hósdagur 28. desember 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 150
9
Eru ógjørligar
at sløkkja
Neyðrakettir eru gjørdar soleiðis, at tær skulu
brenna í øllum veðri og undir øllum umstøðum.
Tí eru tær ein marra hjá sløkkiliðunum
um landið, nú nýggjárið stundar til.
DANJAL AV RANA
Tað er ólógligt at skjóta neyð
rakettir, uttan so, at tú ert í
neyð.
Soleiðis
sæð
e r
ikki neyðugt við
nøkrum øðrum
forboðið
móti
neyðrakettum á
nýggjárinum.
Onkur
heldur
kanska, at okkurt und
antak er galdandi í sam
band við nýttársháld, men
so er ikki.
Kortini telja tær í hundrað
vís, neyðrakettirnar, sum verða
skotnar á nýggjárinum, um alt
landið.
Henrik Old, landsstýrismaður,
hevur áður mint fólk á, at forboð
er móti at skjóta neyðrakettir og
aftur í ár minnir hann aðrastaðni
í blaðnum á vandan við teimum.
- Tað er jú forboð, tað er ikki
nakað nýtt í tí, sigur Heini Østerø,
átaksleiðari hjá Tórshavnar
Sløkkiliði.
Tað eru í høvuðsheitum tveir
trupulleikar av at neyðrakettir
verða skotnar á nýggjárinum.
Onnur er, at hetta kann órógva, um
onkur er, sum veruliga er í neyð.
Hin er, at neyðrakettirnar eru sera
brandfarligar. Ofta er eldur kykn
aður í hús av neyðrakettum, sum
eru dotnar niður á tekjur, og onkur
hús eru eisini brunnin í grund av
somu orsøk.
- Trupulleikin við neyðrakett
unum er, at tað eru so gott sum
ógjørligar at sløkkja, sigur Heini
Østerø. Hann vísir á, at tær eru
gjørdar á slíkan hátt, at tær skulu
brenna víðari, hóast tær lenda í
havninum.
- Tí nyttar tað lítið hjá okkum
at spula vatn á tær fyri at sløkkja
tær, sigur hann.
Virkna innihaldið í neyðrakett
um er fosfor, eitt evni, sum reag
erar, tá tað kemur í samband við
vatn. Tí slókna tær ikki, tá tær
lenda í havinum, ei heldur, tá tær
verða spulaðar.
- Neyðrakettirnar eru gjørdar
fyri at kunna skjótast upp í øllum
veðrið og fyri at brenna í øllum
veðrið og undir øllum umstøðum.
Tað sigur seg sjálvt, at tað er ein
stór avbjóðing, um ein slíkur
lutur lendur millum hús, sigur
Heini Østerø.
- Um ein neyðrakett
lendur á til dømis eini
aluminiumstekju, so
smeltar hon hol í
tekjuna og dettur
niður í húsini
og festir eld í ovasta
loft. Har liggur hon so
og brennur, inntil fos
forið er uppi. Tá kann
skaðin gerast sera stórur,
sigur hann.
Heini Østerø sigur, at neyð
rakettir eru ein nógv størri trupul
leiki enn vanligar rakettir.
- Vanligar rakettir brenna als
ikki líka heitt sum neyðrakettir.
Tær skulu jú brenna í øllum
veðrið. Tú minnist kanska frá
skúlanum, tá tit koyrdu fosfor ella
magnesium í vatn, tað blívur bara
við at brenna. Soleiðis er við neyð
rakettunum, sigur hann.
Hann kann ikki siga neyvt,
hvussu ofta, neyðrakettir raka
hús, men sigur, at tað hendir meiri
enn so.
- Tað er javnan, at vit mugu
rykkja út á nýttárinum, tí at vit
fáa fráboðanir um neyðrakettir,
sigur hann.
Heini Østerø sigur eisini, at
brandstøðin er partur av til
búgvingini og tí mugu teir eisini
út at leita, um illgruni er um, at
onkur er í neyð. Hetta er serliga
ein trupulleiki, um fólk skjóta
neyðrakettir áðrenn ella aftaná
midnátt.
Tað eru einans nakrir fáir
góðkendir forhandlarar av neyð
rakettum og fyri at keypa neyð
rakett frá teimum, skal ein per
sónur hava loyvi frá løgregluni.
Her heldur Heini Østerø, at møgu
leikin er at avmarka nýtsluni av
neyðrakettum á nýttárinum.
Neyðrakettir halda vanliga í trý
ár og so skulu tær skiftast út. Tá er
tað, at mong nýta møguleikan at
taka gomlu, útgingnu rakettirnar
heim við og goyma tær til nýggj
árshaldið
- Eitt gott boð hevði verið, at tá
fólk skulu skifta neyðrakettirnar
út, verður sett sum treyt, at
tær gomlu verða handaðar
inn aftur, so at tær kunnu
burturbeinast
for
svarliga,
heldur
Heini Østerø.
- Um Henrik
Old
ynskir
a t
s e t a
forboð mót
teimum, so
burdi hann havt allar møguleikar
til tess, tí sum sagt, so er tað longu
forboð móti at skjóta neyðrakettir,
uttan so, at ein er neyðstaddur,
sigur hann.
Neyðrakettir eru gjørdar til at brenna í øllum veðrið
og undir øllum umstøðum, eisini í vatni.
Tær verða skotnar 300 metrar upp í loft og dala so
niður í fallskíggja, meðan tær brenna.
Tær brenna í 40 sekund og síggjast upp til 5 fjórðingar.
vóru reglurnar nógv strangari enn
tær eru nú.
– Tá var tað eitt krav, at tær
gomlu, útgingnu neyðrakettirnar,
skuldu latast inn aftur, annars
fekst tú ikki nýggjar, so tað er
harmiligt, at tað er slakað so nógv
á hesum øki, sigur hann.
Tí sigur hann, at tað verður
neyðugt at fara aftur til tað
gamla, har tað verður kravt, at
gamlar neyðrakettir verða lætnar
inn aftur, áðrenn nýggjar verða
útflýggjaðar, sigur hann.
Hann sigur, at ein trupulleiki er,
at nú á døgum eru tað so nógv, sum
selja neyðrakettir, og tað er lítið og
einki eftirlit við, hvussu tað verður
umsitið. Men hann hevur ikki slept
ætlanini um at fáa betri eftirlit
við, hvussu neyðrakettir verða
handfarnar.
Umframt tey, sum selja
neyðrakettir, kann talan eisini vera
um at fáa skipasýnið upp í.
– Í gomlum døgum var tað krav,
at tað skuldu førast í dagbókina hjá
skipinum, tá ið neyðrakettir komu
umborð, og tá ið tær vórðu lætnar
inn aftur, tí nýggjar skuldi umborð.
Seinastu árini er glið komið á, so
tað eftirlitið er burtur og tí verður
tað neyðugt at tátta í, sigur Henrik
Old.
Og tað verður eitt arbeiðið,
hann fer at taka upp aftur beint
eftir nýggjár.
TAN
A