hósdagur 28. desember 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 150
16
Byggja skip til cruise
á Norðpólinum
Nú verður fyrsta ferðamannskip
bygt til at sigla í økinum kring
Norðpólin.
Tað
er
norska
skipasmiðjan Vard Søviknes, sum
byggir heimsin fyrsta cruise-
skip, sum er ætlað at sigla kring
Norðpólin. Hetta skrivar Arkitisk
Nyt.
Franska reiðaríið Ponant hevur
umbiðið skipini, sum ætlandi verða
liðugtbygd í 2021. Ponant førir seg
fram við marglætisskipum.
Ponan Icebreaker, sum nýggja
skipið skal eita, fer at hava pláss
til 270 ferðafólk á 175 kømurum.
Skipið verður 150 metrar langt,
og manningin fer at telja 180 fólk.
Skipið fer at hava tvær tyrlur
umborð.
Prísurin fyri Ponan Icebreaker
verður tvær milliardir krónur.
Vit eru í seinastu døgunum í 2017
– eitt hendingaríkt ár.
Búskaparliga hevur tað gingið
væl sum heild, sjálvt um ikki øll
hava fingið lut í góðu gongdini.
Samfelagið hevur fingið nógvar
skatta- og avgjaldskrónur í
kassan og stóru og miðalstóru
vinnufyritøkurnar hava eisini havt
avlop.
Stuttligt at síggja, hvussu
væl nøgdir politkiararnir eru við
gongdina. Tey vita øll, at meira
pengar koma í almennu kassarnar,
meira eru hjá politkkarunum at
deila út.
Alt verður koyrt undir, at góða
gongdin snýr seg um at tryggja
okkara felags vælferð, men við
hvørt ivast ein í, um tað er júst so
leiðis tingini hanga saman.
Tá ið vanliga verður tosað
um vælferð, so snýr tað seg um
heilsuverk, skúlaverk, børnini og
tey gomlu og tey veiku.
Eg veit væl, at onnur ting hanga
saman við vælferðini, men verður
hugt at fíggjarlógini til dømis, so
sæst hvussu stórur partur eisini
verður brúkt til onnur ting. Eftirlit
við hvørjum æðrum, kontrol og
so hesar ílkøgurnar, sum hava
heilt onnur endamál. Íløgur, sum
privatir íleggjarar eins væl kundu
gjørt.
Eitt lítið mál, sum hevur verið
uppi at venda, er eitt sjósavn. Upp
skot var herfyri lagt fyri tingið um
at gera eitt slíkt í Klaksvík, men tað
fall. Grudgevingarnar vóru nógvar,
men ein av teimum var, at savnið á
Argjum hevur ætlanir um at vaksa
um virksemið.
Uppskotið fall altso og tað var
samgongan, sum feldi uppskotið.
Tí sker tað í eyguni, tá ið fíggj
arlógin nú var samtykt, so vóru
200.000 krónur settar av til fyri
reiking av sjósavni í Klaksvík – og
nú atkvøddu samgongufólk fyri
uppskotinum.
Skilji hvør í skilja kann.
Forkvinnan í fíggjarnevndini
játtaði meira ella minni fyri út
varpinum, at hetta var sett í fíggj
arlógina fyri at fáa alt at ganga
upp.
Tey royna øll at lata sum hetta
eru avgerandi samfelagsligar upp
gávur, sum pengarnir hjá skatta
borgarunum í Føroyum skulu
brúkast til.
Ikki tí, eitt sjósavn ella okkur
sum líkist í Klaksvík, ljóðar
skilagott – serliga tá ið lurtað verður
eftir ætlanunum hjá teimum sum
fyrireika sjómannadagarnar í
Klaksvík.
Eg brúki hetta bert sum dømi
um, hvussu lætt tað er at brúka
pening, sum ikki eru eins egni,
uttan at krøv verða sett og uttan
at ein greitt kann siga, at hetta er
ein uppgáva, sum samfelagið eigur
at átaka sær.
Havi altíð hildið, at fremsta
uppgávan hjá politikarum er at
raðfesta nýtsluna av teimum
pengum, sum tað almenna dregur
inn frá borgarunum.
Havi ilt við at skilja, at hetta
viðhvørt meira skal lagast eftir
hvørjum politikarum ein játtan
gagnar, heldur enn at hugt verður
eftir, hvat gagnar samfelagnum
best.
Nógvar uppgávur eru stórar
og tunga., Tí er tað umráðandi at
raðfesta tær týdningarmiklastu
fyrst. At hava ein ætlan fyri, hvussu
íløgur verða gjørdar, samsstundis
sum atlit veerður tikið til, hvat
íløgurnar fara at kosta í rakstri.
Á samferðsluøkinum hava vit
eina íløguætlan fyri vegagerð.
Hon verður ikki altíð hildin, tí har
vinnur politiski viljin viðhvørt á tí
raðfesta, men ætlanin finst.
Tað sama kann ikki sigast um
øll hini økini.
Eitt praktiskt nýggjárynski
kann vera, at hetta verður gjørt
fyri allar samfelagsíløgur í fram
tíðini, so vit sleppa undan, at
politikararnir hvør í sínum lagi –
alt eftir hvørjum lyklasstøðum tey
sita í - sleppa at skræða skilgóðar
játtanir, sum eru raðfestar, í
smábitar, sum mest gagna nøkrum
politikarum akkurát tá.
Ája!
Gott nýár, øll somul.
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!