Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 150 15 Almannaverkið hevur eitt áhugavert og avbjóðandi farloyvisstarv sum sálarfrøðingur í Viðskiftadeplinum leyst at søkja. Starvið verður sett sum skjótast, og er til 31. desember 2018 Um starvið Starvið er til setan skjótast til ber ella eftir avtalu Setanar- og lønarviðurskifti Starvsheitið er sálarfrøðingur, setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjamálaráðið og akademikarafelagi. Starvsfólk mugu tola broytingar og umskipanir í starvinum. Setanarstaðið er Almannaverkið, við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum á Staravegi 18, Tórshavn. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. januar 2018. av.fo >Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Sálarfrøðingur til Viðskiftadepilin í Almannaverkinum Søkt verður eftir mannligum starvsfólki til Sambýlið í Stoffalág 64, sum er fyri fólk við menningartarni/autismu. Um starvið Talan er um eitt starv á 40 tímar í miðal um vikuna, at byrja 1. februar 2018 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, dag-, kvøld-, nátt og vikuskiftisvaktir. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardeplinum - Eind 5. Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið ella Fysioterapeutfelag Føroya. Freist Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 05.01.2018 kl. 12.00. av.fo >Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Søkt verður eftir mannligum starvs- fólki til sambýlið í Stoffalág 64 í Tórshavn Søkt verður eftir starvsfólki til Fjálgulon at seta frá 1. februar 2018 ella skjótast tilber. Røktarbústaðurin, Fjálgalon, er eitt heim fyri eldri fólk við sálarsjúku. Um starvið Talan er um eitt starv á 40 tímar um vikuna. Starvið er tíðaravmarkað og verður sett 1. februar ella skjótast gjørligt og er til 30.11.2018. Arbeitt verður dag-, kvøld- og náttarvaktir og í vikuskiftum. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu, í løtuni, í Trivnaðardeplinum – Eind 8. Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktar- frøðingar, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeut- felagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya. Freist Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 05.01.2018 kl. 12.00. av.fo >Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Eitt starvsfólk til Fjálgulon í Tórshavn Søkt verður eftir starvsfólki til Fjálgulon at seta frá 1. februar 2018 ella skjótast tilber. Røktarbústaðurin, Fjálgalon, er eitt heim fyri eldri fólk við sálarsjúku. Um starvið Talan er um eitt starv á 40 tímar um vikuna. Starvið er tíðaravmarkað og verður sett 1. februar ella skjótast gjørligt og er til 30.11.2018. Arbeitt verður dag-, kvøld- og náttarvaktir og í vikuskiftum. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu, í løtuni, í Trivnaðardeplinum – Eind 8. Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktar- frøðingar, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeut- felagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya. Freist Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 05.01.2018 kl. 12.00. av.fo >Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Námsfrøðingar og sjúkrarøktar frøð- ingar til sambýlið í Blikagøtu og til dag- og umlættingar stovnin Mýrisóljuna í Runavík PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Kirsten Valgerda Nordendal, Lýðarsvegur 19, 650 Toftir, fødd tann 5. august 1924, deyð tann 3. november 2017, og fyrr deyða hjúnarfelaga Hartvard Martin Nordendal, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Petur Even Djurhuus, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks. nr. 406/2017, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 15. december 2017. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Gudmund Larsen, Stórheyggjur 9, 900 Vágur, føddur tann 21. juli 1935, deyður tann 18. november 2017, og fyrr deyða hjúnarfelaga Inge Margrethe Larsen, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Fríðu Patursson, Frúutrøð 4, postboks 6, 110 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 428/2017, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 15. desember 2017. Tøkk Marius Joensen f. 26-07-53 d. 27-09-17 Vit vilja hervið veita eina hjartans tøkk til tykkum ið sýndu okkum samkenslu, tá elskaði pápi, abbi, verpápi og beiggi okkara, andaðist og var jarðaður. Tøkk fyri vitjanir á Ríkissjúkrahúsinum, tøkk til Borgny Brünings-Hansen, prest, og tykkum ið vóru til andaktina í kapellinum, á Ríkissjúkrahúsinum. Tøkk til Karl fyri troystarík orð í kapellinum á Landssjúkrahúsinum, og til Poul Adrian fyri urguspæl. Tøkk til Una Næs, prest, fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni og við grøvina. Tøkk til berarar, sangarar og kirkjutænarar. Tøkk til Stanley Samuelsen fyri avbera vakran sang og spæl í kirkjuni. Tøkk til Skúlaheimið fyri vælskipað ervið og til tykkum sum bakaðu, og á ymsan hátt hjálptu til. Tøkk fyri gávur til krabbameinsfelagið, og fyri blómur og kransar. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Samstundis vilja vit nýta høvið at ynskja ætt, vinum og kenningum eitt eydnuberandi nýggjár. Familjunnar vegna: Dagfinn, Terje, Heidi, José, Eivy, Elly, Anna Maria og Páll