Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 150 5 Sum sjúkrarøktarfakligur varastjóri verður tú ein partur av yvirskipaðu leiðsluni á Landssjúkrahúsinum saman við sjúkrahússtjóranum og varastjóranum við læknafakligari bakgrund. Tín næsta tilvísing uppeftir verður sjúkrahússtjórin. Týdningarmestu uppgávurnar hjá varastjóranum verða í høvuðsheitum: • at verða við í strategisku planleggingini og arbeiða saman við hinum í sjúkrahúsleiðsluni umframt • ábyrgd fyri yvirskipaða sjúkrarøktarfakliga rakstrinum og menning, • samábyrgd fyri innføringini av yvirskipaðum málum, strategium og fokusøkjum, • samábyrgd og virkisfýsni at halda fíggjarætlanir og at seta neyðug tiltøk í verk í hesum sambandi, • sjúkrarøktarfakligur ráðgevi og sparringspartnari hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum umframt sjúkrahús- og depilsleiðslunum. Vit bjóða: • eitt avbjóðandi og spennandi arbeiði við møguleika fyri persónligari og fakligari menning, • eina virkna og toymissinnaða sjúkrahúsleiðslu við plássi fyri humori, • eitt sjúkrahús við tørvi og ynski um at styrkja sjúkrarøktaryrkið. Førleikar: • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • Útbúgving og royndir innan leiðslu og fyrisiting • Holla vitan um sjúkrarøktina frá fleiri økjum • Framskygni viðvíkjandi røktarfakligu menningini • Kunnleika og innlit í fíggjarstýring • Kunna taka avgerðir saman við hinum í leiðsluni • Góð samstarvs- og samskiftisevni • Góð leiðsluevni • Skapandi evni og óbundin av vanahugsan • Duga og tora at raðfesta uppgávur • Stigtakari, planleggur og gjøgnumførir Lønar- og setanarviðurskifti: Starvið sum varastjóri við sjúkrarøktarfakligari bakgrund fyri Landssjúkrahúsið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á lønarstig 13. Setanarøkið fevnir um Heilsu- og innlendismálaráðið við tilhoyrandi stovnum. Tænastustaðið verður Landssjúkrahúsið, og setanarmyndugleikin er Heilsu- og innlendismálaráðið. Í sambandi við skipan av einum felags leiðslutoymi fyri samlaða sjúkrahúsverkið má tann, ið settur verður, tola møguligar broytingar í starvinum. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til: Ronnie Midjord, virkandi sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum, teldupost: ronne.midjord@ls.fo Umsókn við avriti av prógvum og CV skal sendast til: Heilsu- og innlendismálaráðið Eirargarður 2 FO-100 Tórshavn Umsóknarfreistin er 2. januar 2018 HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Varastjóri til Landssjúkrahúsið MEIRA FÆST AT VITA UM LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Á HEIMASÍÐUNI WWW.LS.FO Í sambandi við, at setanarskeiðið hjá verandi varastjóra við sjúkrarøktarfakligari bakgrund rennir úr, verður starvið lýst leyst til setan 1. mars 2018 ella skjótast gjørligt. Starvsfólk til Teldustovuna hjá Dugna á Hjalla Søkt verður eftir starvsfólki at byrja 1. feb. 2018 Talan kann verða um eitt fulltíðarstarv ella eitt 30 tíma starv. Hevur tú hjarta fyri fólkum við skerdum arbeiðsførleikum og eitt ynski um at stuðla hesum víðari út í lestrar- ella vinnulívið, ert tú møguliga rætta fólkið til starvið. Verkstaðurin hjá Dugna er arbeiðsstað hjá næmingum og arbeiðsfólki, sum antin hava tørv á at royna og menna sínar arbeiðsførlei- kar ella tørv á tillagaðum starvi. Teldustovan er tætt knýtt at virkseminum í Matstovuni, Træverkstaðnum og Tinghúsinum og arbeitt verður tvørtur um eindirnar. Samstarvað verður um næmingar og uppgávur, og høvuðsuppgávan hjá Teldustouni er at lýsa virksemið á øllum eindunum umframt deildini á Kambsdali og skúlanum við Áir. Málbólkurin hjá Dugna eru fólk við lættari sálarligum, sosialum og/ella kropsligum avbjóðingum. Førleikar og væntanir • Tú hevur viðkomandi útbúgving - eitt nú sum grafikari, innan KT ella náms- frøðingur við KT-førleikum. • Tú ert kreativ/kreativur og dugir at skipa arbeiðið við at lýsa virksemið á Dugna við plakatum, faldarum, heimasíðu og facebook. • Tú dugir at vera kveikjandi og stuðlandi í tínum arbeiði og ert viðvirkandi til at skapa eitt gott arbeiðs- og læruumh- vørvi, har næmingar og arbeiðsfólk eru við í arbeiðstilgongdini. • Tú hevur førleika at eygleiða og meta um arbeiðsførleikar, samstundis sum at arbeiðsuppgávur verða loystar. • Tú kennir til arbeiði við forritum sum eitt nú Illustrator, Indesign og Photoshop. • Tú útstrálar arbeiðsgleði og arbeiðsorku til tey rundan um teg. • Tú dugir at samstarva og síggja teg sum ein týðandi part av øllum arbeið- num hjá Dugna. • Tú sært týdningin av støðugt at menna teg sjálvan, hevur góðan ordanssans og tolir broytingar. Løn og setanartreytir Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran og verður lønt sambært avtalu millum avvarðan- di fakfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreist Umsóknir við avriti av prógvum og CV skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjada- gin 12. januar 2018 kl.12.00. Umsóknir skulu sendast til: Dugni, Boks 301, á Hjalla 7a , 100 Tórshavn ella sum teldubræv til: dugni@ dugni.fo Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Hedvig Johansdóttir, stjóra á tel. 292999. Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál millum annað er at at skipa fyri arbeiðsvenjing, endur- búgving og umskúling til fólk, ið hava tørv á hjálp til at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Visjónin hjá Dugna er: “Øll, ið fáa pláss á Dugna, skulu koma í útbúgving og/ella arbeiði”, og fyri at røkka visjónini hevur Dugni trý høvuðsmál: 1.Vit taka støði í tí einstaka 2.Vit viðurkenna ymisleika og 3.Vit styrkja arbeiðsførleikar. Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum, sum er skipaður sambært viðtøkum frá 1. juli 2012. Les meira á www.dugni.fo ÚTBJÓÐING AV MYKINESLEIÐINI SSL bjóðar Mykinesleiðina út aftur frá 2018 at rokna. Leiðin verður boðin út at røkja í 3 ár, við møguleika at framleingja sáttmálan í 2 ár, t.v.s. til og við 2022. Endamálið við útbjóðingini er at veita ferðafólki og fastbúgvandi eina góða og komfortabla siglingarfarleið til og úr Mykinesi. Siglt verður í høvuðsheitum 2 túrar um dagin í 4 mánaðir um árið, sum er frá 1. mai til 31. august. Umframt hetta, verður eisini siglt í heystfrítíðini. Talan er um ein nettosáttmála, har arbeiðstakarin fær allar farma- og ferðaseðlainntøkur. Inntøkugrundarlagið fyri ferðaseðlar og farm hevur seinastu árini verið vaksandi. Boðini skulu vera inni í seinasta lagi 1. februar 2018 kl. 12:00 hjá: Strandfaraskip Landsins, Sjógøta 5, FO-800 Tvøroyri. Spurningar kunnu sendast á teldupost til jpa@ssl.fo Sí nærri lýsing á heimasíðu Strandfaraskip Landsins, www.ssl.fo, og á Keypsportali landsins. Strandfaraskip Landsins (SSL) er landsfyritøka undir Samferðslumálaráðnum. SSL hevur sum endamál at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 26 farleiðir, harav 7 Oyggjaleiðir og 19 Bygdaleiðir. Til at røkta hesar leiðir hevur SSL 7 ferjur og 40 bussar. Samlaða ferðafólkatalið er í støðugum vøkstri, og var í 2017 um 1,2 mió. ferðandi, harav umleið 650.000 brúktu ferjurnar á Oyggjaleiðum og á leið 550.000 nýttu bussarnar á Bygdaleiðum. Til at loysa hesar tænastur hevur SSL umleið 160 starvsfólk, svarandi til um 120 ársverk.