Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-28, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2017síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 29. desember 2017 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór ÍF er í stórum trupulleikum. Teir liggja niðast í Effo-deildini, fáa ikki loyvini hjá Clayton Soares upp á pláss og Adeola Runsewe verður sendur retur, tí loyvini hjá honum eru heldur ikki upp á pláss. Somuleiðis er Jákup Mikkelsen, venjari, í vanda fyri at fáa leikbann sera stórt, tí tey, sum áður hava avmyndað Trump til slíkar forsíður, eru víðagit­in myndafók. Á tann hátt var tað ein lúsa uppgáva, tí miseydnast tú, so er tað ógvuliga alment, sigur hann. Spurdur um, hvussu tað var at møta forsetanum, sigur Benjamin, at tað var fínt og ger lítið hóvsták burt­urúr. – Hóast eg eri ósamdur við nógv­ um av tí politiska, so var tað eitt høvi at leggja rødd til ta stóru sosialu sam­røðuna rundan um mannin. Hann tykist sera vanligur á nógvar mát­ar, og tá eg fór gjøgnum hurðina, með­an eg taki myndir av honum, so held­ur hann hurðini fyri mær. Tað er óivað nakað, sum hann ger. Hann held­ur hurðini fyri fólki. Hann hevur tikið frástøðu frá siðvenjuni, sum sig­ur at ríkishøvdið ikki skal halda hurð­ini fyri øðrum fólki, greiðir Benja­min frá. Síðani greinin kom út á Time Maga­zine og forisíðumyndin, sum Benjamin tók, varð almanna­kunn­ gjørd, hevur afturmeldingin verið positiv. Hann er glaður fyri upp­ gáv­una, og heldur at hon vísur á, at hann er álítandi sum myndamaður, men annars er uppgávan bert ein av mong­um fyri Benjamin. – Hetta bert ein avgreidd uppgáva, hó­ast tað er ein kul avgreidd upp­ gáva, sigur hann. Skriva føroyska fótbóltssøgu í Kroatia U17 landsliðið í fótbólti hjá dreingjum skrivar føroyska fótbóltssøgu, tá teir luttaka í EM endaspælinum, sum er í Kroatia. Úrslitini eru ikki góð, tí okkara dreingir tapa allar dystirnir, men sigurin er vunnin í lærdóminum Tað er einki minni enn eitt bragd, tá føroyska U17 lands­ liðið vinnur seg til EM enda­ spælið. Tvær ferðir megna teir at koma víðari úr und­an­kapp­ ing­ar­bólkum, áðrenn teir í maj mán­aði standa í tí, sum svarar til summ­arhita í Føroyum í Zagreb. Føroyka liðið hevur ávísar trupulleikar við mann­ing­in undan fráferð, tí lyka­spæl­ar­ ar eru skaddir. Har í millum lið­skip­arin Fróði Ras­mus­sen, með­an málhetjan í undan­kapp­ ing­ini, Tórur Jacobsen, hevur trupul­leikar við lærkrikanum. Føroyska liðið er tí nakað umskipað, tá fyrsti dysturin er á skránni móti Skotlandi. Í besta avrikinum í endaspælinum stend­ur føroyska liðið í móti í ein tíma, áðrenn skotar skora og vinna eftirfylgjandi 2-0. Í næsta dystinum, sum verður víst­ur á altjóða sjónvarpsrásini Eurosport, verður føroyska liðið spælt sundur av frak­lend­ ing­um, ið vinna heili 7-0. Tað eydnast partvís at bjarga æruni, tá Føroyar tapa 4-0 móti Ungarn, men nið­ ur­støðan er greið. Longri tú kemur í altjóða fótbólti, longri er á mál. Luttøkan í EM enda­spæl­ inum setur gongd á eitt kjak um menning í føroyskum fót­ bólti, sum hóast góðu úrs­lit­ini, tykist mangla nógv. Før­oyskur fótbóltur hevur heilt víst sínar dygdir, men í ov stór­an mun liggja tær í saman­haldið, stríðsvilja og taktikki, held­ur enn beinleiðis teknikki. Ársins minniligasti dystur í mansfótbólti verður spældur í Gundadali, tá B36 við níggju monnum á vøllinum vinna 3-2 á HB í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini. Stóra løtan er, tá Róaldur Jakobsen úr 72 metrum skorar til 3-2 í seinasta minuttinum av yvirtíðini. Kappróðrarárið verður skotið í gongd á norðoyastevnu, har tveir heimasigrar fáa gleði í norðoyingar. Klaksvíkingur vinnur 10-mannaførini, meðan dreingirnir á Fípuni Føgru eisini gera sín part. Ítróttur Skuldi eg passa inn, skuldi eg vera góð til okkurt, og tað bleiv sangur og tónleikur. Í tónleiki kendi eg meg heima, og umvegis sang havi eg eisini fingið betri sjálvsálit. Tá ið eg syngi, eri eg ikki so smæðin. Guðrun Sólja Jacobsen, tónleikari Hetta er ein av myndunum, sum Benjamin Rasmussen tók av Donald Trump