Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 29. desember 2017 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Føroyskir rógvarar luttaka í kapping í París. Teir tíggju luttakarnar vunnu ikki færri enn níggju heiðursmerki. Fýra gull, tríggjar silvur og tvær bronsur. – Vit hava serlig evni at rógva, sigur havnarmaðurin, Toni Dam, sum vinnur EM í aldursbólkinum 50-54 ár Kári Nielsen brestur størstu bumbuna Púra óvæntað leggur maðurin handan bragdið á Hálsi frá sær, men tað er eitt sindur ógreitt hví. Hondbóltur setur sín dám á feburar mánað, sum tó eisini bjóðar upp á stríðsval og skaddar menn Í januar er Kári Nielsen, saman við Inga Olsen, maðurin handan bradgið hjá U21 landsliðnum, sum hevur vunnið seg víðari til HM endaspælið, men 13. feburar kann ÍtróttarSosialurin kunngera, at Kári Nielsen legg­ ur frá sær. -Vóru umstøðurnar í lagi, so helt eg fram, sigur hann. Lagt verður upp til, at Sonni Larsen verður nýggjur venjari, men hann vil einki siga. Liðskiparin, Helgi Hoydal harmast. Kyndilskvinnur vinna á Neist­anum í steypafinaluni í hond­bólti, meðan H71 vinnur mans­dystin, eftir at StÍF eina løtu gevur teimum skarpan gang. Fyri Kyndil er tað 35 ára gamli málverjin úr Serbia, Maja Drag­olju­bovic, sum gongur fremst. Hon verður vald til dags­ins spælara og eigur sín stóra lut í sigrinum. Hoyvíkingar vinna 28-25 á StÍF. Niðurstøðan eftir dystin er, at H71 hevur størri breidd enn strandingar. Tomasz Zilber- ­berg, venjari hjá StÍF, held­ur eisini at hansara menn blivu bangnir fyri at vinna dyst­in, tá teir eitt skifti eru á odda 18-15 og 19-16. Í ungdómsfinalunum vinn­ ur H71 fimm av níggju final­um. Framtíðin í felagnum er bjørt, men tað kann eisini sig­ast um hondbóltin sum heild. Fleiri av finalunum eru á høgum stigi verður sagt úr hond­bólts­um­ hvørv­inum. Petur Mittún, fyrrverandi venjari hjá H71 og hondbólts­ menn­ari hjá Hondbólts­sam­- band­inum, verður nýggjur aðal­- skrivari hjá Ítrótt­ar­sambandi Føroya. Málið er at finna felags­- stev millum allar ítrótt­argrein­ arnar í Ítrótt­ar­sam­band­inum, sigur hann. Stríðsval er í FSF, tá Høgni í Stórustovu brádliga bjóðar Christiani F. Andreasen av. MB endar mitt í brennideplinum, tí felagið velur at skjóta avbjóðaran upp, men tekur tað aftur seinni og tí verður ikki valstríð alíkavæl Fleyr skrivar flogbólts­ søgu í steypafinaluni hjá monnum, tá teir á fyrsta sinni vinna steypagull. Teir vinna finaluna 3-1 á SÍ. TB vinnur steypakappingina hjá kvinnum á KÍF. Úrslitið er 3-1 og stóri spælarin á vøllinum er Helga Guttesen. dagin, uttan ávaring, var hon blakað heim­anífrá, men hon fekk ikki sonin við. Eftir hetta møtti honum einum manni – pápa Mariu – og fekk Mariu og hennara tvær systrar við hesum manni. Hann var sálarliga harðligur við hana og í mong ár hevði hon tað sera trupult heima. – Mamma gjørdist sera kedd, tá ið hon fortaldi mær, hvussu tað hevði verið hjá henni. Hann var sera harð­ lig­ur sálarliga, og hon orkaði ikki at berj­ast ímóti, sigur Maria Daniela í Garði. Mamman valdi tí at geva Mariu og systr­ina til ættleiðingar. – Hon segði, at hon føldi ikki hon hevði nakað annað val, sigur Maria Daniela í Garði. – Tá eg tosaði við tey leygardagin, fór mamma at gráta aftur. Hon segði mær, at tað hevði ikki gingið ein dag­ ur, har hon ikki bað fyri mær. Hon bað um, at eg hevði eitt gott lív og eina góða familju, har eg var. Hon visti jú ikki, hvar eg var endað, og tí var ómøguligt hjá henni at gita, hvussu tað mundi vera. Men leyg­ ar­kvøldið takkaði hon Gudi fyri, at eg hevði havt eitt so gott lív, so góða familju og at hon nú átti eitt ommu­ barn, sigur Maria Daniela í Garði. Føroyska familjan hjá Mariu hev­ ur veitt henni fullan stuðul i leitanini eft­ir kolumbiansku kvinnuni, sum gav henni lív. – Tað gekk øgiliga skjótt fyri okk­ um øll. Eg byrjaði at leita mánadag og longu mikukvøldið var mamma mín funnin. Bæði fyri meg og mína fam­ilju hevur tað gingið skjótt, men vit eru øll so sera fegin um, at tað eydnaðist hóast alt, sigur Maria Daniela í Garði. Í framtíðini er ætlanin, at Maria og hennara føroyska familja skulu vitja í Kolumbia og hitta mammu, systk­in, mostur og systkinabørn hjá Mariu. – Tað gekk øgiliga skjótt fyri okkum øll. Eg byrjaði at leita mánadag og longu mikukvøldið var mamma mín funnin, sigur Maria Daniela í Garði Ítróttur Eg má siga sum er, eg havi sera ringt við at síggja, hví stovnar skulu flytast úr Havnini. Tað mugu góðar, fakligar grundgevingar til. Ben Arabo, búskaparfrøðingur