Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 150 8 FÝRVERK Gomul minni ræða Henrik Old, landsstýrismann, nú nýggjársaftan er sunnudagin ÁKI BERTHOLDSEN – Tað skulu tiltøk setast í verk, so at tað ikki skal bera til at skjóta neyðrakettir á nýggjárinum. Tað sigur Henrik Old, lands­ stýrismaður. Hetta er ein spurningur sum liggur honum nógv á sinni, og hann sigur, at hetta er eisini eitt mál, hann hevur arbeitt við málinum í eina tíð. Men tað eydnaðist ikki at fáa gjørt nakað við málið til hetta nýgg jarshaldið, tí f iskivinnunýskipanin, pensjónsnýskipanin, og onnur politisk stórmál, eru farin við allari arbeiðsorkuni. Men hóast tað ikki eydnaðist at gera nakað við tað hesa ferð, heitir landsstýrismaðurin inniliga á fólk um ikki at skjóta neyðrakettir á nýggjárinum. Í øllum førum heitir hann á fólk um at hugsa seg væl um, áðrenn tey skjóta neyðrakettir, og undir øllum umstøðum eiga tær ikki at vera skotnar upp í loft í bygdum øki. – Tá ið ein neyðrakett er skotin upp í loft, hevur sendarin onki tamarhald yvirhøvur á, hvar hon endar og avleiðingarnar kunnu vera ræðandi, tí har hon dettur niður, heldur hon fram at brenna, sigur hann. –  Og dettur hon niður á hús, slepst ikki undan, at eldur kemur í, leggur hann afturat. Lívshættisligt Tað ber ikki til at vera ósamdur í, at neyðrakettir eru ómetaliga vakrar, har tær hanga í luftini og prýða himmalin við sínum sterka, reyða, loga. Men Henrik Old staðfestur, at neyðrakettir eru ikki fýrverk og tað er lívshættisligt at brúka tær sum fýrverk, og sostatt skulu stig takast fyri at forða fyri tí, leggur hann afturat. Hann sigur, at í fjør sendi hann eina heitan á tey, sum hava við neyðrakettir at gera, um at tryggja, at neyðrakettir ikki verða brúktar sum fýrverk. Men tað riggaði ikki eftir ætlan, tí tað vóru alt ov nógvar neyðrakettir at síggja á himmalinum, sigur hann. Tí er onki at gera enn at seta reglur í gildi sum forða fyri, at neyðrakettir verða brúktar sum fýrverk, sigur hann. Annars vísir hann á, at tað er ólógligt at skjóta neyðrakettir til stuttleika, tí tær skulu bara brúkar í eini neyðstøðu og tað vil hann hava fólk at taka í álvara. – Neyðrakettir eru ikki gjørdar til undirhald og til at spæla sær við, og tær skulu viðfarast har eftir, sigur hann. Ræðist avleiðingarnar Henrik Old sigur, at verða neyðrakettir brúktar sum fýrverk, og verða tær skotnar upp í loft í bygdum øki, tað kann enda við eini vanlukku, sum kann verða so ræðulig, at ongin av okkum hevur hugflog at hugsa so langt. – Hitin í eini neyðrakett er eini 900 stig, og tær eru gjørdar til at tær ikki kunnu sløkkjast. Tær eru gjørdar at brenna á sjónum og tað ber rætt at kalla ikki til at sløkkja tær, sigur hann.   Hann sigur, at dettur ein neyðrakett niður á eitt ellisheim, eitt røktarheim, ella niður á takið á sjúkrahúsinum, kann tað skjótt verða ein vanlukka, ongin av okkum hevur hugflog til at fata, sigur hann.   Hann sigur, at tað eru eisini dømi um, at sethús eru brend í grund av eini neyðrakett. Tað hendi fyri nøkrum árum síðani í grannalagnum hjá Henrikki Old í Vági, har ein neyðrakett dalaði niður á takið á einum sethúsum. – Tað var eitt ræðuligt upplivilsi, tí tað tók neyðrakettini bara nøkur fá sekund at brenna seg niður ígjøgnum húsini og tey brendu í grund upp á eina lítla løtu. Herða treytirnar Henrik Old hevur eisini verið skipari í nógv ár. Og hann sigur, at tey fyrstu árini, hann var skipari, – Neyðrakettir eru ikki gjørdar til undirhald, og tær skulu viðfarast har eftir, sigur Henrik Old, sum ætlar sær at herða reglurnar fyri, hvussu tær verða umsitnar Tað er lívshættisligt at brúka tær sum fýrverk Tað vil hann hava fólk at taka í álvara EIN INNILIG ÁHEIT Á TEY SUM SKJÓTA FÝRVERK