hósdagur 28. desember 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. desember 2017
12
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Fremja ógvusligari kriminalitet
Ein maður í Havn varð álopin og stungin niður við knívum,
gággara og øks. Maðurin var í lívsvanda, men kom fyri
sseg. Elkin Klettheygg j er leiðari á Kriminalforsorgini og
kennir til trupulleikarnar av ungdómskriminaliteti.
– Yvirskipað er kriminalitetur millum tey ungu minkandi.
Men tað eru marginaliseraðir bólkar av ungum, sum gera
ógvusligari lógarbrot nú enn áður, sigur Elkin Klettheyggj.
Sosialurin fyllir 90
24. mai fylti Sosialurin 90 ár. Út við 12.000
útgávur eru higartil komnar av Sosialinum,
og føðingardagsbarnið er til reiðar til meira.
– Sosialurin hevur altíð havt sum stevnu at
virka ímóti trongskygni og fyri tolsemi, sigur
Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri.
Mai:
Benjamin Rasmussen fekk stóru uppgávuna at avmynda
amerikanska forsetan fyri amerikanska Time Magazine.
Óvanliga forsíðumyndin av rygginum hjá Donaldi Trump
og nógva atgongdin, sum toymið frá Time óvæntað
fekk í Hvítu Húsunum, hevur fingið nógva umrøðu
Benjamin Rasmussen, sum hevur
pápa úr Klaksvík, mammu úr USA
og er uppvaksin á Filipsoyggjun
um, har foreldrini virkaðu sum
trúboðarar, fekk eina sera óvanliga
uppgávu sum fotografur. Hann
skuldi avmynda nýggja amerik
anska forsetan, Donald Trump, til
tíðarritið Time Magazine.
Benjamin Rasmussen flutti sum
18 ára gamal til USA at lesa til foto
graf.
– Sum myndamaður mást tú
vera nærverandi, og mær dámdi
væl ta interaktivu síðuna av fakin
um, tí tú mást vera í løtuni saman
við fólki. Eg eri vanur við fleiri
tungumál, men tað visuella málið er
universalt, og tað hevur førleika til
at røkka tvørtur um mál og mentan
á ein hátt, sum skrivaða orðið ikki
hevur. Her hevði eg ein møguleika
at skapa eitthvørt, sum byggir brýr
tvørtur um mentanirnar eg eri upp
vaksin við, sigur hann.
Tá Benjamin var liðugur við út
búgving sína, fluttu hann og kona
hansara Abby Kirkbride til Før
oya at búgva í eitt ár. Eftir tað árið
fluttu tey til Filipsoyggjarnar, og
har fór Benjamin at gera ein yvir
bygnað í fotojournalistikki. Eftir
árið á Flipisoyggjunum og lokna
útbúgving fluttu Abby og Benja
min aftur til USA. Tey búsettu seg
í Denver í Colorado, har tey enn
búgva.
– Í hesum yrkinum er umráð
andi at kenna tey røttu fólkini. Eg
byrjaði spakuliga at arbeiða fyri tíð
inda- og vikubløð í USA, men fyrstu
árini livdi eg av inntøku, sum eg
fekk í Føroyum sum myndamaður.
Eg var ofta í Føroyum og tók mynd
ir til brúdleyp, kókibøkur og fyri
tøkur. Tað tók fleiri ár, áðrenn ferð
veruliga kom á, sigur hann.
Avmynda Trump
Benjamin Rasmussen er vorðið
eitt kendari navn, eftir at hann tók
myndirnar av amerikanska forset
anum Donald Trump, til forsíðuna
av Time Magazine, tá blaðfólk frá
Time vóru til eksklusiva vitjan í
Hvítu Húsunum og fingu samrøðu
við forsetan.
Benjamin hevur havt samband
við blaðfólk frá Time í nøkur ár og
eisini arbeitt fyri blaðið sum frí
yrkismyndafólk fyrr. Tá hann fekk
tilboðið um at gera hesa mynda
røðina av heimsins mátt miklasta
manni, ivaðist hann í, um hann
skuldi átaka sær uppgávuna.
– Tað er ikki altíð gagnligt at
gera politiska umrøðu, og tí ivaðist
eg. Tá forseta valið var, gjørdi eg
bert eina politiska uppgávu av
somu orsøk. Politikkur fær alt ov
nógv uppmerksemi, og er í grundini
eitt stórt sirkus. Eg segði tó ja, tí eg
haldi, at hendan uppgávan er eitt
íkast til samtíðarsøguna, og tí er
tað áhugavert, sigur hann.
Tók sær góða tíð
Á Time Magazine vildu tey miða
ímóti, at fáa serliga góða atgongd til
forsetan. Hendan samrøðan, sum
skuldi bera forsíðuna, vistu tey fór
at vera týðandi, og tí ynskti redakt
ørurin, at myndamaðurin var
ein, sum ikki vanliga arbeiðir við
politikki. Í fyrstu atløgu var upp
gávan eitt portrett av forsetanum,
men treytirnar, sum toymið fekk,
broyttust fleiri ferðir.
– Samskiftið millum starvsfólki
um atgongd til forsetan er út av
lagi vánaligt í Hvítu Húsunum. Tey
klandrast og vildu ikki tað sama.
Vit fingu endiliga atgongd, tí eitt
av samskiftisfólkunum pressaði
uppá, men ráðgevarar forsetans
vistu ikki, at vit komu. Eisini var alt
sera hemmiligt, tí um nakar frætti
um hetta, so kundu vit jú missa
atgongdina. Tað var sera løgið, sigur
hann um upplivingina.
Endin var, at Trump gav sær
góðar stundir at práta í Oval
Office, og púra óvæntað vísti hann
fólkunum frá Time runt í privata
bústaði sínum í Hvítu Húsunum.
Tilsamans
hevði
toymið
eini
tríggjar tímar saman við for
setanum, og Benjamin tók myndir,
tá hann slapp, sum var í eini fimm
minnuttir.
– Eg visti á ongan hátt, hvussu
nógva atgongd eg fór at fáa. Vanliga
havi eg útgerð og hjálparfólk við
mær, men tað hevði eg ikki hesu
ferð, so eg mátti arbeiða serliga
nógv við ljósinum. Eisini er trýstið
Trump helt
hurðini fyri mær
Hvølpur hjá
Løkke fær
føroyskt
navn
Danski forsætirsráðharrin, Lars Løkke
Rasmussen, hevur fingið nýggjan
hundahvølp, eftir at familjan í februar
misti hundin Bella, sum gjørdist sjúk og
doyði. Løkke skrivar á sínum Facebook
vanga, at hann vitjaði hundahvølpin, sum
skal hava føroyska navnið Fríða – hann
leggur afturat, at Fríða merkir vøkur.
Lars Løkke Rasmussen og føroyska kona
hansara Sólrun Jákupsdóttir hava eisini
hundin Beauty.
Siga ja
til ríkis
felagsskap
Føroyingar ynskja sama til knýti til
Danmark, sum vit hava nú. Tað er
í stuttum niður støðan í kanning,
sum Gallup Føroyar hevur gjørt. Í
kanningini verður spurt, hvat fólk
halda um ríkisrættarligu viðurskiftini,
um Fólkatingið hevði avtiki fíggjarliga
stuðulin til Føroya. 61 prosent av
fólkunum svaraðu, at tey vild havt sama
tilknýti til Danmark. 30 prosent vildu
havt fullveldi.
Reyni
Service
rúmligur
arbeiðs
gevari
Reyni Service fekk heiður um ársins mest
rúmligi arbeiðsgevari.
Sosialráðgevar í Almannaverkinum
innstillaðu teir arbeiðsgevarar, sum tey
mettu hava gjørt serligan mun, tá tað
snýr seg um at hava fólk við serligum
tørvi í starvi. Í innstillingini var sagt, at
Reyni Service hevði víst heilt serstakt
tol, góð evni at seta seg inn í støðuna hjá
borgarunum, og at felagið dugdi sera væl
at seta hóskandi krøv.
MAI
2017
Mann kann undrast á, at so nógvir
rossahandlar verða gjørdir millum
politikarar. Tað kann síggja løgið út hjá
fólki, tá ið tað skulu nógvar
millumrokningar til fyri at fáa tingini at
ganga upp, og eg haldi, at vit politikarar
eiga at hugsa um hetta.
Ruth Vang,
løgtingskvinna
Tað er í nógvum førum ein
fyrimunur, at forholdini í Føroyum eru
smá. Tað er lætt at fáa samband við
fólk, tú veitst, hvørji fólkini eru, og tú
kanst bara taka telefonina og ringja.
Dan Michael Knudsen,
fráfarandi Ríkisumboðsmaður