hósdagur 28. desember 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 29. desember 2017
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Maurice Ross nýggjur venjari hjá
TB/FCS/Royn
Suðuroyggin leggur saman til
eitt felag og nýggjur venjari
í felagnum verður fyrrverandi
skotski landsliðsspælarin,
Maurice Ross. Hann er eitt lutfalsliga
stórt navn í altjóða fótbólti, og fær til uppgávu at
samansjóða stríðshugaðu suðuroyingarnar
fólk kanska ímynda sær, tí tað er eis
ini hart arbeiði og nógv ferðing.
– Vit koyra vanliga í bussi langar
teinar millum spælistøðini, sum
kunnu liggja uttan fyri miðbýin
í tómligum økjum. Men tað kann
eisini verða spennandi, og tað er
spennandi at fáa møguleikan at
spæla so nógvar konsertir, sigur Jón
Aldará.
Sangararnir í tungmálmsbólkum
skulu veruliga arbeiða fyri føðini, tí
teir eru í front, og tað verður kravt
nógv av teirra rødd, sum bæði skal
kunna ljóma reint og skal kunna
brøla – growla, tey kalla.
– Eg havi roynt onkra konsertferð
av hesum slagnum áður. Fyrstu
tríggjar-fýra konsertirnar kunnu
verða krevjandi fyri røddina, men
tá ið tú ert komin ordiliga í gongd,
so koyrir tað bara, og eg fari ikki at
fáa trupulleikar við at syngja til tær
mongu konsertirnar, sigur Jón Ald
ará.
Lívið sum rocktónleikari er til
tikið, men tað ræður eisini um at
verða førur fyri at spæla allar kon
sertirnar.
– Mann skal ansa eftir sær sjálv
um, tí tú skalt verða førur fyri at
spæla konsertirnar. Tí verður tað
ikki so nógv rock ’n roll hjá mær.
Eg vil heldur verða væl fyri til
framførslurnar, sigur Jón Aldará,
sum viðurkennir skemtandi, at tað
stundum er trupult at halda sær í
skinninum, tá ið allir hinir tónleikar
arnir eru finlendingar.
Bragdið á Hálsi
U21 landsliðið í hondbólti vinnur púra óvæntað
HM undankappingarbólkin, og skal til HM
endaspælið. Høllin kókar, tá Føroyar vinna
triðja dystin á Finnalndi við einum máli
U21 landsliðið í hondbólti hjá
dreingjum fremur eitt satt
bragd í høllini á Hálsi, tá liðið
vinnur seg til HM endaspælið,
sum verður í Algeria seinni á
árinum. – Nú skulu vit prógvu
okkum, sigur Helgi Hoydal á
forsíðuni á ÍtróttarSosialinum
undan kappingini. Tað gera
teir longu í fyrsta dystinum, tá
teir vinna á favorittunum úr
Sveis. Síðani gongur illa móti
botnproppinum úr Ísrael, men
Føroyar vinna 31-25.
Alt gongur upp í eina hægri
eind, tá Føroyar í seinasta dyst
inum vinna 29-28 á Finnlandi.
Høllin kókar og tað sæst, at
hesir dreingirnir hava spælt
saman síðani teir vóru heilt
ungir. Føroyska liðið tekur
øll á bóli og Hondbóltssam
bandið stendur á berum í
fyrireikingunum til HM enda
spælið. Føroysk ítróttarsøga
er skrivað, tí hetta er fyrstu
ferð, at eitt føroyskt lið hevur
vunnið seg til eitt HM enda
spæl.
Søgan handan bragdið er, at
foreldrini hjá fleiri av dreingj
unum hava skipað fyri lands
liðsvenjingum, tá teir vóru
yngri. Liðið er óvanliga væl
samanspælt fyri eitt U-landslið.
At vera lítil er brádliga blivin
ein fyrimunir á fleiri økjum.
Ímyndin
av
avrikinum
er
strikuspælarin úr Hoyvík, Helgi
Hoydal, men í allar mátar er tal
an um eitt satt liðavrik, har all
ir spælararnir spæla sín leiklut
fult út í kappingini.
Vikuna eftir spælir A-lands
liðið hjá monnum tveir dystir í
innleiðandi kappingini til EM
undankappingina.
Føroyska
liðið er lítið sannførandi og tap
ur fyri Kýpros og Grikkalandi.
Eftirfylgjandi verður víst til
vantandi
landsliðsarbeiðið
nógvu seinnu árini, sum ein or
søk til, at A-landsliðið er so lítið
samanspælt og spælararnir á
ov lágum altjóða stigi.
Pál hugsar ikki um OL
Í drúgvari grein í Sosialinum
sigur Pál V. Joensen, at
fyri fyrstu ferð í átta
ár, so hugsar hann ikki
um OL. Hann avsannar
ikki, at hann kanska
ger eina roynd í 2020,
men tað hevur ikki
hægstu raðfesting í
løtuni
Thiago og 07 Vestur skiljast
Stóra fótbóltssøgan í januar er, at 07 Vestur
sendir Thiago Pinto Borges heim,
eftir at júst hava gjørt sáttmála við
brasilska bóltsnillingin. Orsøkin er
søgur um ónærisligan atburð í gamla
felagnum hjá sær í Íslandi. Hann
sigur við Sosialin, at hann eina
ferð gjørdi ein feil, men av óvart.
Felagið tekur ongar kjansir, sigur
Jim Sonni Guttesen, formaður í
07 Vestur
Rúsdrekka skal vera ein serlig vøra,
sum bara verður drukkin við serlig høvi
og sum sostatt ikki verður ein
gerandisvøra, sum er at fáa í vanligum
handli á jøvnum føti við allar aðrar
vørur.
Pál Weihe,
fyrrverandi formaður í Fólkaheilsuráðnum
Ítróttur
– Eg havi roynt onkra konsertferð
av hesum slagnum áður. Fyrstu
tríggjar-fýra konsertirnar kunnu
verða krevjandi fyri røddina,
men tá ið tú ert komin ordiliga í
gongd, so koyrir tað bara, sigur
Jón Aldará, sum skal spæla 17
konsertir innan 18 dagar