleiðis er tíð enn til at lata russiskum
sjófólki eina jólagávu í ár.
Maria í Akrabyrgi, stjóri í Faroe Agency,
sigur, at tað hevur rørt mong russisk
hjørtu, at teir hava fingið jólapakkar úr
Føroyum, tá teir um jólini eru so langt
burtur frá sínum kæru heima.
- Øll, sum eru so beinasom og vilja lata
russiskum sjófólki ein
jólapakka, kunnu leggja
pakkan ella pakkarnar
inn á skrivstovuna hjá
Faroe Agency Yviri við
Strond í Havn.
Stjórin í Faroe
Agency sigur, at tey,
sum vilja lata jólapakka,
men sum ikki vita, hvussu
tey skulu bera seg at, kunnu
ringja á tlf. 351990 ella á tlf.
231999.
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Í fótbóltskappingini fyri sjómenn
verður ikki loyvi at fiska
19 and 20 got into a fight. 21.
Smyril Line hevur keypt
Hotel Hafnia
Rúni Djurhuus, Petur
Slyne og Bárður Brimvík
keypa p/f Wenzel.
Pedagogarnir valdu av
avlýstu verkfallið á jólum
Hotel Streym í Havn
keypir grannaognina at
brúka til hotel
Pedagogfelagið og
Fíggjarmálaráðið
eru farin aftur til
semingsborðið
Tollaksmessa
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
krónur – tað er vikulønin hjá
Paul Pogba, miðvallaranum hjá
Manchester United. Hann tjenar mest
í Premier League.
2.431.781
Meðan hini norðurlondini nevna dagin lítla
jólaaftan, kalla føroyingar og íslendingar
23. desembur fyri Tollaksmessudag.
Dagurin er uppkallaður eftir Tollakki
Tórhallsson, sum var íslendskur biskupur.
Hann doyði 23. desembur 1193.
FRÍGGJADAGIN
3-8 m/s
Lot til andøvsgul av norðri, 3
til 8 m/s. Samdrigið og okkurt
vátaslettings- ella kavaæl. Hitin
millum 3 kuldastig og 3 hitastig.
LEYGARDAGIN
3-8 m/s
Lot til andøvsgul av eystri, 3 til
8 m/s. Sólglottar, men møguliga
okkurt vetraræl. Hitin millum
frostmarkið og 5 hitastig.
GAMLAÁRSKVØLD
10 m/s
Upp í stívt andøvsgul av eystri,
um 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og
stundum regn, vátaslettingur ella
kavi. Hitin millum 1 og 5 hitastig.
NÝGGJÁRSDAG
8-13 m/s
Andøvsgul upp í ein strúk av
landnyrðingi, 8 til 13m/s. Yvirhøvur
skýggjað og stundum regn,
vátaslettingur ella kavi. Hitin
millum frostmarkið og 5 hitastig.
Útlendsk tíðindafólk
á nýggjárshald í Vági
Nýggjárshaldið í Vági er uttan iva
tað størsta og kendasta nýggjárshaldið í
Føroyum. Hvørt ár leita hundraðtals fólk
sær til Vágs á nýggjárinum at uppliva
hetta forkunnuga tiltak á ársins síðstu
nátt.
Seinastu árini hevur eisini vaksandi
áhugi verið fyri Nýggjárshaldinum í
Vági uttanfyri landoddarnar og eisini í
útlendskum miðlum. Nýggjárshaldið í
Vági hevur sum verða man fleiri ferðir
verið umrøtt í norðurlendskum miðlum,
og fyri 4 árum síðani var Nýggjárshaldið
í Vági eisini umrøtt í CNN, tá mynd, sum
Reidar Joensen tók, varð víst í CNN.
Eisini freelance myndafólk hava verið í
Vági á nýggjárinum, drigin av stórslidna
tiltakinum – t.d. Alexander Böethuis, sum
tók myndina omanfyri í 2015/2016.
Í ár hava fleiri útlendskir journalistar
og myndafólk eisini boðað frá, at tey
koma til Nýggjárshaldið í Vági.
Millum hesi er amerikanskur journal
istur og myndamaður/filmsmaður, sum
m.a. ætlar at skriva grein til New York
Times um Nýggjárshaldið í Vági. New
York Times hevur umleið 9,3 milliónir
lesar av dagligu útgávuni og er størsta avís
í USA og 18. mest lisna avís í Heiminum.
Nýggjárshaldið í Vági fær eisini vitjan
av fronskum journalisti og myndamanni,
sum hevur skrivað greinar til stóra
franska blaðið Le Monde. Le Monde telist
millum størstu avísir í Fraklandi. Eisini
hesin hevur ætlanir um at fáa greinar um
og myndir frá Nýggjárshaldinum í Vági í
fleiri ymiskar miðlar.
Visti tú?
Jákup Mikkelsen
og Magni Laksafoss
hava mest fráveru í
tinginum?