Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 150 11 Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. hava ymiskar profilar, ið harvið menna ávísar hugsjónarligar síður á børnunum. Ein barnagarður kann byggja á kristin virði, ein annar á grøn virði o.s.fr. (Sum kuriosum kann nevnast, at tað í 70’unum enntá vóru marxistiskt inspireraðir rætningar innan pedagogikk.) Fyrimunurin er sum vera man, at børn á stovni venja seg við aðrar hættir at síggja heimin enn tey annars høvdu gjørt. Hóast pedagogarnir eru týðandi fyri socialiseringina skal ikki gloymast, at børnini sjálvi eisini socialisera hvørt annað og læra at umganga fólk, ið er øðrvísi enn tey sjálvi. Argumenterast kann fyri, at júst hetta eru førleikar, ið eru týdningarmiklir í nútíðar samfelagnum. Uttan iva eru eisini foreldur, ið hava tørv á at læra nýggjar uppalingarhættir frá professionellum uppalarum. Pedagogar eiga at virðast og lønast væl Av tí at pedagogar sostatt fylla sera nógv í lívinum hjá børnum og mugu sigast at vera altavgerandi fyri hvussu børnini fara at menna seg frameftir, kann illa sigast annað, enn at pedagogikkin er ein samfelagsliga týdningarmikil professión. Skal ein professión menna seg og draga dugnaligastu fólkini at sær, er neyðugt, at professiónin er vird og væl lønt. Galdandi er fyri allan uppalingarsektorin, at tað er trupult at seta neyvt fokus á substansin í arbeiðum. Hetta hevur tann fyrimun í mun til t.d. sjúkrarøktarar, at tað er truplari at fokusera á feilir hjá ávísum starvsfólkum. Hinvegin er tað harvið eisini truplari at fokusera á kvalitetirnar í yrkinum. Tað, ið hendir á einum sjúkrahúsi hevur ofta bráðfeingis og álvarsligar avleiðingar. Avleiðingarnar av uppalingarsvíki síggjast hinvegin ofta ikki fyri fleiri ár aftaná, og tí er lættari at sjofla økið, bæði tá tað kemur til løn, viðurkenning, normering, fyrireiking, eftirútbúgving o.s.fr. Hetta síðsta er forrestin eisini galdandi fyri pedagogiskar grannaprofessiónir sum fólkaskúlalærarar og miðnámslærarar. Tað er ikki fyrr enn seinni í lívinum, at børnini og foreldrini finna út av hvørji øki ikki vórðu ment nøktandi, tað veri seg á persónliga ella fakliga økinum. Eg meti sjálvur, at tað hevur týdning, at fáa nógv ambitiøs ung – kvinnur sum menn – at lesa pedagogiskar professiónir, og til tess er neyðugt at lyfta professiónina í mun til tað vit higartil hava sæð. Eingin professión er perfekt og feilir verða gjørdir í øllum professiónum. Men við at betra um útbúgvingarstig og arbeiðskor er møguligt at betra munandi um uppalingarumhvørvið hjá nýggju ættarliðunum. Gott nýggjár, Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur