Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 150 10 TÍÐARGREIN Sámal Matras Samfelagsfrøðingur ”Somu løn fyri somu útbúgving” er eitt slagorð, ið javnan hoyrist í hesum tíðum, tá fakbólkar, ið kenna seg undirløntar og undirvirdar, royna at betra síni arbeiðsmarknaðarkor. Ein av hesum fakbólkum eru pedagogarnir, ið eru ein relativt ung professión, men hinvegin longu er ein tann størsta professiónin í landinum. Hetta eru fólk, ið ”bara” ansa eftir børnum, tykjast summi halda. Hetta er ikki nakað, ið nýtist at lønast ella virðast høgt tí hetta er ”nakað, ið øll kunnu gera”, tykist ein hugburður at vera. Hetta er sjálvandi ein misskiltur hugburður, tí sigast kann illa annað enn, at pedagogfakið er vorðið eitt avbera týðandi fak í nútíðar samfelagnum. Eg ætli her ikki at fara inn í konkretu viðurskiftini kring sáttmálasamráðingar í løtuni, men bert nýta høvið at vísa á hví pedagogfakið eigur at virðast munandi hægri enn tað verður í dag. Hvussu hendan virðingin konkret skal umsetast til pengar, mugu onnur kjakast um. Pedagogar eru avgerandi fyri uppalingina Uppalingarmynstrið er grundleggjandi broytt seinastu áratíggjuni. Fyrr var vanligt, at børn vórðu uppald í og kring heimið, til tey fóru í skúla. Nú er vanligt, at børn í stóran mun verða uppald á stovni. Hetta er ikki bert ein praktisk loysn upp á barnaansing, tvs. ein hjálpifunktión fyri arbeiðsmarknaðin. Hetta er ein grundleggjandi broyting av øllum samfelagnum – í grundini ein forleinging av skúlaskipanini. Við sera breiðum hugtøkum kann mann enntá siga, at barnagarðar eru víðkaðir skúlar, har børnini eisini skulu læra nakað. Í grundini eiga vit at umtala bæði vøggustovur, barnagarðar, fólkaskúla, miðnám og víðari lesnað sum liðir í einum ”uppalingarsektori”, ið skal lyfta nýggju ættarliðini skjótt upp á tað høga vitanarstøðið, ið krevst í dagsins samfelagi. Tað at børn í so stóran mun eru farin frá einari heimligari uppaling til eina stovnsliga uppaling ger jú, at fyritreytirnar hjá núverandi ungu ættarliðunum eru fullkomiliga øðrvísi enn fyritreytirnar hjá eldri ættarliðum. Bara tað, at pedagogar tíðarliga fylla so nógv í lívinum hjá børnunum, átti at verið nóg góð grundgeving, men eisini er vert at hyggja eftir hvussu pedagogarnir eru við til at broyta uppalingina kvalitativt. Fyri tað fyrsta læra børnini nakrar heilt aðrar normar og leiklutir enn tey kundi lært í eini heimligari uppaling. Ein slík støða kallast eisini fyri dupultsocialisering ella multisocialisering, tvs. at socialiseringin fer fram á fleiri pallum samstundis, soleiðis at børnini mugu fyrihalda seg til fleiri ymisk socialiseringskrøv. Hetta er sum vera man meiri krevjandi fyri børnini, men eisini meiri mennandi. Sum vera man er tað av alstórum týdningin, at tað eisini finnast vaksnir persónar, ið kunnu tryggja eina nøktandi socialisering av børnunum. Børn kunnu læra av hvørjum øðrum, men tað er avgerandi, at tað finnast kompetent vaksin, ið eisini seta børnunum treytir fyri hvat eigur at gerast í hvørji støðu. Nú á døgum eru ikki bert foreldrini rollumodell, men somuleiðis pedagogarnir. Pedagogarnir hava enntá stóran týdning fyri málmenningina hjá børnunum og tað er ikki ókent, at børn yvirtaka málbrigdi bæði frá pedagogum og foreldrum. Eitt annað dømi er, at børnini á stovninum kunnu grundleggja betri matar-, heilsu- og ítróttarvanar, ið allir kunnu betra teirra habitus og harvið leggja grundina fyri einum betri lívi sum vaksin. Øll hesi viðurskifti tala fyri, at pedagogar mugu vera sera væl útbúnir. Tað er ikki smávegis ábyrgd at leggja grundarlagið fyri víðari persónligu og málsligu menningina hjá børnum. Tað er snøgt sagt ein grundleggjandi og altavgerandi táttur av menningini hjá hvørjum einstøkum barni og harvið eisini av framtíðar menningini av samfelagnum. Pedagogisk hugtøk ávirka samfelagið Eitt er, at pedagogar sum starvsbólkur ofta verða lítisvirdir í føroyska samfelagnum. Umframt hetta verður pedagogiska fakøkið (fakligheitin) ikki nóg høgt vird. Her skal eg viðmerkja, at eg eri ikki heilt ógegnigur í hesum máli, tí umframt at vera samfelagsfrøðingur havi eg eisini eina eftirútbúgving í miðnámspedagogikk. Sostatt kenni eg pedagogiska fakið rættiliga væl og síggi á ein hátt pedagogar sum eina ”grannaprofessión” hjá mær sjálvum. Men hví er pedagogikkur eitt so týdningarmikið fak? Hví skal man yvirhøvur læra at menna børn? Kemur hetta ikki av sær sjálvum? Er hetta ikki bert ein natúrligur menniskjaeginleiki hjá teimum flestu? Tað ber uttan iva til at læra eina rúgvu gjøgnum praksis, men neyðugt er at skilja tann stóra týdning, ið hugtøkini hava fyri nógvar professiónir. Gjøgnum pedagogiskt- teoretiskan lesnað ber til at lata pedagogisku hugtøkini stýra pedagogisku praksissini. Tað eru skrivaðar tjúkkar bøkur og ritgerðir um hvussu børn kunnu viðfarast í ymiskum samanhangum, og sjálvandi er skilagott at læra av royndum frá øðrum heldur enn at uppfinna tann djúpa tallerkin hvørja ferð. Enn týdningarmeiri er, at pedagogikkin nú á døgum í stóran mun er vorðin ein norm- og virðisberandi professión. Pedagogikk er meiri enn eitt handverksfak, tað er eisini eitt fak, ið hevur nøkur boð upp á hvat er gott og ringt í fleiri av lívsins viðurskiftum. Eins og innan flest allar professiónir finnast sjálvandi ymiskir skúlar kring uppaling, og hevur sonevnda ”reformpedagogikkin” t.d. havt stóran leiklut seinnu nógvu áratíggjuni við síni grundleggjandi uppgerð við eldri, meiri autoriterar pedagogikkrætningar. Pedagogikkin uppalir alt samfelagið Neyðugt er at staðfesta, at pedagogikkin undir øllum umstøðum hevur ein normativan rætning og harvið ikki handlar í blindum – og als ikki neutralt. Tað er system í pedagogiska hugtaksheiminum, tó at nógv hugtøk verða lænt og umtulkað frá grannafakum sum m.a. psykologi ella sociologi, soleiðis at stór hugtakslig felagsmongd er við onnur fak. Nú á døgum finnast eisini aðrir pedagogiskir rætningar, ið hava stóra ávirkan á pedagogútbúgvingar, pedagogiska praksis og harvið uppalingina av børnunum. Í einum heimi, har foreldrini hava ringa tíð at uppala børn, eins og kirkjur, sunnudagsskúlar, samkomur o.l. í stóran mun hava mist møguleikan at uppala børnini, eru tað pedagogisk hugtøk, ið taka yvir og gerast stýrandi fyri menningina av børnunum. Í pedagogisku professiónini liggja eisini etisk hugtøk kring felagsskap, einstakling, demokrati, javnrætt, tolsemi, dannilsi, kapping o.s.fr. Man kann siga, at pedagogar harvið eru við til at socialisera børnini inn í ein heilt øðrvísi hugsjónarligan samanhang enn meiri siðbundnar familjur vildu gjørt. Pedagogikkurin er sostatt við til at flyta samfelagið skjótari enn tað annars hevði flutt seg, tó at rætningurin ikki er eintýðugur. Ymiskir dagstovnar kunnu sum vera man PEDAGOGIKKUR, LØN OG STATUS - KRONIKK