Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 150 14 PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Sanna Marie Heldfryd Højgaard, Hjallavegur 12, 650 Toftir, fødd tann 2. juli 1926, deyð tann 9. september 2017, og fyrr deyða hjúnarfelaga Petur Sofus Esmar Højgaard, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Petur Even Djurhuus, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks. nr. 355/2017, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 27. december 2017. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Herdis Vilhelmina Olsen, Kálvalíðvegur 2, 370 Miðvágur, fødd tann 6. apríl 1923, deyð tann 15. november 2017, og fyrr deyða hjúnarfelaga Joen Emil Olsen, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Petur Even Djurhuus, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks. nr. 412/2017, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 14. december 2017. Arbeiðs- og brunaeftirlitið søkir eftir einum eftirlitsfólki til setan skjótast gjørligt. Talan er um eitt farloyvisstarv í sambandi við barnsburðarfarloyvi hjá einum av okkara eftirlitsfólkum. Um starvið Talan er um eitt fakliga avbjóðandi starv, sum í høvuðsheitum fevnir um brunaøkið á stovninum. Arbeiðsuppgávurnar eru millum annað: • Brunasýn / rakstrareftirlit av ávísum sløgum av bygningum, mannverkum og virksemi v.m. • Vegleiða stovnum, kommunum, fyritøkum og borgarum um brunatrygdarlig viðurskiftir • Brunatøknilig málsviðgerð • Gera uppskot til vegleiðingar innanfyri brunatrygdarliga økið v.m. • Aðrar uppgávur innanfyri virkisøkið hjá stovninum • Roknast skal við nakað av ferðing innanlands Førleikakrøv Vit vænta, at tú hevur útbúgvin, ið er viðkomandi fyri økið, t.d. sum sum verkfrøðingur, byggifrøðingur, arkitektur ella líknandi. Harumframt er tað ein fyrimunur um tú hevur viðkomandi eftirútbúgving, serútbúgving ella royndir innan brunatøkni. Onnur krøv og eginleikar Í starvinum skalt tú harafturat: • Duga væl at samskifta á føroyskum í skrift og talu og kunna gera teg skilligan á norðurlendskum og enskum máli • Duga at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi • Duga at fasthalda yvirlitið, tá hart leikar á • Duga at arbeiða miðvíst • Hava góðan røkisskap • Duga at nýta vanligt KT Lønar- og setanartreytir Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv, frá 01. februar 2018 til 30. januar 2019. Umsókn Umsóknir til starvið við avriti av prógvum og viðmælum skal sendast til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Eirargarður 2, 2.hædd, FO 110 Tórshavn, ella á umsokn@arb.fo. Umsóknarfreistin er hin 02. januar 2018. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Leiv Persson, stjóra, á telefon 23 64 40, ella við telduposti á lp@arb.fo. Tíðaravmarkað starv sum eftirlitsfólk á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum Býráðsfundir 2018 Býráðið hevur á fundi tann 18.12.2017 samtykt at áseta almennu fundirnar hesar dagar. Mánadagin 29. jan kl. 17.00 Mánadagin 26. feb. kl. 17.00 Mánadagin 19. mar.kl. 17.00 Mánadagin 30. apr. kl. 17.00 Mánadagin 28. mai kl. 17.00 Mánadagin 25. jun. kl. 17.00 Mánadagin 27. aug. kl. 17.00 Mánadagin 24. sep. kl. 17.00 Mánadagin 29. okt. kl. 17.00 Mánadagin 26. nov.kl. 17.00 Mánadagin 17. dec.kl. 17.00 Oyrarbakki tann 19.12.2017 Tøkk Vit vilja fegin takka øllum, sum hátíðarhildu ella á ymiskan hátt mintust okkum á hjúnabandsdegnum leygardagin 23. september. Takk fyri alla ta fantastisku hjálp vit fingu. Takk fyri sangir, talur, gávur o.a. Eisini ein serlig tøkk til tykkum, sum komu langvegis frá, fyri at halda dagin saman við okkum. Ein ógloymandi dagur. Samstundis vilja vit nýta høvi til at ynskja øllum eini Gleðilig Jól & Harrans ríku signing í komandi ári. Sarita Kristina Hansen & Bergur Robert Dam Jensen Gleðilig Jól & Harrans signing í komandi ári. Tøkk Vit vilja hjartaliga takka tykkum øllum, sum sýndu okkum samkenslu og hjálpsemi, tá ið okkara kæri pápi, verpápi og abbi Trygvi Nielsen f. 17.06.1931 d. 12.07.2017 andaðist og varð jarðaður Hjartaliga takk til Bergur Debes Joensen prest og Elin Nielsen fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni og í kapellinum. Takk til berarar, kirkjutænarar og gravarar. Somuleiðis hjartaliga takk til starvsfólk á Suðuroyar Ellisheimið og Suðuroyar sjúkrahúsið, fyri tíðina, tit vóru um hann. Takk til tykkum sum bakaðu og hjálptu til við ervinum, og tykkum sum komu inn á gólvið at vísa samkenslu. Stóra tøkk til tykkum mongu sum fylgdu Trygva til hansara seinasta hvíldarstað. Takk fyri blómur, kransar og minnisgávur til Vesturhøll. Familjurnar vegna Niels Jákup og Høgni Gleðilig jól og gott nýggjár ynskist tykkum øllum.