Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 150 7 RÚSEVNI landið, eisini eru nógv vaksin. Men samstundis hava umstøðurnar hjá tollvaldinum at hava eftirlit við rúsevnum, staðið at kalla í stað í nógv ár, og í dag er talið á tollarum at næstan tað sama, sum tað var fyri 10-15 árum síðani. Tí fáa tey ikki havt so gott eftir­ lit við rúsevnum, sum tey høvdu viljað. – Tað er ikki óvanligt at finna rúsevni uppi á ferðafólki, í post­in­ um, og annars í vørum, sum verða fluttar til Føroya, men møgu­ leikarnir at røkja eftirlitið, hava ikki fylgt við vøkstrinum í flutn­ ing­inum til landið av fólki, posti og farmi, sigur tollarin. Eitt, sum stendur ovast á ynski­ list­anum hjá tollaranum, er at fáa ein skannara. –  Tað hevur vundið rættiliga upp á seg, at fólk smugla rúsevni inn­vortis. Hava vit illgruna um tað, kunnu vit seta fólk á wc, men vilja vit skanna fólk, noyðast vit á Lands­sjúkrahúsið at fáa tað gjørt, og tað er bæði tíðarkrevjandi fyri ferða­fólk, og orkukrevjandi hjá okk­um, sigur Julian Thomsen. Hann sigur, at tískil ynskja tey sær ein skannara, tí so kunnu ferða­ fólk, tollararnir hava illgruna um, smugla rúsevni innvortis, verða skannað á staðnum, antin tað so er á flogvøllinum ella á Farstøðini í Havn. Ein skannari, talan er um, er skjótur og lættur at flyta, tí hann er stendur í einum bili. Hinvegin hava tey røntgentól á posthúsinum, og á flogvøllinum og á farstøðini, har viðføri kann gjøgn­umlýsast fyri at vita um rús­ evni er í. Men samstundis heldur hann eisini, at brúk er fleiri fólkum til toll­eftirlitið. – Vit eru hampiliga væl fyri við út­gerð, men ein skannara kundu vit hugsa okkum, sigur Julian Thom­- sen. Annars hava tollararnir í Før­ oy­um rættiliga gott samstarv við tollvaldi í Danmark, Íslandi, og í øðr­um londum við. – Smuglarar, sum verða avdúk­ aðir í Íslandi og Grønlandi, eru ofta mál, sum byrja í Føroyum, har tollararnir hjá okkum fáa frænir av onkrum, og geva starvsfeløgunum í Íslandi og Grønlandi eitt prei, so at teir kunnu fylgja við, sigur Julian Thomsen. Gott hugflog Annars er hugflogið hjá smuglarum næstan markleyst, tá ið teir skulu royna at lumpa tollvaldið og smugla rúsevni til Føroya. Eitt er at smugla rúsevni innvortis, antin við at svølgja tað, ella við at stinga tað uppí seg. Somuleiðis hava løgreglufólk áð­ur greitt frá, at fólk, sum eru komin higar við súkklu, eru tikin, tí tey hava fylt dekkini á súkkluni við rúsevnum. Tey hava eisini tikið smugl­arar, sum hava lagt rúsevni inn í dekk­ini á bilum, tey hava við sær.   Summi gera sær enn størri ómak, tí tollararnir hava eisini tikið fólk, sum hava sveisað rúsevni inn í eld­sløkkjarar.  Og eitt nýtt rák, sum tók seg upp eina ferð, var, at smuglarar rætt og slætt keyptu sær ein gaml­ an bil uttanlands til at smugla rús­ evni í. Roynt varð so at fjala rús­ evni ymsastaðni í bilinum og so tá ið tey koma til Føroyar, verður bil­ ur­in so settur, ella førdur av land­ in­um aftur. Kunnu fáa Føroyar rúsevnafríar Julian Thomsen vísir annars á, at Føroyar eru eitt lítið land og møgu­ leik­arnir at koma til Føroya, eru avmarkaðir. Tað er við Norrønu, við flogfari, umframt postur og farmur. Einstøk fiskiskip og farma­ skip koma eisini higar, og so nakrir stuttleikabátar um summarið. – Møguleikarnir at smugla rús­ evni til Føroya, eru sostatt rættiliga avmarkaðir, og var politiskur vilji av álvara til tað, kundi eftirlitið verð­ur hert so mikið, at vit høvdu klárað at hildið Føroyar heilt rús­ fríar, ella í hvussu so er, mest sum púra rúsfríar, heldur Julian Thom­ sen. – Vit hava allar møguleikar fyri at halda Føroyar rúsfríar, men tað er ein politiskur spurningur, leggur hann afturat. Skal tað eydnast, fer fyrst og fremst at krevja at fleiri tollarar verða settir í starv, men akkurát, hvat ið krevst hevur hann ikki hugsað so nógv um. – Men fáa vit ein skannara, og verða nøkur fólk sett í starv til eftir­ litið, hevði tað gjørt rættiliga góðan mun, heldur Julian Thomsen. YAR NI – Møguleikarnir at smugla rúsevni til Føroya, eru rættiliga avmarkaðir og vit hava allar møguleikar fyri at halda Føroyar rúsfríar, sigur Julian Thomsen, tollari hjá Taks Tað er ræðandi, at hald verður lagt á so stóra nøgd Annars er hugflogið hjá smuglarum næstan markleyst