hósdagur 28. desember 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. desember 2017
8
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Tekur høggini fyri trúnna
Jenis av Rana hevur síðani miðskeiðis í 1990’unum verið
millum mest markantu politikarar í Føroyum.
– Fyri meg hevði tað ivaleyst verið lættari, um eg
hevði valt at verða trúboðari fram um politikari, men
eg meti uppgávuna hjá Miðflokkinum verða so
týdningarmikla í føroyskum politikki, at eg
taki høggini fyri at bera okkara sjónarmið
fram, sigur Jenis av Rana.
Hava bert valt 25 kvinnur
Hóast kvinnur hava havt valrætt og rætt at stilla upp í 102
ár, hava føroyingar tilsamans bert valt 25 kvinnur á ting,
og bert 14 kvinnur hava sitið í landsstýrinum. Tað vísir
uppgerð, sum Sosialurin hevur gjørt. Fyrsta kvinnan, sum
møtti á tingi, var Malla Samuelsen, sum inn nakrar dagar
sum eykafólk í 1964. Fyrstu kvinnurnar, sum vórðu valdar í
løgtingið, vóru Jona Henriksen og Karin Kjølbro, sum vórðu
valdar í 1978.
Mars:
Sethúsaprísinir í høvuðsstaðnum hava
ongantíð áður verið so høgir, og eisini á størru
plássinum kring landið er prísurin í topp
Húsaprísurin í Havn hevur ongan
tíð verið hægri enn í løtuni. Miðal
prísurin fjórða ársfjórðing 2016 var,
sambært yvirlitið frá Eik Banka, 2,7
milliónir krónur fyri eini sethús í
Havn. Miðalprísurin hækkaði stútt
gjøgnum alt árið, úr 2,2 milliónum
fyrsta ársfjórðing.
Samanborið við fjórða ársfjórð
ing 2015, er príshækkingin heili 600
túsund krónur. Miðalprísurin fyri
árið vaks úr 2,1 millión krónum í
2015 til 2,5 milliónir krónur í 2016.
Hyggja vit at yvirlitinum frá Eik
Banka síggja vit, at ein støðug prís
hækking hevur verið síðani 2012, tá
miðal húsaprísurin lá beint undir
tvær milliónir fyri eini hús í Havn.
Samstundis sum prísurin er
hækkaður, er talið á seldum ognum
eisini hækkað. Í 2010 til 2012 lá talið
á seldum sethúsum í høvuðsstaðn
um úr 63 upp í 76 sethús, men í 2015
var talið heili 149. Í 2016 lækkaði tað
eitt vet aftur, niður í 117 sethús.
Miðal prísurin á einum sethús
um í Havn er hækkaður síðani 2014.
Fyrst í hesi øldini lá prísurin beint
undir hálva aðru millión krónur.
Frá 2005 fram til fíggjarkreppuna
í 2007 vaks sethúsaprísurin sera
nógv, heilt upp í 2,5 milliónir krón
ur, men fall so brádliga niður á 2,2
milliónir í 2008. Síðani fall hann
spakuliga fram móti 2012, tá hann
rakti botnin við 1,8 milliónum krón
um annan ársfjórðing í 2012.
Eisini uttan fyri Havnina er set
húsaprísurin hækkaður seinastu
tíðina. Í 2013 kostaðu eini sethús
í størru bygdunum og býunum
900.000 krónur í miðal, men í 2016
var prísurin komin uppá 1,1 millión
krónur. Hetta er nærum tað sama,
sum áðrenn fíggjarkreppuna í
2007. Eins og í høvuðsstaðnum fall
sethúsaprísurin nógv næstu árini,
men onkrar ársfjórðingar hevur ein
toppur verið, sæst á grafinum.
Talið á sethúsum, sum verða
seld er eisini hækkað nógv, úr 47
sethúsum í 2010 til 123 sethús í 2016.
Í smæstu bygdunum er støðan
eitt sindur øðrvísi. Eisini har eru
prísirnir farnir upp seinastu árini,
úr 800.000 krónum í 2013 til 900.000
krónur í 2016. Men árini 2007 til
2009 var prísurin væl hægri enn
í dag. Í smæstu bygdunum kom
toppurin ikki fyrr enn í 2008, men
síðani er prísurin støðugt fallin
fram til 2013.
Krøvini frá lánsveitara
Í høvuðsstaðnum mugu nógv fólk
seta seg í stóra skuld fyri at fáa
dreymabústaðin, sum kann kosta
upp ímóti trimum milliónum krón
um. Men hvat skal til fyri at fáa
eitt lán til eini sethús, sum kosta
2,7 milliónir krónur?
– Peningastovnarnir hava trý
atlit at taka, tá fólk biðja um lán.
Fyrsti tummilfingurregulin er, at
skuldin helst ikki skal vera meira
enn tríggjar ferðir hægri enn brutto-
inntøkan hjá húsarhaldinum. Or
søkin er, at tað vísir seg, at um
skuldin er nógv hægri enn hetta,
so verður skuldarbyrðan hjá ein
um húsarhaldi ov stór yvir tíð, sig
ur Sóleyð Hansen, kundaráðgevi í
BankNordik.
– Annað atlitið er krav um egin
fígging. Har siga vit, at fólk helst
skulu hava minst 5 prosent í egin
fígging, sigur hon.
– Triðja kravið er til tiltøkupen-
ing. Tað vil siga, at fólk mugu hava
eina nøktandi upphædd at liva
fyri, eftir at føstu útreiðslurnar
Havnin er
bara fyri
múgvandi
Taks fann
145 milliónir
Taks er komið fram á 145 milliónir
krónur, sum ikki vóru rætt givnar upp
í skatti í fjør. Av hesum høvdu privat
givið 105 milliónir ov lítið upp í skatti og
vinnufyritøkur 90 milliónir. 15 privatfólk
høvdu givið 15 milliónir ov lítið upp í
skatti, sigur Taks í eini fráboðan. Í mvg
og tolli vórðu rættingar gjørdar fyri
11,5 milliónir og í kapitalvinningsskatti
vórðu rættingar gjørdar fyri 13
milliónir. Harumframt koma rættingar í
rentustuðli, ferðastuðli og øðrum.
Lærarar
mugu taka
skúlan aftur
Formaðurin í Lærarafelagnum heldur, at
lærarar mugu fáa størri ábyrgd og vald í
fólkaskúlanum aftur.
– Politikarar kunnu skapa karmar, men
tað hjálpir ógvuliga lítið, um politikarar
og myndugleikar fara at stýra skúlanum.
Lærararnir mugu trúgva upp á sítt fak og
yvirtaka skúlan aftur, tí tað eru so nógv
onnur, sum vilja seta dagsskránna, sigur
Herálvur Jacobsen.
Lena fleiri
heiðurslønir
Songkvinnan Lena Anderssen fekk
flestar heiðurslønir, tá ið FMA tiltakið
varð hildið. Á FMA 2017 varð hon kosin
ársins songkvinna, útgávan Eagle in the
Sky varð kosin ársins útgáva, og hon fekk
virðisløn fyri ársins húsa. Harumframt
fekk maður hennara, Niklas Johannesen,
virðislønina sum ársins framleiðari fyri
sítt arbeiði á Eagle in the Sky.
MAR
2017
Vit seta tað nærmast fram sum eitt krav,
at nú skal Gud grøða okkum, gera eitt undur
fyri okkum. Gud er nærmast vorðin ein sirkus
klovnur, og vit skulu vísa okkara undur fram.
Tað haldi eg ikki er rætti holdningurin. Hvussu
ofta biðja vit um, at Gud skal broyta okkara
sinni, at gera okkum til eitt betri menniskja.
Armgarð Arge,
útvarpskvinna
Barnið er eitt individ. Fyri summi er tað
óheppið at hava at gongd til teldilin ávísa tíð á
degnum, meðan fyri onnur er tað í lagi. Børn
skulu tó hava loyvi til at krevja aðra kontakt
enn ta frá teldlinum. Tey vaksu mugu gera sær
ómak at læra sítt egna barn at kenna.
Kathrina Lindenskov Holm,
sálarfrøðingur