Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-28, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 29. desember 2017 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Heldur óvæntað er tað Jón Johansen úr Vága Dartfelagið, sum vinnur stóru FM kappingina í Skopun. Hann lukkar seinast settið við píli í bull. Hann vinnur í finaluni 5-3 á Jan McIntosh. Hjá kvinnum kemur tað púra óvart á, at Maibritt Hvíthamar vinnur FM, sum verður víst beinleiðis í sjónvarpi fyri fyrstu ferð rudd­aði eg alt óruddið frá fortíðini og tveitti næstan alt burtur, sigur hann. – Eg trúgvi, at tað er eitt bønar­ svar, at eg møtti henni, tí eg var so í dapurhuga, at eg hevði biðið Gud endað lív mítt fleiri ferðir, men so møtti eg henni. Eg plagi at siga, at tað átti at verði ógjørligt, tí tað lík­ ist als ikki mær at skriva til ein til­ vildarligan persón á netinum, sum eg ongantíð havi tosað við. Tað gjørdi eg fyri fyrstu ferð, tá eg skrivaði til Jocelle, og eg trúgvi, at Gud tá gav mær eitt svar, sigur hann. Í 2013 fór Lindi til Filips­oyggj­ar­ nar at vitja Jocelle. – Eg setti mær fyri, at eg skuldi vitja hana og síggja, hvussu lívið var har. Eg hugsaði eitt sindur um vand­arnar við, at ferðast so langt tí eg kendi ikki umstøðurnar. Eg hevði tó sett mær fyri at fara, og segði bara fólki, at eg fór at ferðast, sig­ur Lindi. – Vit funnu tó skjótt útav, at tað var fantastiskt at hava hesar dag­ar­ nar saman, og vit valdu eisini at ger­ ast par tá, sigur Jocelle. Tá Lindi, á heystið 2013, vitjaði Jocelle fyri triðju ferð á Filipsoyggj­ un­um kom Jocelle við honum til Føroya. Hann vildi vísa henni heim­ land sítt, og upprunaliga ætlan­in var, at Jocelle skuldi steðga í tríggj­ar mánaðir. Tað var ein stór koll­velting hjá Jocelle at koma til landið, og hon greiðir frá, at hó­ast stóru munirnar á londunum báð­um, so trívist hon í Føroyum og størsta grundin eru føroysku virð­ini. – Fyrstu ferð eg kom til Føroya varð eg bilsin, tí her vóru ongir vakt­ armenn, og eg slapp inn alla­staðni, eg vildi. Eg var eisini bils­in yvir, hvussu fá fólk eru her. Eg minnist serliga, at eg nakrar dag­ar eftir at eg var komin, fór ein renni­túr, og eg kendi tað fríkst at sleppa at renna uttan at sveitta og utt­an larm. Hóast tað, so verður ment­an­ar­munurin ov nógv av og á, og sakn­ur­in eftir familju míni er svarur. Eg sakni eisini alt tað, sum stór­býurin hev­ur at bjóða, sólina og strond­ina. Her er ræðuliga kalt, sigur hon flenn­andi og leggur afturat, at tað eru før­oysku virðini, sum viga nógv í av­gerð­ini um, at búseta seg í Føroyum. – Lívið er einkult her, og tað er trygt fyri børnini. Tað snýr seg meir um virðir og ikki so nógv um status sum í Filipsoyggjunum. Eitt simpult lív ger teg glaða, um tú ert saman við teimum, sum tú ert góður við, sigur hon. Vita hvat fólk hugsa Søgan um Linda og Jocelle er onki ein­dømi. Tað eru fleiri filipinskar kvinn­ur í Føroyum, sum eru giftar før­oyskum monnum, og talið er vaks­ andi. Lindi sigur, at hann veit væl, at fólk ofta ganga út frá, at hann hevur møtt Jocelle á eini dating síðu, sum hann hevur goldið fyri, ella at tað var pen­ingur uppi í, tá tey komu saman. Tá hann verður spurdur, sigur hann eis­ini – ofta í skemti – at hann hevur keypt hana. – Eg føli, at fólk ganga út frá, at eg havi goldið fyri hana, men eg tími so illa at greiða frá, tí so má eg altíð siga somu søgu aftur og aftur. Eg leggi onki í hvat hini siga og halda, sigur hann. Jocelle leggur afturat, at tað er eitt kennitekin við Linda, sum henni dámar væl. – Hann sigur tað, sum hann heldur og leggur onki í hvat fólk siga, og tað dámar mær væl við honum, sigur hon. Kvinnubragdið á Tórsvølli Føroyskur kvinnufótbóltur er aftur á altjóða fótbóltskortinum, eftir at føroyska A-landsliðið vinnur seg víðari úr innleiðandi bólkinum. Tað er áskoðaramet og fagnaðurin tekur næstan ongan enda, tá Føroyar vinna avgerandi dystin móti Turkalandi Føroyska kvinnulandsliðið frem­ur enn eitt føroyskt ítrótt­ arbragd, tá liðið vinn­ur inn­ leiðandi HM-undan­kapp­ing­ar­ bólkin, sum verður av­greidd­ur á Tórsvølli. Føroyar byrja við at vinna sannførandi á Luksem­ borg, fyri síðani at vinna 2-1 á Monte­negro, ið saman við Før­oy­um eru avbjóðarnir hjá favor­itt­unum úr Turkalandi. Tí er lagt upp til stóra fin­alu og Tórsvøllur spælir við. Før­ oy­ar vinna 2-1, eftir at Turka­ land hevur lagt seg á odda 1-0. Rannvá B. Andreasen javnar við frálíkum skoti og eigur upp­leggið, tá innskifta Milja R. Simon­sen leggur Føroyar á odda 2-1. Við metstórari áskoðarafjøld til ein kvinnudyst stuðlar Tórs­ vøllur, tá føroysku kvinnurnar verja borg sum ongantíð fyrr. Úrs­litið stendur við og føroyska kvinnulandsliðið vinnur seg víðari til HM undankappingina, har mót­støðu­liðini eru sterkar tjóðir sum Týskland, Ísland, Kekkia og Slovenia. Sermerkt fyri føroysku av­ rik­ini á Tórsvølli er, at spælið er tekniskt og vælskipað. Liðið spælir nærmast álopskendan fót­bólt í løtum, hóast tal­an er um altjóða dystir. Lands­liðs­ venj­arin, Pætur S. Clement­sen, let­ur tó ongan iva vera um, at tað skal meiri til at spæla upp ímóti Týsklandi og Íslandi, sum eru í heimselituni. Áskoðarametið til dystin var 1.153 áskoðarar. Kvinnurnar hjá Drátti vinna FM á fyrsta sinni síðani 2006. Tað gera tær við at vinna 3-1 á KÍF. Hjá monnunum verður alt avgjørt við gullsetti. SÍ vinnur fyrru finaluna 3-0, men Fleyr svarar aftur í seinnu finaluni og vinnur 3-0. SÍ vinnur gullsettið 17-15 Talan verður um tvær greipur, tá FM finalurnar í hondbólti eru. Kvinnurnar hjá Kyndli vinna á Neistanum, har orkan verður mett sum munurin. Hjá monnunum er H71 greitt omaná VÍF og vinnur 26-21 í avgerandi dystinum Ítróttur Tað er alla tíðina ein stríður streymur av einstaklingum, ið koma alt døgnið og ganga og mala allastaðni í bygdini. Tað er ikki ein løta, tá eingin fremmandur er her, og tað er tað, ið ger lívið í Saksun óúthaldiligt. Jóhan Jógvansson, bóndi í Dúvugørðum í Saksun