Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 150 6 RÚSEVNI SMUGLING Er viljin til staðar, kunnu vit sleppa heilt undan trupulleikanum við rúsevnum í Føroyum, sigur tollari, sum serliga hevur eitt ávíst ynski ÁKI BERTHOLDSEN -E r politiskur vilji til stað­ ar, kunnu vit sleppa heilt undan rúsevnum í Før­oy­ um. Tað heldur Julian Thomsen, toll­ ari hjá Taks, sum burtur av arbeiðir við at forða fyri, at rúsevni verða smuglað til Føroya. Higartil í ár hevur Taks annars lagt hald á metstórar mongdir av rúsevnum. Higartil í ár hava toll­ ar­arnir hjá Taks nevniliga lagt hald á heili 23 kilo av rúsevnum. Nógv tað mesta av hesum er hassj, men tal­an er eisini um kokain, MDMA, og onnur sterk rúsevni. Sostatt hevur Taks lagt hald á fýra ferðir so nógv rúsevni í ár, sum tey løgdu hald á í fjør, tá ið hald varð lagt á seks kilo av rúsevnum. Føroyar eru eitt lítið land og sostatt kunnu hagtøl vera svika­ lig. Tað er ein royndur lutur, at ein­ stakar hendingar kunnu fáa stóra ávirkan á hagtølini einstøk ár, og at tað er ikki fyrrenn hugt verður eft­ir einum drúgvum áramáli, at mann kann gera sær eina meting av, hvussu gongdin er. Men Julian Thomsen heldur, at í hesum føri er talan ikki um til­ vildarlig sveiggj, tí til tað er broyt­ ing­in ov stór. – Vanliga leggja vit halda á væl undir 10 kilo av rúsevnum um árið, so tá ið nøgdin brádliga veksur upp í 23 kilo, halda vit at tað er ein ábend­ing um, at trupulleikin er veks­andi, sigur hann. Hann heldur tvørtur ímóti, at gongdin er ein ábending um, at ólógligi innflutningurin av rús­ evnum til Føroya vindur upp á seg, og hann heldur, at tað er ræðandi, at hald verður lagt á so stóra nøgd, sum hald er lagt á higartil í ár. Julian Thomsen sigur eisini, at í hes­um føri er talan um rús­evni, sum eru ætlað føroyska markn­að­ inum. Tollarnir eru áður komn­ir fram á stórar nøgdir, men tá hevur tal­an verið um rúsevni, sum ætl­ an­in hevur verið at flyta til onnur lond, oftast Íslands ella Grøn­lands, og har Føroyar verða brúkt­ar sum mill­umstøð. –  Vit vita heldur ikki, hvussu nógv sleppur ígjøgnum eftirlitið, tí vandi er fyri, at tað, vit finna, er bara toppurin á ísfjallinum, sigur hann. Hann vísir á, at her er bara tal­an um tað, hald verður lagt á í eftir­ lit­inum við ferðafólki og tí, sum annars verður flutt til Føroyar. – Her er bara talan um tað, sum hald verður lagt í markna­eftir­lit­in­ um hjá tollvaldinum. Tær nøgdir, tað eydnast smuglarum at fáa ígjøgn­um tolleftirlitið til Føroyar, er ikki talt við. Sostatt umfatar hetta ikki tær nøgdir, løgreglan legg­ur hald á frá fólki á gøtuni, í húsa­rannsóknum, ella aðrastaðni. Hevði 10 kilo við sær Julian Thomsen sigur, at tað er ógvu­liga ymiskt, hvussu stóra nøgd­ir, tey leggja hald á hvørja ferð. Tað mesta vit hava funnið í ein­ ari atsókn, eru 10 kilo av hassji, sum vóru funnin hjá einum ferðafólki, sum kom í Vágar við flogfari. –  Hóast onkur stórur fongur hevur verið, er talan mest um nógv­ar smærri nøgdir, leggur hann aftur­at. Eitt er tað, at smuglingin vindur upp á seg, men hann ásannar eisini, at møguleikarnir hjá tollarunum er eisini batnaður nakað. – Vit hava havt ein narkohund, men nú hava vit fingið ein afturat, so at vit nú hava tveir hundar, sum eru óførir at snodda seg fram til rúsevni. – Rúsevni skulu vera rættiliga væl fjald, skal sleppast undan, at hundarnir finna tey, sigur tollarin. Hann sigur, at talan er um hund­ar, sum eisini eru uttanlands á skeið við jøvnum millumbili, og har teir fáa góð skoðsmál. – At hassj verður smuglað, er so eitt, men vit finna eisini al­ samt størri mongdir av sterkari rús­evnum, og tey koma oftast til landið við postinum, sigur hann. Hann sigur, at talan er um, at smugl­arar í Føroyum, fáa onkran uttan­lands at útvega rúsevni, sum síðani verða send til Føroya við posti. Tað eru eisini nógvar heima­síður í internetinum, haðani smugl­arar kunnu bíleggja sterk rús­evni, sum síðani verða send til Før­oya við Posti. Fylgja ikki við Men annars vísir Julian Thomsen á, at seinastu árini er streymurin av ferða­fólki til Føroya fleirfaldaður, sam­stundis sum at postflutningur, og annar flutningur, annars til VIT KUNNU GERA FØROY PÚRA FRÍAR FYRI RÚSEVN Tí fáa tey ikki havt so gott eftirlit við rúsevnum