hósdagur 28. desember 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. desember 2017
6
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Dýrari at ringja til nummarkall
Nú eru tey so fá, sum ringja til nummarkall
hjá Føroya Tele, at kostnaðurin á tænastuni
verður settur upp fyri at varðveita hana.
Tað hevur kostað 10 krónur um minuttin
at ringja til nummarkall at spyrja um
telefonnummar, men nú verður prísurin
15,95 krónur um minuttin um dagin.
Februar:
– Eg dugdi ikki at reagera upp á tað beinan vegin, men tey vóru
øll so áhugað í at hitta meg, sigur Maria Daniela í Garði
21 ára gamla Maria Daniela í Garði
býr í Havn og er uppvaksin í Før
oyum saman við beiggja sínum –
tey eru bæði ættleidd. Tá ið Maria
herfyri gjørdist mamma, settt tað
gongd í tankar um at finna sína
biologisku mammu.
Maria hevur vitað, at hon er
ættleidd úr Kolumbia, og hon hev
ur eisini altíð verið sannførd um,
at einaferð skuldi hon finna sín
uppruna í suðuramerikanska land
inum. Tað var orsøkin til, at hon
flutti eitt ár til Spania, so at hon
dugdi spanskt og kundi samskifta
við sína familju í Kolumbia, um hon
nakrantíð fann tey.
Nú er tað so hent, sum Maria
hevur ætlað sær alt lívið. Umvegis
eina Facebooksíðu við heitinum
“Adopteret fra Columbia” fann
Maria hjálp til, hvussu hon kundi
finna fram til sína biologiska
familju.
– Eg fekk ráð har um, at tað var
ein kona í Kolumbia, sum dugdi
norsk og hjálpti fólki at leita eftir
biologisku familjuni har, sigur
Maria Daniela í Garði.
Norska konan í Kolumbia fór í
gongd mánakvøldið í farnu viku, við
at leita eftir biologisku familjuni
hjá Mariu. Á heimasíðuni sá Maria
fólk skriva, at tey høvdu fingið svar
eftir tveimum mánaðum. So Maria
slóð kalt vatn í blóðið og royndi at
skúgva tankarnar til viks, tí hon
væntaði einki svar fyribils.
– Eg fór í gongd við at fyrireika
barnadópin hjá soninum, og royndi
at gloyma alt um hitt, tí eg visti tað
kundi taka langa tíð, sigur Maria
Daniela í Garði.
Gekk sera skjótt
Bert tvey døgn seinni stóð eitt
lítið reytt eitt tal á Messenger hjá
Mariu. Norska konan hevði funnið
familjuna.
– Eg bleiv so ræðuliga kløkk og
dugdi als ikki at reagera. Eg sat hjá
einari vinkonu, tá ið eg fekk boðini.
Eg visti ikki, hvat eg skuldi siga til
tíðindini. Eg spurdi, um hon var vís
í tí, og um hon hevði nakrar myndir
at vísa mær. Tá segði hon, at hon
mátti vera varin, tí hon hevði hitt
mostur mína og hon var ikki vís í,
um familjan visti, at eg var til, sigur
Maria Daniela í Garði.
Maria fór spent í song tað nátt
ina. Og sum hjá flestum nýklaktum
mammum varð hon vakt um nátt
ina av lítla soninum. Hon lat mess
enger upp, tí hon vildi vita, um
norska konan hevði skrivað nakað
aftrat. Tá sá hon boð frá einum
manni, sum hevði sama ættarnavn,
sum hon hevði sum nýføðingur.
– Eg tordi næstan ikki at lata
boðini upp. Var tað pápi mín?
Beiggi mín? Og hvat stóð har? Eg
var bangin fyri, at maðurin við mín
um upprunaliga ættarnavnið fór
at biðja meg lata tey fáa frið, sigur
Maria Daniela í Garði.
Men tað var alt annað enn tað,
sum maðurin – sum seinni vísti seg
at vera yngri beiggi Mariu – vildi
siga.
– Hann takkaði hjartaliga fyri,
at eg hevði leitað eftir teimum, og
hann vildi so fegin læra meg at
kenna, sigur Maria Daniela í Garði,
sum ta náttina legði seg aftur við
stórari gleði.
Fyrsta reaktiónin hjá mammuni
var ógvuslig. Hon gjørdist kløkk og
hótti við at saksøkja norsku kvinn
una, sum hevði funnið fram til
hana, men longu næstu nátt fekk
Maria boð á Messenger: »Hey dóttir
mín, hetta er mamma«.
Tær báðar samskiftu aftur og
fram og Maria spurdi um sína fam
ilju.
– Mamma segði, at eg átti ein
eldri beiggja, tvær eldri systrar og
ein yngri beiggja. Og at umframt
meg so var ein onnur systur ætt
leidd til Svøríki, meðan hin systurin
nú búði í USA, sigur Maria Daniela
í Garði.
– Eg og systurin í USA líkjast
akkurát. Tað er ordiliga stuttligt at
síggja. Hin systurin er myrkari og
líkist sikkurt pápa okkara. Tað giti
eg bara, hóast ikki havi sæð myndir
av honum enn, sigur Maria Daniela
í Garði.
Leygarkvøldið hittist kolumbi
anska familjan hjá Mariu heima
hjá mammuni, har tey vildu hátíð
arhalda, at burturmista dótturin
var komin aftur í aftur. Tey settust
at tosa umvegis Skype og fingu so
statt hoyrt málið í hvørjum øðrum
fyri fyrstu ferð.
Tí varð hon ættleidd
Mest týðandi spurningurin hjá
Mariu til mammu sína var, hví hon
var ættleidd.
Frágreiðingin var hon, at tá ið
mamma Mariu átti elsta sonin, búði
hon heima hjá foreldrunum. Ein
Maria fann
mammu sína
Stjól fýra
gjaldskort
Ein ungur maður var í Føroya rætti
dømdur fyri at hava stolið fýra
Masterkort og roynt at keypa fyri tey.
Tað var í einum handli í Eysturoynni, at
stuldurin fór fram. Í trimum ymiskum
førum stjól ungi maðurin gjaldskortini
frá kundum, tá tey komu at keypa.
Við kortunum keypti hann sær síðani
spøl og aðra vøru á internetinum. Til
samans keypti hann fyri 14.538 krónur
av trimum kortum. Av tí at maðurin var
ungur, 16 ára gamal, tá brotini vóru
framd, valdi dómarin at gera teir 30
dagarnar, hann annars skuldi í fongsil,
treytaðar.
80% verður
brúkt í
Suður
streymoy
Grannskoðarafyritøkan Numo hevur
greinað almenna virksemið kring landið,
og ein av niðurstøðunum er, at 81
prosent av játtanini til almennan rakstur
verður brúktur í Suðurstreymoy, har 42
prosent av fólkinum búgva. Samstundis
vísir greiningin, at bert 6 prosent av
bruttovinninginum av útflutninginum
kemur úr Suðurstreymoy.
Koks fær
fína stjørnu
Matstovan Koks fær ein Michelin-
stjørnu, sum verður mett sum dyggasta
góðskustemplið í Europa. Tað er franska
Michelin, sum gevur matstovum í
stórbýum kring Europa stjørnur, og
hóast Føroyar ikki eru í nánd av støddini
á økjum, har Michelin vanliga virkar, er
ein stjørna send til Føroya fyri fyrstu
ferð nakrantíð. Á Koks eru tey errin av
bragdinum, sum fer at skapa enn størri
áhuga fyri matstovuni.
FEB
2017
Kanska skulu vit minnast til at
trýsta á durvitøppin av og á og geva
okkum stundir til leggja okkum á hina
liðina – steðga á og verða í løtuni. Tað
ber jú til at seta vekjaran at vekja eitt
sindur fyrr.
Malan Eyðunsdóttir,
bloggari
Tá ið eg skrivi eina yrking, reinsi eg
meg fyri orð og geri tey týðuligari fyri
meg. Eg skapi nakað burtur úr tí, sum
livir inni í mær.
Anna Malan Jógvansdóttir,
yrkjari
Old setti hol á Eysturoyartunnilin
Týsdagin 21. Februar varð fyrsta skotið
latið av í størstu byggiverkætlan í Føroyum
nakrantíð. Tað var Henrik Old, landsstýrismaður
í samferðslumálum, sum trýsti á knøttin, tá ið
hol var sett á Eysturoyartunnilin, sum er millum
Skálafjørðin og høvuðsstaðin. Byggingin kostar
umleið eina milliard.