hósdagur 28. desember 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. desember 2017
4
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Nýggjur borgarstjóri í Havn
Tað var ein bumba av teimum stóru, tá ið Annika Olsen fór
við borgarstjórastarvinum, sum Heðin Mortensen hevði
røkt og helt seg hava gjørt eina avtalu um framhaldandi at
røkja. Á ársskiftinum tók Annika Olsen við starvinum.
– Eg eri ómetalig spent. Tað er við størsta
eyðmjúkleika, at eg taki við eini so stórari
uppgávu, og geri eg tað við virðing fyri tí, ið er
gjørt frammanundan, segði Annika Olsen.
Brúka píkadekk við máta
Henrik Old, landsstýrismaður, fer ikki at broyta lógina
um nýtslu av píkadekkum. Róð hevur verið fram undir,
at nýtslan eigur at avmarkast meira. Henrik Old vísir
á, at umleið 20 prosent av bilunum eru skøddir við
píkadekkum, og tað er ikki ræðandi nýtsla. Eisini vísir
hann, at summir bilførarra kenna seg tryggast við
at brúka píkadekk – millum annað tey, sum koyra
millum bygdir á vetrartíð.
Januar:
Eftir at hava eygleitt og kannað
kjógvin úti í Fugloy er Jón Aldará
farin á europeiska konsertferð við
finska tungmálmsbólkinum Barren
Earth.
Tað er nakað av einum pallskifti
fyri 30 ára gamla sangaran av Norð
oyri, men samantvinningin av lív
frøði og rocktónleiki hevur verið
partur av hansara lívi seinastu ár
ini.
Jón Aldará er kendur sum sang
ari í føroyska metalbólkinum Ham
ferð, og síðani 2014 hevur hann
eisini verið sangari í finska bólk
inum Barren Earth. Samstundis
hevur hann tikið útbúgving innan
lívfrøði, og tað er í tí sambandi, at
hann hevur kannað støðuna hjá
kjógvi, sum reiðrast í Fugloynni.
Kanningarnar skulu brúkast í ser
ritgerðini, sum hann nú er farin
undir at skriva.
Komandi vikurnar skal Jón Ald
ará tó brúka á ferð kring Europa
saman við hinum tónleikarunum
í Barren Earth og saman við rock
bólkinum Insomnium, sum Barren
Earth hitar upp fyri á 17 konsertum
í 18 dagar.
Konsertferðin byrjaði í Bochum
í Týsklandi mikukvøldið, og kon
sertir verða komandi tíðina í eitt nú
París, Manchester, Islington, Berlin,
Prag, Wien, Zürich og München.
Frustererandi byrjan
Progressivi
tungmálmsbólkurin
Barren Earth varð stovnaður í
2008. Bólkurin er mannaður við
tónleikarum, sum allir eru virknir
í øðrum kendum tungmálsbólkum.
Fram til 2013 var Mikko Kotamäki
sangari í bólkinum. Tá ið hann valdi
at hugsavna seg um annan bólk,
gjørdist Jón Aldará sangari í bólk
inum ístaðin.
Jón hevði hitt tveir av limunum
í Barren Earth, tá ið hann var á
konsert saman við Hamferð, og
sambandið teirra millum slóðaði
fyri, at Jón gjørdist sangari í Barren
Earth.
Finsku
tónleikarunum
dámdu ræddarspennið og klangin
hjá Jón, og tað viðvirkaði eisini, at
Jón kundi skriva tekstir og útseta
røddirnar hjá bólkinum.
– Tá ið eg kom upp í bólkinum,
vóru teir í gongd við at innspæla
eina nýggja útgávu, og meginpart
urin av sangunum vóru skrivaðir.
Tí kom eg mitt inn í eina prosess og
royndi at fóta mær sum frægast,
sigur Jón Aldará.
Úrslitið av innspælingunum var
útgávan On Lonely Towers frá 2015,
har Jón Aldará er sangari.
– Ætlanin var, at vit eftir útgáv
una skuldu fara á konsertferð og
sum heild gera meira við at spæla
saman, men tað bleiv ikki til tað
stóra, tí tónleikararnir høvdu aðrar
bólkar at hugsa um, og tað riggaði
ikki at savna bólkin.
– Tí var tað eitt sindur fruster
erandi, at tað ikki hendi meira við
bólkinum, eftir at eg var komin
uppí, men nú er meira lív í, og tað
sær heilt spennandi út, sigur Jón.
Drúgv ferð
Restina av januar mánaði skal Jón
Aldará brúka á ferð kring Europa.
Konsertir eru so at siga hvønn dag,
og millum konsertirnar skulu teir
ferðast frá einum staði til annað.
Tað er helst ikki so glamourøst
at verða á slíkari konsertferð, sum
Jón Aldará av Norðoyri skal á konsertferð
við finska tungmálmsbólkinum Barren
Earth spæla 17 konsertir í 18 dagar
kring Europa. Tað er krevjandi uppgáva
hjá sangaranum, sum bæði skal kunna
syngja reint og brøla, og hann velur
framførslurnar fram um rock ’n roll lívið
Velur fram
førslur fram
um rocklívið
LGBT er
blivið
religión
Presturin Sverri Steinhólm heldur, at
LGBT nærmast er vorðin tann størsta
»religiónin« í Føroyum, sum eingin torir
at finnast at.
– Gud náði tann kropp, sum er í móti
LGBT í hesum døgum. Men vit mugu øll
tora at siga okkara hugsan við virðing
fyri hvørjum øðrum. Bæði tey í LGBT og
tey, sum hava eina øðrvísi fatan, sigur
Sverri Steinhólm.
Vágbingur
heiðraður
á Tvøroyri
Vágbingurin Rúni Brattaberg, sum er
operasangari, fekk Mentanarvirðisløn
landsins á heiðurstiltaki, sum var hildið
á Tvøroyri. 50 ára gamli Rúni Brattaberg
hevur síðani aldarsskiftið verið búsitandi
uttanlands, har hann hevur arbeitt sum
operasangari í ymiskum operahúsum
kring heimin. Hann er millum annað
kendur sum framúr tulkari av operum hjá
Wagner.
Ríkisum
boðsmaður
deyður
Niels Bentsen, fyrrverandi
ríkisumboðsmaður í Føroyum, doyr
80 ára gamal. Hann var føddur í
Keypmannahavn 10. mars í 1936, og
hann tók við sum ríkisumboðsmaður í
Føroyum eftir Leif Groth í 1981. Niels
Bentsen gavst sum ríkisumboðsmaður í
1988.
Vit hava nógv ting, sum virka í
tilbúgvingini, men vit hava eisini nógv,
sum kann gerast betur. Mest umráðandi
er, at eisini tann pysko-sosiala
tilbúgvingin er púra greitt skipað, tá ið
vanlukka hendir. Og tað er hon ikki í
dag.
Tóra Petersen,
sálarfrøðingur
JAN
2017
Vit hava tað so gott so gott í
Føroyum. Sum oftast duga vit ikki at
síggja tað, tí vit eru bert vanlig
menniskju, ið renna runt í okkara
gerandisdegi og hava ríkiligt at hugsa
um við okkara egnu trupulleikum.
Elin Michelsen,
samskiftisfrøðingur