hósdagur 28. desember 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. desember 2017
10
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Fangi flýggjaði úr Mjørkadali
Ein fangi, sum situr inni fyri vápnað rán, megnaði at sleppa sær
til rýmingar. Í 16 tímar goymdi hann seg frá politinum, inntil
hann at enda varð funnin í Kaldbak.
– Húsini í Mjørkadali eru ikki gjørd til at húsa fangum. Um tú vilt
flýggja, kanst tú tað. Men tey skandinavisku fongslini eru í heila
tikið ikki gjørd so, at tað er púra vónleyst at flýggja, sigur Elkin
Klettheyggj.
Birgir skal leiða Betri samtakið
Fyri triðju ferð seinastu tvey árini hevur
Ognarfelag Tryggingartakaranna fingið nýggjan
formann. Tað gjørdist, tá aðalfundur var í
Umboðsráðnum. Nýggi formaður er 50 ára gamli
Birgir Nielsen, ið tekur við eftir Arna D. Brattaberg,
ið hevur verið formaður seinasta árið.
eftir at hann koppaði Gunnar í Liða.
Apríl:
– Eg føli, at fólk ganga út frá, at eg havi goldið fyri hana, men eg tími so illa
at greiða frá, tí so má eg altíð siga somu søgu aftur og aftur. Eg leggi onki
í hvat hini siga og halda, sigur 33 ára gamli Lindi í Gerðum, sum fyri fýra
árum síðan hitti konu sína, Jocelle, úr Filipsoyggjunum á Facebook
Fyri fýra árum síðani hevði 29 ára
gamla Jocelle í Gerðum ongantíð
hoyrt um landið Føroyar. Hon búði
tá í býnum Cebu á Filipsoyggjunum
og læs fysioterapi. Lívið í Cebu
City er fjart frá gerandisdegnum
í Klaksvík, har hon nú býr saman
við manni sínum Linda í Gerðum og
tvey ára gamla soni teirra Hanusi.
33 ára gamli Lindi í Gerðum úr
Klaksvík setti seg í samband við Jo
celle á Facebook í mai mánað í 2013.
Nakað hann ongantíð áður hevði
roynt, greiðir hann frá.
– Í mai mánað í 2013 byrjaðu vit
at skriva saman. Eg setti meg í sam
band við Jocelle, tí eg sá eina vakra
mynd á Facebook, sigur hann.
Jocelle leggur afturat, at tey tos
aðu nógv saman á netinum fyrstu
tíðina og blivu skjótt góðir vinir og
funnu útav, at tey høvdu nógv til
felags.
– Fyrstu tíðina tosaðu vit dag og
nátt á Facebook og síðani á Skype
og Viber. Hann var høviskur, tosaði
pent og var nemmur at tosa við.
Hetta er ikki altíð so, tá tú møtir
fólki á netinum. Nógvir menn vera
skjótt framligir, og prátið verður
sexuelt beinanvegin. Hann var ann
arleiðis, sigur hon.
– Eg merkti beinanvegin, at
hetta ikki bert var flirt, tí vit hildu
á fram at tosa nógv og eg hevði álit
á honum, eftir mongu tímarnar
vit høvdu tosað saman. Vit høvdu
til dømis Skype frá allan dagin og
náttina við, og soleiðis vóru vit
saman uttan at vera í sama landi,
sigur hon.
Lindi hevði tá ongantíð verið
í Asia, og prátið fall skjótt á eina
møguliga vitjan. Lindi vildi vita
hvat hetta var fyri nakað, og um
persónurin hann hevði møtt á face
book veruliga var alt tað, sum hann
vónaði.
Frelsandi eingil
Lindi var nýliga fluttur heim aft
ur til Føroya at búgva um hetta
mundið, og hann greiðir frá, at
hann var komin heim at rudda øll
tingini hjá sær, sum vóru í húsinum
hjá pápa hansara. Hann sigur, at
kamarið var so fult av eskjum og
óruddi, at hann ikki fekk flutt seg
har. Hendan ruddingin varð á ein
hátt eitt tekin uppá nýggja lívið,
sum stóð fyri framman, men tað
visti hann tó ikki tá.
– Tað er ein grund til, at eg møtti
Jocelle, tí eg var í einum myrkum
staði í lívi mínum, áðrenn eg møtti
henni. Tá eg hevði møtt henni,
Tey halda eg
havi keypt hana
Vit gjørdust
50.000 fólk
Fyri fyrstu ferð nakrantíð fer fólkatalið
í Føroyum upp um 50.000. Tað vísir
uppgerð hjá Hagstovu Føroya fyri 1. apríl.
Tað ber ikki til at finna fram til, hvør
tann ávísi persónurin er, sum gjørdist
borgari nummar 50.000 í Føroyum, og
tí valdi Aksel V. Johannesen, løgmaður,
at halda stóra dagin á Føðideildini á
Landssjúkrahúsinum, har hann handaði
deildini eina gávu.
Føroysk
tænasta
er verri
Meira enn helmingurin av føroyingum
halda seg ikki fáa eins góða tænastu í
Føroyum, sum teir fáa uttalands. Tað
vísir ein spurnarkanning, sum spyr.fo
hevur gjørt fyri felagið Fegin, ið fæst við
at ráðgeva um sølu og tænastu. 300 fólk
hava verið við í kanningini.
Tú rindar
ov nógv
Kappingareftirlitið sigur í seinastu
frágreiðingini, at føroyingar rinda alt
ov nógv fyri ymsar tænastur. Tú rindar
millum 2.000 og 11.000 krónur meiri
enn neyðugt um árið, um tú ert kundi hjá
Fjarhitafelagnum. Tú rindar 2.000 krónur
um árið ov nógv, um tú hevur oljufýr.
Bensin- og dieselprísurin er hækkaður við
ávikavist 63 og 50 oyrum síðani 2008,
men bara ein brøkpartur er orsaka av
einum hægri alheims oljuprísi. Og vart tú
realkredittkundi hjá føroysku bankunum
áðrenn 2014, rindaði tú millum 5.000
og 12.000 krónur ov nógv árliga í
umsitingargjaldi.
– Fyrstu ferð eg kom til Føroya varð eg bilsin, tí her vóru ongir
vaktarmenn, og eg slapp inn allastaðni, eg vildi, sigur Jocelle
í Gerðum, sum hitti føroyska mann sín á Facebook
APR
2017
Verður hjúnabandslógin broytt, og
kirkjan bara skal signa hinskynd, og
ikki samkynd, er tað at gera mismun á
fólki, og so spurningurin er um kirkjan
skal signa nakran.
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Individualisma og eg-mentan fyllir
alt ov nógv í føroyskum politikki, og tað
er kanska ikki so løgið, tá ið ein
politikari kann fáa túsund atkvøður fyri
at vera upp á tvørs heldur enn at
innrætta seg í floksdisiplina.
Bjørt Samuelsen,
løgtingskvinna